Tuesday, August 31, 2010

I only paint what I feel – framsýning við verkum eftir Peter Carlsen

                                                    

Peter Carlsen er eitt af listafólkunum, sum seinastu 10 árini javnan hevur arbeitt á Grafiska Verkstaði Føroya. Hetta hevur ikki bara havt við sær eina stóra grafiska framleiðslu við nógvum og góðum verkum. Harumframt hevur hetta merkt, at hann hevur sett sín dám á føroyska list hesi árini. Tí hava vit leingi ynskt at gera eina framsýning við verkum hjá Peter Carlsen. Framsýningin umboðar bæði verk, sum hann hevur skapað í Steinprenti og standmyndir, sum ikki áður eru sæddar her á landi. Á framsýningini, sum er kuraterað av listfrøðinginum Inger Smærup Sørensen, verður listin hjá Peter Carlsens skoðað út frá eini mongd av ymsum kontekstum. Listin hjá Peter Carlsens inniheldur nevniliga so ótrúliga nógv løg og hetta letur upp fyri, at verkini kunnu lesast á serstakliga ymiskan hátt.

Framsýningin letur upp leygardagin 4. september og er opin til leygardagin 2. oktobur. Øll eru vælkomin. Steinprent - grafiski verkstaður Føroya. Skálatrøð 16.

(IS)

Monday, August 30, 2010

Grafisk symbiosa


Symbiosa
Heitið á hesi lítlu myndini er "Symbiosa", ið kemur úr grikskum (sym: felags og bios: lív) og sum upprunaliga er eitt lívfrøðiligt hugtak, ið sipar til organismur, sum eru treytaðar av hvørjari aðrari og sum tessvegna liva í tættari samveru. Hugtakið verður eisini nýtt í breiðari merking um sera tætta samveru millum menniskju. Smiðjan í Lítluvík er í løtuni karmur um eina poetiska perlu av eini grafiskari listaframsýning hjá einum føroyskum-finskum listafólkaparlagið, sum tykist vera farið í listarliga grafiska symbiosu. Tað er ein av okkara fremstu grafikarum, Marius Olsen (f.1963), ið sýnir fram saman við Ilonu Raipala (f.1980), sum í fjør var í starvslæru í Steinprenti eitt tíðarskeið og tó at stórur munur sjálvandi er á úttrykkinum hjá teimum báðum, eru einstøk verk á framsýningini, har eg eina løtu ivaðist í hvør upphavið mundi vera, hann ella hon.




Ilona

Sum heild er eingin ivi um, at tað snýr seg um ávíkavist eitt mannligt og eitt kvinnuligt upphav, men tað er í grundini ikki lætt at føra fram próvgrundir fyri henda varhuga. Ilona Raipala var við á framsýningini "Steinverur", sum var í Steinprenti í fjør og tá tók hon myndevnisliga støði í parlagnum millum mann og kvinnu. Í mun til framsýningina í fjør, er hennara myndaheimur heldur fjølbroyttari í dag, men summar av myndunum hava enn ein femininan dám sum t.d. tann stóra landslagsmyndin, ið er dekorerað við ljósareyðum hjørtum.


Tær bestu av myndunum hjá Ilonu eru eisini tær mest sjálvstøðugu, har hon megnar at halda fast í sær sjálvari og sínum egna lyndi í herligum, grovum og spontanum myndum við grefligum litavali í t.d. pink, brúnum og orange.









Marius


Myndirnar hjá Marius fevna yvir tað fínliga yvir í tað meira ekspressiva, men allatíðina er góðskan eins framúrskarandi og tøkniligi førleikin er eyðsýndur.


Stílurin er "mariuskur" og eyðkent hansara heilt egni við einføldum landslagslýsingum við onkrum fremmandevni t.d. elsteyrum, ella pílum, ið órógva totala tómleikan. Tó at myndirnar eru so einfaldar sum tær eru, eru tær huglagstungar og løddar av spenningi á ein hátt, ið minnir eitt sindur um myndirnar hjá danska málaranum Vilhelm Hammershøi og um mystisku symbolistisku landsløgini hjá norska Edvardi Munch og finska Akselli Gallen-Kallela. Tú ivast onga løtu í, at hesar myndirnar hava norðurlendskan uppruna við øllum, sum tað inniber av eksistentiellari tyngd og dapurleika. Myndirnar "Máni" og "Linjan" eru millum bestu listaverkini, eg havi sæð yvirhøvur í ár og tey vera bestemt ikki verri av, at tey onkursvegna tykjast skyld Steffani Danielsen. Tær tríggjar myrku myndirnar, ið hanga uppi á loftinum sum ein triptykon, fara ikki frá mær heldur.



