Saturday, November 30, 2013

Fantastiskt flog í Skeivapakkhúsi

Í dag læt upp framsýning við útstappaðum fuglum í Skeivapakkhúsi. Fuglarnir vóru ein gáva til Sjósavnið frá einum privatum savnara. Gávan var yvir 400 fuglar, og á framsýningini vóru yvir 500 fuglar.
Hetta var ein framúr framsýning. Ikki bara tí fuglarnir vóru flottir, men tí rúmið var so væl brúkt - tað ráa hóskaði væl til teir reinu fuglarnar. Hetta minti um eina listaframsýning, har rúm og verk gerast ein eind.
Havi hug at seta onkra listaframsýning upp í kjallaranum á Skeivapakkhúsi.
(IS)

Bárður Jákupsson við á biennalu í Firenze


Í dag letur The New Florence Biennale Ethics DNA in Art upp í Firenze, har Bárður Jákupsson er við. Við í ferðalagnum eru fólkini í Steinprenti. Vit hava fingið eina heilsan úr Firenze, og her eru nakrar av myndunum:















(KP)

Jólakalendarin 2013 verður avdúkaður

Jól eru í hondum og við jólunum kemur jólakalendarlyrikkur á Listablogginum. Mínar bestu løtur á blogginum eru teir dagar, tá listin sjálv kemur til orðanna, og ongastaðni hevur tað verið størri fragd enn í jólamánaðanum, har vit vegna hásinni hjá nøkrum av okkara bestu yrkjarum, hava verið førar fyri at koma við nýskrivaðum lyrikki hvønn dag fram til jóla. Tað er fantastiskt at kunna fara upp hvønn morgun at lesa dygdaryrkingar og tað er ótrúligt at vit sleppa at bera dygd út á netið mitt í jólaresinum.

Carl Jóhan Jensen var fyrsti yrkjarin, sum skrivaði jólakalendaryrking til Listina, tað gjørdi hann í 2010 við framúrskarandi yrkingini "Myndir á eini óhildnari framsýning", í 2011 helt Sissal Kampmann fram á allarbesta hátt við fína yrkingarsavninum "Endurtøkur", sum seinni varð útgivið, og síðsta ár høvdu vit ta stóru fragd at flyta fram stóra epos´ið "Eingladust" hjá Tóroddi Poulsen. Vit vilja fegnar takka øllum trimum yrkjarum fyri teirra ómetaliga stóra íkast til okkara blogg og til føroyskan lyrikk. Tað er ein stór gáva.

IMG_3074
Mynd: Vencil
Og so vilja vit sjálvandi eisini av hjarta takka ársins yrkjara.

Tí tað er okkum ein sera stórur heiður at kunna avdúka, at tað er Rói Patursson, sum hevur skrivað Jólakalendaran 2013. Heitið er "Eitt jólakvæði við klisjéum". Vit gleða okkum sum smábørn til at kunna bjóða tykkum fantastiskan lyrikk hvønn dag inntil jóla og vit vóna, at nógv fara at fylgja við í ársins jólakalendara. Rói Patursson, filosoffur og skald er ein av okkara týdningarmestu yrkjarunum, sum eisini hevur gjørt vart við seg í norðurlendskum høpi. Í 1969 kom hansara fyrsta savn "Yrkingar", og sjey ár seinni kom "á alfaravegi", í 1983 kom plátan hjá Anniku Hoydal "Spor í sjónum" við yrkingum hjá Róa Patursson og í 1985 kom yrkingarsavnið "Líkasum", og í 1986 vann hann norðurlendsku bókmentaheiðurslønina.

Tætta, vakra málið í hesum loyndarfullu, intelligentu og sansaligu yrkingunum er prentað inn í tilvitskuna í ævigar tiðir. Við "Jólakalendaranum 2013: Eitt jólakvæði við klisjéum" vísir Rói Patursson aftur hesa djúpu, lyrisku nervina, samstundis við at hann eisini vísir heilt nýggjar síður av sínum skaldskapi.

Enn einaferð ein stór tøkk til Róa Patursson. Og til øll hini: Fylgið við í: Eitt jólakvæði við klisjéum her á blogginum frá í morgin.

(IS)

Friday, November 29, 2013

Tóroddur Poulsen er innstillaður til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina 2014


Tóroddur Poulsen er innstillaður til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina 2014 fyri bókina Fjalir.

http://www.norden.org/da/aktuelt/nyheder/de-nominerede-til-nordisk-raads-litteraturpris-2014





I Planker er der 33 digte og 33 billeder, hvor digtene kommenterer billederne, og billederne kommenterer digtene. De er integreret, og de forudsætter hinanden. Billederne er trykte træsnit, og i de fleste af dem indgår der også tekst. Tóroddur Poulsen er født i Tórshavn i 1957 og debuterede i 1984 med digtsamlingen Botnfall (Bundfald). Siden har han udgivet et stort antal digtsamlinger, nogle prosaværker og de senere år har han også været aktiv billedkunstner. Han udtaler selv om sine digte og billeder, at for ham “har selve skriften altid været billede. Og omvendt.”

Titlen Planker henviser til produktionen af billederne, at de er skåret i træ eller planker, men den færøske titel Fjalir henviser derudover til verbet fjalir, der betyder at skjule eller dække over noget. Gennem digtene afdækkes det vi ønsker at skjule, for andre og for os selv, og det vi ikke vil vide. Tro og eksistens er ét gennemgående tema, og i digtet “Opgave” sammen med det tilhørende billede kommenteres der på drømme, tro og tanken om det evige liv:

I denne 
forblæste
drøm
er jeg dødsens træt
på vej ned ad
nogle skrænter og flere
kilometer lange trapper
sammen med en præst
som hele tiden spørger mig
om det ikke er dejligt at forestille sig
at vi også har evigheden til gode
og jeg svarer opgivende igen og igen
at jeg bare vil hjem i seng
fordi jeg er fuldstændig afkræftet
og ikke vil høre noget snak om en evighed
som bare trætter mig endnu mere

Billedet er bygget op som et tårn af planker med en masse ord, der igen henviser til digtet. Andre temaer i digtsamlingen er identitet, samfundsforhold, kunsten og sproget. Mange af elementerne i billederne er konkrete hverdagsting som planter, skibe, kirker, tændstikæsker og cykler, der sammen med ordene får ny betydning. De fleste digttitler er ligeledes konkrete, tit enkelte ord, som så udfolder sig i de enkelte dige og billeder til dybe eksistentielle og poetiske overvejelser. Tóroddur Poulsen er den visuelle digter, der har formået at sammenkæde to kunstarter, således at de udgør en sammenhængende helhed, hvor digte og billeder kommenterer og fuldender hinanden.

