Wednesday, July 31, 2013

Ólavsøkukabarettin framførd í kvøld og annaðkvøld!




Ólavsøkukabarettin verður spæld í sjónleikarhúsinum í kvøld mikudagin 31. juli kl 20.00 og hósdagin 1. august kl. 20.00. Atgongumerkjasølan til hesar sýningar byrjar kl. 19.00 í kvøld, mikukvøld. 







(KP)

Keisarans nýggju klæðir á tjóðpallinum

 
Tað er ein avbjóðing fyri mong okkara at lurta ordiliga, tá onnur tosa. Til dømis lurtaði eg ikki serliga væl, tá prestur prædikaði í dómkirkjuni ólavsøkudag, men eina løtu áðrenn nakrar keðiligar dómadagsfrasur gjørdi, at eg heilt misti uppmerksemið, helt eg, at hann var í holtur við at avmontera materialismuna.

Eina tílíka skjóta lítla avmontering kundu vit trongt til her heima. Vit hava nevniliga fingið nýtt sjónvarp. Eitt smartvarp kalla tey tað. Men so smart er tað nú heldur ikki, tí vit hava havt tað í ein heilan mánaða og eg havi ikki fyrr enn nú funnið út av hvussu mann finnur Kringvarp Føroya. Vit hava  heldur ikki havt nógva orsøk til tað, tí umframt, at ongi tíðindi eru at finna á hesari rásini, má eg tíverri staðfesta, at hon heldur ikki er kappingarfør, tá tað kemur til at fanga uppmerksemið hjá børnum ein hálvan tíma av og á hesar drúgvu feriudagar
Kringvarp Føroya hevur ein risa fyrimun, sum ongar aðrar rásir hava, henda rásin er á føroyskum. Málið, sum okkara børn fata veruleikan ígjøgnum. Kringvarp Føroya hevur eisini tann fyrimunin, at tey hava nøkur dugnalig fólk, ið gera góðskutilfar til børn, men kappingin er allíkavæl ov hørð frá útlendsku rásunum, sum í størri mun satsa uppá at koma við góðskutilfari til børn.

Men, vit hava tíbetur Tjóðpall Føroya, sum hetta summarið hevur valt at satsa uppá góðskutilfar til børn, nevniliga uppsetingina hjá Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð av ævintýrklassikaranum Keisarans nýggju klæðir. Henda uppsetingin er bygd á tað týdningarmesta, nevniliga virðing fyri børnum. Men hon er somuleiðis bygd á ein serstakan ans fyri at raka beint á ein serstakan barnahumor, ans fyri at halda uppmerkseminum hjá børninum, ans fyri tí svaka og tí poetiska, skjóta og seina, einfalda og rokaliga, fyri tí lætta og fyri tyngd. Tí sjálvt um leikurin er deiliga lættur, er hann eisini tungur. Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð geva ikki bara børnunum eina stuttliga uppliving, men eina nuanseraða og fleirtýðuga mynd, sum fær hjálpt teimum við at fata henda heimin og menniskjuni, fata materialismunnar árin á menniskju, fata fáfongdina, fata maktmál og guddómliga narsissismu.

Einki verður penslað út á ovurpedagogiskan hátt, men alt er har allíkavæl, eitt smartvarp, sum ikki er smart, ein prestur, sum brúkar ræðuorð, vaksin, sum ikki lurta, tá onnur tosa, politikarar sum marsjera gjøgnum býin í teirra fínasta skrúð og eitt fólk, sum ikki evnar, torir ella vil steðga teimum fyrr enn sjálvgleðin er total.

Tað kunnu vit sjálvandi eisini takka H.C. Andersen fyri, sum hevur skrivað eitt ævintýr, sum heldur ótrúliga nógv ár eftir at tað er skrivað. Men H.C. er ikki her, so í staðin takka vit Tjóðpalli Føroya, Katarinu Nolsøe og Hans Tórgarð.

(IS)

Tuesday, July 30, 2013

Listin heldur á!

Ólavsøkan hevur verið ógvuliga rík uppá dygdarlist hesa ferð. Og hóast ólavsøkan er at enda komin, heldur listin á m.a. í Listahøllini, har er opið! 













