Sunday, March 31, 2013

Føroysk filmslist á ferð í Føroyum



Í døgunum 1. til 10. apríl fáa føroyingar ein forkunnugan møguleika at vera vitni til føroyska filmslist, soleiðis, sum hon skal njótast.


Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen, sum dagliga starvast á filmsverksmiðjuni Klippfisk, hava tikið stig til at savna saman 8 føroyskar filmsframleiðslur, allar framleiddar innan seinasta árið. Føroyska filmslistin virkar innan sera avmarkaðar karmar, og hjá evnaríku og eldhugaðu framleiðarunum er tað flest altíð hugurin, ið drívur verkið. Hetta viðførir, at tað sjáldan er fíggjarligt grundarlag fyri at sýna tað, ið verður framleitt, í biografum ella tí, sum líkist. Maria og Rógvi hava tískil gjørt av, at tíðin er búgvin at sýna fram tað, sum kreftirnar innan fakið hava at bjóða. Tey fara at ferðast kring landið at seta karmarnar til eitt biografkvøld upp, har fólk kunnu keypa atgongumerki til at síggja hesar 8 filmarnar, sum eru ymiskir í longd, tema og framleiðsluhátti.
Ferðaætlanin sær soleiðis út:


1. apríl - Oyrabakki, Eydnan
2. apríl - Runavík, Løkshøll
3. apríl - Klaksvík, Atlantis Bio
4. apríl - Vestmanna, Staðið
5. apríl - Miðvágur, Miðvágs skúli
6. apríl - Vágur, Vágs skúli
7. apríl - Tvøroyri, Seglloftið
8. apríl - Nólsoy, Royndarhúsið
9. apríl - Skálavík, Depilin
10. apríl - Tórshavn, Havnar Bio


Fólkið handan filmarnar er eitt fjølbroytt úrval av bæði væl etableraðum listafólki við drúgvum royndum innan fakið, eins og blaðungum aspirantum, sum stremba eftir at gera seg galdandi á stóra løriftinum.


Skráin, ið kvøldini hava at bjóða, sær út sum fylgjandi:


A Hipstory – Heiðrik Á Heygum
Svartideyði – Rani Petersen
Ein Vitjan – Nóllywood
Einsemi – Skeið fyri framhaldsflokkar
Mist – Annika Á Lofti
Ongin Konflikt – Bjarki Thomsen
Gló(ð) – Sára Wang & Maria Winther Olsen
Summarnátt – Sakaris Stórá
Allar sýningar byrja kl. 19:00, og atgongumerki fáast ein tíma undan sýning fyri 60,-

Páskaheilsan



Við hesari framúrskarandi og - halda vit - rættiliga páskaligu myndini hjá Tóroddi Poulsen - hon hevur einki heiti, men kundi jú itið Ecce Homo - ynskja vit øllum okkara lesarum einar gleðiligar páskir.






(KP)



Saturday, March 30, 2013

Blómumálningar - samleiki og náttúrusøga



Partur av mynd av ‘syrgi iris’ (Iris susiana L.) frá Gottorfer Codex frá 17. øld. Teknað av Hans Simon Holtzbecker. Kelda: Statens Museum for Kunst.

“Blomster og verdenssyn” á Statens Museum for Kunst.

Júst komin aftur úr Amsterdam var tað mikið stuttligt at leggja leiðina fram við framsýning á Statens Museum for Kunst, ið leggur dent á eldru modernaðu tíð og fram til upplýsingstíðina og ikki minst spælir Holland og hálendsk list og stilleben ein avgerandi týdning. Navnið “Blomster og verdenssyn” er væl valgt, men framsýningin fevnir ikki um blomsturmyndina í t.d. romantiska tíðarskeiðinum ella í okkara tíð. Tey vita helst sum er, at um tey seldu framsýninga sum eina framsýning um eldru modernaðu tíð - frá renessansuni og teirra raritetskabinettum og fram til upplýsingartíðina og svian Carl von Linné – so komu folk kanska ikki í sama tali sum nú. Tað hevði verið áhugavert at sæð hvussu modernaði listafólk hava fingið íblástur frá eldri tíðar blómumyndum.

Barokkhavar og herbarium


                            

Frá blómubókini Gottorfer Codex frá 1600talinum. Kelda: Statens Museum for Kunst.

Framsýningin fevnur um eini 200 árs blómumálningar. Frá einari ørgrynnu av vøkrum hálendskum kyrrlutamyndum til Gottorfer Codex, ið er ein nýresturaurerað blómubók frá 1600talinum. Navnið “Gottorfer” kemur av slottinum Gottorp Slot í Slesvig, ið einaferð var donsk ogn. Tað var Christian III, ið gav bróðuri sínum prins Adolf slottið í 1544. Frá 1544 til 1713 livdu gottorpskir hertugar á slottinum. Slottið kom at gerðast ein sentur fyri list og vísundi. Frá 1637 kom gongd á at gera ein botaniskan hava og tað vóru hesar blómur sum Hans Simon Holtzbecker málaði í bókini Gottorfer Codex. Í havanum kundi man finna sjáldsamar plantur frá øllum heiminum.
                      