Ann Ellefsen



(KP)

Yrkingar og bassspæl við Løkin

Viser Oddfríður yrkingasøvn.png
 
Í sambandi við, at Sprotin gevur út yrkingasøvnini: Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen og Tú veitst ongantíð eftir Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt, verður hugnalig bókaframløga á Bókasavninum við Løkin í Runavík sunnudagin 1. desember klokkan 16:00.
 
Oddfríður fer at lesa upp yrkingar aftur við basspæli frá Agnari Lamhauge, og hann fer at hugleiða eitt sindur um upprunan til bæði søvnini. Eisini ber til at ogna sær eitt signerað eintak av báðum søvnunum.
 
Ókeypis atgongd og bókasavnið bjóðar drekkamunn.
 
Oddfríður gevur út tvey yrkingasøvn
Eg eri næstur – Oddfríður Marni Rasmussen
Vit billa okkum sjálv inn, at vit hava ein frían vilja at ávirka lívsleið okkara. Vit billa okkum inn, at tá ið vit við okkara fría vilja hava tikið eina stóra avgerð, so fer hetta at laga lívið soleiðis, at framtíðin verður bjørt, verður soleiðis, sum vit avgjørdu hana við hollari hjálp frá okkara fría vilja. Viðhvørt er tað so. Viðhvørt ikki. Vit hava fría viljan til at náa fram á lívsleiðini, men á vegnum eru snávingarsteinar, sum lamma fría viljan; gera ein máttleysan, óttafullan og niðurundirkomnan. Í ringasta føri eru lívsins snávingarsteinar so hálir og fótafestið so ringt, at deyðin tekur yvir fría viljan. Vit, sum enn fóta okkum, kunnu læra av øllum hesum, finna ein lærdóm, ein máta at reisa okkum aftur.
 
Lagnan er tann megin, sum ræður yvir, hvussu lívið gongur í tí smáa og í tí stóra, og sum rænir alla ávirkan frá menniskjum. Okkara tilvera er merkt av, hvussu lagnan fer við okkum, og vit tillaga lívið eftir lagnunnar beiska smíli. Og kunnu ikki annað.
 
Lagnunnar speisemi rakti yrkjaran sum eitt skot fyri bringuna, tá ið hann fekk ein blóðtøpp í hjartað, beint áðrenn savnið – Eg eri næstur – skuldi gevast út. Henda mest tambaða myndberingin – hjartað – hevur skert fría viljan, tí at lívið má livast við ábyrgd og aga og við tí eygsýnligu vitan, at lagnan ikki spyr eftir, hvar, hvussu og nær okkara streingir slitna. Við hesum blóðtøppi gjørdist yrkingasavnið – Eg eri næstur – veruligari og lívsnærri enn yrkjarin sjálvur vildi.
 
Savnið fylgir barnaárunum og fram móti degnum í dag. Tey, sum hava verið ein tráður í yrkjarans lagnustýrda neti, verða beinleiðis ella óbeinleiðis flættað inn í yrkingarnar. Ongin veit, nær tín túrur er. Tú er næstur, óansæð um tú vilt ella ikki: næstur at elska, næstur at detta, næstur at vinna, næstur at hittast, næstur at viðurkenna, næstur at reisa teg aftur, næstur at doyggja, altíð ert tú næstur í tínum egna lívi.
 
Alt hetta verður lýst í 53 yrkingum í nýggja yrkingasavninum Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Hetta er tólvta yrkingasavnið eftir Oddfríð. Permuna hevur Bárður Oskarsson gjørt, og Sprotin gevur út..
 
Tú veitst ongantíð – Ron Padgett, Oddfríður Marni Rasmussen týddi
Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt heilt, týtt yrkingsavn kemur út við einum yrkjara.
Tú veitst ongantíð er yrkingasavn eftir amerikanska samtíðaryrkjaran Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt. Í savninum er eitt úrval av av 37 yrkingum eftir Ron Padgett.
 
Ron Padgett varð føddur í Tulsa, Oklahoma í 1942. Hann hevur lisið samtíðarskaldskap, enskar bókmentir og hevur eisini búð í París í eini tíggju ár. Fyri einum mánaði síðani komu út øll samlaðu verkini eftir hann í eini bók á 800 blaðsíður.
 
Ron Padgett er limur og hevur verið forseti í The Academy of American Poets.
Síðani Ron og kona hansara, Pat, vóru í Føroyum á Listastevnu Føroya í 2001, hevur Oddfríður Marni Rasmussen javnt og samt sitið og týtt yrkingar eftir Ron.
 
Yrkingarnar eru tiknar úr fýra søvnum: trimum nýggjari og einum savni við úrvaldum, eldri yrkingum. Tær umboða ein yngri og ein eldri Ron. Hansara speiski og skeivi háttur at síggja tilveruna er hansara sermerki. Sum ein partur av The New York School of Poetry eru yrkingarnar leitandi og tær draga við sær tilsipingar til onnur listasløg, so sum málningalist, tónleik og annað.
 
Permuna hevur Fríða Matras Brekku gjørt. Tað er Sprotin, sum gevur bæði søvnini út. Tey kunnu eisini keypast sum e-bók. Seinni kunnu tey eisini keypast sum ljóðbók.
 
