Monday, April 30, 2012

Umhvørvisvikulist

Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar Kommunu byrjaði í gjár. Temaið fyri umhvørvisvikuna í ár er upprudding og tað skulu vit nokk eisini fara í holtur við, men fyrst: nøkur dømi uppá umhvørvislist. Góða umhvørvisviku - Kommunan skal skína!


Vaughn Bell


Robert Smithson: Spiral Jetty


Josh Keyes
The Ant Farm collective: Dolphin Embassy

Mierle Laderman Ukeles: Touch Sanitation

Pipo Nguyen-duy: Lazy Boy

Marja Hakala: New eco

130 listafólk

Aleph

Patricia Johanson

Christo Javacheff: Pink Skirted Islands



Simon Starling: Island For Weeds








Sunday, April 29, 2012

Thomas Kluge á Listasavni Føroya




"De har sandelig fået det hele med" segði drotningin, tá ið hon á fyrsta sinni sá andlitsmyndina, ið Thomas Kluges hevði málað av henni. “Tá ið hon letur seg avmynda soleiðis, kunnu vit onnur væl saktans eisini loyva okkum at síggja út, sum vit gera”, vilja eldri kvinnur ofta vera við, tá ið tær síggja myndina.

Á tann hátt er drotningin eisini ein fyrimynd.At list skal líkjast umheiminum, situr enn rótgrógvið í nógvum fólkum. Og soleiðis er listin hjá Thomas Kluge. Hann er vorðin heimskendur í Danmark av at mála fotografiskt og nærum yvirnatúrliga realistiskt, serliga tá ið hann málar andlitsmyndir av teimum kendu og ríku.Nakað tvítýtt er við tí, at Kluge er kendur. Hann arbeiðir beint ímóti øllum ímyndum um modernaða list og fæst við ein stíl, ið minnir um barokkmálningar á la Rembrandt. Eisini setir hann seg sjálvan á pall sum gomlu meistararnir og er í kollhúgvu, vesti og øllum. Gjølliga lýsta fotografiska realisma hansara fellur eisini modernaðum listaummælarum og smakkdómarum fyri bróstið. Harafturímóti hevur stóra fjøldin av listaáhugaðum tikið Kluge til sín, og navnfram fólk í samfelagnum lata seg fegin avmynda av honum.

Thomas Kluge er alt annað er ein seinføddur meistari við tekniskum hegni, ið minnir um gomlu meistararnar. Bæði í formi og innihaldi er hann rættiliga nútíðarligur. Minimalisma og surrealisma eru at síggja í listini, sum ofta viðger tómleika, fremmandagerð og maktstríð. Á framsýningini eru verk, sum Thomas Kluge sjálvur eigur, umframt nøkur fá, men týðandi verk, sum privatir eigarar hava lænt savninum. Harumframt hevur hansara kongaliga hátign Joachim, prinsur, givið loyvi at læna okkum málningin, sum Kluge málaði av hennara hátign Margrethu, drotning II.

Tað er ein mynd, sum hegnisliga javnvigar millum tað almenna og tað privata, eins og alt tað, sum Thomas Kluger letur úr hondum, javnvigar hegnisliga millum siðvenju og modernitet.

Framsýningin letur upp sunnudagin 29. apríl kl. 14, og kl. 14.30 hevur Nils Ohrt savnsleiðari samrøðu við Thomas Kluge. Powerpoint verður nýtt.

Vinaliga heilsan, Nils Ohrt
LISTASAVN FØROYA



Arnold Vegghamar - røða og myndir



Leygardagin var hátíðardagur á Viðareiði, har tey heiðraðu listamannin Arnold Vegghamar, sum hevur fyllt 75. Ein rúgva av fólkum var komin at lýða á røðurnar hjá m.ø. Arnstein Niclasen og undirritaðu, og at hyggja at framúrskarandi list. Eg seti mína røðu her á bloggin: 

Góði Arnold Vegghamar og góðu áhoyrarar. Eg vil fyrst takka Viðareiðis Kommunu fyri stóra heiðurin at verða boðin higar at  feira ein einara innan føroyska myndlist. Eg veit ikki um tað passar sum ein listamaður nýliga segði mær, at Arnold Vegghamar dugir at blanda gand uppí litirnar, men har er so einki at ivast í, at okkurt heilt serligt er við Viðareiðismálaranum.

Fyrstu ferð eg upplivdi hansara myndir var í Listasavninum í Havn einaferð í hálvfemsunum, tá eg var við til at velja út ólavsøkuframsýningin tað árið. Innkomnu myndirnar stóðu í einum tilvildarligum ruðuleika á gólvinum og summar vendu øvugt. Allíkavæl var tað beinan vegin okkurt við litunum í myndunum hjá Arnold Vegghamar, sum fekk hjartað at sláa eitt sindur títtari. Tí sjálvt um tað eftirhondini eru nógvir føroyingar, sum mála, er tað ikki altíð, at talan er um listaverk og tað kemur næstan ikki fyri, at talan er um list av tílíkari karat, sum tað, ið Arnold Vegghamar letur úr hondum.

Várið er annars ein heldur upptikin tíð hjá okkum lærarum. Men tá Hanus Kjølbro ringdi og spurdi, vildi eg ógvuliga fegin koma, serliga tá eg hoyrdi, at upprunaliga ætlanin var at hava eina afturlítandi framsýning, men at tað var listamaðurin, sum hevði sett fram ynski um at sýna fram spildurnýggj verk á framsýningini. Hetta er jú frálíkt og í ber boð um stóra atgerðarmegi hjá 75 ára gamla listamanninum. Vit skulu eisini minnast til, at tað ikki er meira enn hálvtannað ár síðan ta stóru serframsýningina í Listasavni Føroya. 

