Monday, December 31, 2012

Summi hjørtu anga av myrkri




Búgvi norðarlaga í verðini.
Í mínum kaldligu heystdreymum
gongur Edith Södergran berføtt.
Kjólin knýttur upp í rulk
slóðin í døggini
framvegis sjónlig.

Hvussu nógvir seinnapartar av tunglyndi
skulu dragast upp á tráð áðrenn eg kann siga:
Áh, Edith:
Gjósturin sum fýkur í loftstrappum
dirvið sum biddar sólina um eitt tyssi av svidnum vakurleika
eru bara lognbrá
støv frá brostnum kossum.

Summi hjørtu anga av myrkri.
Tað finnast verur sum ikki nýtast ljós fyri at grógva.
Skrúvar ein eingil peruna úr mánanum
gerast vit sterkar havplantur
tarafuglar flagsandi millum øgiligar stjørnur.

Døkka Edith!
Staddur so langt norðan fyri tær heilagu gravir
spyrji eg meg sjálvan hvussu tú hevði prísað Gudi.
Kanska hevði tú peikað á tann tóma stólin úti á svalanum.
Møguliga hevði tú hostað eitt sindur av tuberklalittum blóði upp
í tað hvíta lummaturriklæðið og sagt:
Eisini hetta er Gud.

S.37-38 í Tapet millum øldir eftir Jóanes Nielsen


Sunday, December 30, 2012

Ein yrking hjá Katrin Ottarsdóttir






TEY DEYÐU

ikki ræðast tey deyðu áðrenn tú doyrt
tey eru bara deyð
tú ert bara á lívi

kanska stendur skrivað í loyniligum bókum
um øll hesi deyðu sum gleða seg til tú kemur
bara tú
øll hesi tú nam á vegnum gjøgnum ógloymandi leikin
ið gjørdist tín

ja so er skrivað
øll hesi sum bera agg til tín
tey sum tú ikki tímdi at dansa við
tey tú onkursvegna traðkaði á tærnar við tínum balstýrigu stálhælum
sum oftast av óvart
og við vilja

kanska bíða tey bara eftir einum kjansi at siga tær
hvussu øgiliga beistaktig tú ert
hvussu fanansliga dugnaleys tú altíð hevur verið

kanska bíða tey bara eftir at sleppa at smakka søtu hevndina
gera tær ævinleikan ótolandi
tú vart jú altíð so egin
so helvitisliga inni í tær sjálvari
afturhaldandi sum sjálv pestin
hevði ikki brúk fyri øðrum

sanniliga stendur skrivað í ósjónligum bókum
at øll tey deyðu eru har
kenslan av teimum er altuppetandi
tá tú traðkar um gátt gáttanna
nógv teirra eru ikki blíð
serliga mammur og pápar standa klár við ógloymdum ákærum
sum bara tú dugir innanat og uttanat

men hesaferð er ongin undanvegur
tú kanst ikki bara rýma
sleppa tær av fananum til
sum flytifuglur við einvegisbillett út í tóman heim

her bíðar ævinleikans brigls og vreiði
og avnoktan
eftir tær
bara tær


Síðu 48-49 í Eru koparrør í himmiríki. Yrkingar. Mentanargrunnur Studentafelagsins. 




Saturday, December 29, 2012

Tær bestu listaupplivingarnar í 2012



Hetta er tíðin, tá vit líta aftur á brátt farna ár og hugsa um tað, sum fór fram. Mær dámar so sera væl sendingar og greinar, ið viðgera ársins hendingar, tí tað er sum um vit eitt evarska stutt bil kunnu billa okkum inn, at vit hava yvirlit og hava tamarhald á tíðini. Okkara tíðarrit Listin 2012 gevur sjálvandi í ein vissan mun yvirlit yvir tað, sum hevur rørt seg á listapallinum í ár, og Inger hevur eisini her á blogginum gjørt sær hugleiðingar um árið, sum fór, men harumframt havi eg gjørt mær eitt yvirlit yvir mínar bestu listaupplivingar í 2012 antin í Føroyum ella við føroyskum listafólkum uttanlands. Fyrivarni skulu takast í tann mun, at eg jú ikki havi upplivað alt, sum var at uppliva í brátt farna ári, t.d. barst mær frá at fara til heystkonsertina hjá Føroya Symfoniorkestur, sum annars hevði sera spennandi skrá, men eg hoyrdi ta frálíku Nýggjárskonsertina og eg gleði meg at uppliva ta 10. Nýggjárskonsertina 5.januar aftur í ár úr sofuni og aftur hesa ferð í sunnudagsklæðum sjálvandi. Eg havi eisini hoyrt nógv gott um fløguna hjá Ólavi Jacobsen, men havi enn ikki hoyrt hana og sama er galdandi fyri fleiri aðrar fløguútgávur. Yrkingarsøvnini hava verið nokkso nógv í ár og støðið er sum heild gott, men har mangli eg eisini at lesa okkurt enn. 

 


Árið í ár  hevur  í stóran mun  verið merkt av einum serligum solidariskum samanhaldi millum tey ymisku listafólkini, ið á ymsan hátt hava stuðlað ymsum málum og markerað teirra meiningar í mun til samfelagið og politisku skipanina. Yvirhøvur so hendir ein broyting í hesum árum, at listin í størri mun gerst samfelagsliga atfinnandi og interagerar við samfelagið á ein annan hátt enn vit hava verið von við. Hetta er sjálvandi eyðkent fyri krepputíðir, men snýr seg eisini um økta politiska og samfelagsliga tilvitið, sum vit hava merkt síðan BADH samgongan tók við og byrjaði sítt samfelagskollveltandi virksemi við flatskattaskipan osfr.

