Saturday, March 31, 2012

Øssur - fernisering, nakrar myndir aftrat

Jan Andersson var til ferniseringina og hevur tikið nakrar frálíkar myndir. Her eru tær:
















Øssur - fernisering, myndir og røða


Í gjár læt framsýningin hjá Øssuri Johannesen upp í Norðurlandahúsinum. Eri takksom og fegin yvir tey mongu, sum høvdu leitað sær innar í góðveðrinum at uppliva sterku listina hjá Øssuri. Eg helt røðu, sum eg seti inn her saman við nøkrum myndum frá ferniseringini, nakrar havi eg fingið frá Birgiri Kruse

http://birkblog.blogspot.com/2012/03/what-you-see-is-what-you-get.html

Úr skálanum


Bókmentaðir framsýningargestir

Portrettmynd

Gestir í skálanum

Myndirnar eru hongdar upp uttan glas og rammu

Árni Brattaberg og John Dalsgarð

Áhugaðir framsýningargestir, mamma listamannin í miðjuni

Annar endaveggurin í skálanum

Ein listakvinna skoðar list

Tveir dugnaligir praktikantar, sum hava verið við til at prenta prentini hjá Øssuri

Gestir í skálanum 

Myndir

Bókmentaðir gestir í skálanum

Sjálvsmynd

Málningar í klingruni

Skrímslið




Øssur Johannesen - Røða 30/3-2012 í Nlh.

Myndlist verður ofta sett í samband við yvirskot og mett at vera fyri tey vælbjargaðu í samfelagnum, fyri tey við flatskatta-túsundkrónuseðlum at keypa listaverk fyri, sum tey kunnu hanga uppi yvir teirra fínu sofum sum statussymbol millum Wegner- og Arne Jacobsenstólar og PH-lampur -  og ongantíð betri um litirnir í listaverkinum hóska til sofuna ella til púturnar í sofuni. Soleiðis er tað bara og eg kundi ikki droymt um at funnist at hesum grundleggjandi góða hugi til at prýða okkara umhvørvi við myndlist.

Men list er annað og meira enn til pynt. Hyggja vit okkum um á hesari framsýningini ber skjótt til at staðfesta, at verkini fyri tað mesta líkjast frá vanligari, prýðiligari sofalist. Hesi verkini eru í grundini beinleiðis antimaterialistisk, eisini tilfarsliga sæð. Listamaðurin hevur ikki brúkt dýrt og fínt tilfar til hesi verkini, hann hevur brúkt papp, plátur, málingablikk og yvirhøvur tað tilfar, sum hann hevur kunnað fingið hendur á í tí løtu skapanarkraftin beyð honum at mála. Úrslitið er rátt og ógvuliga sjálvdan vakurt í konventionella týdninginum av orðinum.

Men Øssur Johannesen er als ikki áhugaður í tí prýðiliga, og vøkur list tykist honum følsk og grunn. Eftir hansara tykki skal listin avdúka sinnið og myrkastu loynikrókar í menniskjasálini. Av tí sama er hetta ein ógvuliga sterk framsýning og nógv av verkunum eru beinleiðis óunnilig í teirra lýsing av sorg, neyð, einsemi og angist, men Øssur Johannesen málar eisini dreymar, og setur vónrík symbol inn í myndirnar sum eitt slag av verndarskjóli í myrkrinum. Myndirnar eru fyri ein stóran part svartar og hvítar. Alt hevur tvær síður, eisini sinnið hjá listamanninum, sum í fleiri myndum verður lýst sum ein stríðsvøllur millum tvær síður og tann eina tekur skap av einum óhugnaligum ódjóri sum vit síggja á størsta linoprentinum inni í Skálanum.

 

Henda framsýningin við verkum hjá Øssur Johannesen byrjar her úti í forhøllini við málningum á papp, í Klingruni eru tríggir stórir málningar á lørift og niðri í Skálanum hongur ein røð av linoskurðum. Øssur Johannesen var bara 23 ára gamal, tá Bárður Jákupsson skipaði fyri hansara fyrstu serframsýning í Listasavni Føroya, Øssur hevði í 1990´unum fleiri serframsýningar, bæði heima og uttanlands. Fleiri av prentunum, sum nú hanga inni í Skálanum vóru t.d. við á eini framsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn miðskeiðis í hálvfemsunum, sum eg minnist rættiliga væl, eisini tá tóktust myndirnar óvanliga ógvusligar.