Arnold Vegghamar helt sjálvur fyri í eini sjónvarpssending, at nógvum dámar betri hansara gomlu myndir. Hetta er rættiliga áhugavert, tí tað hevur við sjálvt lyndislagið hjá listini at gera. Orsøkin til, at summi halda, at myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar vóru betri fyrr í tíðini, hongur saman við serligu fatan listamansins, ið er framman fyri hini. Hjá listafólkum, sum bróta burtur úr nýggjum tekur tað ofta langa tíð at vinna frama millum fólk. Tá so eitt tílíkt listafólk endiliga fær viðurkenning, hendir tað løgna, at nú verða krøv og vónir sett til hansara nýggju verk, at tey helst skulu líkjast verkunum, sum hann gjørdi fyri tjúgu árum síðani. Gomlu myndirnar hjá Vegghamar eru góðar, litríkar í orðsins rætta týdningi og kanska eru tær lættari at dáma enn tær nýggju, ið sum heild eru ógvuliga serstakar, t.d. tær løgnu myndirnar av grøngula og ljósareyða fjallinum við loyndarfullum ljósabláum ella hvítum steinum. Hesar myndirnar eru einfaldar, tær eru myndevnisliga fábroyttar, uttan stórvegis detaljur og uttan ta stóru rúmkonstruktiónina - tær eru í grundini rættiliga flatar og harvið eisini abstraktar, men tað er júst í tí einfalda, at hesin listamaðurin er serliga sannførandi. Eg haldi sjálv, at kompromileysu myndirnar frá nullunum og fram eru fantastiskar.

Rættilig list roynir ikki at behaga, hon er avant garde, framman fyri tíð og stað á sama hátt sum verkini hjá Vincent van Gogh vóru tað. Listin hjá Arnold Vegghamar er merkt av ymsum stílbrigdum, hann hevur havt ymisk tíðarskeið, men hann er ongantíð hildin uppat við at menna seg og tí blíva hansara verk við at flyta seg framman fyri okkum.

Arnold Vegghamar er sjálvlærdur listamaður. Hann byrjaði at mála í 50´unum og  luttók á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Hann var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, men seinastu fimtan árini hevur hann málað burturav sum yrkislistamaður. Hann er eitt lýsandi dømi um áhaldandi dynamikkin millum áhuga- og yrkislistina. Arnold Vegghamar hevur uttan tann stóra listastuðulin megnað at taka stigið fult út yvir í yrkislistina. Við stuðli kundi hetta stigið kanska verið tikið fyrr. Eg eri í øllum førum sannførd um, at listin hjá Arnold Vegghamar hevur uppiborið allan stuðul.

Framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var partvíst afturlítandi og har sást hvussu Arnold Vegghamar hevur roynt ymsar málihættir frá teimum naturalistisku, impressionistisku og litføgru pointillistisku landsløgunum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann ger í dag. Stílurin í myndunum hjá Vegghamar liggur onkrastaðni millum ekspressionismu og naivismu, men tær einfaldastu myndirnar tykjast sera originalar á sama hátt sum myndirnar hjá Steffani Danielsen vóru tað. Og sjálvt um landslagið í flestu myndunum hjá Arnoldi Vegghamar er so herliga bjartlitt sum tað er, er talan ongantíð um elskuligar og grunnar eydnumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í teimum menniskjatómu landsløgunum ofta álvarsligt, dapurt og mystiskt á sama hátt sum í summum myndum hjá áðurnevnda Steffan Danielsen, men eisini hjá Edvard Munch. Á eini mynd standa eini smá, men yvirjarðiskt glitrandi violett hús og darra í  stórbæra og sterka landslagnum, sum gløðir og skyggir í grønum og reyðum, bláum og orange mótsetningslitum. Myndirnar tykjast ofta introvertar og samstundis kennist tað til tíðir sum skríggja litirnir móti hvørjum øðrum í einum klaustrofobiskum myndaheimi, sum gevur assosiatiónir til tær brennandi gulu fepursjónirnar hjá Van Gogh. Nú skal samanberingin við hollendska listamannin ikki misskiljast. Sjálvt um eg í ummælum fleiri ferðir havi nomið við ein ávísan skyldskap millum Viðareiðismálaran og stóra ekspressionistiska og modernistiska vegaran, so havi eg ongantíð hildið, at Vegghamar er nakar hermari, tí til tað er hann alt ov egin listamaður. Hann gongur sínar heilt egnu listarligu leiðir.

Vincent Van Gogh búði í París, men ferðaðist síðani til Arles við franska Rhonedalin, har hann málaði eina røð av myndum, ið seinni gjørdust hansara kendastu verk. Arnold Vegghamar hevur búð uttanlands í Danmark og hann hevur eisini búð í Havn, men í grundini nýttist hann ikki at ferðast serliga langt fyri at finna heimsins vakrasta landslag her í heimbygdini. Landslagið her norðuri er stórbært við høgum fjøllum og tignarligum homrum, og Arnold Vegghamar hevur dyrkað síni myndevni á Viðareiði: Malinsfjall, Meitilberg, Helluna osfr., men tað serstaka við myndunum hjá Vegghamar hevur eftir mínum tykki ikki so nógv við tað geografiska staðið at gera, tað er heldur grundað í serstaka sinni og fatan listamansins.

