Monday, April 18, 2011

Tróndur Patursson ávegis til biennalu

Tróndur Patursson tekur í summar lut í stóru hollandsku glasbiennaluni: Biënnale Kijkduin. http://www.biennalekijkduin.nl/. Hetta er ein stórhending fyri føroyska list, tí tað er sera sjáldan, at føroysk listafólk eru umboðað í stórum altjóða framsýningum og enn sjáldnari, at tey luttaka á stóru biennalunum, sum eru um summarið. Vit gleða okkum tessvegna stórliga her á blogginum og til alla eydnu kunnu vit gleða okkum longu nú, tí Tróndur var í fullsving við at fyrireika biennaluverkið, tá eg sunnudagin vitjaði hann saman við danska rithøvundinum Dy Plambeck og vinkonu hennara, Sara Emilie.


Tróndur tekur lut á Bienaluni við einum stóru kupli, sum minnir um kúpuna, ið stendur við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn, men uttan spegl í gólv og lofti. Nýggja kúpan hevur heitið ”Cosmic Blue”.
 
Tróndur hevur sett upp ein part av beinagrindini til verkið í stovuni. Beinagrindin er úr jarni og er bert eitt modell. Beinagrindin í sjálvum verkinum verður úr rustfríum stáli.

Tróndur greiðir livandi frá um sína list. Dreymur hansara er at fáa tíð og ráð til at gera fýra kúpur av hesum slagnum. Umframt ta fyrstu, sum er blá, kundi hann hugsa sær at gjørt eina gula, eina reyða og eina grøna. Hesar skuldi saman verið eitt slag av sansarúmum og ein savningarstaður fyri hansara arbeiði við teimum nevndu litunum og við glastilfarinum. Tað hevði verið frálíkt um hetta eydnaðist.


Tað er altíð hugnaligt hjá Tróndi og Borgný. Bæði fyri stór

og smá


Á verkstaðnum eru longu fleiri av teimum 26 fimmkantunum úr glasi, sum skulu brúkast til verkið.

Tróndur arbeiðir við ljósborðið, bæði tá hann málar glasið og tá hann eftir tað er brent, skal kanna hvussu tað sær út.


”Cosmic Blue” er hildin í eyðkenda ultramarin bláa litinum, sum skjótt eigur at verða uppkallaður eftir Tróndi.


Smá brot í kontrastlitum, sum geva bláa litinum spenning og lív
Risastóri ovnurin, sum Tróndur sjálvur hevur bygt, koyrir í døgndrift í løtuni.
Tað er ein risastór uppgáva, sum Tróndur hevur sett sær.


Men hann tekur sær tíð til at greiða Saru og Dy frá listini.


Tað er hugtakandi uppliving at líta at glaslistini hjá Tróndi í ljósinum. Litbrigdini eru óendalig og kenslan av dýpd er svimlandi.

Hatta má fotograferast.


Síðsta ár setti Tróndur upp eitt modell av ”Cosmic Blue” i skipasmiðjuni. Modellið er úr plastikki.

Í næstu viku byrjar Tróndur at seta verkið ”Cosmic Blue" upp.

Dy gevur 5. maj út sína næstu skaldsøgu, sum eitur ”Gudfar” og er frásøgn um motorsúkklistin og múraran, Uffe, sum fær eina opinbering til eitt motorsúkklutreff, meðan brøður hansara í Spitfire eta grillmat, ið er borðreiddur á eini naknari kvinnu. Hetta er ein søga um normar og foreldur, um frígering og sakn.

(IS)