Thursday, January 31, 2013

Spennandi vesilist í Sirkus



Jón Sonni Jensen hevur júst málað tveir veggjamálningar til vesini í Sirkus í Vágsbotni. Orsakað av eini ørgrynnu av grafitti plagdi tað frammanundan at vera nokkso undirhaldandi at fara á ves í Sirkus og eftir fotomyndunum at døma, verður upplivingin enn meira spennandi næstu ferð...






(KP)


Wednesday, January 30, 2013

Sár á Sál



Leygardagin 9. februar kunnu vit vænta okkum eina stóra leiklistarliga uppliving. Í øllum førum er leikurin ein sera stór lesiuppliving, og eg gleði meg til at uppliva vakra, sterka og skakandi leikin hjá Kristinu Sundar Hansen "Sár á Sál” á palli.

Tí sjálvt um ”Sár á Sál” er ein leikur, sum hevur so mikið stóra lyriska megi, at hann letur seg lesa sum poesi og eisini verður útgivin í bók, so er fundamentið dramaturgiskt og tað er leikskapið, sum onkursvegna skal midla ta størstu sorgina. At missa síni børn. 


Tað finnst eingin forloysing, ikki eingang í listini, fyri hesari pínuni, sum Kristina Sundar Hansen lýsir lýsandi klárt og ørkymlandi neyvt. Tí tað eru ikki einans vanligar almennar hugsanir um sorgina, tað snýr seg um. Sorgin er hennara persónliga, hon hevur mist síni børn, hennara kroppur gjøgnumlivir pínuna og hennara leikur gevur ikki bara innlit í sorgina, men eisini ein serstakan møguleika fyri útsýni. Ein møguleika fyri at hyggja innanifrá sorgini og út at heiminum heldur enn at líta at sorgini uttanifrá við tí, sum mann nú sjálvur man innihalda av ímyndum og fordómum, nertanarangist og óvissu.
 
Tað er ein listarlig forloysing, altso ikki ein forloysing av sorgini, men av sjálvari listini. Hetta evnið til at skapa nakað millum innlitið og útsýnið, millum tað almenniskjaliga og tað persónliga, evnið til at involvera bæði kroppin og tankan og birta í hugsanir um felagsskapir, um hvat sorgin ger, um sorgarinnar lyndi, um menniskjaliga styrki og veikleika, og um kærleikans tilveru, sum ikki er hugsaðar áður. Altso verður heimurin viðvendur. Og fyrst og fremst er tað ein listarlig forloysing, at Kristina Sundar Hansen letur upp fyri ásannanini av, at vit ofta eru so veik og ússalig, at vit ikki makta at síggja tingini við øðrum eygum, at okkara høgtlovað forbannaði menniskjansleiki av og til er kavrotin, at vit ikki lata hvønn annan vera til, men at kærleikin er til.


Eg fari at geva leikinum mítt allarbesta forhondsviðmæli. Vit fara at skriva meira um leikin eftir premieruna 9. februar. Fyribils seta vit inn hetta áhugaverda tíðindaskrivið.




(IS)

Tíðindaskriv: Sár á Sál


Rithøvundur og leikstjóri.... Kristina S. Hansen
Leikarar ............................. Annika Johannessen
                                            Sofía Nolsøe
Pallmynd ........................... Hansina Iversen


Leikurin er sprottin úr syrgiligi hendingini, tá ið synir Kristinu Niklas og Teitur og vinmaður teirra Martin lótu lív.



Kristina er útbúgvin sjónleikari og síðan vanlukkuna hevur hon nomið sær útbúgving á masterstigi innan teatur- og dramapedagogikk, við serligari áherðslu á sjónleik.