 


Men sum løgmaður sigur; tað grør um gangandi fót og eg hevði av sonnum heilt nógvar góðar listarligar upplivingar í brátt farna ári, ikki minst í Steinprenti, har eitt nú John Kørner, Peter Carlsen, Tóroddur Poulsen, Bárður Jákupsson, Marius Olsen, Claus Carstensen, Andreas Schulenburg, Daniel Milan og Svend-Allan Sørensen hava gjørt nakrar framúrskarandi myndir. Steinprentið "Onga viðmerking" hjá Tóroddi Poulsen, sum er ovast í hesum blogginum, haldi eg eisini er ein frálík, satirisk og óhugnaliga sigandi mynd. Tóroddur Poulsen hevur verið sera virkin og nógv umtalaður í brátt farna ári, ikki minst orsakað av eini vissari óstortligari útsøgn í Degi og Viku, tá hann úttrykti sínar frustratiónir yvir tær ógvusligu og heldur ómotiveraðu skerjingirnar av listastuðlinum, sum mentamálaráðharrin framdi, umframt at Tóroddur eisini í bókini Heimvitisferðin tekur heimlandið til kritiska viðgerð so to speak. Myndin hjá Tóroddi Poulsen er við í Myndaódnini, sum eg sjálv havi sett saman og sum enn er at síggja í Steinprenti. Eg havi sum  heild havt virkuliga nógvar góðar listarligar upplivingar eisini av ymiskum, sum eg sjálv havi verið involverað í, t.d. konsertferðini hjá Tarira í Onglandi og framsýningin hjá Bjarne Werner Sørensen í Steinprenti og tann hjá Øssur Johannesen, sum var í Norðurlandahúsinum, Bárður Jákupsson og Marius Olsen og Ilona Raipala í Steinprenti. Framsýningin hjá Arnold Vegghamar í fimleikarhøllini í skúlanum í Viðareiði var ein heilt serlig uppliving og ein mynd hjá Zachariasi Heinesen, sum var partur av framsýningini hjá honum í Dugna gjørdi mær serligan mun, tá eg sá hana 18.desember og tað sama var galdandi fyri myndirnar hjá Silju Strøm, sum hon sýndi fram á Udvandring og Ólavsøkuframsýningini. Tá eg nú siti og hugsi, stinga alsamt fleiri góð verk seg fram í minninum, eg fái ikki nevnt alt sjálvandi, men Vendetta hjá 200 er í hvussu so er eitt politiskt verk, sum kom í tøkum tíma. Eg kann heldur ikki lata vera við at nevna LGBT framsýningina, sum saman við Pride-gonguni var eitt ítøkiligt tekin um, at føroyska samfelagið flytir seg mótvegis størri rúmd.



Vit sum vara av listini og flest onnur við munu vera greið yvir, at vit eiga góða list í Føroyum. Men vit eru altso í tí heilt serligu støðu, at sjálvur mentamálaráðharrin eftir øllum at døma er okkara størsti mótstøðumaður. Hann hevur í hvussu so er ikki megnað at greina og próvføra í mun til ta radikalu skerjingina av veitingini til mentanargrunnin (20%) og til tónleik (35%), sum tessvegna má síggjast sum dømi um vantandi virðing fyri listini og fyri armslongdarregluni. Løgmaður hevur allarhelst rætt í sínum varhuga av, at skerjingin av listastuðlinum ikki fær bilbukt við føroyskari list, men mín vón fyri 2013 skal vera, at politiska skipanin heldur enn at seta upp forðingar, stuðlar listini og dugir at síggja hvussu stóran týdning listin hevur bæði fyri trivnaðin og sum reklama hjá okkara landi. 


TAKK FYRI LISTINA OG GOTT NÝGGJÁR!!



Yndislist í 2012

Bøkur:
Endurtøkur hjá Sissal Kampmann. 
Forlagið Eksil.
Avbyrgingar hjá Tóroddi Poulsen. Steinprent
Stríðið um tað góða grasið hjá Bárði Oskarsson. BFL

Leiklist:
Breaking the waves á Tjóðpallinum, leikstjóri Guðjón Pedersen

Tónleikur:
Sunleif Rasmussen. Dancing Raindrops. Solo and ensemble works. Aldubáran. DACAPO
Eivør Pálsdóttir: room. Tutl.
Tróndur Bogason. Tónleikurin til Audition, sum Dánial Hoydal skrivaði tekstin til og sum Annfinnur Heinesen leikstjórnaði



Films/videolist
Sakaris Stórá Summarnátt
Heiðrik á Heygum: OMG

Framsýningar
Træprent. Framsýning hjá Tóroddi Poulsen 
í Steinprenti
Hanni Bjartalíð. Framsýning í Listasavninum og í norðuratlantspartinum í Liverpool Biennaluni
Jóhan Martin Christiansen. Crazy, Zig-Zag. About the Understanding of Space and on the Matters of My Latest Lover, R. Framsýning í Galleri Henningsen, kurator Mikkel Carl.

Annað

Tróndur Patursson Bládýpi endurnýggjað í Listasavninum

LGBT Hvat er natúrligt.  Framsýning hjá Østrøm
Carl Jóhan Jensen: Flaggdagsrøðan 25.apríl 2012


(KP)




Friday, December 28, 2012

Prýðingin hjá Bárði Jákupsson

Bárður Jákupsson og Per Arnoldi vunnu kappingina um prýðing av Boðanesheiminum og nú er parturin hjá Bárði Jákupsson komin upp. Her eru nakrar fotomyndir, sum Jan Andersson tók.















(KP)








Til lukku Hanni Bjartalíð



Tað er nú greitt, at stóra listaverkið, sum Hanni Bjartalíð gjørdi til norðuratlantspartin av Liverpool biennaluni verður verandi í Onglandi, tí tað er selt Birmingham Museum and Art Gallery og New Art Gallery Walsall, har tað verður framsýnt í næstum. Verkið er greidliga eitt høvuðsverk innan føroyska list og tað er at fegnast um, at tað umvegis hjálp frá Curated Place v/Andy Brydon eydnaðist at fáa verkið varðveitt í savnshøpi. Vit ynskja Hanna Bjartalíð hjartaliga til lukku. 




(KP)

Árið ið fór innan listina 4



Seinastu tvey árini havi eg til jóladagarnar gjørt eina gjøgnumgongd av árinum ið fór innan listina, har eg havi tikið stórt sæð alt við, sum er hent. Men í ár havi eg hug at gera tað eitt sindur øðrvísi. Eg havi hugt aftur á árið og valt nakrar fáar upplivingar, rák og kjak burtur úr, sum eg haldi hava verið týdningarmikil.