Hugnaligt sum í Nürnberg








Tað er ikki mongum beskorið heilar tvær reisur at verða siteraður í ólavsøkurøðuni. Men tað hevur Tóroddur Poulsen upplivað og tað sama dag sum danski ummælarin Lars Bukdal á sínum bloggi skýrdi Bloggodd at vera heimsin besta føroyska blogg á føroyskum. Sama um tað eru umpaprumpatónarnir hjá okkara elskaða Havnar Horn, sum skapa ein so hugnaligan stemning sum í Nürnberg ein sólskinsdag í 1939 ella um tað er Harra Hol ella viðmerkingar um reinliga íðinskapin, tá tað kemur til at spula, er speisemið hjá Tóroddi Poulsen eins bítandi hvasst og tað er stuttligt og ofta eru hansara eygleiðingar nokk so beinraktar. Við provokerandi sammetingini millum Havnina og Nürnberg stingur hann til blómandi nationalismukensluna, sum kann kennast fjálg eina løtu á ólavsøku, men sum søguliga hevur víst at vera heldur vandamikil hugni. Tóroddur Poulsen fer í øllum sum hann ger í móti tí pena, í móti hampiligheit og autoritetum og tað er hansara verk á ólavsøkuframsýningini eisini dømi um. Her eru nakrar myndir frá veggjamálingavirkseminum til Ólavsøkuframsýningina, umframt bloggleinkjur.Óskikkiligi "Harra Hol" er afturvendandi figurur í myndaheiminum hjá Tóroddi Poulsen og er útgjørdur við signaturinum hjá einum listamanni, ið kallar seg Bi Zarré. Myndir av Harra Hol eru altíð eyðmerktar ©Túalfagralandmíttproductions.







SPUL

Við slangu í hond. Spulislangu. Tey spula. Spula og spula og spræna tí tað er summar og allir vøkstir eru tystir. Tað er so hugaligt at spula. At halda í eini spulislangu. So fittligt at merkja trýstið í hondini. Og tey eru nakað tá tey spula. Spularar. Ein spulari við makt í sínum hondum. Og tá summarið er sovnað spula tey víðari tí alt er so skitið og tað er so gott at spula. Spula og spræna allan dagin langa og náttina við so alt verður so reint og pent.


http://bloggoddur.blogspot.com/

http://bukdahl.blogspot.com/


Verdens bedste færøske blog på færøsk

er selvfølgelig Tórrodur Poulsens Bloggodur, og det sker, man forstår det halve, og lige pludselig forstår man det hele:

TORSDAG DEN 18. JULI 2013


ATLANTIC

Vit komu í gjáramorgun klokkan fýra. Flúgvarin var fullur av øllum fólkasløgum og sandwichum úr Amsterdam. Smyrjiost á luftbreyð. So tit kunnu ætla at har var trongt at sita. Men vit fingu skumpað mjørkan til viks og lendu við lógvabrestum og so inn í ein buss at geispa víðari til Havnar.

MANDAG DEN 15. JULI 2013


STØVIÐ

Er eingin onnur meining við støvinum enn at skapa størv í støvsúgvaravinnuni?

FREDAG DEN 12. JULI 2013


??

Neandertaler ella emmentaler?
Ingen kommentarer

Marius Olsen í Ribarhúsi


Nú kunnu fuglfirðingar byrja at gleða seg, tí framúrskarandi listamaðurin Marius Olsen hevur listaframsýning í Ribarhúsi, Fuglafirði, frá 8. august til 3. september. Hansara myndir á Ólavsøkuframsýningini prógva, at listamaðurin er í listarligum toppformi, so tað verður spennandi at síggja eina serframsýning hjá honum.







(KP)

Monday, July 29, 2013

Ólavsøkuframsýningin 2013 læt upp í gjár


Í gjár læt Ólavsøkuframsýningin 2013 upp í Listaskálanum og eg tori at halda uppá, at tað var stak festligt. Har vóru um ikki 6000 fólk, so haldi eg, at vit vóru rættiliga nógv til fernisering og fólk ótu turran fisk og oliven og vóru so fitt og positiv, at eg misti pippið og gloymdi at taka myndir, men tað gjørdu onnur. Takk fyri tað og takk fyri eina deiliga løtu í gjár, tit listafólk og gestir. Ólavsøkuframsýningin er opin í dag frá klokkan tvey til átta.