Tí var tað eisini áhugavert at hoyra samrøðuna, sum Tórður Mikkelsen gjørdi við listamannin í sjónvarpinum. Tí tá tann hugagóði sjónvarpsmaðurin spyr um ikki hetta fantastiska landslagið á Viðareiði er honum til stóran og góðan íblástur, svarar Vegghamar heilt einfalt: "Noy", at tað heldur hann ikki, tí nú hevur hann verið har á Viðareiði so leingi. Sjálvt um hansara høvuðsmyndevni er náttúra, eru myndirnar ikki serliga naturalistiskar. Tær koma innanfrá og tí kunnu vit heldur kalla tær eitt slag av listarligum visiónum ella hugans landsløgum, sum hann hevur málað við støði í umhvørvinum.

Eingin okkara hevur evni at síggja fram í tíðina, vit eru bara her og nú, men allíkavæl tori eg at tvíhalda um listarliga virðið á myndunum hjá Arnoldi Vegghamar. Eg ynski Viðareiðis kommunu, norðingum og okkum øllum føroyingum til lukku við Viðareiðismálaranum og honum sjálvum ynski eg hjartaliga til lukku við 75 ára føðingardegnum og við framsýningini. Eg hugsi um Ingálv av Reyni, sum málaði sínar bestu myndir á ellisárum, tá eg hyggi at hesi glæsiligu framsýningini av spildurnýggjum verkum. Til lukku og takk fyri.

Kinna Poulsen

































Saturday, April 28, 2012

Arnold Vegghamar 75 ára hátíðarhald



Hátíðarhald verður á Viðareiði í sambandi við at Arnhold Vegghamar hevur 75 ára føðingardag. 

22. apríl varð Arnold Vegghamar, listamaður á Viðareiði, 75 ár.
Arnold hevur málað heilt frá ungum árum og hevur verið við á nógvum framsýningum. Í nógv ár arbeiddi hann sum gullsmiður í Havn, og stundirnar til at mála vóru ikki altíð so góðar, men á hvørjum ári legði hann tó nakrar málningar eftir seg. Myndevnini vóru aloftast úr náttúruni kring heimbygdina, og stílurin var siðbundin naturalistiskur sum hjá nógvum føroyskum málarum.
Hesini seinastu árini, síðan hann gavst sum gullsmiður, hevur Arnold Vegghamar búð á Viðareiði, og sum listarmaður hevur hann verið rættiliga virkin. Í atelierinum í kjallaranum er ofta trongligt, tí málningar í longum rað standa allastaðni fram við veggjunum. Javnan kemur fólk, frá nær og fjar, á gátt at hyggja og kanska ogna sær onkran málning. Evnavalið er enn bygdin, Malinsfjall, Villingadalsfjall, Hellan og Eiðsvíkin, hús, bátar og fólk. Hann málar ofta sama motivið umaftur og umaftur, og stílurin er so við og við vorðin alt einfaldari, so teir sterku litirnir sleppa at tala fyri seg. Onkur av málningunum hevur vakt ans á framsýning uttanlands. Í 2010 gav Listasavn Føroya út bók um listina hjá Arnold, samstundis sum hann lat upp framsýning í Listaskálanum. Bókin viðger listina hjá Arnold frá teimum fyrstu royndunum og upp til dagin í dag og umrøður tann sermerkta og persónliga stílin, ið Arnold hevur funnið. Tikið verður samanum: “Víst er tað so, at landslagið kveikir hugin til at mála, men við úrslitinum, verkinum, koma vit inn í annan hugaheim. Vit síggja landslagið við øðrum eygum. Í hesum finst tann sermerkti og endurnýggjaði landslagsmálningurin, sum er heilt einastandandi í norðurlendskum høpi”.

Í sambandi við føðingardag Arnolds skipar Viðareiðis kommuna fyri hátíðarhaldi í fimleikarhøllini í skúlanum leygardagin 28. apríl. og eini listaframsýning við nýggjastu málningunum hjá Arnoldi, sum verður opin hendan leygardagin og sunnudagin við. Teir flestu málningarnir hava ikki verið framsýndir áður.

Við hátíðarhaldið fara Arnstein Niclassen, fv. býráðslimur í Tórshavn, og Kinna Poulsen, listaummælari, at halda røðu. 17 sangarar úr Klaksvík fara at syngja, og eisini verður felagssangur . Aftaná verður okkurt til ábit.

Tiltakið byrjar 28. apríl kl. 15.00.
Framsýningin er opin leygardagin 28.apríl. kl. 15.00-21.00 og sunnudagin 29.apríl kl. 14.00-19.00

Friday, April 27, 2012

Okkara formaður


Nevndin í LISA hevur nú skipað seg við Ólavi Jakobsen sum formanni. Hinir nevndarlimirnir eru Bárður í Baiansstovu og Guðrið Poulsen.

Vit ynskja Ólavi hjartaliga til lukku við formansskapinum og fara samstundis at nýta høvið til at seta honum nakrar spurningar um framtíðina hjá LISA.

 

Hvønn leiklut ynskir tú, at LISA skal hava í mun til list og mentan?

LISA skal framhaldandi arbeiðia við at betra um korini hjá listafólki. Tað verður arbeitt at gera sína ávirkan galdandi í m.a. umskipan av Mentanargrunninum, rættindi til listaverk og samansettar setanir hjá listafólki. 

 Eisini í tí dagliga, at virka sum ráðgeving hjá listafólki, bæði leik og lærd.
LISA skal eisini virka fyri, at yrkislistafólk fáa betri møguleika at virka í Føroyum. Áhugalistin í Føroyum hevur góðar sømdir, soleiðis skal eisini vera. Men tað eru alt ov nógv ung yrkislistafólk, ið ikki støðast her. Tað er brúk fyri teimum.

Hvørjar eru tær mest umráðandi uppgávurnar hjá føroyskari list beint nú?
 

