Monday, April 2, 2012

Andreas Schulenburg í Steinprenti

Tað er altíð áhugavert at fara inn á gólvið í Steinprenti á Skálatrøð. Í løtuni hongur ein ljós og frísk framsýning við vatnlitamyndum hjá Bárði Jákupsson niðri undir í gallarínum og í erva hevur týsk/danski listamaðurin Andreas Schulenburg (f.1975) arbeitt, hann fór heim aftur síðsta sunnudag. Á vegginum har avrikið hongur sæst, at væl er fingið burturúr. Andreas Schulenburg hevur gjørt tvey prent, sum ímynda ávikavíst ein búff á ljóst olivengrønari bakgrund og ein brotnan fløskuháls á reydligari bakgrund.





Hetta er fyrstu ferð, Andreas Schulenburg hevur arbeitt við steinprenti. Hann hevur annars arbeitt við sera nógvum tøknum so sum vatnlitamyndum, teknifilmi, leirlist, standmyndum og seinastu árini hevur hann arbeitt nógv við tóvirkismyndum og -standmyndum. Á framsýning hjá honum, sum eg sá í Specta í Keypmannahavn í fjør vóru fleiri filtstandmyndir, sum næstan tóktust 70´arakendar, merktar sum tær vóru av samfelagsatfinnandi boðskapi. Men tað var bara næstan, tí besnissaða blandingin av góðvarni og speisemi er alt ov sofistikerað til bara at vera politisk og tað vísur seg eisini sum, at hendan listin er væl meira kompleks og fleirtýðug enn tann meira politiskt frelsta og eintýðuga listin frá sjeytiárunum. Her eru myndir frá hesari framsýningini m.a. http://listinblog.blogspot.com/2011/10/listrundfer-i-keypmannahavn.html


Hyggja vit at nýggja steinprentinum, ið ímyndar ein brotnan fløskuháls, tykist myndevnið ikki hava stóran týdning sum so. Tó er tað sum um, at mátin fløskuhálsurin er teknaður vakurt við dekorativt bylgjandi umhvarvsstrikuni og við nærlagni settur niðarlaga í myndaflatanum gevur honum monumentalan týdning og kraft. Lýsingin tykist merkiliga lagnutung, samstundis sum hon av sonnum eisini er merkt av humor og av poesi. Jan Andersson tók fotomyndirnar.






(KP)