4. Vitan
Nakað, sum hevur havt stóra ávirkan á meg persónliga í 2012 er, at tað eftir øllum at døma finst ein mótvilji móti vitan í samfelagnum.  Á vári í 2012 bað Fróðskaparsetrið meg um at halda eitt upplegg um føroyska list og eg avgjørdi at nýta høvið til at arbeiða fyri at fremja samtíðarlist og serliga fyri at fremja gransking í samtíðarlist. Hetta var ikki gjørt uttan stúringar. Eg var eitt sindur fjálturstungin fyri at mítt upplegg onkursvegna kundi tulkast sum ein atfinning av granskarum á setrinum og av teirra góða arbeiði, og eg gjørdi mær ómak við at virka so visioner, sum eg nú kundi, at vera uppbyggilig og at stinga út í kortið eina møguliga gransking í framtíðini heldur enn at gronast um, at samtíðarlistin als ikki hevur funnið vegin fram til hægru læristovnar í Føroyum.

Hetta eydnaðist á tann hátt, at tær fáu reaktiónirnar, eg fekk frá akademiska umhvørvinum vóru positivar. Atfinningarnar komu frá heilt óvæntaðum staði. Fleiri mentanarbrúkarar bóru alment fram kritikk um dømini, eg brúkti í mínum innleggi. Tey hildu, at listaverkini eg hevði valt, treyðugt kundu kallast list og at tað var pínligt. Eg svaraði ikki atfinningunum og tað var orsakað av, at eg ikki dugdi at raka ein tóna, sum hvørki var merktur av óklæðiligari arrogansu ella særdari forfeingiligheit, men mest var tað orsakað av, at eg ikki skilti atfinningarnar.

Eg skilji ikki hví vit ikki hava kravt at fáa uppbygt størri vitan á mentanarøkinum, hví vit finna okkum í, at mentanarpolitisk tilvild ræður orsakað av vantandi vitan, hví vit góðtaka, at viðgerðin av listini er vantandi. Hetta fari eg at halda fram við at undra meg um í 2013.

(IS) 


Thursday, December 27, 2012

Árið ið fór innan listina 3


Seinastu tvey árini havi eg til jóladagarnar gjørt eina gjøgnumgongd av árinum ið fór innan listina, har eg havi tikið stórt sæð alt við, sum er hent. Men í ár havi eg hug at gera tað eitt sindur øðrvísi. Eg havi hugt aftur á árið og valt nakrar fáar upplivingar, rák og kjak burtur úr, sum eg haldi hava verið týdningarmikil.


3. Uttanlands


Í 2012 fekk Sissal Kampmann debutantprísin hjá danska akademinum, Hanni Bjartalíð tók lut í Liverpool Biennaluni, filmsfólk vóru í Lübeck, rithøvundar vóru í Göteborg og Frankfurt, tónleikarar ferðaðust frítt runt í heimum og tað hendi nógv nógv meira fyri føroyska list uttanlands.

Útflutningurin er støðugt vaksandi. Meðan listastuðulin minkar, er ynskið og viljin til at eksportera. Summir borgarar flyta permanent uttanlands, meðan listin verður lænt út í heimin fyri at profilera landið. Og tað haldi eg er gott, vit hava nógv gott at bjóða og tað haldi eg, at umheimurin skal vita av.


Eg havi seinasta árið sæð óteljandi kanningar, sum vísa, at list og mentan eru millum harbalnastu vinnugreinir og eitt av teimum fáu íløguøkjunum sum vísa vøkstur. Lítil ivi man vera um, at listin eitt av sterkastu aktivum hjá hesum landinum. Tað er heldur ikki nógvur ivi um, at eitt synergi-árin kann náast fyri listina, vinnulívið og fyri landið, um tað verður gjørt ordiligt og dygdargott.


Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at vit skilja, at tað er gott fyri listina at koma út í heimin, men at vit ikki bara kunnu javnseta framasøknið í vinnulívi ella í ferðavinnu við listarligt framasøkni. Vit kunnu ikki bara gera listina um til ein ídnað, sum skal geva okkum inntøkur á sama hátt sum aðrar eksportvørur. Listin skal ikki yvirlatast marknaðarmekanismunum, hon skal viðfarast á heilt øðrvísi hátt. Vit mugu vera kritisk, neyv, faklig, tilvitað og vit mugu minnast til, at gera tingini eftir treytunum hjá listini. Á tann hátt er nógv at vinna í 2013.

(IS)



Wednesday, December 26, 2012

Vandamikið og oyðileggjandi fávit




Hvørja ferð eg haldi, at hámarkið man vera nátt á teirri fávitsku og snævurskygni, sum merkir landsins hægstu leiðslu, lesi ella hoyri eg okkurt, sum fær meg at ásannað, at tað ikki er so og at býttisskapurin eftir øllum at døma er markleysur!

Sum nú t.d. eg lesi á portalinum, at Kaj Leo Holm Johannesen heldur tað vera eina skeiva avgerð, tá listafólk herfyri gjørdu av at boykotta tiltøk, sum landsstýrið skipaði fyri til tess at mótmæla, at játtanin til Mentanargrunnin var skerd ein fimtapart. Løgmaður heldur, at listafólkini heldur enn at boykotta skuldu sett seg í samband við Børn Kalsø og fundast við hann um málið. Hetta kom fram, tá fíggjarlógin var endalig samtykt og tað sigst, at tingfólk fataðu hesa staðfesting løgmans sum eina innbjóðing til øll tey mongu, sum halda seg hava fingið ov lága játtan, at tey bara kunnu møta upp hjá landsstýrisfólkunum í januar mánaði fyri at biðja um hæðkaða játtan. Løgmaður sigur, at øll eiga altíð at fáa møguleikan at føra síni sjónarmið fram, men um tað førir til eina hægri játtan, visti hann ikki og nei, tað er kanska ikki lætt at siga?