Tað eru nøkur ítøkilig ting, ið mugu mennast. Tjóðpallurin má og skal setast fremst, tað er eitt sera týdningarmikið arbeiðspláss hjá nógvum av okkara listafólki. Umstøðurnar eru, ja, púra burturvið - allíkavæl klára tey at fremja stóra list. Ferð eftir ferð.
Nógv gott samstarv er við skúlaverkið innan listaøkið. Hetta skal mennast enn meira og stóru menta- og listastovnarnir m.a. Kringvarpið og Listasavnið, vóni eg, taka sína skyldu í álvara. 


 Umstøðurnar hjá yrkislistafólki skulu betrast og tað er ein stórur vandi, at heili ættarlið av m.a. myndlistafólki ikki eru í Føryoum. Vit mugu styrkja tey fakligu umhvørvini, so vit fáa fólk at koma heim aftur at virka. Hetta hevur partvíst eydnast tónleikinum, ið er á rættari leið. Tónlistafólk virka í Føroyum, men eru samstundis eisini virkin á aljóða palli. Hetta tryggar støðið, útsýnið, menningina og so slepst eisini undan vandanum fyri dunnuhyljasyndrominum, ið er drepandi fyri listina.

Thursday, April 26, 2012

Udvandring ummæld í donskum bløðum

Sjálvt um tað ikki altíð er líka spennandi tað, sum útlendskir miðlar halda og skriva um føroyska list, bíða vit tó spent eftir ummælum av teimum stóru framsýningunum. Tom Jørgensen hevur í Jyllandsposten ummælt framsýningina hjá teimum ungu á Norðurbryggjuni og tó, at eg ikki haldi, at hann tykist hava sett seg serliga væl inn í sítt evnið, so er ummælið positivt og eg seti tað inn her. Trine Ross hevur eisini ein stubba í Politiken, sum eg eisini seti inn her. 







Ung kunst udskifter landskabshyggen med virkelighed og mareridt

Seks unge, færøske kunstnere giver nye bud på samtidskunsten.


Engang var Færøerne afsondret fra omverdenen, men selv om øerne ikke har flyttet sig ud af flækken, er de langtfra isolerede mere.
 


Det betyder samtidig, at unge kunstnere på øerne tilføjer nye motiver til det repertoire, der traditionelt har budt på billeder af landskabet.

Men når Erla Marita Askham (født 1981) går til gouacherne, skildrer hun de vilkår, børn på øerne vokser op under - og som ofte kommer til at definere deres kønsrollemønstre som voksne.

Kollager fra film og bøger
Mindre håndgribeligt, men ikke meget hyggeligere, er Halldis Olsens grafik, hvor drømme har det med at slå over i mareridt.

Olsen er født i 1983 og uddannet i både Italien og England, og sidstnævnte land har også haft besøg af Silja Strøm (født 1987), der er uddannet ved Glasgow School of Art og skaber sine kollager med billeder fra magasiner, film og bøger.

I alt seks unge, færøske kunstnere er med på udstillingen 'Udvandring - ung færøsk samtidskunst', der åbner lørdag og dagen efter følges op med et foredrag ved kunsthistoriker Inger Smærup Sørensen kl. 15.

FACEBOOKBliv ven med IBYEN


Óflaggrøðan hjá Carli




Røðan á Vaglinum 25. apríl 2012

Lat meg siga tað beinanvegin: Hetta er ikki ein flaggrøða.
Og nú tað er sagt fari eg at leggja fyri við trimum minnisbrotum.
Tað fyrsta haðani av Vaglinum. Tað var einaferð tíðliga í trýssárunum. Eg var lágur í gøtuni enn. Hátíðardagur mundi vera, kanska var hetta á ólavsøku, kanska flaggdagin, ið hvussu er hevði okkurt hald hevði verið og fólk stóð í smáum trunkum oman eftir og niðaneftir. Hornorkestrið riggaði av undir tinghúsgalvinum. Grátt var í veðrinum. Tað sirmaði.
Sjálvur stóð eg saman við mammu míni á gongubreytini við endan á Tinghúsvøllinum. Hon hevði turriklæð bundið um høvdið sum tá var vanligt, var í grønum frakka og tosaði við eina konu sum hevði reiðrað okkurt, ikki ólíkt blomsturpotti, oman eina túgvu av gráum hári.
Tær tosaðu og tosaðu.
Tað fekk ongan enda.
Eg knarraði. Rykti í ta grønu frakkaermina.
Men best sum eg eri um at bresta av ótolni kemur ein maður gangandi tvørturvið. Og tað var ikki hvør sum helst. Hann var í fótsíðum kyrtli og akslaði fagurvovnað kápu við gyltum krossi á bakinum. Maðurin steðgaði á eitt andarhald, áðrenn hann hvistaði yvir um Vaglið.
Eg stardi aftan á honum.
Steinbilsin.
Tað var okkurt yvirmenskt við honum. Okkurt yvirjarðligt.
Men nei.
Guð kundi hetta nú ikki vera. Guð gjørdi sær ikki óneyðug ørindi niður á jørðina, hvaðna minni oman á Vaglið í Havn. Og Jesus mundi hetta heldur ikki vera. Jesus gekk ikki gráskallutur um geilarnar í svörtum hornbrillum og við brúnari leðurtasku undir arminum.
So frægt dugdi eg í bíbilsöguni.
Kortini var eg ivaleysur í at her birtist onkur fyri eygum mínum, sum hevði lyklavald ella í minsta lagi var skipari ella stjóri í erva. Kanska sankta Pætur. Kanska Paulus sum baptistarnir, segði pápi min, trúðu mest uppá av öllum.
Hvussu var og ikki.
Maðurin í kápuni hvarv niðan brekkuna millum apotekið og bókhandilin. Eg stóð eftir við fingrinum í munninum og teirri næstan ræðuligu vissu í høvdinum at ævinleikin og dýrdin húsaðust úti á Reyni.
Eg nerti við hetta aftur seinni.
Annað minnisbrotið er hálvt hundrað ár seinni. Á Hoyvíksvegnum ein dagin miðskeiðis í februarmánað í ár og ein skái í illveðrinum.
Uttan fyri mentamálaráðið hitti eg eina konu, ið eg kenni, og av tí at vit bæði hava undirvíst í føroyskum, hon kortini munandi longur enn eg, datt prátið sum vera man niður á málið og málstandin í samfelagnum, serliga hjá teimum ungu. Hon segði mær frá einum næmingi og næmingurin skuldi greiða frá eini smásögu um ein mann, hann misti konuna ella kanska var tað barnatrúnna, ið hvussu er var maðurin syrgin, segði næmingurin, ógvuliga syrgin og hevði eitt tómt blikk í høvdinum.
Ja, sig so tað.
Men eisini hetta skal eg taka aftur í aftur seinni, tí víða eru blikk tóm í hövdum hjá öðrum enn teimum, ið syrgja konu ella barnatrúgv í Føroyum.
Triðja minnisbrotið er ein ljósmynd. Eg datt fram á hana á fjasbókini eitt kvøldið her fyri.
Men hvat.
Ein ljósmynd er í sjálvum sær eitt minnisbrot og hendan myndin var av tilburðinum her á Vaglinum ólavsökudag 1930, tá ið ein maður, ein lúsaskarvur úr Kirkjubø, skrivaði Dimmalætting, tók sær fyri at skera danabrókina niður úr flaggstongini á tinghúsinum og heingja Merkið út gjøgnum galvvindeygað á loftinum í staðin.
Men eisini hetta komi eg aftur til.
Sum nevnt í áðni: Hetta er ikki ein flaggrøða.
Týska skaldið Berthold Brecht spyr í eini yrking frá tretivuárunum Til eftirkomararnar:

Hvussu eru tíðirnar vorðnar tá ið eitt prát um trø næstan er eitt brotsverk,
tí tað javngildir tøgn um so manga illgerð?

  Gaman í liva vit ikki í so myrkum tíðum, sum tretivini vóru í Týsklandi, djevulskapurin fløðir ikki at okkum úr öllum ættum tjúkkur av yvirgangi og morðum.
Men vit liva í einum samfelag kortini, sum verður stýrt við snildum, við morðgírigum pretum, einum samfelag sum verður rænt. Har tey sum ráða og tey sum hava valt tey, ið ráða, og teir, sum so ella so hava keypt tey ið ráða, vilja breiða yvir fortíðina, alla fortíð bæði ta fortíð, ið fjarliðin er og ta sum nýliðin er: eitt nú árini undan og undir kreppuni í hálvfemsárunum. Vit liva í einum samfelag har samtíðin misjavnast av órætti, grammleika og líkasælu og framtíðin gáleyst verður strikað, pennastrok fyri pennastrok.
Ja, í Føroyum eru tíðirnar soleiðis nú, at ein røða á hesum degi, flaggdegnum, ið bert er orð um eitt flagg, ein slík røða er ein skarnsgerð. Kávalæti. Yvirhyljing.
Tí sigi eg enn og aftur: hetta er ikki ein flaggrøða.
Men lat meg nú taka aftur í minnisbrotini. Tað fyrsta, hetta av Vaglinum fyri hálvt hundrað árum síðani, sigur nakað um hvørjar hugmyndir vit skapa okkum av okkum sjálvum sum einstaklingar og samfelag og upp á hvørji kor vit gera tað. Ella sum ápostulin, áðurnevndi Paulus, skrivar í fyrra Korintbrævi:Onkuntíð gerast vit vaksin og mugu leggja barnaskapin av.
Tey orðini eiga føroyingar sum tjóð, tíverri, enn eftir at taka til eftirtektar politiskt.
Annað minnisbrotið, hetta um tað tóma blikkið í høvdinum, sipar til  samanhangin millum avmarkað samfelagstilvit og mentunarliga, serliga málsliga útarming. Tað tóma blikkið í høvdinum ímyndar tað almenna innlitsloysið, tað moralska streymslitið, kraddið og ta sjálvsøknu hvørkisstøðu til so siga alt, sum ikki onkursvegna er seráhugamálum hent.   
Í yrking síni til eftirkomararnar viðger Brecht samtíðarvaldið í Týsklandi, ta týsku fasismuna, hvussu samfelagið, við einum tómum blikki í hövdinum eftir hernaðarliga eyðmýking í einum veraldarbardaga, eftir innankríggj, búskaparligt skrædl, arbeiðsloysi, hungur og líðingar í fleiri ár, stig fyri stig verður yvirtikið av ósambæriligum valdi og fer av lagi, hvussu grundvirðini við málsnildum verða endurútlögd og einfaldað niður í egingirnd óttans, í tögnina og at enda vitloysið.
Í Føroyum, henda flaggdagin tjúguhundrað og tólv, ber valla til at tosa um vald sum so, heldur mis-vald.
Hóast misvald ikki er vald útint við vápnum og harðskapi, men við atkvøðuni hjá veljaranum, er tað alt tað sama ósambæriligt vald. Tá ið eg hoyri tað tala gjøgnum miðlarnar, gjøgnum upplýsingarfulltrúar hjá vinnuaðali og bankum, av tingi ella úr landsstýrinum, hoyri eg aftur og aftur høpisloysið grundgeva fyri sær sjálvum.
Høpisloysi, sigi eg.
Ja, høpisloysi.
Síðani lögtingsvalið farna heyst hava almennu umboðini fyri misvaldið í Føroyum, tann sonevnda samgongan, júka upp í saman at tey útinna síni embæti við heimild í fólksins vilja.
Tey eru vald.
Men vórðu tey vald tí tey hövdu rygg og samvitsku.
Nei.
Tey vórðu vald tí tey hövdu hvørki. Hvørki rygg ella samvitsku.
Tey vórðu vald av einum veljara, sum ongantíð vil ábyrgjast fyri nakað.
Einum veljara, sum vil hava alt í senn sjálvstýri og samband, høgra og vinstra, framburð og stillstøðu, vitan og ómakaleysa fákunnu, vælferð við öllum teimum tænastum, ið hoyra til, og samstundis skattalætta fyri fleiri hundrað milliónir.
Einum veljara sum var skakaður av húsaganginum í EIK-banka og seinni í Fiskavirking, men lítið innlit fekk og kanska heldur ikki brýggjaði seg um ella evnaði at fáa innlit í, hví og hvussu hesi bakköst komu.
Íðan hvat.
Eftir meiri enn trýss ár við heimastýri og donskum fíggjarveitingum var blikkið vituligvís tómt í hövdi veljarans.