 Sum sjónleikari skalt tú tulka kenslur, í gleði og í sorg. Í sínari sorgarprosess hevur Kristina kanska verið serliga viðkvom um, hvussu umhvørvið hevur samskift við hana eftir hendingina, og hevur hon merkt ein ávísan ótta fyri at samskifta beinleiðis við hana, eins og hon hevur eina kenslu av, at samskifti gongur fyri seg uttan um hana og ikki við hana.Hetta er uttan iva nakað, sum øll, ið eru fyri ógvusligum hendingum eisini kenna, uttan kanska at duga at seta orð og kenslur á tað. Júst við síni útbúgving hevur Kristina møguleika at miðla júst hendan trupulleikan, við at geva kenslunum orð og form.

Sum leikstjóri og høvundur er tað hon, ið talar og veit, hvat univers ferðast verður í. Leikurin er bygdur upp av brotmyndum við yrkingakendum hugleiðingum, sum kensluliga skera inn á bein.Við øðrum orðum, er leikurin, uttan at verða sentimentalur, sum eitt litband av øllum menniskjansligum kenslum, og lýsir klárt og beinraki eina støðu, sum flest øll, ið hava mist kenna seg aftur í, eins og tey, ið kenna seg hjálparleysan í slíkum støðum, kunnu finna amboð at samskifta við.Leikurin leggur upp til kjak og kann tí eisini verða eitt gott íkast til øll, ið starvast innan heilsu- og umsorganarøkið.

Leikarar verða Annika Johannessen og Sofía Nolsøe, báðar útbúgvnar leikkonur, Annika við drúgvum royndum og Sofía nýútbúgvin, sum longu ger seg galdandi á Kgl. leikhúsinum í Keypmannahavn. Tær tríggjar, ið búgva í Keypannahavn, eru byrjaðar at venja har, og koma í næstum til Føroyar og venja her í 14 dagar og síðan byrja sýningarnar eftir ætlan í 9. februar 2013 á Tjóðpalli Føroya.

Hansina Iversen, myndlistakvinna ger pallmyndina. Janek Szatkowski, dramaturgur og lektari á Dramaturgiinstituttinum við lærda háskúlan í Aarhus, lærari hjá Kristinu hevur vegleitt dramaturgiskt. Í tí sambandi hevur Inger Smærup týtt leikritið til danskt. Árni Baldvinson, Mikkjal Arge Galan og Jón Mc Birnie hava pallsmíð, ljós og ljóð undir hond.

Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru.

Sár á Sál lýsir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at vit samskifta rætt, eisini, tá ið vit eru hjálpsom og vísa samkenslu.

Sár á sál er ein søga um miss, ið ikki bøtist aftur.

Sár á sál lýsir vónir, kontra veruleikan, í eini sorgarstøðu.

Sár á Sál setir orð á okkara egnu ómegd.

Sár á sál kann vónandi loysa upp tað tabu, ið er ein svár avleiðing í øllum samskifti eftir ógvusligar hendingar.

Tuesday, January 29, 2013

Randi Ward: "Hestur"



Randi Ward hevur gjørt eitt myndaessay við fotomyndum við heitinum "Hestur", sum er at síggja í síðstu útgávuni hjá Cold Mountain Review. Myndaessayið fevnir um landslagsmyndir og portrett. Nakrar av portrettmyndunum kunnu síggjast her á Listablogginum.

Cold Mountain Review is er bókmenta- og listatíðarit hjá Appalachian State University, ið kom út á fyrsta sinni í 1972 og sum kemur út tvær ferðir um árið. 
.