                      Frá Gottorp Slot í dag. Kelda: Gottorp Slot.

Frá renessansuni til Carl von Linné


Carl von Linnésa verk Systema Naturae frá 1735.

Framsýningin er musealt heilt væl frágingin. Tey hava lagt niður eitt trýdeilt tak um myndirnar. Har kronologiska gongdin gongur frá, tí súmbolska og til vísundakenda hættin at hyggja eftir blómum og náttúruni. Soleiðis síggja vit hvussu ein mynd av einari blómu er ein partur av tíðini hon var málað ella teknað, men eisini fáa vit innlit í eina tíð har menniskja stóð millum ein súmbolskan heim eykendan av trúgv og hvussu náttúrusøgan og vísindi komu at varpa nýtt ljós á blómumyndir. Tað er bert keðiligt at tá vit at enda í framsýningini koma fram til hin áhugaverda Linné sleppa vit bert at síggja hansara klassifikatiónsskipan frá 1735 og ikki so frægt sum eina mynd av blómum ella djórum.


Stilleben, Blómur. Hans Bollongier (1623-1672) málningur frá 1639 av kendu Semper Augustus tulipanini.

Blómur, listakømur og raritetskabinettið

Frans II Francken (yngri), Kunstkammer, 1636.
Botanisk søvn siga søguna um Europa, tí hesi søvn av plantum og djórum vóru  høgt í metum. Botaniskir havar eru tí eins og søguligir bygningar ein partur av einari kapprenning og samanbering millum europeiskar tjóðir, ríkmenn og kongahús. Bókasøvn, herbarium (plantusøvn) og djórasøvn komu at gerast ein partur av leitani eftir tí serliga í tjóðarinnar mentanararvi. Soleiðis eru myndir av blómum og urtum, sum vit síggja tær á plansjum og í søvnum av plantum, partar av sosialu, mentanarligu og økonomisku søguni í Europa. Umframt alt hetta, hava myndir av plantum stórt listarligt, metaforiskt og fagurfrøðisligt virði.
              
                              
Levinus Vincent Wunderkammer.
Millum resessansuna og endan á 18. øld vóru náttúrugranskarar ávirkaðir av tankanum um tað ‘kuriøsa’, ella tað sjáldsama. Um tað so vóru fornlutir, náttúrufyribrigdi ella annað. Best var um hesir vóru sjáldsamir, ‘abnormir’, vanskaptir ella mutatiónir. Leitanin eftir tí heilt serliga innan flora og fauna, tað kundi vera einhyrningar, vanskapningar og ótrúlig djór innan náttúrusøgu, sæst aftur í realistiskum tekningum og málningum av fuglum, fiski, plantum men eisini av fólkum og teirra mentan. Í føroyskari tilvitanarsøgu kenna hetta frá Lucas Debes, ið var áhugaður í tí sjáldsama. Hann hjálpti tí lærda Th. Bartholin í 1673 at gera ein lista yvir trettan ‘raritetir’, ið bert funnust í Føroyum, serligar sjúkur, djór sum hin hvíti ravnurin og m.a. ein havfrúgv í Suðuroy. Áhugin fyri náttúrufyribrigdum og náttúrusøgu í eldri modernaðu tíð var samanvovin við áhuganum fyri list og vakurleika. Tað var eins náttúrlig fyri Ole Worm at savna sjáldsom djór sum kvæði og at skriva søgu alt í senn.
Eitt ’raritetssavn’ við djórum og plantum. Ferrante Imperato Dell'Historia Naturale, 1599.
Raritetskabinett og ‘wunderkammer’ vóru eisini partar av europeiskari gransking og kanning av heiminum, eins væl og partar av umsitingini hjálondum. Raritetskabinettið komu undan okkara tíðar museum, men munurin á teimum og okkara tíðar museum er at tey ikki settu lutir hvør sær og tey sýndu mangan fram stórar mongdir av tí sama. Seinni kom upplýsingartíðin at leggja meiri dent á skipanir, hetta síggja vit eitt nú hjá Svabo. Eisini kyknaði áhugin fyri náttúrini á ein annan hátt sum ein leitan eftir tí sum er stórbært, sublimt og náttúrusublimt.

 Djevulin hyggur eftir tulipanhandilsmonnunum, sum sita á eini bar, meðan Flora sleppur sær til rýmimgar á einum esil. Satiriskt koparstikk um tulipankreppuna í Hollandi í 1637. Kelda: Statens Museum for Kunst.