Hann stóð eftir við fingrinum í munninum og einum tvørsagnakendum innbilningi um veruleikan, ivaleysur í at danski skattgjaldarin fór at fíggja tað, sum skattalætti mundi kosta í vælferð. Hann var jú so makaleysur, danski skattgjaldarin, eitt nú tá ið tað dró at endanum hjá EIK, tá steig hann niður úr skýggjunum ein klædningur í gullbrillum og við leðurtasku undir arminum og eitt, tvey so var bankin bjargaður og veljarin við. Hitt at ein drúgvur partur av bjargingini hekk á føroyingum sjálvum og tað at uppruddingin í EIK-banka átti at verið gjørd minst eitt ár áðrenn danska eftirlitið umsíðir legði uppí, ampaðist ikki fyri veljaranum.
Verri enn so.
Hann valdi aftur í tí treysti at danskurin borgar fyri vælferðina, hvussu víkir og vendir.  Men mongum brestur ætlan.
Danska stjórnin skoytti ikki um at fíggja ein skattalætta í Føroyum tá ið samanum kom.
Umboðini, ið veljarin valdi til at útinna sítt misvald, samgongan sum sagt, hövdu annað í kvittanum enn at kæra seg um vælferð hansara. Tey fóru tvørturímóti miðvíst í holtur við at rigga vælferðina av eftir høgrarótøkum leisti.
Undir tí yvirlæti at landskassahallið fyri alt í verðini má minkast, verður jabbað og jabbað um sparingar.
Tað almenna verður spart inn á bein.
Hetta rópa tey upp á umskiping og fullnýting, men í royndum styðja sparingarnar beinleiðis og í stórum upp undir spillingina í samfelagnum, henda frammanundan alt ov rótfasta og útbreidda arvan.
Stovnar sum eru bráðneyðugir til at skapa samfelagnum vitan og kunnleika um seg sjálvt, um búskapin og onnur átrokandi viðurskifti, tak t.d. Landsbankan, verða annaðhvørt avtiknir ella lamskerdir.
Ráðini í landsfyrisitingini, eitt nú fiskimálaráðið, ið átti at røkt áhugamálini hjá samfelagnum sum heild t.d. í sambandi við tilfeingið, virkar í staðin sum ein tænastuveiting til vinnuaðalin, til nakrar skammleysar ríkiskroppar, sum ætla sær alt upp á sínar treytir við teirri grundgeving at teir vórðu fermdir við sjóráma upp í nasarnar og tískil eru heimastýrisins útvaldu á jörð.
Tað gav at bíta henda dagin tá makrelurin kom til skiftis.
Samfelagið, sum eigur tilfeingið, fær bert ein miskunnarbita av tí sum tað er vert, eitt naturskursl.
Restina, bróðurlutin fær vinnuaðalin, fleiri hundrað milliónir og bankarnir, hesir sfinksarnir á fíggjarmarknaðinum lata miðlafulltrúar sínar nikka tigandi, hvør skal siga: Hetta er vit og skil.
Hartil kemur at tey, sum veljarin seldi seg í hendurnar á í heyst, rættiliga hava fingið samfelagið í stríð við seg sjálvt teir krákumánarnar tey hava sitið í samfelagsrongini.
Ójavnin veksur, ein gjógv opnast millum tey, ið hava og fáa, og tey, sum lítið eiga og tikið verður frá.
Og spillingin dregur upp í seg aftur eins og makrelbýtið vísir.
Líkindini til eina framtíð í Føroyum hjá tí uppvaksandi ættarliðnum fækka.
Fleiri og fleiri  velja at flyta av landinum við alla og tey sum húka eftir yppa öksl, draga líkasæluna fyri öll vindeygu og ötast í mesta lagi tá ið onkur bannar í barnaútvarpinum.
Samgongan og hennara næstu, vinnuaðalin og bankarnir, kunnu saktans breiða upp á seg, kunnu skylda alt, sum illa fer upp á onnur, ikki síðst fjölmiðlarnar (t.d. skal skattalættaójavnin vera okkurt, sum blöð og kringvarp hava billað fólki inn) og ber ikki til at skylda upp á fjölmiðlarnar, so er lagamanni at kenna óráðiligum viðurskiftum í útlondum um ella hava tey sum ivast ella finnast at til hólgar fyri seg, fakfelagsumboð, frøðingar, mentafólk og kanska, hvør veit, einligar mammur og enntá tey samkyndu.
Har sum blikk eru tóm í hövdinum ber so mangt til.
Men nú til triðja minnisbrotið.
Hetta tá ið danabrókin á sinni varð skorin niður úr flaggstongini á tinghúsinum og Merkið hongt út gjøgnum galvvindeygað á loftinum í staðin.
Fyri hann, lúsaskarvin sum Dimmalætting skírdi hann, ið kvetti flagglínuna ta ólavsökuna í 1930 var tað sjálvsagt, hvat Merkið hevði at týða. Tað umboðaði eina hugssjón, eina hugmynd av Føroyum sum sjálvstöðugt land, sum eitt samfelag við eini framtíð, eitt samfelag loyst úr tí spillingarhafti, ið útlendskar fíggjarveitingar óumberliga eru (og tey sum ivast áttu at lisið bókina Deyðans stuðul eftir afrikanska fíggjarfrøðingin Dambisu Moyo).