 

Hundrað málningar í Glasgow


Silja Strøm hevur í november mánaða havt eina framsýning í Glasgow, har hon býr, við hundrað málningum, sum hon hevur málað saman við skotsku listakvinnuni Lauren McGee. Silja greiðir frá, at tær hava havt ta føstu mannagongdina, at Lauren byrjaði upp á øll ólíka nummur (mynd nr. 1, 3, 5 ...) sum Silja gjørdi liðug, og Silja byrjaði upp á øll líka nummur, sum Lauren so málaði liðug. Tær hundrað myndirnar eru smáar, men eru annars lutfalsliga øðrvísi í mun til figurativu myndirnar, sum Silja Strøm plagar at gera við tað, at tær eru abstraktir felagsmálningar. Í sambandi við framsýningina hevur Josie Moore skrivað eina áhugaverda ritroynd um tað reina málaríið, sum ongan eyðsýndan ella goymdan týdning hevur. Tað er málarí, sum einki ímyndar, og sum er tað, sum tað er og einki annað. Lesið her:


Truth, Trace, Meeting, Meaning.

Josie Moore, November 2013

This is a story about truth and trace, meeting and meaning; about painting as presentation. 
This is a story about one hundred paintings.

Truth 


One dreams of a painting without truth, which, without debt and running the risk of no longer saying anything to anyone, would still not give up painting. 
(Jacques Derrida, The Truth in Painting)

A painting without truth, without debt - what could this mean? An artwork that makes no claims, that reaches for or points towards nothing outside itself; an artwork that undoes the notion of transcendence. To see the work, not as a portal, a transmitter of some great and single truth; not as a representation of something other, something prior, something given: a beyond - but as something embedded, inextricably embedded in the world. An art without metaphysics - the work is present, the work is presence.

Presence, presentation; nothing beyond. The paintings stand for nothing but themselves. But is this enough? Can we go further? Having raised this word, themselves, which is heavy with questions of identity; can we go further? If a painting is nothing but itself - what is it?

trace

...truth is always subordinate to the system of concepts at one's disposal. 
(Gilles Deleuze, On Leibniz)

Identity is not a stable thing, not something fixed or static, but something arising out of multiplicity and difference. That is to say: a thing is as much not-something-else as it is-itself: our very means of identifying is predicated on difference. You cannot step twice into the same river; every moment is a new encounter, every thing is always different. There is context, always context; always an arising, an emerging-from. And always this productive opposition of negative and positive; an object’s not-ness interwoven with itsis-ness: an always-present trace of the wider world, pushing at the edges of things, rejecting the notion of transcendence. If the work is not a conduit for meaning - if it is nothing but material, nothing but presence - then how does it act? We could call it, in itsthereness, a record of the gesture; of the traces left by action, of the path of hand and eye. You see, the truths we think we find are not transmitted from some great beyond - they are created, generated by constant interactions; a continuing and renewing presence. Interaction, co-creation: a confluence of traces.

meeting

Since things and my body are made of the same stuff, vision must somehow come about in them... Quality, light, colour, depth, which are there before us, are there only because they awaken an echo in our bodies and because the body welcomes them.
(Maurice Merleau-Ponty, Eye and Mind)

A record of the gesture, the traces left by action, the (re)generation of multiple “truths”. We might think of the artwork as an archive of interactions: material meeting material and giving rise to nothing but material. These intersections are plural and simultaneous - paint, brush and board; artist and artwork; artwork and viewer; viewer and viewed. We can already begin to see the artwork as a locus; perhaps a sort of meeting-place. 100 Paintings makes this idea explicit. Here, not only do we find the interaction of materials, centred on the encounter: each painting is always already a co-creation; a presence, representing nothing, constructed by two artists. Plurality, simultaneity. This notion of the meeting-place is central: consider a street corner in a town. We might arrange to meet there, but no great transcendent meaning is sought in the place itself. The meaning comes from the moment, the encounter - the moment of encounter. The meaning is the meeting, nothing more.

meaning

Every sign by itself seems dead. What gives it life? - In use it is alive. Is life breathed into it there? - Or is the use its life? [...] Nothing is hidden.
(Ludwig Wittgenstein, Philosophical Investigations)

We want to think that there is meaning; we want there to be meaning. We want to look into an artwork and see truth; we want to listen, and so hear it speak. Buried treasure, deepest waters: we want there to be something there, a sort of reward. But the treasure is not buried; light sparkles on the surface of the water - and the painting is the meaning of the painting. What is is what is here, nothing is hidden. Presence, presentation. The moment of encounter.


Nothing is hidden.




















http://2-1-4-1.com/Silja-Strom-and-Lauren-McGhee-Q-A-100-PAINTINGS


Á hesari heimasíðuni er eisini ein lýsing av framsýningini umframt eitt stutt viðtal við tær báðu listakvinnurnar, sum er áhugavert at lesa. Onkursvegna tykist tað heimligt við tí síðsta ketta burtur úr høvdatrog spurninginum, hvat tær annars halda um fólkaatkvøðuna um skotskt sjálvræði.

100 PAINTINGS is a collaborative, process based painting project by Lauren McGhee and Silja Strøm. It consists of one hundred six by four inch oil paintings in an attempt to form a haptic understanding of the narrative functions which objects are forced to perform. The paintings eschew any representational function and have been produced only on the basis of achieving a satisfying resolution of the non-image through mark making and the combination of colour. This is achieved through the interpellation of the aesthetic judgement of each individual. In forfeiting the claim to ultimate authorship, the artists hope that the painting will be seen to exceed the limits of either artist's aesthetic satisfaction. The work acts as a meditation on notions of originality and unique artistic agency. The artworks are combative, and therefore perhaps not fully satisfying. In the process of collaboratively completing these paintings, both artists have recorded their thoughts and drives in relation to the production of the works: moods, worries, transgressions, distractions, and asides. This record takes the form of an online editable Word document, which is presented alongside the works. Displayed as series which is ostensibly lacking in content, the paintings are installed as a sequence of works without meaning. In an attempt to draw upon the significance of how paintings are made to speak, the artists present evidence of how our attentions can be fundamentally distracted, and how claims to the “truth” surrounding an object are entirely arbitrary. Initiating discussions about how artistic labour can be evidenced, 100 Paintings will also seek to undermine the conception of the mythical transcendental possibilities of painting, firmly grounding it as a cumulative endeavour not removed from the banal realities of the psyche.