Blómur fingu so stóran týdning at tær komu at gerðast partar av fyrstu spekulatiónsbløruni í heiminum, kallað tulipankreppan. Fram til 1637 vóru góðar tíðir í Hollandi, landið var eitt heimsentrum fyri vísund, vinnu og handil. Vandi er tó í hvørjari vælferð. Prísurin á tulipanleykum kom at gerðast so høgur at ein tulipanleykur kundi vera seldur fyri tíggju árslønir hjá einum hondverkara. Endin var sjálvandi at allur marknaðurin breyt saman, ið sjálvandi er áhugavert í mun til okkara tíð.



Apur klæddar sum fólk í Hollandi í 17indu øld, ið selja tulipanir. Ein satiriskur málningur um heimsins fyrstu fíggjarligu ’bløru’. Málningur eftir Brueghel Yngra, uml. 1640. Frans Hals Museeum, Haarlem Holland.

Sjálvt um framsýningin ikki heilt heldur tað hon lovar, so er tað áhugaverda, at hon megnar at samanfatað bæði náttúrusøgu, listasøgu og mentanarsøgu.
Ein várlig framsýning, nú várið er í nánd - sum Morten Nielsen tók til:

Verden er våd og lys –
himlen er tung af væde …

Hjertet er tungt af lykke,
lykkeligt nær ved at græde.

Fleiri framsýningar innan sama tema í økinum:

Tað ber eisini til at síggja meiri um blómur í nýggja sokallaða Parkmuseerne, ið eru Davids Samling, Filmhuset, Den Hirschsprungske Samling, Rosenborg Slot, Statens Naturhistoriske Museum og so Statens Museum for Kunst. Rosenborg Slot vísir kenda porselenstellið frá 18indu øld Flora Danica. Seinni hava tey eina framsýning við Maria Sybilla Merian (1647-1717), ið framum at vera skordjórafrøðingur og plantufrøðingur eisini var blómumálari.

                    
Rosenborg Slot hava eina framsýning við Maria Sybilla Merian (1647-1717), ið umframt at vera skordjórafrøðingur og plantufrøðingur eisini var blómumálari. Kelda: Rosenborg Slot.

            


Flora Danica terrin málað við rosa cinnamonea. Stellið varð framleitt frá 1790-1802 sum ein gáva til Kathrinu Stóru av Russlandi frá Kong Chr. VII. Stellið hevur ikki minni enn 1802 partar, 1530 eru til enn. Kelda: Rosenborg Slot.

Botanisk Have hevur sjálvandi livandi blómur og Statens Naturhistoriske Museum hevur eisini eina framsýning um Flora Danica har Niels Borch og eitt tal av donskum listafólkum hava nýtulkað eina mynd frá Flora Danica. Hesi eru: John Kørner, Tal R, Per Kirkeby, Marianne Grønnow, Lise Blomberg Andersen, Danh Vo, Trine Søndergaard og Nicolai Howalt, Morten Schelde, Erik A. Frandsen og Peter Holst Henckel
Davids Samling hevur eina framsýning um blómur innan islamiska list.

 

Miniatura, Sita vil burtur frá Hanuman, India, 1594. Kelda: Davids Samling.



                                            Frá filminum American Beauty. Kelda: Filmhuset.

Filmhúsið hevur filmar um og við blómum, romantiskar myndir og ímyndir, ironiskar og metaforiskar. Og á Den Hirschsprungske Samling hava tey eina framsýning av vármotivum.


”Vár”, Harald Slott-Møller (1864-1937). Kelda: Den Hirschsprungske Samling

Tíverri ber ikki til at keypa eittans atgongumerki til allar framsýningarnar, men Filmhuset, Davids Samling eru ókeypis.