Góðu fundarfólk, mínir forbannaðu samsvíkar.

Eg spyrji hvørjum ætla tit at Merkið skal flagga fyri í hesum tíðum, tá ið tey fýra opinberingarrossini:  spilling, grammleiki, misjavni og skammloysi fara dundrandi gjøgnum samfelagið, kleyra vælferðina upp við hógvum sínum, hekla fyrisiting og vitanarstovnar undir, fretandi á allan sóma og alla samhyggju?
Hvørjum skal merkið flagga fyri, nú tey ungu velja Føroyar frá og rýma?
Hvørjum skal Merkið flagga fyri, tá ið almennir fjølmiðlar verða tiptir og einans bergmála høpisloysið grundgeva fyri sær sjálvum, einans líkasæluna hjá veljaranum, tey tómu blikkini í hövdunum.
Hvørjum skal Merkið flagga fyri, tá ið fyrilitsloysið hjá vinnuaðali og fákappingardrotnum á fíggjarmarknaðinum hava sviðið okkara framtíðarjørð av?
Hvørjum skal Merkið flagga fyri, tá politikkararnir hóra saman av fáfongdini einsamallari í sínum endaleysa klandri um, hvør ið eigur heiðurin av tí, sum eingin teirra hevur avrikað.
Ja, eg spyrji tykkum, hvørjum skal Merkið flagga fyri og eg endurtaki: hetta er ikki ein flaggrøða.

Røða: Carl Jóhan Jensen
Mynd: Tóroddur Poulsen

Í morgin í tinginum




Í morgin klokkan 9.30 verður tingfundur. Á dágsskránni er millum annað 2. viðgerð av uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins.


Tað verður neyvan nakar spennandi tingfundur, tí sum tað skilst av omanfyristandandi áliti mælir meirilutin løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Eg ætli mær nú at lurta allíkavæl. Tað er hóast alt ikki á hvørjum degi, at mentanin er á skránni og tað kann jú altíð vera, at okkurt áhugavert verður sagt ella um ikki annað, so okkurt stuttligt...


Álit í løgtingsmáli nr. 145/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. mars 2012, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2012 er tað beint Mentanarnevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10. og 12. apríl 2012. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum saman við umboði fyri Mentanargrunnin, umboði fyri Kringvarp Føroya og umboði fyri Klippfisk og filmsgrunnin hjá Norðurlandahúsinum.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Jóna Mortensen, Edva Jacobsen og Jenis av Rana) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Viðmerkingar:
Meirilutin ásannar tann jaliga leiklut, sum filmslist hevur fyri listarliga umhvørvið, og ásannar meirilutin harumframt teir møguleikar, sum filmslist hevur fyri menningina av føroyskari list burturi sum heima. Undir viðgerðini er komið greitt fram, at uppskotið til lógarbroytingina onga broyting hevur við sær í gerandisviðgerðunum hjá Mentanargrunninum, tá filmslist, sum er, er umfatað av stuðulsmøguleikunum í lógini. Tí fer uppskotna lógarbroyting í mesta lagi at vera eitt politiskt signal, sum ikki vikar við veruleikan, at nevndin í Mentanargrunninum javnan viðger og játtar

stuðul til filmslist. Eisini hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, upplýst fyri nevndini, at arbeitt verður við at broyta Mentanargrunn landsins soleiðis, at grunnurin fær størri fíggjarorku, umframt at heimildirnar hjá grunninum verða víðkaðar. Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann ætlar at leggja uppskot um lógarbroytingar fyri Løgtingið á ólavsøku, og at landsstýrismaðurin í hesum viðfangi væntandi fer at nágreina stuðulsmøguleikarnar fyri ymsu listagreinarnar, herundir eisini filmslist. Meirilutin stuðlar ætlanini hjá landsstýrinum og ynskir at geva landsstýrinum arbeiðsfrið til at viðgera málið gjølla. Meirilutin mælir tí frá at samtykkja uppskotið um lógarbroyting.

Minnilutin (Gunvør Balle, Høgni Hoydal og Rigmor Dam) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Viðmerkingar:
Minnilutin mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, sum bert snýr seg um at fáa orðið "filmslist" inn í § 1, stk. 2. Eftirsum at semja er í nevndini um, at filmslistin er listagrein, ið eigur at fáa raðfesting, heldur minnilutin tað er eitt greitt politiskt signal, at orðið verður sett inn í lógina. Hóast filmslistin kann sigast at vera umfatað av virkisøkinum hjá Mentanargrunninum sum er, og hevur fingið stuðul nakrar ferðir, er tað at seta "filmslist" inn, bert tekin um ein greiðan politiskan vilja til at vísa eisini hesi listagrein ans og virðing. Harumframt hevur Tjóðveldi sett uppskot fram um, at fleiri pengar verða latnir til Mentanargrunnin, antin sum eykajáttan ella við at flyta aðrar smærri stuðulsjáttanir frá Mentamálaráðnum í grunnin, við tí endamáli at teir markast til at stuðla filmslist. Um tað eydnast at hækka játtanina til Mentanargrunnin, hevur tað týdning, at vit fáa orðið "filmslist" inn í lógina, so tað eingin ivi verður um, at hækkaða játtanin skal fara til hesa listagreinina.