Hann náði meg fyri ein løgmaður at hava. Sum eftir øllum at døma ikki hevur nakra virðing yvirhøvur fyri listafólkunum og sum sleingir út lyfti uttan at hava nakað sum helst at hava tey í. Sum einki veit, sum heldur alt ganga og sum harumframt heldur listafólkini fyri tað turra spott, tá hann sigur, at tað ikki snýr seg um stórar upphæddir. Nei, harra løgmaður, í hasum hevur tú sjáldsama rætt, og tí er tað eisini blóðskeivt at skerja mentanargrunnin við einum nógv størri parti upp á seg í mun til hvat aðrir partar av samfelagnum skulu spara.

Løgmaður vil kanska ikki vita av opna brævinum frá norðurlendsku listaráðunum, sum hefyri varð sent honum umframt mentamálaráðharranum og tingformanninum? Har stóð m.a. skrivað: "De nordiske kunstnerråd, der har været samlet i København d. 12. december 2012, udtrykker sin dybe beklagelse og alvorlige bekymring over de markante nedskæringer indenfor kunst- og kulturområdet, Færøerne sætter i værk i det kommende år. For det nordiske samarbejde er det ikke befordrende, at den færøske kunstfond (Mentanargrunurin) med ét slag bliver beskåret med 1/5 og støtte til musik beskæres med 1/3, da støtte fra de nordiske fonde i de fleste tilfælde er betinget af lokal støtte. Hvis den færøske kulturstøtte beskæres, vil det automatisk medføre mindre muligheder for færøske kunst- og kulturarbejdere at indgå i det nordiske og internationale samarbejde...".

"Tað grør um gangandi fót" heldur løgmaður og talan er hóast alt ikki um stórar upphæddir. Løgmaður hevur rætt í, at upphæddirnar áttu at verið nógv størri, men hjá nógvum listafólkum eru verandi upphæddir hóast alt grundarlagið fyri stórslignum listarligum verkætlanum. Burtur av stuðlinum verður nú í einum skarvaður ein fimtipartur. Fávitið hjá mentamálaráðharra Bjørn Kalsø og hjá løgmanni Kaj Leo Holm Johannesen er sostatt vandamikið og oyðileggjandi fávit, um hugsað verður um møguleikarnar hjá teimum mongu dugnaligu føroysku listafólkunum at fáa stuðul - eisini úr norðurlondum.



(KP)

Árið ið fór innan listina 2


Seinastu tvey árini havi eg til jóladagarnar gjørt eina gjøgnumgongd av árinum ið fór innan listina, har eg havi tikið stórt sæð alt við, sum er hent. Men í ár havi eg hug at gera tað eitt sindur øðrvísi. Eg havi hugt aftur á árið og valt nakrar fáar upplivingar, rák og kjak burtur úr, sum eg haldi hava verið týdningarmikil.

2. Listaupplivingar

Mær dámar serstakliga væl smáar framsýningar, og tí hava tað á teimum minni framsýningarstøðunum, kanska serliga Steinprenti, verið fleiri framsýningar, sum hava upptikið meg nógv í 2012. Men tá eg blaði gjøgnum árið eru tað allíkavæl tvær stórar framsýningar, báðar í Listasavninum, sum standa sterkast.
Framsýningin hjá Tróndi Patursson í januar og framsýningin hjá Hanna Bjartalíð í oktober. Báðar standa klárt í minninum, tí tær vóru listarliga avanseraðar og estetiskt heilstoyptar, tí tær vóru spenningsfylltar og avbjóðandi.

Innan fyri onnur listasløg, hava upplivingarnar eisini verið stórar, Sissal Kampmann gav út Endurtøkur, Tóroddur Poulsen gav út fleiri yrkingarsøvn og Jóanes Nielsen gav út eitt savn, Tjóðpallurin hevði eina røð av fantastiskum leiksýningum og gjøgnum alt árið hava verið fleiri framúrskarandi konsertir.

Men í september gjørdist greitt, at landsstýrið hevur í hyggju at skera listastuðulin til samtíðarlistina og hetta var byrjanin til drúgt og lívligt kjak. Millum annað var sagt, at armslongdin var hótt, at listahugsjónin var afturlítandi og at samanhangur vantaði í mentanarpolitikinum. Hvussu er og ikki, man lítil ivi vera um, at ein niðurskurður uppá 18 prosent er ógvusligur og fær avleiðingar. Færri listaupplivingar verða til okkum í 2013.

Mentanargrunnurin raðfestir og óansæð hvussu nógv sjálvboðin arbeiðsmegi verður løgd í økið, er hetta syrgiligt og eg vóni, at avgerðin verður broytt. Men vit verða nokk noydd til at umhugsa hvat vit gera, verður hon ikki broytt.

Vantandi gjøgnumskygni hevur í mong ár verið ein trupulleiki innan fyri mentanarlívið. Vit hava onga vitan um hvat tær yvirornaðu mentanarpolitisku visiónirnar ganga út uppá, og vit fáa ikki gjøgnumskoðað hvussu peningurin verður nýttur. Mentanarstovnarnir eru meira ella minni sáttmálaleysir og har finnast ikki alment tilgongiligar fakligar próvførslur fyri hví peningurin verður býttur sum hann verður. Hesin trupulleikin verður enn størri nú, tá peninganøgdin minkar og øll mugu gera sær enn betri ómak fyri, at hon verður brúkt best møguligt.

Alternativt til more money, more money, more money, ynski eg mær fyri 2013, at vit fáa meira kjak, meira kunning og meira opinleika, fyri nú at brúka Kaj Leoskan retorikk.