 

Sjálvt um tær flestu myndirnar hjá Øssuri eru av fólkum eru hetta ikki portrettmyndir í vanligari merking. Áskoðarin er tó onga løtu í iva um, at tann langleiddi og síðhærdi høvuðspersónurin, sum gongur aftur í flestu myndunum, er listamaðurin sjálvur, sum vísir okkum hvat gongur fyri seg í hansara sinni á sama hátt sum t.d. listakvinnan Frida Kahlo gjørdi. Sjálvt um stórur munur er á Fridu Kahlo og Øssur Johannesen hava teirra verk ein týðiligan skyldskap við sonevnda primitiva, ella upprunakenda fólkalist. Hetta sæst t.d. í mátanum, sum symbol verða brúkt á ein næstan rituellan hátt soleiðis, at listaverkini í sær sjálvum gerast eitt slag av halgimyndum, sum kunnu verja málaran frá tí ónda. Perspektiviska dýpdin í myndunum er sera avmarkað og verður fyri tað mesta myndað av støddarmuni ella av at myndaliðirnir umskarast og fleiri av myndunum ganga fyri seg á fleiri stigum í senn ofta við andlitinum á høvuðspersóninum fremst í myndarúmum og so ymiskum hugsaðum støðum kring hann.

 

Tematiskt eru linoprentini hjá Øssuri Johannesen lutfalsliga fábroytt, vit kunnu næstan kalla tey monoman í teirra uppafturtøku av ræðuligari sorg og sálarkvøl, sum kemur av sosialum og psykiskum áðum, tað kann snúgva seg um sjálvmorð, kríggj, kúgan, avrætting, fasismu, sálarsjúku ella einsemi og sjálv eri eg ógvuliga rørd av einsemismyndunum, t.d. tann har listamaðurin málar seg staddan uttanfyri eini heimlig og innbjóðandi hús.

 

Myndirnar eru ógvusligar og grafiskt einfaldar, eisini í mátanum tær eru gjørdar við grefligum skurðum, sum næstan síggja út sum hvít, lýsandi sár á svørtu grundini. Stílsliga ber illa til at lata vera við at samanbera við teir týsku ekspressionistarnar, og Øssur Johannesen hevur sjálvur nevnt nógvar fyrimyndir, t.d. Soutine, og eisini norðurlendskar fyrimyndir sum Edvard Munch, Mikines og ikki minst William Skotte Olsen, sum er ein stór og umráðandi fyrimynd. Vit síggja t.d. beinleiðis íblástur í myndini longst til høgru her á vegginum, at persónurin hevur gloriu á sama hátt sum í myndunum hjá William Skotte Olsen. Men samstundis sum tað ber til at síggja íblástur ymsastaðni frá í myndunum hjá Øssuri Johannesen, kemst ikki uttanum hvussu serstakar tær eru - í eini kategori fyri seg.

 

Listamaðurin er ikki til staðar her í dag - hann er í Danmark, men eg veit, at Øssur er sera fegin um framsýningina og eg gleði meg at hoyra hvat hann nú fer at halda um katalogið, tí tað er nústani liðugt, vit hava ikki fingið tað fyrr enn í dag. Katalogið havi eg gjørt saman við John Dalsgarð í Gramar, stóra tøkk fyri hjálpina og títt góða arbeiði við fotografering og layout. Túsund takk fyri alt tykkara góða arbeiði, Jan Andersson og Fríða Brekku í Steinprenti, sum hava staðið fyri prenti av linoleumsskurðunum hjá Øssuri og sum eisini hava monterað myndirnar, takk eisini Urd og tit í Norðurlandahúsinum fyri áheitanina. Tað hevur verið ein heilt serlig fragd at seta hesa framsýningina saman. 


KP












Friday, March 30, 2012

Eftir sjey løk ár sær nú sum tað fylgja enn lakari ár

Í morgun skrivaði eg ein blogg um millum annað, hvør list hugtekur meg og hvør list hugtekur mín fýra ára gamla son. Honum dámar best list – sum hann sigur – “sum ikki tekur ov langa tíð”. Eg helt hetta vera stuttligt sagt. http://listinblog.blogspot.com/2012/03/hvat-fyri-list-damar-mamma.html

Og fyri løtu síðani sendi ein FB-vinur mær so hetta brotið:

”Her er tað sum stendur um mentan í ætlan landsins fram til 2017:

Aðrar játtanir á grein 7

Endamál
Effektiviseringar og sparingar.

Lýsing
Gjørdar verða tillagingar í rakstrar- og stuðulsjáttanum

Avleiðing
Neyðugt verður at tillaga ætlaða virksemið til ein lægri játtan.”