Mentanarnevndin, 24. apríl 2012
Bjarni Djurholm
Gunvør Balle
Edva Jacobsen
Rigmor Dam
Jóna Mortensen
Høgni Hoydal
Jenis av Rana

Hvalaprent





HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR

Nógv hava tey eftirhondini upplivað í Steinprenti av serstøkum listafólkaynskjum, men ynskið um at prenta ein heilan grindahval høvdu tey allíkavæl ikki hoyrt fyrr enn danska listakvinnan Pernille Kløvedal Helweg kom við tí.

Tað er m.a. úrslitið av hesi serstøku verkætlan, sum áskoðarar hava møguleika at síggja á framsýningini HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR, sum letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 27.apríl klokkan
fýra og tveir tímar seinni í Steinprenti. Talan er sostatt um tvær framsýningar hjá Pernille Kløvedal Helweg. Listakvinnan hevur seinastu árini arbeitt við sporum av stórum og smáum djórum, sum verða sett á koparplátur, ið eru frammanundan viðgjørdar.

Listakvinnannevnir sín arbeiðshátt fyri feltgrafikk. Samstarv millum listakvinnuna,Steinprent, Dorethe Bloch, professara, Biofar og koparprentaranMette Marott førdi til í fjør, at fótafarið av einum stórum grindahvali varð sett á koparplátur, sum síðan vórðu viðgjørdar, etjaðar og prentaðar. Á framsýningini verður eisini eitt stórt koparprent at síggja við fótasporum av teimum mongu luttakarunum í verkætlanini. Framsýningin hevur verið framsýnd í Vejle Kunstmuseum, Fuglsang Kunstmuseum, Kunsten i Ålborg og harumframt í Rogaland kunstmuseum í Stavanger í Noregi.Við framsýningunum í Havn er hvalaverkætlanin heimafturkomin
til Føroya. Tað verður høvundurin Arthur Krasilnikoff, sum heldur setanarrøðuna, listakvinnan verður til staðar, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Fernisering 27.april

Norðurlandahúsið kl. 16-18

Steinprent kl. 18-19

Framsýningin er opin 27 april – 28. maj

Framsýning í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti


Verkætlanin er m.a. stuðlað av Statens Kunstråd og Nordeafonden



HVALTEGN/FELTGRAFIK

Meget har de efterhånden oplevet i det grafiske værksted, Steinprent, af særegne anmodninger fra kunstnere, men ønsket om at lave tryk af en hel grindehval havde de alligevel ikke hørt om, før den danske kunstner Pernille Kløvedal Helweg kom med forslaget. Det er blandt andet resultatet av dette projekt besøgende har mulighed for at opleve på udstillingen HVALTEGN/FELTGRAFIK, som åbner i Nordens Hus i Tórshavn på Færøerne, fredag 27. april klokken 16, og to timer senere i Steinprent. Der er således tale om to udstillinger med Pernille Kløvedal Helweg. I kobbertryk og litografi viser kunstneren den vilde natur i nye former, som vi genkender, men ikke har set før. Kløvedal kalder sin arbejdsmetode for feltgrafik. Samarbejdet mellem kunstneren, Steinprent, professor Dorethe Bloch, Biofar og kobbertrykker Mette Marott førte i sidste år til, at aftrykket af en stor grindehval blev sat af på 10 m2 kobberplader, som siden gennemgik en omfattende proces inden den endelige trykning kunne foretages. På udstillingen vises også kobbertrykpladerne til grindetrykket der giver et indblik i processen bag, ligesom dokumentarfilmen “GRIND i et tryk” vises I Nordens Hus og “ DELFIN i Stenprent” i Steinprent. Udstillingen er en del af HVALTEGN & DYRESPOR feltgrafik som er arrangeret i samarbejde med Vejle Kunstmuseum, Fuglsang Kunstmuseum, KUNSTEN Modern Museum of Art i Aalborg, Stavanger kunstmuseum i Norge og Nordens Hus i Thorshavn. Den har været udstillet alle nævnte museer og har vakt stor publikumsinteresse. Nu åbner udstillingen i Tórshavn, hvor HVALTEGN blev skabt. I forbindelse med udstillingen er der udgivet et stort gennemillustreret katalog om Pernille Kløvedal Helwegs feltgrafik med bidrag af forfatter Arthur Krasilnikoff, kunstkritiker Mai Misfeldt og professor i zoologi Dorete Bloch. Direktøren i Nordens Hus, Niels Halm byder velkommen. Forfatteren ArthurKrasilnikoff holder åbningstalen og kunstneren, som er til stede ved udstillingen, holder ligeledes tale. Alle er hjerteligt velkommen.

Fernisering 27.april

Nordens Hus kl. 16-18 (åbent mandag-lørdag kl.10-17 & søndag kl. 14-17)
Steinprent kl. 18-19 (åbent mandag-fredag kl. 9-17 & lørdag kl. 14-17)
Udstillingen er åben 27. april – 28. maj

Projektet er bl.a. støttet af Statens Kunstråd og Nordeafonden