 Jørmundur Zacariassen og Hjørleivur Poulsen 




Ebbe Rasmussen




Hjá Hjørleivi Poulsen





Hjørleivur Poulsen og Jørmundur Zachariasen










Vetrarjazzur

Jazzur verður í kvøld í Paris allarhelst, men av sonnum eisini í okkara egna metropoli í Havn á Hvonn, har  Herluf, Agnar og Rógvi fara at spæla. Áhugaverda skráin er her:

Vetrarjazzur 2013
Leygardagin 2. februar kl. 15.00
Kafekonsert í Norðurlandahúsinum við Yggdrasil, SWENOFON og Skansabigband.
Vetrarjazzur er í døgunum 29. januar – 2. februar 2013

Ókeypis atgongd

Les meira
Skrá fyri konsertina í Norðurlandahúsinum  
kl. 15.00

YGGDRASIL
Kári Sverrisson (sang), Angelika Nielsen (violin), Heðin Ziska Davidsen (gittar), Kristian Blak (klaver), Mikael Blak (bass), Brandur Jakobsen (trummur)

SWENOFON (SE/NO/FØ)
Martin Myhre Olsen (altsaksofon), Petter Kraft (tenorsaksofon), John Pål Inderberg (barytonsaksofon), Magnus Johannesen (klaver), Bárður Reinert Poulsen (bass), Rógvi á Rógvu (trummur)

SKANSABIGBAND

Onnur konsertstøð:

Perlan í Miðbýnum  leygarkvøld.
Hvonn í Miðbýnum frá týsdegnum 29. januar til fríggjadagin 1. februar.

LUTTAKANDI BÓLKAR:

Herluf, Agnar & Rógvi - Miðnám - Yggdrasil - Alda Magna - Tjant - Angelika Nielsen Trio -
Uni Debess - Swenofon - Magnus - Kræklingar –  Skansabigband - Haukur Grøndal Trio - Unn Paturson - Anna Maria Olsen - Rókur Jákupsson

HVONN
TÝSDAG 29. januar kl. 21.00

HERLUF, AGNAR, RÓGVI
Herluf Lützen (gittar), Agnar Lamhauge (bass), Rógvi á Rógvu (trummur)

MIÐNÁM


MIKUDAG 30. januar kl. 21.00

ALDA MAGNA
Kim Kristensen (klaver), Leivur Thomsen (gittar), Bjarki Meitil (bass), Rógvi á Rógu (trummur)

ANGELIKA NIELSEN TRIO
Angelika Nielsen (violin), Kristian Blak (klaver), Mikael Blak (bass)


HÓSDAG 31. januar kl. 21.00

TJANT
Heðin Ziska Davidsen (gittar, komp.), Ólavur Olsen (trompet), Bjarki Meitil (bass), Brandur Jacobsen (trummur)

UNI DEBESS
Uni Debess (sang, gittar)


FRÍGGJADAG 1. februar kl. 21.00

SWENOFON (SE/NO/FØ)
Martin Myhre Olsen (altsaksofon), Petter Kraft (tenorsaksofon), John Pål Inderberg (barytonsaksofon), Magnus Johannesen (klaver), Bárður Reinert Poulsen (bass), Rógvi á Rógvu (trummur)

MAGNUS
Haukur Grøndal (saxofon), Ólavur Olsen (trompet), Magnus Johannesen (klaver), Mikael Blak (bass), Rógvi á Rógvu (trummur)

KRÆKLINGAR
Torbjørn Viderø (sang), Mortan Zachariassen (saksofon), Ólavur Øster (gittar), Kristian Blak (klaver), Kolbein Simonsen (bass), Jan Jacobsen (trummur)

PERLAN

LEYGARDAG 2. februar kl. 21.00

UNI DEBESS
Uni Debess (sang, gittar)

HAUKUR GRÖNDAL TRIO
Haukur Grøndal (saxofon), Mikael Blak (bass), Rógvi á Rógvu (trummur)

Vokaljazz.
Solistar:
UNN PATURSON, ANNA MARIA OLSEN og RÓKUR JÁKUPSSON

Monday, January 28, 2013

Tíðindaskriv: LeikREAD READING Festival 15.-16. Mars



Meðan dagarnir í 2013 gerast ljósari, fær nýggjur norðurlendskur READING-festivalur lív í hjartanum í Tórshavn.