So tað er ikki nógv, sum bendir á, at hann fyribils fær list, sum honum dámar. Tað sær út, sum vit eru á veg inn í nøkur enn lakari ár á mentanarøkinum, har alt fer at taka langa tíð.

Men sonur mín kann so fyrireika seg til at vaksa upp í einum samfelag, har endamálið við mentanarpolitikkinum er effektiviseringar og sparingar.

So tá sonur mín fær meiri skil fer hann at svara spurninginum:
“Mær dámar best mentan, sum lýkur endamálinum um effektiviseringar og sparingar, har tillagingar verða gjørdar í rakstrar- og stuðulsjáttanum, tí neyðugt er at tillaga ætlaða virksemið til eina lægri játtan.”
Og tá fer mamma at svara aftur: “Ja, góði, nú hevur tú skilt, hvat mentan og list snýr seg um!”



Hvat fyri list dámar mamma?


Herfyri kom sonurin til mín við eini bók um regnskógin, sum hann er ógvuliga hugtikin av fyri tíðina. Sjálv sat eg eisini við eini bók og hann spurdi hvat mín bók var um. Mín bók var um list greiddi eg honum frá. "Nåh, mær dámar ikki list" segði hann, "tað tekur ov langa tíð, jú onkra list dámar mær væl, tað er hon, sum gongur eitt sindur skjótari".

So sótu vit har, hann við sínum marglittu froskum í regnskóginum og eg við míni meira svørt-hvítu bók um avantgarde listakvinnur árini 1920-1940. Munur er á at vera fýra ár og tríatifýra. Síðstnevnda hevur til dømis lært at bíða og at vera tolin við tí, sum tekur langa tíð, tað hevur tann fýra ára gamli ikki. Harafturímóti hevur ein fýra ára gamal nógv lættari við at koma við glasklárum útsøgnum um listina og at greiða frá sínum egna smakki við fáum setningum enn ein, sum er tríatifýra. Uppá tretivu ár nær man sjálvandi at lesa meira enn eina bók um list, mann veit meira, men er eisini farin at ivast meira. Tí var tað eisini ringt at svara spurninginum, sum mátti koma: "Hvat fyri list dámar mamma?". Tí ivin er í grundini ein grundleggjandi partur av mínum máta at fata, uppliva, fyrihalda meg til og at formidla list. Ivin er altíð til staðar, tá eg skrivi um list og tá eg standi framman fyri list og eg haldi tað er umráðandi, at umhugsanir viðvíkjandi hvussu orð og list sameinast, hvussu vit skulu viðgera listin á meiningsfullan hátt og um hvussu vit sleppa undan at knúsa nuansurnar fylgja okkum, tá vit loyva okkum at skriva og røða um list.

So eg fekk við ikki heilt fáum setningum greitt lítla frá okkurt um, at mær dámar list, ið gevur mær okkurt at undra meg yvir, okkurt sum ikki er ov ovurhonds týðiligt og forútsíggjandi. Okkurt, sum gevur mær høvið at hugsa sjálv og uppliva sjálv, okkurt sum sær út til at innihalda nøkur støði, sum eg ikki havi beinleiðis innlit í og sum tykjast loyndarfull. Tað vísti seg at vera fullkomiliga sama orsøk til, at lítli elskaði regnskógin. Hann vísti mær eina mynd av nøkrum stórum trøum, har tú knappliga hómaði bæði papageykar og pytonslangur, hugdi tú nóg væl og leingi. ”Men, tað kann jú taka eitt sindur av tíð" segði eg. "Ja, tað kann gott taka eitt sindur av tíð" segði hann.

Fríggjadagin fáa vit páskafrí og so fara Jens Brandur og mamma hansara at ferðast. Ikki til regnskógin, men til gamla listahøvuðsstaðin Paris. Eg gleði meg

(IS) 