Kim Simonsen





Friday, March 29, 2013

Zacharias Heinesen- IKON


Orðið ikon kemur úr grikskum. Eikon merkir mynd, eftirgerð ella líkskapur.
Ein ikon er ein halgimynd, kultlutir í ortodoksu kirkjuni, sum vit vita um hava verið gjørdir síðan fjórðu øld eftir Kristi føðing. Ikonir kunnu hava frásagnarligt innihald ella vera portrett av bíbilskum persónum, men endamálið við ikonum er ikki at endurgeva ítøkiligan veruleika, men harafturímóti gjøgnum kompositión, litaval og stilisering at vera ein spegling av einum himmalskum veruleika.
Innan semiotikkin eru ikonir visuel tekin, sum vísa líkskap við tað, sum tey vísa til. Tosað verður um ikonicitetin í myndini og um sambandið millum framburð og innihald. Men tað er ikki vist, at ikonisk tekin spegla veruleikan, tey kunna eisini framseta abstraktiónir og vísa líkskap við hugskot og hugsanir heldur enn við tann ítøkiliga sjónliga veruleikan.
Verkini hjá Zachariasi Heinesen eru ikki religiøs, men tey hava nakað annað, sum minnir um ikonir og tað er, at tey ikki eru myndlýsingar av veruleikanum, men speglingar av veruleikanum av landslagnum sum eru skapaðar gjøgnum tilvitað formlig val. Hesi val; tann nonfigurativa, konstruktiva kompositiónin, darrandi flykrandi litsamansetingarnar og tey stiliseraðu dekorativu mynsturspølini á flatanum eru ikki til staðar bara fyri at vísa hvussu landslagið sær út, men fyri at skapa ein myndarinnar egna veruleika. Ein veruleika, ið líkist landslagnum.
Á sama hátt sum religiøsar ikonir verða dyrkaðar eins og átrúnaðarligir lutir í sær sjálvum og ikki bert verða dyrkaðar fyri teirra myndevni, eru verkini hjá Zachariasi Heinesen fyrst og fremst myndir í sær sjálvum. Tey spegla ein veruleika og tey spegla hugsanir og hugskot heldur enn at myndlýsa tey og sostatt er tað tilveran hjá myndini sum mynd og hennara egni veruleiki, sum hevur eina serliga hugtakandi megi, og ikki landslagið.
Verkini hjá Zachariasi Heinesen hava ikonstatus, tí tey hava verið við til at broytt okkara áskoðan á føroyska landslagið og tí tey hava stovnað ein myndaframburð, sum hevur fingið stóran týdning fyri onnur føroysk listafólk. Verkini eru ikonir, tí Zacharias Heinesen hevur megnað at gera teirra myndaligu tilveru, teirra egna veruleika so undurfult sterkan og nærverandi.
(IS)

Thursday, March 28, 2013

Málningaframsýning í Gøtu á páskum

Henda myndin hjá Tummas Jákupi Thomsen var við á Heystframsýningini 2011

Sum nakað serstakt, so fara í páskadøgunum frá leygardegnum 28. mars til og við 01. apríl fimm fólk úr Gøtu at hava málningaframsýning í Valhøll í Syðrugøtu. 

Hetta er fyrstu ferð, at tey fimm framsýna saman, og eru tey øll ymisk á sín hátt:

Torgunn Eliasen er ættað úr Leirvík og býr í Gøtu. Torgunn byrjaði av álvara at mála í 1998 og hon hevur tikið nøkur skeið í tekning og máling og málar í frítíðini. Torgunn hevur verið við í fleiri framsýningum áður, t.d. hjá Lions. Hon hevur havt málningar hangandi til framsýningar í peningastovnunum í Gøtu og í LM handlinum á Kambsdali.

Tummas Jákup Thomsen er sjálvlærdur í listarligum høpi. Hann hevur sýnt fram bæði her heima og uttanlands síðani 1976. Serliga er tað tekningin, sum hann hevur havt stóran tokka til hesi árini. Onkra "installatión" hevur hann tó eisini fingist við, eitt nú tá hann sýndi fram " fjallabilin" í Arkení DK og tær 2016 fotomyndirnar, sum vóru viðgjørdar og avbleiktar við klorin. Í 2011 myndprýddi hann nýggja tilbygningin í Gøtu Skúla við 17 tekni/málningum. Tummas Jákup hevur luttikið í ymiskum í listarligum høpi, eitt nú Køsturin á tí eina G! festivalinum og uttanlands á listarsymposium í Kekkia, listarkollegium í Rom og fekk listauppihald í Oslo á Edvard Muncks Ekely í 2000. Hann sigur, at tað týdningarmesta hjá honum er gleðin við at skapa, og at kunna siga frá onkrum, hann ikki kann seta orð á, við myndum. Tá Tummas Jákup teknar og málar, so er tað ein háttur at samskifta við onnur uppá. Fyri hann er hetta eisini ein grøðandi tilgongd av mongum ið hann ynskir at fáa skil á. Hann heldur, at kanska fær hann sjálvur tað ongantíð at vita og heldur eisini, at tá vit skilja okkurt, ella hava fingið svar, fara vit víðari og spyrja enn fleiri spurningar og verða í grundini ongantíð nøgd.


Petur Mikkelsen, ella betri kendur sum Petur Prent, hevur teknað síðani hann kann minnast. Tað fyrsta hann gjørdi í litum vóru vatnlitsmyndir (farvilada). Málaði sín fyrsta oljumálning sum 12 ára gamal. Aftaná lokið prógv sum prentari var meiningin at fara á tað Kongaliga Kunst Akademiið í Keypmannahavn. Soleiðis bleiv ikki, hann arbeiddi sum prentari nøkur ár. Síðani kom ein ógvuliga baldrut tíð sum drykkjumaður, men sum tey gomlu siga, hann legði av - propp í fløskuna! - Síðani, hevur listin verið hansara terapi, arbeiði og hansara allarstørsti áhugi. Lino og træskurðar hevur hann gjørt nógvar - Petur er sjálvlærdur.