15. og 16. Mars bjóðar Leikarafelag Føroya til spennandi mentanartiltak á Tjóðpallinum.
Festivalurin ber heitið LeikREAD og er eitt norðurlendskt samtak, sum Leikarafelagið ger saman við grannalondum okkara Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland.
 

5 nýskrivað leikrit úr norðanlondum eru týdd til føroyskt og verða pallsett sum Readings á Tjóðpalli Føroya vikuskiftið 15. og 16. Mars 2013Ein READING, á føroyskum ein leikritalesing, er ein framførslustílur innan leiklist, har leikritið er í fokus. Fyrireikingartíðin er stutt og ferðin høg. Ein leikritalesing gevur áskoðaranum, uppá stutta tíð, eina greiða mynd av, hvat eitt leikrit snýr seg um. Til LeikREAD er talan er um 5 spildurnýggj norðurlendsk leikrit, ið øll eru týdd til føroyskt – 5 brellbitar frá tí besta norðurlendska samtíðardramatikkinum.

Allar framførslurnar verða á føroyskum við enskum undirteksti.
Hvør leikritalesing varir umleið 45 minuttir og tilsamans 23 sjónleikarar vera við á LeikREAD.
 

Hetta verður ein løtt og annarleiðis leiklistauppliving við hópin av nýggjum, eins væl og kendum, andlitum innan føroyska leiklist. Harumframt koma fleiri útisetar heim, leiklistafólk sum vit leingi hava longst eftir at sæð á føroyska pallinum.
 

Vælkomin á fyrsta Reading festival á føroyskum nakrantíð – LeikREAD!

Sunday, January 27, 2013

Fólksins biip


Aftan á tíðindini í kvøld kunnu vit enn einaferð staðfesta, at Útvarp Føroya er eitt stig framman fyri Føroyaportalin og tað má merkja tað sama sum, at veruleikin er longri úti enn satiran, ella kanska er tað bara fólkaflokkurin, sum er longri úti enn øll onnur? Í kvøld var tað orðingin "fólksins ogn", sum eftir øllum at døma elvir til misskiljingar. Vit bíða spentar eftir úrslitinum av fundinum hjá landsstýrismanninum og hava ein hóp av tjóðsangum liggjandi, sum eru klárir til møguliga regulering.

Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn,
sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!

Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.

Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:
Hin heilagi friður mær falli í lut!
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
So torir hon vága - av Gudi væl skírd -
at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!



Anker Mortensen róstur í Information


Listaummælarin á Information, Michael Jeppesen heldur, at Koloristarnir á framsýningini í Den Fri eru heldur gamaldags. Í eini grein við yvirskriftini "Spredte tidslommer" skrivar hann m.a.: "Koloristerne er ikke en sammenslutning, der prøver grænser, og kunsten er ikke ligefrem hip. Men nogle af værkerne holder". Ummælaranum dámar m.a. myndirnar hjá Poul Winther og Anker Mortensen. Hann skrivar: "Det næstbedste er Anker Mortensens blå malerier i trærammer. De holder, for at sige det lige ud. Fulde af overskud..." 

Lesið  ummælið her: http://www.information.dk/449023 

Listasavnarin Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen


Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.


Dagsins listasavnari Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen Vestmanna

Eg var 13 ár, tá nakrir málningar komu at hanga í handilsvindeyganum á hotellinum hjá Skipper. Maðurin, ið málað hevði, æt Ingálvur á Reyni. Har var ein mynd, ið eg totalt forelskaði meg í. Kvinna, var heitið. Hon var reyð hendan myndin, og eg fekk hjartabankan, tá eg sá hana. Eg átti ikki 1.500 kr. Tað var øgiliga nógvir pengar tá. Eg spurdi mammu, hvat eg kundi gera. Nei, har var ikki nógv at gera. Eg fái enn hjartabankan av summum myndum. Og myndin "Kvinna" varð ongantíð mín, men hon hevur havt stóran týdning fyri mína listafatan og gleðina við listini.