Symbiosan hjá Mariusi og Ilonu er væleydnað og verður viðmælt øllum at skunda sær oman í Smiðjuna í Lítluvík áðrenn framsýningin endar 1.september. Framsýningin er opin dagliga frá klokkan 14.00 til 19.00.
(KP)



Sunday, August 29, 2010

Myndir frá ferniseringini hjá Marius og Ilonu í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 27.aug

Skaldskaparinnar reyði fuglur verður burturfluttur til himmals



Tóroddur í Føroyahúsinum

Heitini er skaldslig og tað eru myndirnar eisini. Hetta er kanska eisini eyðsæð, tá tað eru myndir hjá Tóroddi Poulsen, sum tað snýr seg um. Í dag letur framsýning upp í Føroyahúsinum við verkum hjá fjøllistamanninum, sum fyri kortum gav út frálíku fløguna "Útsýni". Tóroddur Poulsen sýnir m.a. fram myndina við fantastiska heitinum Skaldskaparinnar reyði fuglur verður burturfluttur til himmals, sum bæði er figurativ og abstrakt og sum bæði inniheldur skemt, vektloysi og ta totalt originalu snaringina, ið merkir alt, sum hesin listamaður fæst við. Tey, sum kenna myndaheimin hjá Tóroddi, kenna eisini teir ídnu, smáu súkklararnar, ið eru á veg upp til himmals við reyða fuglinum í búri.



Myndirnar á framsýningini eru allar steinprent, ið eru framleiddar í Steinprenti á Skálatrøð í Havn saman við prentarunum Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku. Her hevur Tóroddur arbeitt fleiri ferðir og tilsamans hevur hann gjørt fleiri hundrað prentmyndir, men framsýningini í Føroyahúsinum er avmarkað til eitt úrval av hesum mongu myndum. Myndlistarliga úttrykkið hjá Tóroddi Poulsen er fjølbroytt, men fram um alt eru hetta nýhugsandi, modernistiskar myndir, ið umboða eitt nýbrot í føroyskum myndlistarligum høpi. Listamaðurin sjálvur er sera tilvitaður um hesa støðu. Tað síggja vit m.a. í einari av hansara myndum, har súkklarin lítli brádliga er vorðin størri og sæst í rúkandi ferð at bróta sær veg gjøgnum spinnilvevið, ið liggur oman yvir teirri hugnaligu, fagurlittu føroysku landslagslistini. Á henda hátt torir Tóroddur at vera óskikkiliga ljótur, sublimt vakur, einfaldur banalur og rættiliga torskildur alt ísenn og so er hann demonstrativur modernist, sum er radikalt í móti allari vanahugsan: "Tað søgdu vit ongantíð. Og tí er tað í tøkum tíma, at vit siga tað. Tann, sum ikki sigur sum fyrr, kann siga tað nógv betur..." (s.115 í Sót og Søgn).





Í fleiri myndum endurgevur Tóroddur Poulsen yrkingar, t.d. í eini merkiliga rørandi portrettmynd av einum manni í troyggju, hvørs myndarúm er bygt upp av orðum og skrivaðum reglum. Við grønari, heldur ójavnari skrift stendur: "Eg trívist so væl har eg ikki grynni, blívi eitt sindur vátur, men hvat ger tað tá eg afturfyri fái uppí nógvar skipslastir av spraklandi yrkingum". Framsýningin letur upp í dag, 29.august klokkan 15.00 í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17 A í Keypmannahavn. Tað er Føroyska Listafelagið í Danmark, ið skipar fyri framsýningini, ið verður hangandi til 12.oktober.


Saturday, August 28, 2010

Kanónlistin

Kanónlist Listkanón

Tað eru eftirhondini fleiri ár síðani táverandi danski mentamálaráðharrin, Brian Mikkelsen, tók stig til eina sonevnda mentanarkanon, tá hann setti sjey nevndir, ið skuldu standa fyri at velja út verk, sum í serligan mun geva eina sterka listarliga uppliving bæði her og nú og sum nevndarlimirnir meta sum óundansleppandi bæði fyri fólk fyrr og sum framhaldandi fara at vera óundansleppandi fyri komandi ættarlið http://kulturkanon.kum.dk/


Hugsanin um at gera ein tílíkan fasittlista innan fyri mentanina byggir sjálvandi á eitt ultrakonservativt hugskotsgrundarlag, men danska mentanarkanónin elvdi til mikið og gott kjak og er hetta ein orsøk til, at vit á Listablogginum eru farnar at spæla okkum við tankan um eina føroyska listakanon. Kjakið kann fara allar vegir, tí góðska er ikki eintýðug og harumframt kunnu vit eisini kjakast í hvønn mun etnisitetur skal hava týdning í spurninginum um bestu føroysku listina.