What was the process of this particular opportunity: Inititally we wrote a couple of applications and proposals for different festivals and curated projects, but decided just to get on with it ourselves while these applications were pending, as we thought it more important that we make the work and show it. Lauren had just finished her MLitt in art theory at Glasgow Uni and Silja had just finalised a major art project herself, so we were keen to start a new, ambitious before getting distracted. 

How did you prepare for this particular show? (did you receive funding, did you need to use workshops, how did you find the process of making outside of an institution etc):
We received no funding. Studio 41 was an excellent affordable resource which we paid for out of our small savings and tips. We also received logistical and practical support from Lauren’s workplace, The Squid and Whale, a small independent pub. 

Upcoming Projects?
We are currently in the very early stages of planning another collaborative effort based around the significance of the two of us making artworks about our mundane daily routines within the flat we share. We plan to exhibiting the show in a derelict basement space situated directly underneath our bedrooms. 

Your views on the upcoming referendum for Scottish Independence in relation to your life and practice:

Silja: I’ve only recently found out that I’m eligible to vote in the referendum vote, and I feel like I have a lot of research to do in order to make a fully informed decision, however on quite a general level, my political views are currently skewed further towards independence that not. 

Lauren: Raised by vehemently enthusiastic separatists, I am broadly for independence whilst remaining somewhat wary of the wildly hyperbolic arguments which dominate the current debate. I think that an independent Scotland would improve the implementation of the policies and ideals which the people living here voted for. Also, it would make my mum so happy.


(KP)


Thursday, November 28, 2013

Kærleikskúlan 2013

Tað er eftir íslendskari fyrimynd, at Dugni letur framleiða sonevndu Kærleikskúluna. Í Íslandi er hetta 10. ferð, at eitt listafólk fær latið upp í hendurnar at prýða eina glaskúlu, og í ár er tað Ragnar Kjartansson, ið hevur prýtt íslendsku Kærleikskúluna. Føroysku kærleikskúluna hevur Edward Fuglø sniðgivið og signerað og givið henni heitið "Men størstur er Kærleikin". Hetta er fimta árið á rað, at Dugni gevur út Kærleikskúluna. Nýggju Kærleikskúluna avdúkaði Dugni á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum. Kærleikskúlan er serstøk. Hon er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru allar ymiskar. Edward Fuglø sigur m.a. soleiðis um nýggju Kærleikskúluna: Eggið er ein kærleikans frukt. Aftur og aftur klekjast kærleikssvong stjørnubørn, og aftur og aftur virka tey, og siga orð í kærleikans navni. Orð sum:"Eg elski teg!". Flennandi og grátandi, ørt og tølandi, eymliga og við virðing. Vit skriva, syngja og mála tey. Eisini listin er kærleiki! Veingjasuð og einglaskarar, basúnir og trompetir. Mjúkir fevnandi einglaveingir, ið leiða teg at stillum vøtnum. Allur hesin kærleikin, ið skolar ígjøgnum alt. Tú skelvur, um bert eittans lítil fjøður úr Amor's veingjum, blídliga nemur teg. Edward Fuglø, 2013

http://www.kaerleikskulan.is/kaerleikskulan-2013/





Kærleikskúlan hjá Yoko Ono



(KP)



Djarva Nadesjda Tolokonnikova finst at Putin úr fongslinum


Nadesjda Tolokonnikova úr Pussy Riot bólkinum fyllti 9.november 24 ár og situr við sama lag í straffekoloni nr.14 í Mordovia fyri punkbønina, sum Pussy Riot framførdu á sinni. Men nú er veruligt trýst komið á russisku stjórnina frá fleiri intellektuellum kring heimin, sum hava skriva eitt opið mótmælisbræv. 

Tolokonnikova skrivar harumframt brøv m.a. til slovenska filosofiprofessaran og mentanarkritikaran Slavoj Zizek, sum verða almannakunngjørd í filosofitíðarritinum Philomag, tað verður útgivið á bæði fronskum og týskum philomag.de  og philomag.com Information hevur týtt brævaskiftið til danskt. Sjálvt um Tolokonnikova situr í fongsul, tykist hon líka djørv enn, tá hon skrivar: "Tú siterar Marx: ein sosial skipan, sum koyrir føst og rustar... kann ikki yvirliva". Men her eri eg í gongd við at arbeiða mína fongsulsrevsing av í einum landi, har tey 10 fólkini, sum stýra størstu sektorunum innan fíggjarkervi, øll hoyra til elstu vinirnar hjá Vladimir Putin. Onkrum hevur hann lisið saman við, onkrum hevur hann íðkað ítrótt saman við og onnur aftur eru gamlir KGB-starvsfelagar. Er hetta ikki ein sosial skipan, sum er koyrd føst? Er hetta ikki ein feudal skipan?"

http://www.information.dk/479661


http://listinblog.blogspot.com/2012/08/pussy-riot-punk-bn.html




(KP)

Wednesday, November 27, 2013

Føroya Symfoniorkestur ger okkum errin av okkum sjálvum




Onkuntíð er tað slett ikki so galið at hyggja at Føroyum úr einum útlendskum sjónvarhorni og á tann hátt uppdaga hvussu flott vit klára tað á summum økjum. Hyggið at ensku sjónvarpssendingini, sum eg seti leinkju inn til her niðriundir - 16.30 min inni í sendingini kemur eitt innslag um Føroya Symfoniorkestur, sum vit øll kunnu vera errin av.

