Eftir at hava tugt meg í gjøgnum tær 25 síðurnar í
stevningini, sum Christian F.Andreasen advokatur hevur stykkjað saman um tollmálið,
siti eg og hugsi um Jacob Brønnum Scavenius Estrup, sum var danskur ríkisráðharri
í eitt rekorddrúgt tíðarskeið seint í 19.øld. Hann sat á maktini í nítjan ár og
stríddist sum úlvur á skóg við pressuna, sum við tað, at hon varð sensurerað hetta tíðarskeiðið mátti
bera seg rættiliga kreativt fyri at orða sínar atfinningar móti
antiparlamentariska stýriháttinum hjá Estrup. Hann var hinvegin fult upptikin
av at stevna ymiskar miðlar, sum høvdu orðað seg kritiskt móti hansara stýri. T.d.
stevndi hann ritstjóran í Svendborg Avis, sum hevði dittað sær at sett eitt
lesarabræv í blaðið, har ein bóndi (Hr. Bondegaard) spurdi um hann kundir loyva
sær at kalla sín hund fyri Estrup, sjálvt um avvarðandi hundur altso í roynd og veru ikki var
nakar svínhundur. Blaðstjórin í Politiken Viggo Hørup brúkti stevningina í sínum
berømta leiðara frá 11.august 1886, har hann letur sum um, at hann ógvast um svínhundaeyknevnið,
men har hann samstundis fær sett orðini "svínhundur" og "Estrup"
saman so nógvar ferðir, at eingin lesari ivast í hvat greinahøvundurin í
veruleikanum heldur forsætisráðharran vera. - Ja eg veit. Jørgen er eingin Estrup, Dia er eingin
Hørup og støðan er sjálvsagt ein heilt heilt onnur í 2014. Allíkavæl kenni eg
meg heldur ørkymlaða av varhuganum av enn einaferð at vera stødd á glatanarkós í
einum týdningarmiklum samfelagsmáli. Tað man neyvan kennast serliga hugaligt hjá teimum í
Kringvarpinum, at verða stevnd fyri at gera sítt arbeiði. Advokaturin er sera neyvur
og av øllum hansara neyvleika fáa vit frænir av eini sera aktivari tíðindadeild,
sum hvørki letur seg møða ella hótta av umboðum fyri ein av maktríkastu persónunum
í Føroyum. - Her á listablogginum plaga vit ikki at blanda okkum uppí samfelagsviðurskifti
sum so, men eg haldi, at talu- og skrivifrælsið er so mikið grundleggjandi og
so týdningarmikil partur av okkara mentan, at tá varhugin av, at tað hetta sama
talufrælsið verður hótt, bara anir eitt lítið sindur, so má mann loyva sær at
skriva nakrar reglur um tað (og samstundis kryssa fingrar fyri, at mann ikki sjálv verður stevnd - uha). Talufrælsið er sum kunnugt rætturin til frítt
at kunna siga og skriva sína meining uttan góðkenning frá nøkrum og talufrælsið
verður mett at verða ein av grundsúlunum í fólkaræðinum. Talufrælsið hevur
serliga stóran týdning fyri minnilutabólkar og fyri tey, sum á onkran hátt tala
maktini ímóti. Talufrælsið hoyrir til tey grundleggjandi borgarligu rættindini,
sum geva borgaranum rætt til at leggja fram ymisk sjónarmið og samfelagsviðurskifti
og kjakast um hesi viðurskifti uttan at risikera revsiákæru, óansæð um hesi
viðurskifti kunnu tyngja onkran. Í okkara parti av heiminum hava vit
talufrælsi, tað er sum kunnug sjálvt fundamentið undir frælsu pressuni og hetta
talufrælsið hava miðlar sum Dimmalætting og Kringvarp Føroya brúkt og strekt,
ikki minst tíðarskeiðið undir núverandi samgongu. Eg skilji væl, at onkrir
samgongulimir ynskja tíðindadeildina hjá Kringvarpinum langt burtur har sum
piparið grør, ikki minst, tá hugsað verður um Tollmálið og teir tvøru
journalistarnar, sum í einari TV2-kendari sending við ljóðeffektum, suspense og
tjubang prógvaðu, at sjálvur fíggjarmálaráðharrin hevur logið fyri Føroya fólki.
Men, sum vit øll vita av, so varð hann ikki dømdur fyri tollsvikið á sinni og harumframt
er málið aggamalt og tí hugsi eg, at fíggjarmálaráðharrin við sínum neyvu consiglieri
væl kann enda omaná, tá av tornar. So hevur hann vunnið. Spurningurin er bara um hann hevur tað og hvussu
er við talufrælsinum. Eg eri væl greið yvir, at talufrælsið ikki er tað sama
sum rætturin til frítt at fremja injuriir ella at forfylgja ávísum persónum,
men heilt erligt, so mugu ávísir persónar skikka sær ordiligt um teir ætla sær í ein landsstýrissess og detta gamlar beinagrindir úr skápinum, tá pressan fer at
kanna, ja so skuldi mann trúð, at tíðin er komin at leggja frá sær.
(KP)