Marjun Joensen, byrjaði sum fleiri onnur at ganga til listamáling á kvøldskúla hjá Jóannes S. Hansen seinast í áttatiárunum og gjørdi hon hettar í nakrar vetrar. Í kjalarvørrinum av hesum kvøldskúla arbeiði, varð Marjun við til fleiri framsýningar hjá Lions. Hóast hon ikki hevur havt framsýningar seinastu árini, hevur hon tó verið virkin og altíð málað av og á.

Maigun S. Othamar, hevur málað oljumálningar síðani seinast í áttatiárunum. Tað var sum so ofta áður Jóannes S. Hansen, sum kveikti áhugan fyri at veruliga fara at mála. Maigun hevur tó altíð teknað. Tíðliga í 70´unum hevði hon eitt brævskeið í nøkur ár við kenda listamannin Åge Skjold, sum eisini eggjaði hana til at útbúgva seg innan myndlistina. Maigun hevur havt framsýningar sum nógv onnur til Lions tiltøk, eisini hevur hon sýnt fram í Íslandi á WestNordic Culture House. Seinasta heyst hevði hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík .
Framsýningin letur upp Skírishósdagin kl. 16:00. Tónleikarin Lyon Hansen syngur nøkur av sínum eyðkennisløgum og Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini í Eysturkommunu heldur røðu. 
Framsýningin letur upp Skírishósdag kl. 16:00 og er opin í páskadøgunum soleiðis:

28/3 - Skírishósdagur          16:00 -20:00 fernisering
29/3 - Langi fríggjadagur     14:00 -18:00
30/3 - Leygardagur             14:00 -19:00
31/3 - Fyrri páskadagur      14:00 -18:00
01/4 - Annar páskadagur    14:00 -18:00










Wednesday, March 27, 2013

Føroyingur við í fagnaðum donskum leiki



Sjónleikarin Kjartan Hansen úr Havn greiddi í gjár frá í In Mente í útvarpinum, at hann er við í einum leiki í Keypmannahavn, sum eitur Súreplið. Leikurin snýr seg um ein foreldrabólk í einum barnagarði og hevur fingið rættiliga nógv og lutfalsliga góð ummæli. Sjónleikararnir verða róstir: "Tina Gylling Mortensen er forestilingens midtpunkt og investerer al sin varme og moderlige rummelighed i kvinden, der forstår at tackle forældregruppen, indtil en lille gnist sætter utilfredsheden i skred og får aggressionerne helt ud af kontrol. Og rundt om hende trives de spidsformulerede karikaturer: Claes Bang som den primitive skiderik med den hysteriske eksjunkie-kone, som Nanna Bøttcher giver frit løb. Det ellers så sympatiske bøssepar, spillet af Troels Thorsen og Ulver Skuli Abildgaard, hvis velopdragenhed viser sig at skjule voldsomme uoverensstemmelser og lig i lasten. Læg dertil det egoistisk indstillede karrierepar, kynisk gengivet uden formildende omstændigheder af Mirjana Jankovic og Kjartan Hansen. Med den enlige mor, »fødemaskine på socialhjælp«, som Josephine Park giver en tryghedssøgende skrøbelighed, der er tæt på at bevæge, som en slags kastebold midt i det hele..."
Lesið nøkur av ummælunum her:


(KP)

Tuesday, March 26, 2013

Føroyingar við á framsýning í Hjørring


Leygardagin læt upp ein jubileumsframsýning í Hjørring í Vendsyssel Kunstmuseum í sambandi við fimti ára føðingardag savnsins. Framsýningina "Tíð og tekin" hevur listamaðurin Svend-Allan Sørensen kuraterað við eini samanseting millum verk hjá savninum og verk hjá 9 donskum samtíðarlistafólkum: Gitte Bach, Milena Bonifacini, Dorte Buchwald, Malene Hartmann, Søren Jensen, Søren Martinsen, Knud Odde, Daniel Svarre og Ida Sønder Thorhauge. Vit kenna Svend-Allan Sørensen frá fleiri framsýningum í Steinprenti, har hann hevur havt fleiri arbeiðsuppihald og á framsýningini kenna vit fleiri verk aftur, sum eru framleidd í Steinprenti, m.a. síggja vit ta framúrskarandi portrettmyndina av Steffani Danielsen, sum Knud Odde gjørdi og eisini er eitt einastandandi vakurt steinprent hjá Hansinu Iversen við umframt myndir hjá Fríðu Matras Brekku, Torbirni Olsen, Bárði Jákupsson, Tróndi Patursson og Mikines.
Vendsyssel Kunstmuseum

Kurator Svend-Allan Sørensen, Hansina Iversen saman við tveimum donskum listakvinnum


Framsýningin sær spennandi út, uttast til høgru er ein mynd hjá Hansinu Iversen


Aftast síggja vit Steffan Danielsen í steinprenti hjá Knud Odde




(KP)









Nú hitar sólin bjarta...