List er fyri meg eins neyðug og at anda, eta og svimja. Er mín trúgvi fylgisveinur hvønn dag og á allari míni ferð. Um tað so er ein túrur út á Berg, niðan á Melina ella á Brooklyn Bridge. Einki er ov stórt ella ov smátt til at rúma listini. Hon argar og dregur. Viðhvørt er hon hóttandi, óskiljandi og aðra tíðir lokkandi og smikrandi. Altíð nær. Altíð her.

Tilgongdirnar til listina eru ymiskar, summar meira lættar og líkatil, aðrar meira torgongdar og óskiljandi. Eg haldi tað er áhugavert at hugsa um, hvønn týdning hon hevur samfelagsliga td.  Áhugavert er kjakið um estetikk og týdning. Rithøvundurin og nýhugsarin Bertolt Brecht sigur um listina, at hon kann brúkast til at broyta samfelagsliga veruleikan. Tí eri eg púra samd við honum í.

Nútíðarlist er spennandi tí hon í stóran mun er avbjóðandi. Hon vil annað enn vera vøkur, estetisk og prýða. Hon kjakast um og kommenterar snøgt sagt alt, og viðhvørt er tað kanska relevant at spyrja: "Er hetta list?" Mín vón er, at burturúr slíkum spurningum spretta kjak, orðaskifti, ið føra okkum víðari á listaliga ótráddum gøtum. 

Ymisk ástøði eru innan listi og listahugsan. Tað er stuttligt at fordjúpa seg í og gevur nógv at hugsa um og taka støðu til. Tað er provokerandi, avbjóðandi og ja - onki minni enn lívgevandi. So uttan list kann ongin liva. Tað eru bara ikki øll, ið hava funnið útav tí enn!!

Eg seti nakrar fáar myndir inn her av tí, sum vit hava ognað okkum millum ár og dag. Alt hevur sín stóra týdning í gerandisdegnum

Janus Kamban. Ein fín, fín lítil blýantstekning



Elinborg Lützen, Ævintýrmyndirnar báðar. Tróndur Paturson, glasfuglur, sum barasta slettis ikki kemur til sín rætt á hesi myndini.

Fríða Matras Brekku-Hanni Bjartalíð hjørnið.


Stólurin ”Oystrið”, sum Torkil Vilhelmsen hevur gjørt, eitt satt meistaraverk. Á vegginum  Claus Carstensen, eitt steinprent úr Sanpaku-røðini, ein fantastiskur listamaður.


Silja Strøm Fløskuverja í egyptiska várinum.


Tove Askham, Kammerat Jesus.


Silja Strøm, ein pinkalítil mynd, sum er nakað av tí kærasta.


Janus Kamban, Torbjørn Olsen og Silja í skøn forening. Alt speglast í glasinum.


Mynd hjá Katrine Raben Davidsen, gjørd í Steinprenti.


Málningur hjá Zacharias Heinesen.




(KP)





Saturday, January 26, 2013

Hurrá fyri miðlunum




Mær dámar betur orðið fjølmiðlasiður enn orðið fjølmiðlaetikkur. Fjølmiðlasiður er eitt gott orð, tí tað leggur upp til, at mann skikkar sær ordiligt og hugsar um felags góðtiknar ímyndir um, hvussu evni verða viðgjørd eftir, hvat er hóskandi og virðiligt. Fjølmiðlaetikkur leggur hinvegin upp til, at miðlarnir onkursvegna eru etiskt hevjaðir upp um alt annað, hvat teir sjálvandi ikki eru, og avleiðingin er ein enn meira ivingarsom stigbending av etikki. Eftir míni meting er tað vandamikið at stigbenda etikk og serliga tá tað er fyri at rættvísgera okkurt ivasamt, sum mann sjálv hevur framleitt.