Vit ætla ikki, at okkara mentanarkanon skal vera eins konservativ ella ambitiøs sum tann danska. Hetta er mest til stuttleika og sum upplegg til kjak og vit byrja við at gera topp 10 listar, sum í summum førum verða til topp 3 ella topp 1 (t.d. yvir bestu føroysku symfoniirnar). Vit billa okkum ikki inn, at vit eru førar fyri at yvirskoða allar listagreinirnar og bjóða tí okkara lesarum at senda inn uppskot. Nú er kvinnuvikan á Listablogginum við at vera av og tí koma vit fyribils við einum uppskotslista yvir bestu føroysku myndlistakvinnurnar. Sum tit síggja eru nøkur pláss á listanum tóm, men øll plássini kunnu sjálvandi diskuterast. Vit eru als ikki fullvísar. Øll eru vælkomin at senda uppskot og viðmerkingar, bæði til topplistan og tann breiða listan yvir føroyskar myndlistakvinnur: Guðrið Poulsen. Halldis Olsen. Frida Zachariassen. Beinta av Reyni. Sigrun Gunnarsdóttir. Annika Hansen. Marita Nattestad. Unn Joensen. Marianna Bjørgheim. Bergithe Johannesen. Fríða Matras Brekku. Erla Marita Askham. Svanhild Strøm. Randi Martin. Astrid Andreasen. Elin Josefina Smith. Anna Kathrina Højgaard. Jóna Rasmussen. Astri Luihn. Annika á Lofti. Marmar (Marianna Mørkøre og Maria Arnell), Rannvá H. Mortensen. Súsan í Jákupstovu. Astrid Mac Donald. Jensina Olsen. Aase Bømler Olsen.
(KP)

Føroyskar myndlistakvinnur - topp 10 (8!)
Ruth Smith (1913-1958)



Elinborg Lützen (1919-1995)



Tita Vinther (f.1941)



Hjørdis Haack (f.1958)



Hansina Iversen (f.1966)




Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir (f.1966)



Rannva Kunoy (f.1975)



Silja Strøm (f.1987)




Friday, August 27, 2010

Føroyskar myndlistakvinnur - seinni partur


Konubrot

Meðan Ruth Smith doyði á lutfalsliga ungum árum, var evnaríku Elinborg Lützen (1919-95) longri lív lagað. Hon byrjaði sína listarligu leið sum myndprýðari í sambandi við barnabókina “Í skýmingini”, har hon teknaði nakrar fínar lýsingar til tær ymsu søgurnar. Hesar myndir hava havt stóran týdning fyri fleiri ættarlið av børnum, ið funnu stóra fragd av at síggja hennara myndir í eini annars rættiliga myndafátæksligari tíð. Listamaðurin Tóroddur Poulsen hevur t.d. nevnt myndirnar hjá Elinborg sum dømi um listarligan íblástur. Tað var linoskurðurin, ið av álvara forloysti hennara framúrskarandi listarligu evni. Við júst hesum grafiska tøkni mentist hon til ein sannan meistara og nú er endiliga bók komin út við frálíku myndum hennara, sum í løtuni verða framsýndar á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn http://www.bryggen.dk/default.asp?news=138&Doc=9 Tað er Bárður Jákupsson, ið hevur kuraterað framsýningina og hann hevur eisini skrivað áhugaverda tekstin í framúr vakra kataloginum.


Kvinnulist

Eftir Ólavsøkuframsýningini 2010 at døma stendur sum heild bara væl til í løtuni við javnstøðu innan føroyska list. Av 38 luttakarum vóru 16 menn og 22 kvinnur og tó at verri enn so øll vóru listafólk, kann staðfestast, at nógvar kvinnur eisini fáast við amatørlistina. Kvinnurnar standa somuleiðis sterkar í ymiskum blandingssjangrum millum móta, film, brúkslist og list (Barbara í Gongini, Marmar, Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, Guðrun & Guðrun osfr). Men nøkur av fremstu myndlistafólkunum í føroyska listaumhvørvinum í løtuni eru eisini kvinnur og eru fleiri teirra viðgjørdar her á Listablogginum. Harumframt kann leggjast aftrat, at kvinnur í løtuni sita rættiliga nógva staðni í skipanum, ið hava stóran týdning fyri listina. Í Heystframsýningini er Hansina M. Iversen forkvinna, Jenny Petersen er leiðari á tjóðpallinum, Malan Marnersdóttir er forkvinna í Listafelagnum, eins og mentamálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø, ikki at forgloyma, er kvinna og tað eru vit á listablogginum í allari beskeðinheit altso eisini.