Thursday, March 29, 2012

Jubileumsgáva frá Føroya fólki


Í dag varð 40 ára jubileumsgávan frá Føroya fólki til Margretu drottning avdúkað, eitt verk fyri 100.000 krónur frá okkum øllum, ið vísti seg at vera ein fuglamynd hjá Edwardi Fuglø, sum listamaðurin sjálvur í útvarpssamrøðu greiddi frá, var kvæðaíblást og ævintýrkend. Áhugavert eisini, at listamaðurin sjálvur metti myndina at vera eitt sindur kitschkenda. Myndin omanfyri er frá seinastu ferð, drottningin var í Føroyum, tá Heðin Mortensen handaði henni eina veðramynd, sum Edward Fuglø somuleiðis hevði málað, hann kann tessvegna við góðari samvitsku rópa seg kongaligan hoffleverandør. Vit bíða eitt sindur við at ynskja til lukku, tí enn er gávan ikki handað. Men eg blívi eitt sindur forvitin, hvør er tað í grundini, sum avger tílíkar týdningarmiklar og dýrar listagávur frá okkum øllum? Tórshavnar Kommuna hevur ein listabólk, hevur landið eisini ein tílíkan? Ein viðmerkir á facebook, at hon heldur tað vera á sama hátt sum til brúdleyp, at kongshúsið sendir ein ynskilista, sum verður fylgdur. Svarið uppá mín spurning tykist altso vera, at drottningin sjálv avger hvørja gávu hon fær og hon er eyðsýniliga Fuglø-fjeppari. 




(KP)



Fyrireikingar av framsýning hjá Øssuri Johannesen

Fríggjadagin 30.mars kl 16-18 letur upp framsýning við verkum hjá Øssuri Johannesen í Norðurlandahúsinum, Her standi eg í Steinprenti millum tær mongu linoleumspláturnar hjá Øssuri Johannesen og síggi spekulativ út. Myndir: Jan Andersson og KP

Pláturnar eru nógvar í tali, so tað er at velja tær allarbestu

Ein spennandi uppgáva

Marjun var ein teirra, sum var í starvsvenjing í Steinprenti, og sum var til góða hjálp í fyrireikingini

Eitt av verkunum, sum verður framsýnt


Øssur signerar

Listamaður í góðum hýri

Hendan myndin er eisini við á framsýningini

Teir bera málningar í Norðurlandahúsinum

Í Klingruni

Í forhøllini

Í Skálanum

Í Skálanum. Vit koma við fleiri myndum frá framsýningini leygardagin.

(KP)


Fyrilestur um gransking í ferðafrásøgnum K.O. Viderøs.


Hóskvøldið 29. mars kl. 19 verður áhugaverdur fyrilestur við Bergi Djurhuus Hansen í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Hann fer at greiða frá síni gransking í ferðafrásøgnum K.O. Viderøs.


K.O. Viderø var prestur føddur í Skálavík í 1906. Hann gjørdi nógvar ferðir, m.a. til Jerusalems. Eina ferð varð hann enntá eftirlýstur, tí hann hvarv og ongin visti hvar hann var. Viderø er kendur fyri at týða ein part av Gamla Testamenti, at skriva fleiri bygda- og oyggjasøgur og hesar ferðafrásagnirnar:
  • Ferð mín til Jorsala
  • Á Suðurlandið
  • Ferð mín til Jorsala á himni
  • Á annað Suðurlandið: Ferð mín til Jorsala oman av himni
  • Frá landi á fyrsta sinni
  • Ferð mín til Damaskusar.

Bergur D. Hansen er cand.mag í komparativari bókmentasøgu og søgu við ískoytisnámi í norðurlendskum máli við Århus Universitet 1998. Í løtuni er hann Phd.lesandi í bókmentum á Føroyamálsdeildini. Hann granskar í ferðafrásøgnum K.O. Viderøs, og hann fer hóskvødið at greiða frá hvussu hann arbeiðir sum granskari og hvat hann er komin fram til.

Fyrilesturin er ókeypis og almennur.

Wednesday, March 28, 2012

Michala Petri og Ólavur Jacobsen í Fuglafjarðar kirkju

Í gjárkvøldið var forkunnug konsertuppliving á skránni hjá fuglfirðingum og øðrum avbygdarfólki, sum fóru í kirkjuna at lurta eftir teimum báðum Michalu Petri, ið spældi blokkfloytu og Ólavi Jacobsen, ið spældi guitar. Heimildarfólk okkara vistu at siga, at hetta var ein stór musikalsk uppliving fyri áhoyrarnar. Eg seti inn nakrar myndir, sum Jan Andersson tók.













Karsten Hoydal 100

Karsten Hoydal 28.3.1912-4.4.1990

Døgg

Høvini kyrr,
heimurin rúmur og kvirrur,
inn reka kenslur í hugan av leiðum
loyndum sum teim, døggin og vindurin fylgja.-

Kenslur, eg veit ikki hvaðani koma, 
brádliga vakna tær, orna og taka at loga,
liva sum norðlýsiseldur á høgum loft.-

Stundin er nú stillur at vera,
stillur og tolin sum grøs, ið standa á bønum og bíða,
at inn kemur kyld við leskandi døgg
uttan av havinum víða.