Bløðini eru privat og tað er upp til mín um eg vil keypa tey. Tað geri eg onkuntíð, antin tí okkurt er, sum eg fegin vil lesa ella tí eg haldi, at tað er umráðandi, at vit hava tvey bløð og ynski at stuðla teimum. Men tá eg lesi í føroyskum bløðum er tað sera sjáldan eg síggi nakað, sum eg ikki haldi vera í lagið. Eg síggi nógv, sum eg ikki havi áhuga fyri persónliga, og eg síggi eisini okkurt, sum onkursvegna hevur samband við pening og sum ikki er etiskt, men eg síggi í grundini ikki nakað, sum eg haldi vera púra burturvið og niðurbrótandi fyri fólkaræði..

Pulsurin fer ikki upp fyrr enn eg lesi lýsingar hjá bløðunum um teirra egna etiska reinføri. Søtsuppulýsingar, sum eg ikki haldi passa, og tá blívi eg smálig. Eitt sindur á sama hátt sum Eirikur Lindenskov gjørdist smáligur á síðu 2 í Sosialinum í gjár og skrálaði um horujournalistikk sum upphiting til veitsluna, sum miðlarnir hava fyri sær sjálvum og hvørjum øðrum í kvøld. Men hetta bleiv eg so eisini smálig um, tí Sosialurin skal dekan fari ikki koma ov gott í gongd. Tað skal eingin - hvørki Dimma, sum lovprísar vánaliga handlinum hjá egnum eigara ella Sosialurin, sum onkuntíð man hava ligið á markinum til sína egnu lýsing av orðinum: horujournalistikkur.

Tit hava nógv at vera errin um. Eg fati ikki skrivaðu miðlarnar sum etiskt reinar, men eg haldi, at teir gera ómetaliga nógv, sum er í lagi og gott og umráðandi og sum skal feirast og hava virðislønir.

Havið eina herliga veitslu, verið fitt við hvønn annan og latið vera við at pástanda, at tit eru rein og lýtaleys. Hurrá fyri tykkum!

(IS)

Friday, January 25, 2013

Barbara í Gongini sýnir fram




Handan myndin er so vøkur, at vit mugu hava hana 
einaferð aftrat: 




Thursday, January 24, 2013

77.000 hugskot



Svøvnleysar nætur kunnu sýnast produktivar. Hugskotini standa í bíðirøð og har er endaleys tíð til at hugsa hvussu ein listaframsýning kundi elvt til betri listakjak, hvussu granskingin á universitetinum kundi blivið sjónligari, hvussu samstarv millum stovnarnar kundi givið fleiri børnum betri atgongd til listina, hvussu listastuðulin átti at verið betri skipaður, hvussu Havnin kundi blivið bókmentaligur høvuðstaður í heiminum, hvussu mann kundi skipað fyri einum nýggjum máli til føroysku listina, hvussu miðlarnir kundu sett á stovn felags mentanarportalar í toppklassa og 70.000 onnur huskot. Alt óhugnaliga detaljerað.

Lagið skiftir fleiri ferðir aftur og fram eina nátt sum hesa frá inniligari indignatión til ektaðan eldhuga, men tá morgunin kemur, kemur eisini veruleikin. Og veruleikin er, at tað eru nógvar tílíkar nætur við enn fleiri hugskotum og at runt roknað einki av teimum nakrantíð blíva til nakað. Náttin hevur als ikki verið produktiv, hon hevur bara verið ein áminning um hvussu torført tað heila í grundini er. 

Eg havi ikki svarið uppá hví tað er so tungt at broyta nakað í mentanarlívinum. Eins lítið og eg veit hvagar 77.000 hugskot fara, tá tey doyggja, líka so lítið fati eg hvussu tað kann vera torført. Men eg veit, at vit mugu góðtaka, at hetta er torført og at vit onkursvegna mugu venda hesum til fyrimuns fyri mentanarlívið. Vit fakfólk, listafólk, mentanarstovnsleiðarar, politikarar og øll, sum hava ábyrgd av listini, mugu gera tað til ein fyrimun, at vit hava við nakað at gera, sum er komplekst, sum rúmar óendaligar, óbrúktar møguleikar, vit mugu venda tað til fyrimuns, at vit skulu gera okkum ómak og vit mugu venda til fyrimuns, at tað bert kann blíva betri og at tað næstan er líka mikið hvar vit byrja. 

