Thursday, August 19, 2010

Silja og Sam í Leikalund




UNDER & UNDER


Unga listakvinnan Silja Strøm hevur úr at gera í hesum døgum. Saman við øðrum ungum lat hon upp framsýningina INNRÁS í Müllers Pakkhúsi síðsta fríggjadag og í morgin klokkan 14.00 letur hon upp framsýning saman við sjeikinum, enska listamanninum Sam Derounian í Leikalund í Klaksvík. Framsýningin heldur á til 3.september. Vit leggja nakrar myndir hjá Silju inn her og tíðindaskrivið, sum vit hava fingið. Vónandi verður Listin í Klaksvík um vikuskiftið, men um onnur síggja framsýningina, eru tey hjartans vælkomin at senda myndir og eina viðmerking til listinblog@gmail.com





Listafólkini hava bæði eina introspektiva tilgongd til listina. Navnið a framsýningini UNDER & UNDER sipar møguliga til rútmuna í aldubrotunum ella hvussu hugsan og minni støðugt vendast í huganum og dulvitinum.
Sam Derounian (f.1987) er føddur í Englandi og býr og arbeiðir við list síni í Glasgow, har hann hevur sýnt fram. Harumfrant hevur hann eisini skipað fyri og verið kurator fyri fleiri framsýningar og lista verkætlanum.
Silja Strøm (f.1987) hevur somuleiðis havt fleiri framsýningar í Føroyum og Glasgow. Harumfrant fekk hon eisini handað gávugóðs Thorvald av Steinum í februar í ár.