Wednesday, January 18, 2012

9 milliónir høvdu munað hjá listini...

Hoyrir tú teg sjálva alsamt oftari siga tílíkt hugnaligt sum “Mær dámar handan Johan Falk, hygg nú hasin, sum eisini er við í Wallander, ja teir duga, sviar" enn tú hoyrir teg sjálva físa "Nú kann tað pínadoyð vera nóg mikið!". Ja, so er tað líka við, at tú verður rakt av einum løgnum longsli eftir farnari tíð. Tí tað var í grundini so deilitt fyrr í tíðini. Tá alt var av helviti til. Tá tað tóktist neyðugt at fylgja við í politikki, øsa seg og taka til pennin. Núverandi støðan hevur sjálvandi eisini sína egnu sjarmu. Nú alt er vónleyst og tað-skal loysa-seg-at-arbeiða-kent. Tað er so herliga óforpliktandi at kunna zappa yvir á undirhald í tryggari fullvissu um, at tað ikki gongur nógv samfelagsligt fyri seg allíkavæl. Og gerst kenslan tóm, ber altíð at skeita til Danmarkar fyri at vita hvat tey gera har. Tað er eisini deiliga óforpliktandi. Hon hevur verið drottning í 40 ár og tí hevur Kringvarp Føroya sent yvir 20 tímar av drottningasjónvarpi og tað er eisini næstan betri enn eitt skeið í mindfulness. Í Danmark hava tey ikki bara eina drottning við fínum kjólum, tey hava eisini vikubløð og alt møguligt annað, sum glitrar, og tað er jú framúr. Men nú hava tey so tíverri fingið trupulleikar við ballerinaum og sopranum. Tey hava ov nógvar. Tað siga kanningar. Tí ballett er ikki fyri øll. Í grundini eru tey bara heilt fá, sum av sonnum fáa nakað burtur úr at hyggja uppá hesi píndu, speedmisnýtandi dømini uppá fyrimunirnar við svarta skúlanum. Tá er opera hóast alt eitt sindur betri og tí tykist upplagt at spara uppá tyll og silki og í staðin fyri satsa uppá okkurt við futti í. Og tá er tað gott at hava fingið ein hippan mentamálaráðharra, ið ikki ræðist at taka nakrar ordans avgerðir og so mugu vit bara vóna, at klassisku listasløgini yvirliva.

Her heima hava vit ikki nakrar kanningar um okkara mentanarnýtslu og vit hava fyri so vítt heldur onga ballett. Men her verða tiknar nógvar bragdligar avgerðir. Tey røsku samgongufólkini skuldu ikki hugsa leingi um flatskattin fyrr enn hann varð drønaður ígjøgnum og so mugu vit bara vóna, at samfelagið yvirlivir. Har skuldu heldur ikki tær nógvu grundaninar til áðrenn ein vóngóð sendinevnd varð send til Danmarkar at vita, um danir kundu hugsast at vilja stuðla einum fløtum samfelagi, og so ber eisini til at keypa nøkur glitrandi kulørt vikubløð við heim. Frálíkt!
  
Men drottningakjólar eru dýrir og okkar annars so blíðsnýðaðu koloniharrarnir hava bara givið okkum 9 milliónir krónur og tað er als ikki nóg mikið at gera tey ríku so stinkandi nógv ríkari og tey fátæku so lúsafátøk, sum ætlanin var frammanundan. So nú eru góð ráð dýr. Tíbetur sær tað út til, at pláss er fyri teimum 9 milliónunum á mentanarfíggarætlanini. Ja, har er gott pláss. Tað hevði helst gjørt mangan bilsnan at sæð hvussu langt 9 milliónir røkka innan mentan her á landi. Hetta er ivaleyst økið, har samfelagið fær størstan valuta fyri peningin og ikki bert tí, at listafólk eru vorðin óhugnaliga dugnalig til at spara ella av tí, at listafólkini eru kompetent og klók. Tað er heldur ikki bert av tí, at tað er innan hetta økið, at størsta nýhugsanin gongur fyri seg, tí listin ger landið vert at búgva í ella tí at listin og mentanin støðugt leitar upp nýggj sambond, nýggjar hugsunarhættir og nýggjar heimsáskoðanir. Tað er eisini av tí, at listin er tað einasta, sum kann gera, at alt aftur verður av fanan og til og ikki bara vónleyst. Tí haldi eg tað vera tað einasta rætta, at gera eina mentanarpulju uppá 9 milliónir krónur, eina listapengatanga, sum listalívið skal administrera uttan at politikarar við lyndi til at taka bragdligar avgerðir sleppa at blanda seg uppí.