Vit kunnu byrja við miðlanini til børn. Vit kunnu seta okkum tað mál, at okkara børn skulu hava í minsta lagi 10 árligar listaupplivingar, sum eru serliga miðlaðar til tey á hvørjum ári og at vit skulu hava heimsins bestu barnamentanarútbúgving. Vit kunnu byrja uttanlands. Vit kunnu seta okkum tað mál, at føroysk list skal gerast kend uttanlands og at vit skulu gera vart við okkum á teimum mest umráðandai pallunum. Vit kunnu byrja við granskingini. Vit kunnu seta okkum tað mál, at vit skulu hava samtíðarlistagransking í heimsklassa. Tað kann heilt erligt gera mær tað sama hvar vit byrja, og eg havi ongar ambitiónir um, at 77 000 hugskot skulu gerast veruleiki, men latið okkum byrja eitt stað og latið okkum gera tað uppá tann trupla mátan soleiðis, at vit gera okkum ómak og samstarva og brúka teir stovnar, vit hava aktivt og lata upp fyri, at teir kunnu brúka hvønn annan í størri mun, at vit skapa felags endamál og hugsa øll hugskot inn í ein stóran samanhang. At vit ikki bert seta eina upphædd til síðis til mentanina og býta tilvildarliga út av pengunum, men har vit í grundini hava eina ætlan við tí mesta. Tað hevði gjørt tað lættari í framtíðini.

(IS)

Blátt

Tróndur Patursson


BLÁTT

Himmal og hav
møtast í bláum
sjónarringurin
hitt svarta bergið er blátt
fjøllini
tær grasgrønu líðinar
eru aftanfyri eitt blátt tám
viðhvørt



Steinbjørn B. Jacobsen


http://listinblog.blogspot.dk/2013/01/hansina-iversen-appilsingult.html


Wednesday, January 23, 2013

Listasavnarin Eiler Fagraklett

Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.
Dagsins listasavnari: Eiler Fagraklett. Signabøur

Eiler Fagraklett hevur hóast lutfalsliga ungan aldur savnað saman eitt áhugavert savn av verkum hjá føroyskum og útlendskum listafólkum. Eiler, sum hevur lisið, og dagliga arbeiðir við marknaðarføring, samskifti og lýsingum, hevur serligan tokka til ironiska og skemtiliga popplist, sum ofta er homoerotisk og kommersiell av lyndi. Her eru nøkur av verkunum hjá Eileri.

Listaveggurin í stovuni er skrýddur við verkum eftir Mariannu Mørkøre, Símun, John av Reyni, Alfredo Roagui, Silju Strøm, Hanni Bjartalíð, Mr. Brainwash, Jason Freemy, E. Bowen og Hrafnkell Sigurdsson. Eisini er ein oljumálingur eftir einum ókendum gøtumálar í París, ein mótmælisplakat frá skrúðgongu í London, sum hann sjálvur tók lut í og eitt japanskt serprent av klassiska franska filminum Amilé.

Serprent (27/100) av verki eftir Mr. Brainwash, sum er protegé hjá heimskenda Banksy. Mr. Brainwash fekk sítt listarliga gjøgnumbrot í dokumentarfilminum Exit Through the Gift Shop. Serprentið er eisini undirskrivað av listamanninum.