Tóvirki

Í sjeytiárunum síggjast nøkur dømi uppá tað, ið heldur niðurlátandi verður nevnt “kvinnulist” og tað er eyðsýniliga list, sum snýr seg um serlig kvinnulig viðurskifti, um kvinnukynið og um kvinnuligan sexualitet. Stílurin er at sammeta við sonevnda fólkalist, kollveltingarlist ella politiskt monumentalmálarí, har boðskapurin ofta er ógvuliga kontantur. Hesar myndirnar eru fullar av súmbolum, t.d. stingur kvinnumerkið, ella kvinnunevin seg fram her og har í myndunum. Nógvar av hesum myndunum eru seymaðar, applikeraðar ella vevaðar. Og kanska er tað tí, at tað meira snúi seg um boðskap enn um listarligt innihald og góðsku, at tekstil-listin síðani fekk ringt orð á seg og tað er spell, tí nakrar listakvinnur eru, ið skapa serstakliga áhugaverda tekstil-list.

Eitt nú keypti Listasavnið fyri nøkrum árum síðani  verkið Pætursnót hjá Titu Vinther, sum er eitt frálíka fleirtýtt, symbolskt listaverk úr tóvirki, ið m.a. er framleitt burtur úr mannahári. Eisini hava summi ung listafólk nýtt tekstil í øðrvísi verkum sum t.d. Marianna Bjørgheim, ið á sera áhugaverdan hátt endurnýggjar og sipar til føroyska hevd í broderaðu myndunum á Várframsýningini seinasta ár.




Sansaligar ovursjónir

Sum áður nevnt eru kvinnurnar veruliga farnar at taka seg fram innan myndlistina í Føroyum. Hyggja vit t.d. at tí yngra ættarliðnum, eru nøkur av teimum mest spennandi listafólkunum konufólk og tað sama er galdandi fyri miðættarliðið. Her er Hansina M. Iversen ein av frontkvinnunum, hvørs nonfigurativu myndir ørkymlaðu føroyskir listaáskoðarar í nítiárunum, men sum nú hava fingið alsamt fleiri viðhaldsfólk. Vit hava verið von við, at myndlistin onkursvegna ímyndar ella umboðar okkara umhvørvi og tí tóktist tað helst løgið at standa framman fyri myndum, ið ikki umboða annað enn seg sjálva. Myndirnar hjá Hansinu mennast alla tíðina og broytast. Hon luttekur javnan á framsýningunum, sum Heystframsýningin hevur í Listahøllini á Skipasmiðjuni og hon var eisini við á frálíku framsýningini "Býarløg" í Müllers Pakkhúsi (2009), har myndir hennara hingu sum sansaligar ovursjónur á endavegginum. Myndirnar hjá Hansinu eru enn nonfigurativar við rundleittum formum og listakvinnan arbeiðir enn við rúmdini, ið gerst alsamt meira víðkað og samansett. Men í mun til áður tykjast nýggju myndirnar hesa ferð meira slættar við denti á flatanum. Litirnir eru gløðandi heitir, myrkabrúnt við einum næstan ósjónligum bláum farra, ið svalir og javnvigar í mun til tann appilsingula og reyða litin vinstrumegin í myndini. Í miðgrundini liggur ein heitur sóljugulur, rundleittur formur á skák í spenta myndarúminum, ið sýnist vera á tambi sum beint áðrenn eina spreinging av onkrum slag.



Mynd hjá Hansinu Iversen


Altjóða støði

Í Norðurlandahúsinum fyrrakvøldið (25.august) helt listakvinnan Rannva Kunoy ein ómetaliga áhugaverdan fyrilestur, har hon vísti ymsar myndir, meðan hon greiddi frá sínum listarliga undirstøðið frá Picasso, Willem de Kooning, Andy Warhol, Christopher Wool osfr. Rannva Kunoy er ein av okkara allarbestu listakvinnum, sum í løtuni er í ferð við at skapa sær eina altjóða karrieru innan listina. Hon hevur sýnt fram sínar myndir í Norðurlandahúsinum í alt summar og nú sunnudagin verður framsýningin tikin niður. Nógv kjak hevur verið í kjalarvørrinum á hesi framsýning, sum er eins øðrvísi og slóðbrótandi og tann fyrsta serframsýningin, sum Rannva hevði í Listasavninum sum bert 23 ára gomul.