http://english.cntv.cn/program/cultureexpress/20131127/104964.shtml#.UpYK2CiIifI.facebook

Teitur Lassen ummælir KNÚT - ON HIGH

KNÚT - ON HIGH
Teitur Lassen
Eg havi eina vinylplátu og hon er skríggjandi reyð og gjøgnumskygd. Tað riggar væl. Og hon er 180 gramm, tað vil siga, at hon helst ljóðar betri enn tær vanligu pláturnar, ið viga minni. Gott at byrja við vitanini um, at her hevur mann roynt at gera nakað við góðskuna, her hevur man gjørt meira burturúr enn neyðugt. Tað er finesse. Tað er definitiónin uppá at vera kul. Ein fløga fylgir eisini við.
SÍÐA A 
THE ROAD
Ein rødd og ein kassaguitararútma, ein fjar tamburin, synthar klimpra við myrkum klangi, síðan kemur eitt klaver inn í niðurlagið saman við eini urgu "It all comes down to the road we take." Mann fær so líðandi kensluna av at vera í kirkju. "A place where love will flow." So koma trummur og ein distortionbassur inn við eini tungari rytmu í koyrir í sama høga tempo. Enn meira trummur, el-guitari. Tað er myrkt og stórt. Alt vaksur, mann er kanska komin inn í eina tóma Harlem-kirkju, har eingin hevur tendrað ljósið og eingin gongur í kirkju longur. Rokkurin fýkur runt í hølinum. Er tað dómadags-rokkur? "It all comes down to the choice we make." Nú seta kláru konufólka røddurnar inn og syngja sum eitt gospel kór. Síðani hoyrist eitt skitið guitar-riff, ið tekur yvir. Nú ljóðar tað sum Black Rebel Motorcycle Club. Men so endar tað brádliga.  
QUIET TOWN
Kassaguitarar spæla meira róliga í eini Americana country rútmu. Eitt klavertema í oktavum byrjar sangin. "This quiet town is fast asleep" sigur røddin. Sera vælklingandi kórið er við aftur, tey syngja um at lata spøkilsini fara burtur og "It's in the air and it is holy." Vit eru enn í tí andaliga. Í gospeltónleikinum, vit eru kanska sessað í kirkjuni ella samkomuni, kalla tað hvat tú vilt. Tað finst eitt nýtt ættarlið av tónleikarum, ið hava skapt eitt nýtt slag av gospel tónleiki fyri tey, sum ikki kenna seg heima í tí siðarbundna kristiliga plátusavninum. Hetta eru trúgvandi, kristnir tónleikarar sum flyta andaligan tónleik burtur frá tí klassiska stílinum inn í meira individualistiskar tulkingar, man kann kalla tað alternativan kristnan tónleik fyri eitt nýtt ættarlið. Bólkar sum U2, King's X og Jars of Clay eru kristnir tónleikarar. Í Føroyum er eisini eitt ættarlið, mest norðanífrá, ið er uppvaksið í kristnum umhvørvi og Knút Háberg Eysturstein er ein teirra. Tað vil siga, at Knút eisini hevur lurtað eftir nógvum fjølbroyttum tónleiki, sum ikki er kristin, men velur at hava tað andaliga við tí tónleikinum, ið hann sjálvur skapar og framførir sjálvt um tað ikki beinleiðis ljóðar sum Jesus tónleikur. Aftur til ljóðmyndina. Her ímóti enda er ein sera flottur og vælljóðandi sangur við góðum samklangi ímillum strúkarar, røddir og synth. Oktav klaverið endurtekur sítt tema.
EMPTY STREET
Vit eru farin úr tí tómu kirkjuni í ta stillu bygdina, og nú eru vit í gøtunum, og sjálvandi eru gøturnar eisini tómar. "Empty streets, concrete blocks." Synth klangir spæla saman við staccato klaverakkordum saman við bekkara sløgum. "People walk as if there's no end." Harmoniseringarnar eru vorðnar meiri koralar, sum kirkjusálmar. "Cos underneath this maze there's a beat that emanates." Emanates merkir at spjaða seg. Hitin breiðir seg heiðurligt og upplyftandi. "The heat, the heat, the heat." Tað er sum um man er á veg kanska inní himmalin. Her verður á bjartskygnan hátt sungið um deyðan og ein solo violin kemur at spæla undir. Eisini stóra gospelkórið syngur við. Vit skullu øll við, og vit gleða okkum. Tá ið mann hoyrir "the heat, the heat, the heat" umaftur, undrast mann um sungið verður niður til brennandi heljar, men nei, so er ikki.  Tað tykist sum vegurin niðan í himmiríki er ein tóm, drúgv gøta, sum man skal ganga einsamallur. 
WHISPERS
Kassaguitar arpeggio og rødd. Nú leggur mann betri merki til sangfraseringarnar hjá Knút. Tað er sum um tær altíð bera onkrum stórum, og hann dugur væl at lyfta setningarnar framm. Flottir klangir við viola og violin. Alt sveimar og svimur eitt sindur við rúmligum rúmklangi. Seint tempo. 
GROWING OLD.
Ein oktaverað soloklaverintro refererar musikalst til introina í "Quiet Town." Ein bass-trumma sum stemmar harmonisk til akkordirnar. Tað svingar og stemningurin er góður. Til tíðir so fær hetta klavertemaði meg at hugsa um M.C Restorff, kanska tí at eg spæli mær ov nógv við tankan, at her má vera nógv baptistaljóð og -møti í æðrunum hjá Knút. Hesin sami akkord rundgangur sum minnir um temaði frá "Cheers" ("Where everybody knows your name") tá ið dur-akkordin flytir til kvintin, sum gerst til eina stóra maj-akkord, ímeðan bassurin blívur við at halda sama grundtónan. Tað skapar ein tryggan og góðan stemning. Nú kemur ein guitarsolo eisini og tað høga registarið verður opnað í ljóðmyndini. Syntharnir eru ljósari. Frálík kensla at blíva gamal. 