Í sambandi við upplatingina helt eg eina røðu, sum tók støði í komandi fløguni hjá Teiti Lassen: 
"Tá Teitur Lassen herfyri presenteraði sína komandi fløgu Story Music, segði hann tað vera serliga umráðandi fyri hann, at hon varð framleidd heima í Føroyum, tí hann metti hana vera í ætt við ta serstøku føroysku søgusigaramentanina, okkara serliga áhuga fyri at siga søgur og at lurta eftir søgum, sum hevur verið náttúrligur partur av føroyskari almúgumentan langt áðrenn nakar yvirhøvur var komin í tankar um at tekna ella mála myndir . Hetta er nakað, eg havi hugsað eitt sindur um hesa vikuna, meðan vit hava hongt Ólavsøkuframsýningina upp, tí hon er full av søgum..." 

Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen

Tóroddur Poulsen

Silja Strøm 

Steinprentsúrvalið "Hvør fuglur letur við sínum nevi"  hongur væl

Jón Sonni Jensen eigur hetta vakra verkið úr latex

Elin J.Smith hevur tríggjar herligar tekningar við, niðri undir hómast vatnlitamyndir hjá Tóroddi Poulsen


Kurator og assistent, listamaðurin Jóhan Martin Christiansen saman við trimum flottum fýrum



Verkið Flaget hjá Dennis Agerblad

(KP)



Sunday, July 28, 2013

Góða ólavsøku!


Pápi mín helt altíð uppá, at tað onga meining gevur at ynskja góð jól ella góða ólavsøku fyrr enn á sjálvum degnum, men nú gera vit tað allíkavæl ólavsøkuaftan. Faroe Pride í gjár var fantastisk, aftur í ár var tað rørandi at síggja føroyska tollyndið staðfest. Um eina løtu fari eg niðan í Listasavnið, har Ólavasøkuframsýningin 2013 letur upp klokkan trý. Vit síggjast! Og um ikki har, so síggjast vit í býnum!

Her er skráin fyri ólavsøkuna: http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1528



(KP)

Saturday, July 27, 2013

Faroe Pride 2013 sjósett í dag


Myndin er frá framsýningini, sum LGBT skipaði fyri í sambandi við Faroe Pride í fjør. Tað var fantastiskt at vera við í Pride-skrúðgonguni í fjør, at merkja, at varhugin av, at vit ikki eru forstokkut, dømandi og stirvin, hevði hald í veruleikanum. Stóra Faroe Pride verður hildið 27. juli 2013 við almennari skrúðgongu og konsert í høvuðsstaðnum “lítla Ólavsøkuaftan”.

Teitur, Grandma ´s Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius Ziska og fleiri onnur fara at lutaka á tiltakinum í ár. Vegna sera stóra undirtøku í fjør, er tiltakið flutt av Tórsgøtu og oman á Kongabrúnna

27. juli verður aftur møguleiki at heiðra ymiskleikanum, tá LGBT Føroyar skipar fyri Faroe Pride. Hetta er fjórðu ferð, at Faroe Pride er á skránni í Føroyum. “Pride” er enskt orð, ið merkir at vera errin, og verður altíð brúkt til líknandi tiltøk uttanlands.

Talan er um árligt tiltak har samkynd, tvíkynd, transpersónar og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá føroyingum og setur fram ynski um líkarætt fyri allar borgarar í Føroyum.

Fríggjadagin 27. juli 2013 kl. 16.00 fer stóra almenna Faroe Pride skrúðgongan í gongd. Byrja verður við Gundadalshøllina, har hitað verður upp. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har enda verður niðri á Kongabrúnni við stórum ókeypis familjuvinarligum tiltaki.

Eins og í fjør, so fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er at veruliga seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætla LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

Tey luttakandi á tiltakinum á Kongabrúnni vera: Teitur, Grandma ´s Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius Ziska og fleiri onnur. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentarnarnevndin hjá Tórshavnar býráð, setur Faroe Pride 2013.

Tiltakið í fjør fekk sera stóra undirtøku og løgreglan metti, at talan var um meira enn 5.000 fólk, sum fyltu Tórsgøtu, meðan konsertin við Eivør, Nalju, 200 og øðrum fór fram. Avgjørt er tí at flyta tiltakið oman á Kongabrúnni í ár. Hetta fer at økja um trygdina á tiltakinum og fer samstundis at geva áhoyrarunum betri pláss.