Innan heimslistina hevur málningurin sum kunnugt verið deyðadømdur fleiri ferðir. Men hóast minimalisma, installatiónslist, bad painting og hvat tað eitur alt, eru heiti á myndlistarákum, ið onkursvegna hava verið tekin um myndakreppu, er myndin í dag eins livandi partur av myndlistini sum nakrantíð. Hetta kunnu vit í øllum førum vissa okkum um á framsýningini hjá Rannva Kunoy, samstundis sum vit kunnu ásanna, at myndlistin als ikki hevur staðið í stað í teirri konseptlistarligu menningini. Samtíðarlistin er sum heild vorðin heldur torfør at fata, tí hon er kontekstuell, tá hon relaterar, kjakast og finnst at samstundis sum hon er tung av týdningum innan sera ymisk øki, antin tað er politiskt, sosialt, lingvistiskt, filosofiskt, semiotiskt ella okkurt heilt annað. Í amerikanskari fagurfrøði hevur ljóðað: What you see is what you get, men nú er í mongum føri beint tvørturímóti. Um tú t.d. hyggur eina løtu at einari av myndunum hjá Rannva Kunoy sært tú tað, sum tú ikki sást fyri løtu síðan eins og tú kanska sært tað, tú í grundini ikki sært, meðan tú møguliga ikki ert vís í, at tú sært tað, sum tú í veruleikanum sær. Men tað krevjast ikki serligir førleikar til tess at kunna uppliva hesar myndirnar og listakvinnan bjóðar eisini áskoðaranum at vera vælkomin til at møta hennara myndum við teirra egnu upplivingum: ”Tað, sum áskoðararnir bera við sær í teirra tulking av myndunum, er eins umráðandi sum tað, eg geri við løriftið”. Og tað er veruliga ein sannroynd, at myndirnar broytast, gevur tú teimum gætur eina løtu. Sum skýggjkendar formatiónir spreiðast og savnast tær í huga áskoðarans til alskyns myndevni; ein kanin, ein kona og eitt høvd umbroytast meðan tú hyggur og brádliga hómar tú eisini í summum myndum bókstavir og brot av orðum, ið daga fram úr myndarúminum.

Frá framsýningini í Norðurlandahúsinum




Ein av stóru linoleumsskurðunum hjá Halldis Poulsen

Tær ungu

 
Listarliga eru vit í løtuni á ein hátt stødd í eini gulløld soleiðis at skilja, at vit ongantíð áður hava havt so nógv dugnalig, útbúgvin føroysk listafólk. Hetta er ikki minst listakvinnunum fyri at takka og eg havi verri enn so nevnt tær allar. Aðrastaðni á Listablogginum stendur ummæli skrivað um "INNRÁS" og av "Under & Under", har eg m.a rósi listakvinnunum, Halldis Olsen og Silju Strøm, ið tó at tær eru ungar, longu sýna ein serstakliga búnan hugburð í teirra listarliga úttrykki, sum gevur sera góðar vónir fyri framtíðina.


Dygd

Í nógvum listasøvnum kring heimin eru lutfalsliga fáar listakvinnur umboðaðar í mun til listamenninar og soleiðis er støðan helst eisini, um vit hyggja at Listasavninum. Støðan speglar sjálvsagt samfelagsstøðuna, har menninir serliga fyrrr í tíðini í størri mun hava dugað at tikið sær tíð og pláss til listina í mun til kvinnurnar, ið hava tikið sær av heiminum. Henda sannroynd nervar meg ikki tað minsta og eg haldi i grundini, at vit eru komin alt ov langt til yvirhøvur at umhugsa kynskvotering innan listina. Kvinnurnar eru ivaleysa sterkar til at klára seg uttan tílíka eyðmýking. Á Listasavninum skal tað ikki snúgva seg um hvat kyn listafólkini eru, ella hvørja trúgv og politiska hugsan listafólkini hava. Tað skal heldur ikki snúgva seg um støðu listafólksins í listastríðnum. Í grundini skal tað ikki snúgva seg um nakað sum helst annað enn um dygdarlist.
(KP)
Mynd hjá Silju Strøm