SIÐA B
ON HIGH
Sami tematiski intro hugsunarhátturin byrjar aftur sangin við oktavklaveri sum vit eisini kenna tað frá Coldplay ella The Cure. Tað hevur nú sett sítt eyðkenni á útgávuna. "So you're my friend and I hope you find your way. This wicked world surely took its toll today" Hetta er aftur gospel tónleikur. Frálíkt sett saman, riffini spæla inn í hvørt annað og taka yvir. Brádliga spælir ein guitarfigurur eina komponeraða solo við 12 streingjaðum westernguitar, har sum klavertemaið plagar at vera. "There's a pearl in your heart." Urgan er við aftur sum úr klassiskum 70'ara rokki. Deiligt at hoyra Knút spæla eitt sindur meira við formi, tað klæðir honum. Allir sangirnir á hesi útgávuni ganga í rocktempo, tað vil siga, at tempo, sum er sett í byrjani verður hildið allan sangin út, næstan sum eitt metronom og dynamikkurin veldst nógv av um trummur eru við ella ikki. Tí riggar tað serstakliga væl við variatiónum í forminum við ymiskum riffum, so tað verður minni monotont. Annars eitt av hæddarpunktinum á útgávuni. 
REVOLUTION OF THE HEARTS
Hendan introin fær meg at hugsa um alternativa countrybólkin Jayhawks, sjálvt um Knút neyvan hevur hugsað um teir. Eg fái amerikanskar assosiatiónir í tónleikinum hjá Knút og tað er alternative music, sum vit kenna frá collegeradio og bólkum sum R.E.M.  "I carry the capacity for great darkness," syngur hann. Tempoið er enn hægri, enn ikki skjótt - góð ferð er á tí tunga. Sama uppskriftin í ljóðmyndini og hon riggar enn. Kórið er við enn og tað er sum um, at fólkini hava fingið armanar upp í hesi konsertini. Vit dansa við tónleikinum. Tað svingar í niðurlagnum. Tvey vers afturat. Eitt niðurlag verður endurtikið. So kemur eitt klassiskt gospel rock break-down vers, har vit hoyra tekstin betri. Hesin teksturin er ein tann best eydnaði, eisini tí, at man merkir, at Knút meinar tað, sum hann syngur, har hann ofta er meira forteljandi. "There's a new song to be sung. There's a revolution of the hearts." Nú er presturin byrjaður at svinga armin runt við peikifingrinum ovast og øll elska tað. Nú kemur ein forloysandi stutt guitarsolo. Frískt at hoyra eitt sindur av solospæli sum ikki er gjøgnumkomponerað, men meira frítt spæl.
HEALING HEART
Eitt ur tikkar. Nú skal mann líka hava luft aftur. Klaverakkordir og sangur. Niðurlagið kemur við lágum markantum og mjúkum bass-trummu tónum. Steel-kendi guitarin kemur fram í ljóðmyndina. Vit eru enn í tí amerikanska. Ella kanska ný-føroyska countrytónleikinum, sum Jákup Zachariassen hevur havt heim við sær úr Nashville - tann meira serstaka síðan av tí, tá ið hann av og á spælir pedal steel saman við til dømis Marius ella Allan Tausen. Sigast skal, at tað er Allan Tausen ið leggur flottu steel klangirnar á, saman við Benjamin Petersen á slide og Knút spælir við effektir. Trummurnar eru tær minimalistisku sum vit kenna tær frá Høgna Lisberg tá ið hann hevur gott pláss. Tær stemma væl og hava smakfullan klang og ljóð. Onkuntíð ljóðar tað sum ein Linn trummumaksina. Aftur koma teir ljósu klangirnir fram í hesum sanginum. Klaverið tekur yvir aftur og ein arpeggio synthur verður hangandi eina løtu. 
TOUCH OF GRACE. 
Kórið byrjar sangin við "Mmm" rødd. Kórrøddirnar leggja akkordirnar, ímeðan ein meðal høgur tóni dronar langt aftanfyri. Eitt klaver spælir akkordirnar unisont saman við kórinum. Nøkur fín, diffus ljóð eru við. Mann veit ikki um tað eru bekkarar, rúmklangir. Mystikkur er í luftini. Eitt trummusett spælir eitt opið beat aftanfyri "This emptiness that holds me tonight is only temporary. It will soon be gone. These chains of darkness will be removed by the touch of grace." Okkurt sum hoyrist sum fuglar kvitrar eitt sindur. Hendan plátan skal enda við virðing. Eitt langt guitar drone verður dempað niðureftir. Ein yvirtóni tekur yvir og leiður inn í seinastu skering.
I LONG TO SEE THE CITY.
Hetta er klassiski sálmurin "Mær leingist at síggja staðin," sum abbi Knút hevur gjørt. Ein heilsan til sínar forfedrar og røtur í brøðrasamkomuni. Tað er heiðurligt, vakurt og minimalistiskt. Tað er spælt á onkrum stovuklaveri, sum ikki stemmar heilt, so man fær kensluna av at vera heima hjá gomlu fastur síni norðanfyri. Og á sama hátt sum kirkjan tóktist tóm í byrjanini, býurin stillur og gøturnar tómar, so tykist hendan stovan eisini at vera fólkatóm. Mann er næstan einsamallur. Man hoyrur plátuna knitra nú ímóti endanum. Nostalgi. 
Veit ikki um tað er mín reyða vinyl sum knitrar móti enda, ella um tað er Jens L. Thomsen sum hevur skrappað sær við at leggja vinyl-óljóð í ljóðmyndina. Hetta er eitt gott samstarv ímillum teir báðar. Tað tykisk sum at øll á hesi útgávuni eru samd um hvussu hon skal vera. Tað hevur eyðnast Knút at gera eina meiri upplyftandi útgávu. Alt í alt er tað nokkso stramt og fast, men tað er nokk eitt val, sum er tikið. Á frálíku fyrru útgávuni "The Desert Holds a Flower" í samstarvi við Boga á Lakjuni, er nógv meira pláss at spæla og framføra, og har er jamm, harður rockur og drúgv drone, so tað er kanska í lagi at lata hesa útgávuna vera eitt sindur meira stramma og lættari sum variatión. Knút er vorðin vaksin og er komin víðari við tónleikinum, síðani barndómin í samkomuni. Hesin tónleikurin er ikki lættur at finna í tí dagliga. Tó rokni eg við at Knút kanska verður meira vanligur at hoyra um nøkur ár, tá ið fleiri føroyingar hava tikið sær stundir til at lurta eftir honum.  Maðurin hvørki leikar í ella rópar. Hann ger tónleik. Og tað er gott. 