”Mær dámar í løtuni væl listina hjá Alfredo Roagui og Rodolfo Loaiza, sum báðir eru partur av nýggjum ráki úr Suðuramerika, har tey “taka piss uppá” norðuramerikanska poppmentan. Hesir báðir brúka kendar teknifilmar úr Hollywood og listaliga venda tað, ið fiktivu figurarnir standa fyri, á høvið. Slíkt ironiskt skemt, sum samstundis er ein sterk viðmerking um nútíðar samfelagið, passer væl til mítt listarliga lyndi



Vakra og sorgblíða verkið hjá Heiðrik á Heygum vakni eg upp til hvønn morgun.”

”Jason Freemy er enn ein av mongu ungu útlendsku listafólkunum, sum eg fylgi væl við. Hansara anatomiskt røttu dukkur, leikur og fiktivir figurar hugtaka meg og kunnu altíð geva mær eitt hóskandi skeivt smíl. Tað er eydnast at ogna mær hanasara útgávu av My Little Pony.”

”Ein og hvør skapandi sál elskar, ella í minsta lagi dugir at virðismeta, Star Wars. Tað geri eg sjálvandi eisini. Í 1999 var eg við til Ung i Norden í Finnlandi saman við m.a. listamanninum Sámal Blak. Tá teknaði hann hesa myndina av unga Anakin, sum samstundis hevði frumframsýning í filminum Star Wars - The Phantom Menace um hetta mundi. Hóast Sámal tá var sera ungur, vísti hann longu stór skapandi evni. Hann er í dag eitt fantastiskt listafólk, og tí eri eg sera glaður fyri hesa fittu tekningina.”

”Tá eg var og fjakkaði í 2001, fekk eg hetta portrettið málað av mær í Thailandi. Tað ímyndar meg sum eitt slag av álvi, í einum tropiskum gandaskógi. Popp-surrealistiskt, kitsch og humoristiskt.”


”Eg elski alt, ið hevur við poppmentan at gera, og sjálvandi elski eg eisini popplist. Jeff Koons er kongurin innan hesa listagreinina, og tí prýðir hann mær gestavesið. Góði gamli Hulk er eisini góður íblástur, tá ið á stendur á vesinum. Plakatin er frá eini listaframsýning av Hulk Elvis hjá Koons samlingini í Kina. Einans 50 eintøk av plakatini vóru framleiddar. Fyri ein lítlan bóndagarð, havi eg megnað at ogna mær eitt eintak umvegis eBay.”

”Hesa uppruna tekning keypi eg í einum antikkhandili í London. Hon er teknað av listamanninum og kenda kortteknarunum E. Bowen í 1752. Umframt at vera vøkur og søguliga áhugaverd, so ávarar kortið eisini um ein serstakligan vandamiklan meldurstreym kring Munkasteinin sunnanfyri Føroyar.” 


Steinprent (14/24) eftir Hannis Bjartalíð. Ein politisk viðmerking um §266b málið, sum sjálvandi liggur mær nær at hjartanum.”

Sjálvportrett eftir Ludvig Breckmann, sum er ungur, lovandi føroyskur listamaður.


Mynd hjá John av Reyni. Eisini ungur og lovandi føroyskur listamaður.


“Myndarøð eftir myndamannin Bertrand Jacuot. Myndirnar eru ein listarlig lýsing av hvussu multi-listamaðurin og mótaskaparin Karl Lagerfeld, ein av mínum størstu hetjum, hevur ávirkað folk í øllum aldrum og kynum. Myndirnar eru keyptar í listaskála í Cannes.” 


Símun er menningartarnaður, men samstundis er hann serstakliga evnaríkur listamaður! Hann hevur í mong ár verið sera virkin, og eg havi ognað mær nøkur av hansara áhugaverdu verkum ígjøgnum árini. Eg elski at hvørva inn í hansara heim, har allar gerandis detaljur eru týðandi og kunnu siga eina søgu. So deiliga naivt, óskyldugt og alíkvæl sera sigandi



Uttan iva dýrasta listaverkið í míni enn ungu samling. Málingurin eftir Beintu av Reyni, sum eg ognaði mær á listauppusølu hjá LGBT Føroyar farna summar.








(KP)