Nú hitar sólin bjarta land og hav,
í urtagarði fagrar blómur anga,
firvaldar flagsa, ongan mást tú fanga.
Týn ei tað lív, sum sólin veingir gav!

Vilt tú sum eg, í hond vit taka stav
og burt frá bygdum langar leiðir ganga,
vit dvølja millum heygar løtu manga,
tá vaknar mangt, sum fyrr í barmi svav.

Í sólarbrandi glógva fjøll og sker, -
og varrar mynnast, veitst tú nakað betur ?
Kring heyg og túgvu heiðafuglur letur
frá morgunstund, til sól til viða fer.

Mynd: Anker Mortensen
Yrking: Hans Andrias Djurhuus

Monday, March 25, 2013

"Abbi og abbabørn" skapa tónleik


Undir yvirskriftini "Abbi og abbabørn skapa tónleik" verður konsertin sum Gustav Mahler Jugendorchester hevði í Wien undir leiðslu av Herbert Blomstedt róst upp um bæði oyru av ummælaranum í Der Standard. Jákup Lützen úr Havn spælir brasch í orkestrinum og kann gleðast um, at júst bratschirnar verða tiknar fram av hugtikna ummælaranum. Tað er tann 85 ára gamli dirigenturin Herbert Blomstedt, sum er konsertabbin, men virðingin fyri honum er sera týðilig og hann er eisini víðakendur um allan heim. Fantastiskt hjá Jákupi at sleppa at uppliva at verða dirigeraður av einum so dugnaligum dirigenti í heimsklassa.

"...Blomstedt lässt Bruckner sachte tanzen, singen, er gestaltet Phrasen wie etwa das Thema der Bratschen im 2. Satz sorgsamer als mancher Lied-Sänger seinen Schubert (wofür die Stimmgruppe auch einen Sonderapplaus einfuhr). Das GMJO, der Orchesternachwuchs Europas, folgte feinfühlig, virtuos und freudvoll: perfektes Teamwork der Großvater- und der Enkelgeneration..."

Lesið alt ummælið her:

http://derstandard.at/1363705887136/Opa-und-Enkel-machen-Musik





(KP)





Fjøllini dansa


Fjøllini dansa ljóðar sum ein umskriving av eini yrking hjá Jóanesi Nielsen, Fjøllini standa úti, ið nógv kenna frá sanginum hjá Orka. Men Fjøllini dansa er ein ungdómsmentanarbloggur hjá fimm føroyskum gentum. Hann snýr seg um móta, film, tónleik og tankar um tilveru og samfelag hjá Aldu, Emilju, Anny, Sissal og Unu. Eg finni ikki nakra presentatión av teimum sum so, men tær eru ungar og tykjast sera tilvitaðar um útsjónd, stíl, men eisini um list. Tað sær út til, at tær politiskt eru tjóðveldisáhugaðar, eg síggi í hvussu so er ikki nakran annan flokk nevndan og so er Sirkus og endurnýtsluhandlar eftir øllum at døma sakin, so genturnar munu vera eitt sindur hipstarasligar. Hetta er ein ein áhugaverdur bloggur, sum gevur innlit í hvat ein partur av okkara ungdómi ger og hevur áhuga fyri. Fjøllini dansa skulu hava okkara besta viðmæli, eg seti inn nøkur brot úr blogginum og leinkjur. 







"Tað er Valentine's Dagur, kærleikans dagur. Dagurin, har pør kring allan heim vísa sín kærleika fyri hvør øðrum eyka nógv. Men hvat við okkum einsamøllu? Hvørjum skulu vit vísa okkara kærleika fyri? Okkum sjálvum, sjálvandi!
Men hvussu?

  1. Ger tað, sum tú elskar at gera.
  2. Les eina góða bók.
  3. Hygg eftir tínum yndis filmi við onkrum leskiligum afturvið.
  4. Far til nýggja, føroyska leikin Sár á Sál á Tjóðpalli Føroya.
  5. Ger einki. Slappa av ein heilan dag.
  6. Forkela teg sjálva/n við einum heitum baði, livandi ljósum og eitt sindur av sjokolátu.
  7. Set yndisplátu tína á, skrúva for frá og dansa, sum um eingin sær!
  8. Baka eina lekkra køku til eitt vinfólk ella mammu tína (ella keyp eina hjá bakaranum, um tú ikki hevur køksevni).
  9. Far ein túr í Sirkus til hósdagskonsert (CHAERMAN) og njót ein kopp av heimsins bestu heitu sjokolátu.
  10. Skriva eitt kærleiksbræv til tín sjálva/n. Skriva ein lista av tingum, sum tú elskar við tær sjálvari/um.
  11. Tekna ella mála eina vakra mynd.
  12. Ger ein lekkran døgurða.
  13. Ganga á fjall og njót vøkru sólsetanina.
  14. Chilla við øðrum vinfólki, sum eisini eru einsamøll.
  15. Ger okkurt, sum tú ikki vanliga gert. 
  16. Far onkrastaðni, sum tú ikki vanliga fert."