Tuesday, November 26, 2013

Hovmálarí ella horrormálarí?

thomas-kluge-danish-portrait
Margrethe drottning hevur bílagt málningin frá sjálvlærda portrettmálaranum Thomas Kluge,  hvørs verk áður hava verið orsøk til kjak um listarliga dygd og nú hevur rættiligt kjak tikið seg upp um henda nýggjasta málningin av danska kongahúsinum. Ummælarin í Politiken, Trine Ross gevur framsýningini við myndini tvey smá hjørtu og miklan kritikk, og í útlendskum fjølmiðlum hava tey hug at gera gjøldur við málninginum, sum verður hildin at vera óunniligur, illa proportioneraður osfr. Blouin Art Info skrivar í eini grein við sigandi yvirskriftini: "New danish Royal Portrait is a disaster", at myndin minnir um plakatina til ein horrorfilm ella um eina ordiliga kiksaða útinning av phoptoshop. Vit hava eisini í Føroyum havt tílík kjak t.d. í sambandi við myndina hjá Edward Fuglø  til Margrethe drottning, sum eg kritiseraði, men sum t.d. stjórin í Listasavninum, Nils Ohrt, fegnaðist um.

Talan er um eitt stórt bólkaportrett av allari kongafamiljuni, sum telur fjúrtan fólk.  Sentralt stendur hin lítli Christian prinsur, sum mest kjak hevur verið um, tí hann orsakað av belýsninginum sær so óhugnaligur út. Myndin er málað í sama stíli, sum Thomas Kluge plagar at mála við sonevndum fotorealistiskum portrettmyndum, sum eru settar í eitt bølamyrkt myndarúm nakað á sama hátt sum Caravaggio og Velazquez plagdu at gera í barokktíðini, men lat meg skunda mær at siga, at tað tykist vera nokk so langt í millum gomlu meistararnar og hesa nýggju myndina. Í bakgrundini á myndini síggjast nakrir klassiskir bygningar, sum síggja út til at standa og forfarast. Av tí, at myndin óivað er ógvuliga symbolsk t.d. í mátanum hon er skipað og uppbygd, eru bygningarnir neyvan  illa farnir av tilvild og onkur áskoðari metir, at hetta skal vísa á farnan stórleika og komandi ruin hjá kongshúsinum. Á plássinum í bakgrundini standa málarin og kona hansara á ein hátt, sum vísir aftur til tað kenda portrettið av Arnolfiniparinum hjá Jan Van Eyck og myndin er yvirhøvur full av listasøguligum tilsipingum. Tað løgnasta við myndini er, at persónarnir eru ymiskt málaðir sum um málarin hevur gjørt sær størri ómak við eitt nú drottningini enn við onkrum av hinum. Torben Sangild ger vart við, at estetikkurin í mátanum, sum hinir persónarnir eru málaðir, minnir um tann løgna kitschuta slættleikan í blaðnum Vakttornið.  

Her eru nøkur sitat um myndina:

"..eerie and dark framing, and hodgepodge assemblage of differently proportioned figures floating in dematerialized limbo, the portrait could easily be mistaken for a horror movie poster or a badly botched Photoshop job. Behind the crowded composition, with its gaggle of creepy toddlers, phallic tower of red Lego blocks, and “Children of the Corn”-type tyke, a floating Romantic cityscape suggests that the Danish Royal Family holds the key to time travel, while a miniature horseman at the very bottom of the image seems to imply that they also possess a shrinking device of the sort seen in the Rick Moranis classic “Honey, I Shrunk the Kids.” Despite the painting’s muddled Surrealist imagery and startling pop culture fluency, the Danish Royal Collections are standing behind it, saying on their website that “Thomas Kluges portrait is both a story of a modern family and a piece of royal history.”
"The present and future monarchs, H.M. The Queen, T.R.H. The Crown Prince, and Prince Christian, all make eye contact with us, while their family members are portrayed in their own universe, unprovoked by the gaze of the spectator," says a brief from the The Danish Royal Collections. "The children are at play with the exception of the upright and severe Prince Christian who seems aware of his future responsibilities." "We're not sure who we pity most: the elderly royal couple, who will have to live with this ghastly homage, or the people on their Christmas card list.."