Løgtingið verður setta á Ólavsøku, og í hesi tingsetinum fara Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen at leggja uppskot fram um at dagføra hjúnabandslógina, so samkynd í Føroyum eisini kunnu vígast borgarligt eins og allir norðulendsku grannarnir kunnu. Ein Gallup kanning vísti herfyri, at heili 68% av Føroya fólkið taka undir við lógaruppskotinum. Tí er hugsandi, at bardagin fyri javnrætti í hjúnabandslógini eisini fer at seta sín lit á ársins Faroe Pride.

LGBT Føroyar, ið er rørsla fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar í Føroyar, skipar fyri tiltakinum við stuðli frá og í samstarvi við Tórshavnar kommunu, umframt stuðli frá Eik Banka og Hotel Føroyum.

Friday, July 26, 2013

Tíðindaskriv: KEISARANS NÝGGJU KLÆÐIR

Barnasjónleikur á Ólavssøku.



Kenda ævintýrið hjá H.C.Andersen “Keisarans nýggju klæðir” verður nú sett upp sum sjónleikur á Tjóðpallinum.

Sum tey flestu vita, so snýr søgan seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir  og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan. Ein dagin koma tveir skræddarar, ið siga seg duga at gera tey fínastu klæðini í heiminum: Tey eru ósjónlig hjá ódugnaligum ella býttum fólki. Og hesi klæðini vil keisarin sjálvandi hava.

At lumpa seg sjálvan av berari forfongiligheit og ræðslu fyri sínum egna umdømi er eitt evni sum ongantíð er vorðið óaktuelt síðan H.C. Andersen skrivaði søguna fyri skjótt tveyhundrað árum síðan.

Tað eru Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð sum hava gjørt søguna til leik, við tí fyri eyga at gera hana so stuttliga og rokuta sum gjørligt. Tey bæði hava eisini átikið sær at spæla allar leiklutirnar sjálvi, so tað verður ein rokmikil og festlig uppliving hjá bæði børnum og vaksnum.  “Keisarans nýggju klæðir” verður framførdur á Ólavssøku, báðar dagarnar klokkan 16.00 og 18.00, á Tjóðpalli Føroya.
Atgongumerki fáast á info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning

Nýggjur føroyskur Faroe Pride sangur

Vit hita upp til Pride í morgin við einum spildurnýggjum heiðurskvæði til ymiskleikan. Vit eru øll ymisk, men sama slag.



Sangarar: Kári Jacobsen, Eyð Berghamar Jacobsen, Jens Marni Hansen, Arnfríð Lützen og Niels Arge Galán. Orð og lag: Kári Jacobsen.










(KP)

Thursday, July 25, 2013

Ólavsøkuframsýningin umboðar okkum øll



Ólavsøkan byrjar við teirri søguligu Ólavsøkuframsýningini, sum Listafelag Føroya skipar fyri á hvørjum ári í Listasavni Føroya. "Ólavsøkuframsýningin 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman" fevnir rættiliga breitt. Framsýningin er um somu tíð merkt av felagsskapskenslu, kærleika og speisemi. Hon er sett saman av bæði yrkis- og áhugalist, framsýningin verður sostatt mett at vera bæði favnandi og smøl, djúp og breið. Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan við hóskandi rómi eins og ein góð og gamaldags veitsla, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin er um somu tíð kuraterað og sensurerað. Millum framsýnararnar eru Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Steinprent, Anna Kathrina Højgaard, Tummas Jákup Thomsen, Marius Olsen, Steinprent, Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen. Ólavsøkuframsýningin fevnir sostatt um nakað av tí besta, vit eiga av føroyskari málningalist, bæði figurativari og nonfigurativari, konseptlist, foto, tekstillist, videolist, grafitti og grafikki, ið alt samalt verður sett saman við einum úrvali av øllum teim mongu myndunum, sum eru sendar inn til Ólavsøkuframsýningina. Sjálv uppsetingin av framsýningini er rættiliga serstøk og skuldi tryggja framsýningargestunum eina ordans ólavsøkuuppliving, har teir verða undirdýktir í myndum.
Hugsanin aftan fyri Ólavsøkuframsýningina í ár er at taka støði í upprunaliga konseptinum og at blanda avrik hjá leikum og lærdum. Ólavsøkuframsýningin í ár er fjølbroytt og tað munu vera útivið sjeyti ár millum elsta og yngsta luttakara á framsýningini, men tær gomlu málarahetjurnar eru eisini við á framsýningini. Millum áhugaverkini síggjast reproduktiónir av kendum verkum hjá Mikines, Ingálvi av Reyni osfr. 