(IS)

Tuesday, December 25, 2012

Horvnir menn, ummæli



Agnar Artúvertin hevur sent okkum ummæli av stuttsøgusavninum Horvnir menn hjá Firouz Gaini

Savnið Horvnir menn eftir Firouz Gaini er eitt savn, sum brýtur frá vanligum føroyskum stuttsøgusøvnum, tí tað er skrivað sum ævintýr ella líknilsir. Eg havi ikki lisið hinar søgurnar, sum Firouz hevur givið út, so eg fái ikki samanborið, men søgurnar í Horvnum monnum hava dám av at vera skrivaðar av einum heldur óroyndum høvunda. Evnið í savninum er at vera ættaður úr fremmandum landi, vera søguleysur, ættleiddur, úr aðrari mentan osfr. Skrivistílurin er ógvuliga deskriptivur og turrur, sjónarhornið leypir sum best ber til - tað ger søgurnar ósamanhangandi og strævnar at lesa - og tann frágreiðandi stílurin leypir eisini onkuntíð. Vit fáa lívssøgurnar hjá øllum fólkunum serveraða í óneyðuga samankroystum líki, systkjum teirra, foreldrum, ommum og abbum, hvørjum tey arbeiddu við og hvørjum klæðum tey gingu í. Slíkar lýsingar hoyra til realismu og ikki til allegoriir og ævintýr. Hetta er álvarsamt ósamsvar millum stílar, sum oyðileggur nógv í savninum. Serliga er søgan Tveir brøður stokkut í frásøgn, tí allar lívssøgurnar hjá øllum persónunum skulu fáast við. Tað er sum um Firouz absolutt má kroysta alt, sum hesir persónar hava gjørt, saman á lítið pláss. Hann byrjar við einum persóni - at hann er soleiðis og soleiðis og gongur ílatin so og so - og so fer hann víðari at lýsa næsta persón, men kemur so í tankar um okkurt, sum hann hevur gloymt við tí síðsta persóninum, og leypir so aftur til hann fyri líka at fáa síðstu detaljurnar um klædnastílin við. Tað er stuttligt at síggja sovorðið, men ikki stuttligt at lesa. Firouz leggur stundum dent á at lýsa ymiskt óviðkomandi. Td. lýsir hann klæðir og sigur okkurt sum ”segði ein kvinna í bláum kjóla” ella ”…segði ein maður í gráum klædningi” Slíkar lýsingar er púra malplaserað fokus, sum hongur í leysari luft og hevur einki samanhang við nakað sum helst, uttan at geva lesaranum eina skjóta mynd í høvdið. Og tað verður vanliga brúkt sum eitt amatørjournalistiskt trix. So, droppa tað næstu ferð.

Í søguni Horvni Ivan fáa vit at vita, at Ivan gongur sum ein berføttur Sokrates og spyr spurningar, sum fáa fólk at hugsa. Hetta dámar teimum ráðandi og ríku í býnum ikki, og teir kidnappa hann og ætla at geva honum eina sproytu frá einum ríkum lækna í hvítum kittli. Hvat vil Firouz við søguni? Er tað bara 80’arakritikkur av samfelagnum ella roynir hann at røkka djypri og nema við filosofiska evnið Brain in a Vat? Og til endans fer Ivan við blokkfloytu út úr býnum við einum hala av ungum autonomum hippiarum aftan á sær, sum ein rottufangari úr Hamelin. Tað er sum um Firouz ikki fær bestemmað seg um hann vil hava søguna at vera ævintýr, líknilsi, crime fiction ella okkurt annað.

Tað at hava alvitandi frásøgufólk er frálíkt, og tað er eitt, sum Firouz dugir væl at stýra. Tann beinleiðis talan í savninum er øgiliga veik og ótrúverdug afturímóti. Men tað sama kann sigast um eitt ótal av víðagitnum og etableraðum rithøvundum. Í roynd og veru eru tað skelkandi fáir rithøvundar í allari verðini, sum ordiliga duga at jonglera við beinleiðis talu. Eg kenni bara tveir føroyskar rithøvundar, sum dugdu tað ordiliga væl, og tey nøvnini kennir hvør einasti føroyingur.

Søgan nevnir í byranini Ivan sum ein annan Sokrates, men man skal ongantíð nevna tað, man hevur sum fyrimynd, í sjálvari søguni, tí tað oyðileggur søguna beinanvegin. Eg havi sæð nógvar føroyskar rithøvundar, og ikki bara ungar ella óroyndar, gjørt tað mistakið. Tað er sum oftast ein hugur til at spæla klókur, men hjá Firouz er tað heldur ein ógjøgnumhugsað viðmerking, sum er komin av sannari skrivigleði og at Firouz følir seg heima í tekstinum. Hetta er sera gott tekn, men tað skulu nógvar søgur skrivast, áðrenn man dugir at meta um, nær slíkt riggar og nær tað ikki riggar. Í hesum førinum riggar tað tíverri ikki.

Tó dugir Firouz væl at nýta myndir sum í ævintýrum ella søgunum hjá danska Villy Sørensen - td. ein litmiklan fugl sum mynd á evnaríkar innflytarar, ella ein múr sum mynd á okkurt, sum skilir faðir og son sundur. Men tá ein brúkar slíkar algongdar og vanligar myndir sum fuglar og berlinmúrar, eigur ein ikki at leggja ov stóran dent á ymiskt annað, sum tekur fokusið vekk frá tí, td. kynsbúningina og læknan á hospitalinum, men bara fokusera upp á myndirnar gjøgnum alla søguna og ansa eftir teim knøppu frávikum, sum lúra allastaðni.
Í skaldskapi er vanligt at geva persónum nøvn fyri at skapa eitt nærri samband við teir, fyri at gera teir heilari. Hesa snild dugir Firouz væl, men tað er tíverri ikki eitt trix, sum megnar at gera nakran mun ella bøta um ta støplandi og leitandi gonguferðina millum genrur og stíl. Vit lesa um gentuna Vár, sum varð ættleidd av ríkum fólkum, meðan fátæka systir hennara og vinkonan eita Alda og Irma - sum eru tvey bílig supermarknað í Týsklandi og Danmark har tey, sum ikki fortjena tað stóra, fara til handils. Firouz brúkar nøvn sum Djóni (føroyskt) og Frank (útlendskt) á sama hátt sum Magnus Dam Jacobsen gjørdi í sínum stórbýarskitsum. Men tað er líkasum nakað eyka, sum man ger, tá tamarhald er fingið á sjálvari søguni, søgugongdini, myndum, stíli, rødd osfr, og tað tykist ikki sum tað tamarhaldið er komið heilt upp á pláss enn. Tí er tað eitt sindur hugstoytt at lesa Horvnar menn, tí evnini eru góð, myndirnar góðar, men tað mesta bliknar í viðgerðini og samansetingini. Men um hann blívur við at skriva, so fer hann uttan iva at fáa tamarhaldið. Tað gera øll fyrr ella seinni, og tað kemur av sær sjálvum.

