Tuesday, July 5, 2011

Ódanska pavilliongin í Venesia og óføroyska Summarframsýningin í Havn


Í mong ár hevur verið kjakast um hvørt tjóðskaparlig eyðmerking og samleiki yvirhøvur geva meining longur, tá talan er um ta fríu listina og listafólkini, sum ferðast kring globaliseraða heimin og samla íblástur. Men er tjóðskaparligi samleikin ein tjóðskaparromantisk konstruktión, so hevur hendan konstruktiónin allíkavæl víst seg at vera brúkilig og sjálvt um tað kann tykjast øgiliga avmarkandi, smátt hugsandi og provinsielt, so undraðist eg, tá eg sá nøvnini, sum umboða ársins donsku pavillion á stóru listabiennaluni í Venesia. Kurator er griksk og av teimum átjan listafólkunum, ið luttaka, eru bara tvey donsk nøvn. Danski skálin er stuðlaður við 6-7 donskum milliónum, harav meginparturin kemur frá tí almenna Statens Kunstråd. So, jú, eg skilji væl, at danski mentamálaráðharrin, Per Stig Møller gjørdist rættiliga ørkymlaður, tá hann gjørdist greiður yvir vantandi donsku umboðanini í danska skálanum: -Gjorde alle pavilloner som den danske, ville det jo bare skabe forvirring, og man ville miste interessen for biennalen. At en græker finder ud af, hvem hun vil udstille, fortæller jo ikke noget om dansk kunst. Det er slet ikke meningen med biennalen...Derimod skal biennalen netop vise, hvad japanske, danske, engelske tyske og andre landes kunstnere kan byde på, fremhæver ministeren: »Der er jo ingen grund til at deltage, hvis man ikke vil vise dansk kunst. Der er tale om en fejldisposition, synes jeg«.

Ummælarar og viðmerkjarar sum Michael Jeppesen og Mattias Hvass Borello, ið eru væl óbygdasligari enn eg, eru hinvegin hugtiknir av ársins danska skála á Venesia og kalla atfinningarnar smátthugsandi og provinsiellar. Borello skrivar m.a.: "Hvordan italesætter man væsentlige tematikker, der berører resten af det internationale publikum og samfund og taler ind i en global virkelighed? Hvem ville i en international sammenhæng (som Biennalen jo er) ønske at se en ren dansk udstilling om ytringsfrihed? Næppe ret mange!". Og tað kann hann sanniliga hava rætt í, men hví hundin skal framsýningin snúgva seg um talifrælsi? Er evnið ikki eitt sindur avmarkandi? Hví skal listin á hendan hátt reduserast til at vera amboð hjá tí politiskt korrekta?

Í Norðurlandahúsinum hava tey í ár valt at hava tveir norðurlendskar listamenn, svian Jan Håfstrøm og danan Knud Odde, til at gera ta árligu Summarframsýningina, sum hevur heitið "Kosmiska sømngångare". Hetta, at framsýna útlendsk listafólk á Summarframsýningini, hevur ørkymlað onkran av ti, at føroyski listapallurin jú frammanundan ikki er serliga stórur og at nógv fremmandafólk vitja higar um summarið, sum helst ynskja at síggja føroyska list meðan tey eru í Føroyum. Sum áður sagt, so síggi eg avgjørt eina meining í at býta list upp geografiskt og eg  haldi eisini heilt vist, at vit føroyingar fyrst og fremst skulu gera so nógv sum vit kunnu fyri ta føroysku listina.

Men samstundis sum vit eiga at royna at hava góðar, føroyskar listaframsýningar bæði her og uttanlands, er tað fyri okkum, sum búgva í Føroyum, ein framúrskarandi møguleiki, tá framsýningar sum tann í Norðurlandahúsinum verða til veruleika. Nú eru vit eisini so óvanliga væl fyri í summar, at vitjandi umframt ta permanentu samlingina í Listasavninum og føroyskan (og norðurlendskan) grafikk niðri í Steinprenti, eisini kunnu síggja føroyska list av hægstu listarligu dygd í serframsýningum hjá ávikavíst Marius Olsen (Steinprent) og Anker Mortensen (Skipasmiðjan). Harumframt verður pappírarbeiði hjá danska listamanninum Michael Kvium at síggja í Listasavninum, umframt Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, sum altso er ómetaliga góð. Stuttligt, at danski listamaðurin Knud Odde í so stóran mun hevur tikið Steffan Danielsen til sín sum hann hevur og sum listaummælarin Lisbeth Bonde eisini nevndi í síni upplatingarrøðu eru teir ikki listarliga óskyldir báðir. Hansara vakru kollasjur hanga merkiliga væl niðri í lágu dansistovuni sum ein organisk eind og dreingja-ikonin í forhøllini er á sama hátt sansalig, grafisk og fín. Svenski listamaðurin Jan Håfstrøm er meira bókmentaligur, konseptuellur og grundandi listamaður, sum á effektivan hátt blandar popp og fínmentan við eini rúgvu av tilsipingum til søgu, list, mentan og til  hansara egnu ævisøgu. Sjálvt um eg sera væl skilji, at tey føroysku listafólkini helst ikki ynskja, at útlendsk list yvirtekur avmarkaða føroyska marknaðin, vildi eg ikki verið aktuellu norðurlendsku summarframsýningina "Kosmiska sømngångare" fyriuttan. Summarframsýningin 2012 verður allarhelst føroysk og tað er gott, men fyri meg hevur tað størstan týdning, at hon verður góð við øllum teimum positivu ringárinunum, sum ein góð framsýning ber við sær.

http://www.kunsten.nu/artikler/artikel.php?venedig+biennalen+2011+danish-pavilion+kilpper
http://www.labiennale.org/en/art/videocenter/curiger.html?back=true
http://politiken.dk/kultur/kunst/ECE1299369/pavillon-ansvarlig-kulturministeren-er-provinsiel/

PS Nevndu framsýningar við Marius Olsen og Anker Mortensen lata upp 8. og 9. juli. Meir um hetta seinni.

(KP)