Kjallaramálarin, fjøllistamaðurin og útisetin Tóroddur Poulsen hevur saman við soninum, Lukasi T. Sass ein rættiliga stóran leiklut sum veggjamálari, men harumframt hevur Tóroddur Poulsen eisini oljumálningar við á framsýningini og elasmáar vatnlitamyndir, ið leiða áskoðaran oman í kjallaran, har "Harra Hol" heldur Ólavsøku aftur við syruta videolagnum, sum áhugaverdi listamaðurin Dennis Agerblad úr Vestmanna hevur gjørt til yrkingina "Flaggið/Flaget" hjá Tóroddi Poulsen. Hefyri gav hann út fløgu við tulkingum av yrkingum hjá Tóroddi Poulsen á føroyskum og donskum. Óskikkiligi "Harra Hol" er afturvendandi figurur í myndaheiminum hjá Tóroddi Poulsen, hann er útgjørdur við signaturinum hjá einum listamanni, ið kallar seg Bi Zarré og er altíð eyðmerktur ©Túalfagralandmíttproductions. Tóroddur Poulsen eigur somuleiðis myndina á plakatin, sum verður framleidd til Ólavsøkuframsýningina. Í serstaka verkinum "Sunnumorgun" hjá Tummas Jákupi Thomsen úr Gøtu hómast sama slag av kerligum speisemi í rúmligu installatiónini, sum ímyndar eitt fittligt bygdarlag við pílahúsum, kirkju og bilum.
Jóhonnu av Steinum kenna vit sum dugnaligan og vælumtóktan sniðgeva úr Havn, sum býr í Keypmannahavn. Hetta er fyrstu ferð, hon tekur lut við myndlist, sum hevur fingið heiðursplássið undir liðini av sjálvum nestorinum innan føroyska list, grundleggjaranum av føroysku myndini av bygdini við sjóvarmálan. Men meðan Zacharias Heinesen skapar glitrandi mynstur á løriftinum við støði í náttúrunar ljósi og vætu, fer Jóhanna av Steinum hin vegin, tá hon umskapar mynstur til eitt slag av rúmligum stjørnukortum, sum eru bundin og sum hon hevur gjørt við íblástri í figuratiónum hjá Hanna Bjartalíð, ið er úr Klaksvík, men hevur búð í Finnlandi í mong ár. Tey trý træobjektini hjá Hanna Bjartalíð minna eitt sindur um smáttur ella lívbjargaratorn, men tey eru í veruleikanum uttan funktionalitet eins og hugtakandi kvirrar og kenslubornar standmyndir úr lívrunnum endurnýtslutilfari. Mynstrini hjá Silju Strøm úr Vestmanna bera av øllum í fínleika í tveimum smáum myndum, sum ikki tykjast endurspegla veruleikan, men sum onkursvegna viðgera tað menniskjagjørda og kunstiga.
Ólavsøkuframsýningin 2013 er sett saman av fleiri smærri framsýningum, t.d. hevur kuratorurin valt út myndir í Steinprenti út frá heitinum "Hvør fuglur letur við sínum nevi". Grafikkúrvalið er á so mangan hátt dømi um fjølbroytnið í framsýningini, sum eisini telur útlendskar framsýnarar. Umframt fuglar er eisini vorðið pláss til nakrar fínar, humoristiskar seyðalýsingar hjá Fríðu Matras Brekku, sum saman við Jan Andersson hevur Steinprent á Skálatrøð í Havn. Náttúra og serliga fuglar hugtaka danska listamannin og veiðumannin Svend-Allan Sørensen, og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum vórðu lýstir í víðagitnu bókini "Walden - Life in the woods". Men tó at myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, innihalda tær einki naivt ynski um at venda aftur til náttúruna. Heldur er talan um subtilt og rættiliga poetiskt skemt av tí álvarsliga slagnum, og myndirnar eru konseptuellar. Talan er til tíðir um tautologiskar staðfestingar, har tað á ymsan hátt verður sipað til tað sama fyribrigdið. Á sama hátt stendur orðið FUGL skrivað á dekorativu fuglamyndini hjá danska listamanninum Erik Heide, sum hevur vitjað í Føroyum og sum í fleiri umførum hevur arbeitt í Steinprenti. 
Partar av Ólavsøkuframsýningini 2013 eru eins og tysjandi aldur av myndum, meðan framsýningin aðrastaðni er meira stýrd og einføld á sama hátt og vanligar yrkislistaframsýningar. Marius Olsen og Hansina Iversen eru bæði úr Havn, hann býr í Finnlandi og hon í heimbýnum og tey sýna hvør í sínum lagi fram fýra dygdarverk, sum tó at tey eru ávikavist figurativ og nonfigurativ, tala til hvørt annað og skapa eina fjálga og klára harmoni, ið breiðir seg um alt framsýningarrúmið yvir til tey vøkru, men meira hugsaðu verkini hjá Jóhan Martini Christiansen. Hansara trý tekstillistaverk eru seymað burtur úr seingjarklæðum hjá listamanninum, sum arbeiðir eitt sindur øvugt av readymade. Verkini eru ikki klár, fyrr enn listamaðurin er liðugur at seyma og forma tey eins og smáar søgur um tilveruna, sum hanga uppi á vegginum. Ólavsøkuframsýningin umboðar okkum øll, hetta sæst ikki minst í rørandi fotomyndarøðini hjá Onnu Kathrinu Højgaard úr Havn, sum vísir á vakurleikan í teimum ymisku tíðarskeiðunum í lívinum. Portrettmyndirnar av eini kvinnu, sum hevur mist hárið av sjúkuviðgerð eru stórslignar lýsingar av skroypiligu tilveruni.
Komið øll og upplivið hesi nevndu verkini, umframt hópin av øðrum verkum á Ólavsøkuframsýningini 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman. Kurator: Kinna Poulsen. Listafelag Føroya skipar fyri. Stuðlað framsýningini: Okkara og Føroya Bjór. Fernisering verður ólavsøkuaftan 28.juli klokkan 15. Framsýningin er opin frá klokkan 14-20 ólavsøkuaftan og ólavsøkudag.