Agnar Artúvertin

Horvnir menn, stuttsøgur, Firouz Gaini, Mentanargrunnur Studentafelagsins, 125 s. 198 kr.

Árið ið fór innan listina 1


Seinastu tvey árini havi eg til jóladagarnar gjørt eina gjøgnumgongd av árinum ið fór innan listina, har eg havi tikið stórt sæð alt við, sum er hent. Men í ár havi eg hug at gera tað eitt sindur øðrvísi. Eg havi hugt aftur á árið og valt nakrar fáar upplivingar, rák og kjak burtur úr, sum eg haldi hava verið týdningarmikil. 

1. Listafólkaaktivisma
Í desember vísti KVF eina danska sending, sum æt "Børn eru rótin til alt ónt”, sum lærdi okkum, at vit gerast óeydnusom av at fáa børn. Okkara tíð, pengar og útsjónd eru hótt, persónliga frælsið fýkur, vit kunnu ikki longur fara á ves ella hava endaleysar romantiskar døgurar á dýrum matsovum í frið, tá vit hava børn. Individalisman og sjálvsdyrkanin náddu sostatt ófatiligar hæddir anno 2012, at modernað fólk ikki duga at síggja nakra meining við at vera foreldur, og so skjótt sum yvirromantiseraðar ímyndir um lívið verða tað minsta bjóðaðar av, kenna tørv á at fáa fatur á einum coach, sum við sínum endaleyst avmarkaða viti gevur tey ráð, at børnini mugu sendast til púra ósek fólk í familjuni soleiðis, at mann kann dyrka seg sjálvan í frið og náðum.

Vit hava eftir míni meting ógvuliga lítið at takka BADH samgonguni fyri, og eg haldi, at hetta hevur verið eitt ræðuligt ár politiskt. Valdsharrarnir tíggja sær ikki sum forkelað børn, men meira sum oyðiløgd foreldur, ið als ongan áhuga hava út yvir at nøkta teirra egna platta tørv. Men kanska er onkur glotti í myrkrinum, tí tað tykist sum, at tá egoisman gerst total millum politikararnar og sosiala elendigheitin gerst fullkomin, ja so flytir tilvitið hjá fólkinum út í samfelagið og burtur frá okkum sjálvum og teirri annars konstantu miðsavnanini um okkara egnu sál og okkara egnu eydnu. Fram móti heimsins undirgangi 21.desember var mann eisini líka við at trúgva, at tilvitið fór at flyta seg heilt út mótvegis tí globala samfelagnum, men latið okkum nú taka eitt í senn.

Eg haldi, at tað hevur verið lívsjáttandi og gott at síggja hvussu listafólk gjøgnum alt árið hava gingið á odda við samfelagssinni, hvussu tey hava verið sjónlig í sambandi við listaverkfallið, Free Pussy Riot verkætlanina, Listafólkaboykottið, framsýningina ”Hvat er natúrligt?” og eina røð av markantum røðum og innleg, ið hava givið egoismu og snævurskygni skarpan gang.
Hetta hugsi eg við takksemi um í sambandi við 2012 og eg vóni at síggja meira av hesum í 2013


(IS)

Monday, December 24, 2012

Gleðilig jól




Við hesi stuttligu, speirekandi jólamyndini, sum Peter Carlsen gjørdi fyri kortum í Steinprenti, bera vit øllum okkara lesarum bestu ynski fyri høgtíðina. Og i dagens anledning vil vi også på dansk ønske vore læsere glædelig jul med det sardonisksmukke juletryk, som Peter Carlsen lavede forleden i Steinprent. Godt nytår og tak for 2012.





(KP)


Eingladust 24


borgarstjórin
hevur fylt
kramarhúsini
sum hanga
á skalluta
jólatrænum
sum stendur
á grøvini
yvir føroyska
samleikan
á tinghúsvøllinum
við puddilhundalorti

hann vil
gleða børnini
og seg sjálvan
á jólum



(TP)

Sunday, December 23, 2012

Eingladust 23


óttin og eg
vit hava tað
so gott
ganga drúgvar
túrar
í brattlendi
og á sløttum
ferðast til
onnur  lond
har frælsi
er eitt fongsul
og tú fært
deyðiligar sjúkur
andar tú ov djúpt
vit vitja ódjóragarðar
í trongum býum
har mordarin eltir okkum
við bangnum eygum
vit heilsa uppá hetjur
í bronzu og kopari
sum droyma
tað sama  sum vit
vit ræðast ongan
óttin og eg

(TP)

Saturday, December 22, 2012

Eingladust 22


tónleikurin
hongdur
har glasið
ikki sker
og døggin
er turrur
dreymur
og
morgunin
purrar
mína
sælu
líkasælu
út



(TP)

Friday, December 21, 2012

Brahmadellar í undanvindi


Tey góðu tíðindi bórust í vikuni, at Jóanes Nielsen hevur skrivað sáttmála við Random House, sum er eitt av heimsins størstu forløgum um at geva hansara bók Brahmadellarnir út á týskum. Jóanes Nielsen gav herfyri út yrkingarsavnið "Tapet millum øldir".

http://avisen.dk/faeroesk-forfatter-faar-international-kontrakt_198328.aspx

Eingladust 21


illsintur maður
og eitt borð

og tað sum nú
liggur á gólvinum

sum eitt vælsignilsi
ið krevur eitt vælsignilsi:



spøkilsið
ið vitjaði
meg í nátt
segði mær
at tað var
einki lív
hinumegin
at tað var
eins deytt
og hesumegin
at vit aldrin
høvdu livað

(TP)

Thursday, December 20, 2012

Eingladust 20


spegilin
hongur
í andvekri
á vegginum
hann hevur
einki heimland
og kann ikki
bløða men
bert gráta
eitt lítið
sindur tá
eg smílist

(TP)

Wednesday, December 19, 2012

Opið bræv til landsins leiðslu frá norðurlendsku listasambondunum


Lagmand Kaj Leo Holm Johannesen

Kulturminister Bjørn Kalsø

Lagtingsformand Jógvan á Lakjuni

De nordiske kunstnerråd, der har været samlet i København d. 12. december 2012, udtrykker sin dybe beklagelse og alvorlige bekymring over de markante nedskæringer indenfor kunst- og kulturområdet, Færøerne sætter i værk i det kommende år.