Tuesday, March 27, 2012

Indberetninger fra Det Ferösche Compagnie – DFC í Írlandi


Det Ferösche Compagnie, sum nógv munnu minnast frá teirra fyrsta leikiIndberetninger fra en rejse udi Ferøe 1781-82, er í hesumdøgum í Shawbrook í Írlandi á einum sonevndum listauppihaldi og arbeiðir við einum nýggjum leiki saman við donskum leikstjóra.

Innbjóðingin til mánaðarlanga listauppihaldið (artistic residency) kom í lageftir at Kristina Sørensen, ein av stigtakarunum til DFC, í 2010var og arbeiddi sum koreografur við Shawbrook Youth Dance Company.Shawbrook hevur seinastu 30 árini verið roknaður sum miðdepilfyri nýhugsandi palllist í Írlandi, har kend og ókend listafólkhittast at skapa nýggj verk. 
Kristina viðmerkir: “Tað at okkara fyrsta verkætlan eydnaðist so væl,hevur givið okkum blóð uppá tonnina at skapa eitt nýtt verk og menna listarliga úttrykkið hjá DFC, sum jú er rættiliga óvanligtí mun til onnur listafeløg í Føroyum. Hetta listauppihaldið er ein ótrúðliga góður møguleiki til at gera júst tað. Her havavit fríheit til at arbeiða intensivt saman í ein mánaða í einumstimbrandi umhvørvi og uttan at verða órógvað av dagligdegnum.”

Ætlaninhjá DFC er at nýta listauppihaldið til at skapa ein nýggjan leik,sum byggir víðari uppá En rejse udi Ferøe og hevur støðií Føroyskari søgu, men sum eisini dregur íblástur fránærumhvørvinum í Shawbrook.

Leikstjórin, sum tey fara at arbeiða saman við, er ongin minni enn Nina KareisLivingstone, listarligur leiðari hjá Livingstones Kabinet, sumheldur til í Keypmannahavn: “Tá Kristina segði mær fráarbeiðnum og ætlanunum hjá hesum nýggja listafelagnum var egbeinanvegin áhugað í at hjálpa til. Tilfarið, sum tey arbeiðavið, er sermerkt og eksotiskt, tey eru gávurík og full av orku, ogteirra arbeiðshættir minna nógv um teir, eg havi nýtt í fleiriav mínum verkum. So eg eri glað um at sleppa at hava ein fingur viðí spælinum.”

Umframt Kristinu Sørensen eru Jens L. Thomsen, Kjartan Hansen og KirstinHelgadóttir úr DFC við á ferðini og ætlandi fer leikurin áleikferð í 2013.

UmDFC                 
DFC var stovnað í 2010 eftir at tríggir av limunum, Kristina, Sámalog Búi høvdu arbeitt saman um Antoine and the Paper Aeroplane,sum bleiv frumframført á heimskenda Edinburgh Fringe Festival í 2009 og varð innstillað til ein Total Theatre virðisløn á samafestivali.

DFC framførdi sín fyrsta leik, Indberetninger fra en Rejse uti Ferøe1781-82, á Tjóðpalli Føroya í 2011.
Endamálið hjá bólkinum er at nýta tilfeingini í føroyskari søgu og mentanumframt vitanina og royndirnar hjá limunum innan ymsar listagreinarat skapa list, sum flytir mørk og gevur palllistini í Føroyum nýtt lív.

Arbeiðshátturin,sum DFC nýtir, eitur á enskum ”Devised Theatre”. Í tí liggur,at verkið verður skapt av leikarunum so við og við, meðan vantverður. Byrjað verður við einum ella fleiri hugskotum, ritverk J.C. Svaboar t.d., heldur enn einum lidnum leikriti. Við at javnsetasjónleik, tónleik, tekst, dans og rørslu, ljóð, ljós ogpallsnið hevur DFC ment eitt listamál, sum er sermerkt í Føroyumog sum aðrastaðni er kent sum Visual Theatre.

DFC hevur fimm fastar limir: Kristina Sørensen (dansari, sjónleikari ogkoreografur) Búi Dam (leikstjóri, tónasmiður og tónleikari),Kjartan Hansen (sjónleikari og rithøvundur), Jens L. Thomsen(ljóðsniðgevi og tónleikari) og Sámal Blak (pall ogbúnasniðgevi) og arbeiðir javnan saman við listakvinnuni Kirstini Helgadóttir og listasamskiparanum Sunnuvu Bæk.

Nærri upplýsingar um DFC umframt ummæli frá Indberetningerfra en Rejse uti Ferøe 1781-82 eruat finna á www.dfc.fo. Á heimasíðuni ber eisini til at fylgja gongdini í Shawbrook.