Kinna Poulsen





Wednesday, July 24, 2013

Ólavsøkuframsýningin 2013 - Fyrireikingar



Ólavsøkuaftan klokkan trý feira vit listina á Ólavsøkuframsýningini 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman, undirheitið, sum ikki útihýsir nøkrum, tí eisini útlendingar eru umboðaðir á Ólavsøkuframsýningini 2013. Tjóðskaparliga klingandi heitið riggar sjálvandi til tjóðarhøgtíðina, men tulkingin hjá Tòroddi Poulsen tryggjar okkum eitt skálkabros aftrat heitinum. Tað gongur væl at heingja upp og regera uppi í Listasavninum, eg ætli mær so øgiliga nógv og nógv ber til við góðari hjálp frá Oggi Lamhauge og Jóhan Martin Christiansen, sum hjálpa mær at realisera hugskotini. Sum tað sær út beint í løtuni verða yvir 40 luttakarar við á ársins Ólavsøkuframsýning, neyvari upplýsingar koma seinni. 

Jón Sonni Jensen 

Oggi Lamhauge ornar fyri

Feðgar prýða kjallaran


Dugnaligi Lukas Tóroddur Sass

Jón Sonni og Jóhan Martin halda eini mynd meðan Oggi er farin eftir hamara og seymum

Sær út til, at Harra Hol vitjar á Ólavsøkuframsýningini



Hanni Bjartalíð og Hansina Iversen

Ein rúgva av tilfari er komið inn


Í dag kemur tann stóra avbjóðingin at fáa allar tær nógvu myndirnar at passa saman





(KP)




Tuesday, July 23, 2013

Summarheystólavsøkuframsýningfernisering


Tey, ið eru við á framsýningini í ár, eru: Andrias Andreassen, Bárður Jákupsson, Bjarne Werner Sørensen, Brandur Patursson, Hansina Iversen, Hjördis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen og Zacharias Heinesen. Gestur er Ilona Raipala úr Finlandi.


Framsýningin er opin hvønn dag 15-18




 
Hansina Iversen

Tóroddur Poulsen



Brandur Patursson


Hjærdis Haack

Andrias Andreassen

Zacharias Heinesen

Torbjørn Olsen

Borgný og Tróndur

Sif Gunnarsdóttir