For det nordiske samarbejde er det ikke befordrende, at den færøske kunstfond (Mentunargrunurin) med ét slag bliver beskåret med 1/5 og støtte til musik beskæres med 1/3, da støtte fra de nordiske fonde i de fleste tilfælde er betinget af lokal støtte.
Hvis den færøske kulturstøtte beskæres, vil det automatisk medføre mindre muligheder for færøske kunst- og kulturarbejdere at indgå i det nordiske og internationale samarbejde. 

Det er med en blanding af både forståelse, beundring og forstemmelse, at vi erfarer, at en lang række af Færøernes mest markante og internationalt anerkendte kunstnere har valgt at nægte at stille op til nationale repræsentative arrangementer sammen med Færøernes politikere. 

Færøernes kunstnere har bidraget rigt til både det nordiske og internationale kultursamfund, og de har altid været stolte over at optræde som ambassadører for den færøske nation. Vi opfatter de færøske kunstneres beslutning som et udtryk for desperation og et nødråb til de færøske politikere, om at respektere kunsten og kulturens betydning for for det færøske samfund og dets befolknings selvforståelse.

At iværksætte besparelser på kulturområdet, der går langt ud over de gennemsnitlige nedskæringer, der i øvrigt findes nødvendige for at imødegå den internationale økonomiske krise, sender et signal til omverdenen om, at de færøske myndigheder ikke selv værdsætter sin kunst og kultur.

Færøerne har en lille geografisk udstrækning og en mindre befolkning. Derfor er de markedsmæssige muligheder for de færøske kunstnere begrænsede, og af den grund er politisk og økonomisk opbakning helt afgørende for at færøsk kunst og kultur stadig kan være til stede i verden.

De nordiske kunstnerråd appellerer til de færøske myndigheder om at genoverveje sin beslutning.

Kolbrún Halldórsdottir, formand
Bandalag Islenskra Listamanna, Island

Anders Hovind, arbejdsudvalgsmedlem
Kunstnernettverket, Norge

Brita Kåven, sekretariatsleder
Samisk Kunstnerråd

Ilkka Niemeläinen, formand
Forum Artis, Finland

Henrik Petersen, formand
Dansk Kunstnerråd

Anna Söderbäck, formand 
Konstnärliga og Litterära Yrkesudövares Samarbetsnämnd, Sverige

Sein kúgv fær glæsiligastu listauppliving



Eg skal viðganga, at eg var í seinna lagi at koma mær niðan á framsýningina í matstovuni hjá Dugna á Hjalla. Og tað er ikki fyrstu ferð, fleiri framsýningar hava verið í 2012, sum eg ikki sá, m.a. ein eftir øllum at døma áhugaverd framsýning hjá Tummas Jákupi Thomsen í somu hølum. Men sambært lýsingini skuldi hendan framsýningin hjá Zachariasi Heinesen vara inntil 20.des. Tað var tessvegna eitt ordans vónbrot, at meginparturin longu í dag var tikin niður. Vónbrotið varð tó skjótt vent til inniliga gleði, tá eg fór at hyggja at teimum báðum myndunum, sum hingu eftir á vegginum í ljósu høgloftaðu hølunum hjá Dugna. Tí báðar myndirnar eru í grundini eins og sannførandi syntesir av øllum tí besta, sum er serstakt fyri Zacharias Heinesen og sum einki annað listafólk ger honum eftir. Báðar myndirnar eru klassiskar í so máta, at tær avmynda hansara fasta myndevni, bygdina við havið. Men í omanfyristandandi mynd sameinir listamaðurin tveir málihættir soleiðis, at úrslitið gerst ógvuliga abstrakt samstundis sum myndin gevur eitt sansaligt boð uppá sjálva kensluna av ljós og mjørka. Myndin er lutfalsliga strangliga bygd upp í níggju flatar í ymiskum bláum og gulum tónum, sum miðskeiðis niðarlaga í myndarúminum upploysast til ein ótálmaðan litdans í violettum, reyðum, grønum, bláum og gulum. Hetta er ein framúrskarandi og frísk mynd hjá Zachariasi Heinesen og tað sama er galdandi fyri hina myndina, sum eg seti inn niðri undir her. Tíverri eru fotomyndirnar bert viðfáningar í mun til teir veruligu málningarnar soleiðis sum tú sært tær í veruleikanum, jú, hetta gjørdist av sonnum ein stór listauppliving hjá seinari kúgv.


Sjálvsognarstovnurin Dugni er fyrrverandi ALV, sum arbeiðir til frama fyri teimum arbeiðstarnaðu. Dugni hevur aftur í ár latið gera eina sonevnda kærleikskúlu, sum er eitt listarligt  jólaprýði. Tróndur Patursson gjørdi tað fyrstu, Hansina Iversen ta næstu og í ár hevur Zacharias Heinesen gjørt ta vøkru Kærleikskúluna, sum er heilt serstøk, munnblást og sum fæst til serligan gávuprís um jólini. Ein meiningsfull gáva, har gevarin stuðlar  eini góðari søk. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemi hjá Dugna. Endamálið hjá Dugna er at stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving, so hesi hava møguleika at fáa vinnuførleikan aftur. Zacharias Heinesen sigur soleiðis um Kærleikskúluna og meðan eg lesi hansara litríku orð, leitar hugur mín aftur til tann framúrskarandi málningin, sum hongur eftir uppi í Dugna og glitrar litfagurt sum ein ælabogi og sum døgg í grasi:



Kærleikin er sum sólin 
Kærleikin er sum sólin -

hevur allar litir í sær.
Sólin er stundum brandgul,
reyðviolett ella gulgrøn.