"Tað er einastandandi at vaksa upp í einari generatión, ið hevur allan heimin fyri føturnar, takka fyrra mandslið, og teirra stríð fyri frælsi. Men paradoksalt nokk trúgvi eg, at fólki var eydnusælari tá ið tíðini okkurt var at stríðast fyri. Nútíðans hóttanir eru av nakað meira abstraktu karakterum, so sum finans - og klimakreppur, terror, Aids og krabbamein, sum er verrið at stríðast fyri. Eg trúgvi ikki heilt, at vit menniskju verða eydnusæl við at kjempa fyri okkum sjálvi, meðan fingurin er so djúpt grivin niðri í nalvanum, so hann næstan stingur út hinumegin. So sum eg síggji tað, er tað frá samfelagnum, at skeiva ljós verður lagt á tí evigu sjálvrealiseringina, so vit ungu deiligu fólk gerast groggy, og konstant mugu tillaga okkum og gera okkum dámlig - bæði í arbeiðsmarknaðinum 0g "kødmarknaðinum". Okkara kumpas peikar mótir perferktión og succes, men gps'urin hevur langsíðani givi upp. Tað eru túsund vegir at fara, og hetta ómetaliga individuella frælsi ger  bert niðurlagið enn størri, um tú ikki megnar at skapa tí útgávuna av tær sjávum, ið tú vil hava fólk skulu kenna teg sum. 

Eg trúgvi, at talið av fólki við depressión, ótta, einsemi og stress bert veksur, um samfelagi ikki lyftir fokus frá fólki, og yvir til felagsskapin, so vit í felag kunnu stríðast fyri frælsi, ístaðin fyri at gera tað einmøll. At finna meiningina við lívinum inni í sær sjálvum, ger tað ringt at niðurseta vóninar um seg sjálvs, tí meiningin við lívi, er jú álvarsam á ein hátt, ikki so ? 
Vit kunnu jú eisni bara lata vera, ein setur jú sjálvur sítt ambitiónsniveau” segði ein vinkona einaferð.
 - Ná ja, tað havi eg jú eisini frælsi til at stýra sjálv, áh for fanin, hava vit nú eisini valdi yvir øllum hesum knøttinum, og hvør tekur yvir, tá ið vit nú einaferð fáa brúk fyri ein lítlan stegg ? Er eingin í vil  styðja uppundir við sínum feita fingri, og trýsta á knøttarnar, tá ið eg ella tú ikki orka meir ? 
Fríggjakvøld nú og tá, fáa nógv ung Føroya Bjór til at trýsta á knøttarnar fyri seg. Tá slíta tey seg leys, og kobla seg frá tí konstanta præstatiónstrýstinum. Vit fáa í heilum at vita, at vit hava fríheit - frælsi, og orði er brúkt sum best ber til ; frítíð, talufrælsi, frælsi sex, frískúla, savningarfrælsi, frílyntur og  frælsan marknaðarbúskap.
Halleluja, hetta ljóðar alt sera feitt, men ger okkara yvirdosis av frælsi ikki tað, at vit missi meiningina við tí heila? Sjálvt tá vit gera av, ikki at vera fitt og blíð móti hvørjum ørum, hava vit eina fríheit til at gera tað vit nú einaferð gera. Hvat havi eg so frælsi til ? At broyta og tillaga mítt lív eftir vón samfelagsins ella eftir mína egnu ? Verður tann óendaliga mongdin av frælsi ikki heldur kvælandi enn førandi ? ....."








(KP)




Sunday, March 24, 2013

Ein cola saman við tær er enn stuttligari enn...