(KP)

Monday, November 25, 2013

Elin Josefina Smith - A Tribute to Life


Hetta vikuskifti hevur Havnin verið átøk einum ævintýrlandi av mentanarupplivingum og eg havi sum ein onnur Lisa í Leikalandi válað úr Steinprenti í Mimir, niðan í Norðurlandahúsið og oman í Smiðjuna í Lítluvík fyri at uppliva bókmentir, rithøvundar, myndlist, listafólk, tónleik osfr. Lisa ella Alice sum  hon upprunaliga eitur í bókini Alice in Wonderland hjá Lewis Carol frá 1865 er ómetaliga góð við pápa sín og tey hava ymsar fastar mannagongdir, t.d. tá hon ørkymlað spyr hann um hann heldur, at hon er við at blíva ør í høvdinum. Tá svarar hann avgjørdur og álvarsamur -Ja Alice. Eg eri bangin fyri, at tú ert fratør, fullkomiliga bims, men eg skal siga tær nakað. Tað eru bara tey bestu fólkini! Tá tann øri hattamakarin seinni í søguni spyr Alice sama spurning, er svarið eisini tað sama; tað eru bara tey bestu fólkini, sum eru ordiliga fratør. - Og um vit kunnu trúgva tí inspirerandi tíðindaskrivinum, sum Inger hevur skrivað, hevur Elin Josefina Smith ans fyri tí ráa og ótamda ørskapinum. Vit vita eisini fyri vist, at Inger Smærup Sørensen hevur ans fyri listasøguni, so tá hon plaserar listina hjá Elini millum tey villu listafólkini í 80´unum, hevur hon sjálvandi grein í sínum máli. Myndamálið hjá Elini J.Smith er vilt og inniligt sum hjá Junge Wilde, tað er figurativt, primitivt og litirnir eru grefligir, ofta óblandaðir og tíðum uttan nakra serliga undirmáling, sum eisini økir um  ráa, skitsukenda úttrykkið. Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at myndirnar eru rammaðar inn í gullrammur, men hinvegin, so er innrammingin væl gjørd og ógviliga konsekvent, og so passar tað til tað syruta og flipputa bráið á framsýningini. 

Tað, sum hugtekur meg við hesum myndunum er ikki minst hvussu øðrvísi tær eru tematiskt í mun til føroyska list. Elin tekur upp evni, sum vit ikki hava gjørt nógv burturúr í føroyskari myndlist. Tað er gerandisdagurin við sínum ikki serliga sublimu løtum við reingering, innkeypi og tað er kvinnulív, serliga tann óperfekti, svikaligi, biologiski kroppurin, sum fær menstruatión, sum bólgnar, sum eigur børn, sum fær risastór bróst við mjólk í til pinkubørnini at súgva, kroppurin, sum forfellur og sum heldur uppat við at hava menstruatión og fer í skiftisár. Framsýningin hevur enska heitið A tribute to Life, sum orsakað av teimum nógvu boppunum, sum eru avmyndaðar á framsýningini eina løtu fær teg í óskikkiligar tankar um lívsins attributtir, men framsýningin er sjálvandi annað og meira enn tað. Ein orðarøtt týðing av heitinum á bókini um Alice hevði kanska verið Alice í undurlandi, undirlandi ella kanska heldur í undrunnarlandi, tí tað er mest tað, Alice ger, tá hon dettur niður niður í ta undurfullu undirverðina. Tí  hon undrar seg yvir alt tað løgna og tvørvenda, sum hon upplivar í søguni, sum er so opin fyri tulkingum, at bæði freudianarar, surrealistar, absurdistar og hippiarar øll somul hava fingið líka nógv burturúr. Bókin er í grundini rættiliga løgin og uppreistrarsinnað, full av mótmæli móti øllum penleikanum, sum merkti hennara egnu viktoriansku samtíð. Men listin er sum kunnugt rúmlig og megnar væl at innihalda allar teir ymisku træðrirnar, farið bara inn á gólvið í Smiðjuni í Lítluvík og hyggið at einari frískari, øðrvísi, villari, vitalari og stuttligari listaframsýning. Í dag, mánadag, er opid klokkan 14 til 19 og somu tíd í morgin týsdag. Mikudagin 27. nov. er opid frá 11 til 16.


























(KP)

Skrímslið lítla systir mín



Íslendska einmansleikhúsið Tíu fingur hevur verið á bókadagsvitjan í Norðurlandahúsinum. Her framførdi Helga Arnalds leikin Skrímslið lítla systir mín, sum hon hevur skapt saman við Eivør Pálsdóttir og Charlotte Boving.

Skrímslið lítla systir mín er eitt performativt listaverk, har visuella listin møtir kroppinum og tónleikinum á fantastiska fínan, poetiskan og fantasiríkan hátt. Hesi trý, visuella listin, kroppurin og tónleikurin finna saman í eini sannari tríeind sum pápi, mamma og barn, kundi mann kanska sagt - eisini uttan at ljóða alt ov romantisk, tí verkið snýr seg í grundini um basalu viðurskiftini millum pápa, mammu og barn. Men við síðuna av hesari tríeindini, og nú hugsi eg aftur um visuellu listina, kroppin og tónleikin, er ein annar viðspælari og tað er tilfarið pappír.

Nýtslan av pappíri í Skrímslið lítla systir mín er heilt einastandandi flott. Alt verður gagnnýtt. Sansaligu dygdirnar hjá pappírinum, ljóðini, fínleikin og megin, evnið hjá pappíri til at umformast og broytast, møguleikar tess fyri óendaligum assosiatiónum. Alla tíðina finnast nýggir stuttligir og dramatiskir mátar at skapa við pappíri og vit fáa forerandi eina djúpa fatan fyri eginleikunum hjá tilfarinum.

Orð eru sjálvandi eisini partur av heildini, og tað eru tey á fínasta og reinasta hátt og á íslendskum. Eivør týddi eitt sindur á vegnum og restina fataðu vit vaksnu og børnini uttan trupulleikar, tí søgan var so klárt og kompromileyst tulkað visuelt og gjøgnum kroppin, tónleikin og pappírið.

Eg havi eina drúgva ramsu um týdningin av barnamentan og hvussu barnamentanin má verða dyrkað og ikki eigur at verða forsømd. Eg havi eftirhondini fýrt ramsuna av í nógvum versiónum og ofta í form av harmaljóðum. Men beint nú er ramsan burtur, tí hetta vikuskifti hevur tað verið so nógv gott fyri børn í Norðurlandahúsinum og við Skrímslið lítla systir mín fingu børnini høvi at møta listini, og so má mann bara halda munn og vera takksom.

(IS)