Nú er kærleikin bláviolettur. 
Tú lyftist upp í loft,
sveimar í ørsku.
Gloymir alt fyrilit,
tú verður findarglaður
og eyðnusælur.



(KP)

Listafólkaboykottið stendur við


Listafólkaboykottið hevur varað síðani Sunleif Rasmussen mælti til tess í Degi og Viku tann 2.november, tvs. í knappar 50 dagar og higartil hava heili 101 listafólk skrivað seg uppá boykottaralistan her á Listablogginum. Ætlanin við boykottinum er at ávirka opiniónina og altso at fáa mentamálaráðharran til at taka skerjingaruppskotið aftur. Vit taka fult undir við listafólkunum, men hava tó gjørt okkum ávísar tankar og stúringar um nærmastu framtíð. Mentamálaráðharrin letst jú ikki ikki um vón og listafólk eru fíggjarliga sæð ein ógvuliga útsettur og veikur samfelagsbólkur uttan verkfalskassar ella aðrar sosialar tryggingar. Í hesum sambandi havi eg spurt Sunleif Rasmussen um eina støðulýsing viðvíkjandi listafólkaboykottinum. Og nú tíðin er farin at nærkast til heiðurslønarhandan, tá mentanarheiðurslønir landsins verða latnar, spurdi eg m.a. um hvørt listafólk, ið boykotta kunnu loyva sær at taka lut í hátíðarhaldinum 15.januar og um tey evt. kunnu loyva sær at taka ímóti heiðurslønum.

SR: Starvslønirnar er ein heiður, ið almennu Føroyar lata fyri avrik, ið listafólk
hava framt. Bjørn Kalsø hevur als ikki lut í heiðurslønum landsins. Hann er
bara statistur, ið letur heiðurslønirnar, vegna almennu Føroyar.

KP: Bjørn Kalsø letst ikki um vón, er tá nøkur orsøk at halda áfram við listafólkaboykottinum?

SR: Tað, at myndugleikarnir ikki látast um vón, og sýna sín maktfulkomuleika, er orsøk í sjálvum sær, at halda áfram við boykottinum.

KP: Hvørjar verða avleiðingarnar, heldur tú, av skerjingini av mentanarjáttanini?

SR: Avleiðingarnar av skerjingini av játtanini hjá Mentanargrunninum verða, at 20% færri fløgur koma út, at 20% færri bøkur koma út, at 20% færri listatiltøk verða framd osfr. Hetta eru beinleiðis avleiðingarnar, men tað eru so ómetaliga nógvar avleiddar vinnur, ið fáa minni virksemi orsakað av niðurskurðinum. Tað er alment kent at hvør íløgukróna í list, gevur samfelagnum millum 5 og 10 krónur aftur. Mantraið hjá høgrapopulistiska landstýrinum er, at fólk skulu arbeiða meira. Niðurskurðurin av Mentanargrunninum fer at hava við sær, at listafólk noyðast at arbeiða meira fyri minni. ES hevur gjørt tað øvugta. Tey økja játtanina til list sum ískoyti til at koma skjótari úr kreppuni. Hetta tí at tey ásanna at upplivingarvinnan er skjótast vaksandi vinnan í heiminum, og harav er listin týdningarmesti parturin.

Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø stendur eftir øllum at døma rimmarfast uppá ætlan sína um at skerja ta føroysku mentanarveitingina við einum fimtaparti. Hann virðir ikki armslongdarregluna og eftir øllum at døma virðir hann heldur ikki landsins listafólk so mikið sum at troysta sær at geva teirra fult skilliga og væl grundaða mótmæli gætur. Samanumtikið sær tað sostatt tíverri út til, at boykottið stendur við. 


(KP)

Eingladust 19


seti meg
sjálvan
á borðið
tá andarnir
koma
á vitjan
í nátt

(TP)

Tuesday, December 18, 2012

Vencil 12. er komin



Ein óhóskandi jólagáva

Endiliga! Ikki jólatrøll! Nú er hann her! Vencil tólvti er komin, og 2012 er ikki liðugt.
Hvør er so Vencil tólvti? Jú, vit kunnu her siga, at hann ikki er hóskandi hjá børnum og smásárum sálum, ið ikki tola tekstir, ið eru ópolitiskir, óetiskir, ójarðligir, óveruligir, men sum hava stórsligna góðsku, ið røkkur langt inn undir húðina. Jólini kunnu gerast langlig. Høvuðsendamálið er at flyta seg úr einari sofu til eitt búgvið borð og frá tømda borðinum yvir í somu sofu. Viðhvørt slanka vit ein túr á vesið at gera jólamatin burturúr okkum. Alt hetta átið, og allur hesin góði maturin má og skal eisini skolast niður við onkrum. Ein góð havnarøl er ikki at forsmáa, men best av øllum og tað, sum eisini liggur longri á enn allur matur og nógvar havnarøl, er ein góður Vencil.

Tey, sum hóast frámælið fara at ogna sær ein Vencil tólvta, ella sum fara at keypa sær ein og einar tveir til gávus, tey kunnu vænta sær ótespiligar upplivingar. Fyrstur í Vencli er Tóroddur Poulsen, síðani Alexandur Kristiansen. Eftir hesar heimligu yrkjararnar kemur ein døkk, óetisk og rasistisk søga eftir amerikanska rithøvundin, James Baldwin. Eftir hann kemur ikki minni ómenniskjaligi teksturin eftir unga, russiska høvundin, Jurij Bujda, og tá ið hann er lisin, er tíðin komin til seks søgur frá lívinum eftir deyðan, sum amerikanski nevrologurin, David Eagleman hevur skrivað. Kim Simonsen, doktari, hevur tvær yrkingur úr Keypmannahavn, og so tekur Martin A. Hansen yvir. Sámal Soll skrivar eina metastuttsøgu um navnabroyting, og Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað eina stuttsøgu, har forteljarin ikki er til at hava álit á, og at enda er ein debutantur, sum eitur Trygvi Danielsen. Hann hevur skrivað eina vakra stuttsøgu.
Ritstjórarnir á Vencli bjóða føroyingum av at keypa Vencil og lesa hesar ljótu og vøkru og avbjóðandi tekstir.