Yrkjarin Francis Russell 
"Frank O'Hara" (1926 – 1966) var amerikanskur rithøvundur, yrkjari, listaummælari og kurator. Hann var limur í sonevnda New York Skúlanum. New York Skúlin er eitt heiti, ið sipar til ein bólk av listafólkum, yrkjarum - myndlistafólkum - ummælarum, sum búðu og arbeiddu í New York í 1950-60´unum og sum umframt O´Hara taldi John Ashbery, John Schuyler, Barbara Guest og Kenneth Koch. Yrkjararnir í New York Skúlanum eru sera ymisk og eftir teirra egnu meting ov ymisk til at tey kunnu flokkast sum skúli, men teirra yrkingar kunnu vera speiskar við brøgdum frá poppmentan, surrealismu og myndlist. Listafólkini í New York Skúlanum kendust, summi vóru vinfólk, onkuntíð arbeiddu tey saman, ummældu hvønn annan og stuðlaðu hvørjum øðrum Kenneth Koch hevur sagt, “We inspired one another, we envied one another, we emulated each other, we were very critical of each other, we admired each other, we were almost entirely dependent on each another for support. Each had to be better than the others but if one flopped we all did”. Yrkjararnir innan rørsluna høvdu eisini samband við abstraktu ekspressionistarnar t.d. Willem de Kooning, Jackson Pollock, Mark Rothko og Robert Motherwell, og hesin áhugin sæst aftur í yrkingunum. 

Having a Coke with You
is even more fun than going to San Sebastian, Irún, Hendaye, Biarritz, Bayonne
or being sick to my stomach on the Travesera de Gracia in Barcelona
partly because in your orange shirt you look like a better happier St. Sebastian
partly because of my love for you, partly because of your love for yoghurt
partly because of the fluorescent orange tulips around the birches
partly because of the secrecy our smiles take on before people and statuary
it is hard to believe when I’m with you that there can be anything as still
as solemn as unpleasantly definitive as statuary when right in front of it
in the warm New York 4 o’clock light we are drifting back and forth
between each other like a tree breathing through its spectacles
and the portrait show seems to have no faces in it at all, just paint
you suddenly wonder why in the world anyone ever did them
I look
at you and I would rather look at you than all the portraits in the world
except possibly for the Polish Rider occasionally and anyway it’s in the Frick
which thank heavens you haven’t gone to yet so we can go together the first time
and the fact that you move so beautifully more or less takes care of Futurism
just as at home I never think of the Nude Descending a Staircase or
at a rehearsal a single drawing of Leonardo or Michelangelo that used to wow me
and what good does all the research of the Impressionists do them
when they never got the right person to stand near the tree when the sun sank
or for that matter Marino Marini when he didn’t pick the rider as carefully
as the horse
it seems they were all cheated of some marvelous experience
which is not going to go wasted on me which is why I am telling you about it


John Ashbery: Úr: "Clepsydra"

Hasn't the sky? Returned from moving the other
Authority recently dropped, wrested as much of
That severe sunshine as you need now on the way
You go. The reason why it happened only since
You woke up is letting the steam disappear
From those clouds when the landscape all around
Is hilly sites that will have to be reckoned
Into the total for there to be more air: that is,
More fitness, read into the undeduced result, than land.
This means never getting any closer to the basic
Principle operating behind it than to the distracted
Entity of a mirage. The half-meant, half-perceived
Motions of fronds out of idle depths that are
Summer. And expansion into little draughts.
The reply wakens easily, darting from
Untruth to willed moment, scarcely called into being
Before it swells, the way a waterfall
Drums at different levels. Each moment
Of utterance is the true one; likewise none are true,
Only is the bounding from air to air, a serpentine
Gesture which hides the truth behind a congruent
Message, the way air hides the sky, is, in fact,
Tearing it limb from limb this very moment: but
The sky has pleaded already and this is about
As graceful a kind of non-absence as either
Has a right to expect: whether it's the form of
Some creator who has momentarily turned away,
Marrying detachment with respect, so that the pieces
Are seen as parts of a spectrum, independent
Yet symbolic of their staggered times of arrival;
Whether on the other hand all of it is to be
Seen as no luck. A recurring whiteness like
The face of stone pleasure, urging forward as
Nostrils what only meant dust. But the argument,
That is its way, has already left these behind: it
Is, it would have you believe, the white din up ahead
That matters: unformed yells, rocketings,
Affected turns, and tones of voice called
By upper shadows toward some cloud of belief
Or its unstated circumference. But the light
Has already gone from there too and it may be that
It is lines contracting into a plane. We hear so much
Of its further action that at last it seems that
It is we, our taking it into account rather, that are
The reply that prompted the question, and
That the latter, like a person waking on a pillow
Has the sensation of having dreamt the whole thing,
Of returning to participate in that dream, until
The last word is exhausted; certainly this is
Peace of a sort, like nets drying in the sun,
That we must progress toward the whole thing
About an hour ago. As long as it is there
You will desire it as its tag of wall sinks
Deeper as though hollowed by sunlight that
Just fits over it; it is both mirage and the little
That was present, the miserable totality
Mustered at any given moment, like your eyes
And all they speak of, such as your hands, in lost
Accents beyond any dream of ever wanting them again.
To have this to be constantly coming back from—
Nothing more, really, than surprise at your absence
And preparing to continue the dialogue into
Those mysterious and near regions that are
Precisely the time of its being furthered.









(KP)