Wednesday, December 8, 2010

Tey útvaldu



Við á bókastevnu í Frankfurt

Ísland hevur boðið Føroyum við á stóra bókastevnuna í Frankurt komandi ár. Ein nevnd hevur nú valt 10 bøkur, ið skulu týðast til bókastevnuna:

Skaldsøgur:


Carl Jóhan Jensen – Ó, søgur um djevulskap (2005)


Jóanes Nielsen – Glansbílætasamlararnir (2005)


Gunnar Hoydal – Undir Suðurstjørnum (1991)


Oddvør Johansen – Í morgin er aftur ein dagur (1999)


Jógvan Isaksen – Norðlýsi (2009)




Yrkingasavn:


Tóroddur Poulsen – Útsýni (2010)




Stuttsøgusøvn:


Sólrun Michelsen – Tema við Slankum (2007)


Hanus Kambam – Pílagrímar (2001)




Barnabók:


Bárður Oskarsson – Ein hundur, ein ketta og ein mús (2004)




Yrkisbók:


Andras Mortensen – Hin føroyski róðrarbáturin (2000)


Á heimasíðuni hjá mentamálaráðnum stendur, at fyrireikingarnar til bókastevnuna av álvara eru farnar í gongd
"Beinanvegin, tað var greitt, at almennu Føroyar fáa høvi at hava ein framsýningarbás undir liðini á heiðsurgestinum Íslandi á risastóru bókastevnununi í Frankfurt í 2011, gjørdi landstýriskvinnan í mentamálum Helena Dam á Neystabø av at taka av innbjóðingini frá Íslandi, og at fara virkin inn í fyrireikingarnar, til tess at tryggja, at hesin einastandandi møguleikin verður loftaður, føroyskum bókmentum at frama.

Fyrireikandi fundir vóru saman við Rithøvundafelagnum, Norðurlandahúsinum, Vitananum, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Mentanargrunni Landsins, og øll vóru samd um, at vit eiga at leggja nógv fyri, til tess at fáa eina so góða framsýning sum møguligt.

Ein úrvalsnevnd varð sett at velja út bøkur og gera av hvørji verk skulu umboða Føroyar. Í úrvalsnevndini sita Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, Bergur D. Hansen, studentaskúlalærari, og Guðrun Gaard, studentaskúlalærari.

Nevndin sigur, at tær tíggju bøkurnar, sum hon hevur valt, eru góðar bøkur, sum tað átti at verið møguligt at funnið keyparar til. Tær umboða føroyskar bókmentir og tala til ymiskar lesarar, vaksin og børn, intellektuelt kravmiklar lesarar og lesarar, sum vilja stytta sær stundir við góðum yrkingum og væl søgdum søgum.

Ein yrkisbók er vald, sum lýsir ein týðandi part av handaligu mentanini í vakrari bók við nógvum góðum myndum.

Mentamálaráðið hevur heitt á Listafólkasamband Føroya (LISA) um at átaka sær at samskipa føroysku luttøkuna. At samskipa føroysku luttøkuna merkir millum annað, at hava samband við íslendsku fyriskipararnar, týska marknaðin og annars at varða av tí praktiska í sambandi við bókastevnuna.

Ein tann fyrsta uppgávan hjá samskiparanum verður at fáa týtt tær bøkurnar, sum úrvalsnevndin hevur valt, í fyrstu atløgu ikki í síni heild, men í brotum. Harumframt skulu umrøður gerast av høvundunum og útvaldu verkum teirra.

Landsstýriskvinnan í mentamálum fegnast um, at rættilig ferð er komin á fyrireikingarnar. Tess betri vit eru fyrireikað, tess størri eru møguleikarnir fyri, at hetta átak veruliga kemur at menna okkara bókmentaumhvørvi." kelda: http://www.mmr.fo/