Friday, November 30, 2012

William Heinesen - Enn eitt myndlistarligt prógv




Síðsta fríggjadag læt upp ein ógvuliga forkunnug framsýning upp í Havn. Talan er um framsýningina Endurmynd - Myndir eftir William Heinesen í Stephanssons Hús á Kongabrúnni í Havn. William Heinesen legði ógvuliga stóran dent á, at hann ikki fataði seg sjálvan sum yrkismyndlistamann, at myndlistin bara var nakað hann fekst við, meðan skrivingin var hansara yrki. Janus Kamban skrivaði soleiðis: "..vit, sum kenna William, hava ongantíð hildið, at hann var býttur, tvørturímóti, vit hava vitað, at hann var av vísastu monnum. Men vit hava kanska gjørt okkum sek í nøkrum øðrum. Og tað er, at vit hava ikki tikið myndlistamannin William Heinesen heilt í álvara. Her hevur skaldið og rithøvundurin William Heinesen staðið í millum. Harragud, tað eru so mangir rithøvundar, sum hava málað - Strindberg málaði, Victor Hugo teknaði skortmyndir av persónunum í skaldsøgum sínum. Tagore málaði. Pusjkin teknaði - ein kundi hildið áfram...". Bárður Jákupsson staðfesti í síni bók um føroyska list, at William Heinesen av sonnum arbeiddi sum yrkislistamaður við klippmyndunum frá sjeytiárunum og fram. Í eini framløgu, sum eg sjálv hevði á 100 ára føðingardegnum 15.januar í 2000 tók eg støði í hesum uppáhaldi hjá bílætamakaranum og mótprógvaði tað. Lítla perlan av eini framsýning í Stephanssons hús "Endurmynd - myndir eftir William Heinesen", sum Inger hevur skipað, minnir okkum enn einaferð á dygdina í myndlistini hjá Williami Heinesen. Framsýningin er at síggja hvønn dag frá klokkan 16-18 til 19.des, hon kann viðmælast øllum, ikki minst skúlaflokkum. Um áhugi er fyri rundvísari ella uppleggi um listamannin ber til at kontakta Inger um hetta.


Sera forkunnugt at síggja upprunan til myndir, tú kennir so væl frá plakatum og bókapermum



Gallaríeigarin Ingvør Nolsøe

Framsýningargestir hyggja og práta

Jenny og Jan

Zacharias og Ingun

Hølini eru smá, men ljós og væl hóskandi at framsýna í.


(KP)







Jóanes Nielsen tilnevndur Norðurlendsku Bókmentaheiðurslønina




Jóanes Nielsen er innstillaður til Norðurlendsku Bókmentaheiðurslønina fyri skaldsøguna Brahmadellarnir, sum kom út í 2011. Vit ynskja Jóanes hjartaliga til lukku við innstillingini.

Í skrivinum frá úrvalsnevndini stendur m.a.: 

I den danske oversættelse har Brahamadellerne fået undertitlen En nordatlantisk krønike, hvilket slår tonen an til det historiske indhold. Det er en stort anlagt historisk roman med kendte personer, der møder de fiktive hovedpersoner. Der er to tidsplaner, hvor hovedvægten ligger på den historiske tid fra 1846 til omkring 1883, der så forbindes med nutiden, fra 1988 til 1995. Romanen indledes med et kapitel, hvor nutidens hovedperson besøger en af de historiske personers grav – landkirurgens Napoleon Nolsøe, og den afsluttes også i nutiden med hovedpersonen Eigil Tvibur.

Romanens historiske tid starter med den store mæslingeepidemi, der gik hårdt ud over befolkningen i 1846, og den senere så kendte danske læge og forsker, Panum, bliver sendt til Færøerne for at hjælpe til med at standse epidemien. Sygdommen rammer det lukkede, fattige og tilbagestående samfund hårdt og afdækker dets mangler og problemer, og klasseforskellene bliver tydeliggjort, når det i romanen ses, hvem der især må bukke under for den. Der sker store omvæltninger i samfundet i romanens tid, og vi oplever modsætninger, opgør og kampe i kølvandet på dem.

I sin opbygning er romanen kompleks, og den skifter mellem fortid og nutid, forskellige personer og steder, fakta og fiktion, og der henvises til alskens historiske og litteraturhistoriske kilder. Der citeres fra litterater, medicinere, historikere og opslagsværker, fra Christian Matras og William Heinesen, Panum og Hans Jacob Debes, og alle citater kan verificeres. Det ses, at der er foretaget en grundig research, men man skal som læser holde sig for øje, at der er tale om fiktion, og at fiktive hændelser blandes med de historiske. Forfatteren arbejder med den traditionelle opfattelse af de historiske personer, ofte nationale koryfæer, han digter videre på deres liv, og han skildrer dem i flere tilfælde diametralt modsat normen.

Brahmadellerne er overvejende realistisk skrevet, og den skifter mellem beskrivelse og refleksion, beretning og dialog, og også kommentarer, der især kommer fra de nævnte kilder.  Der er mange dramatiske hændelser, slagsmål, voldtægter og mord, der beskrives i detaljer, så stilen kan forekomme rå og brutal sine steder. Andre steder bliver forholdet mellem personerne skildret dybfølt og med stor inderlighed.

Epidemien spiller som sagt en stor rolle som platform i romanen, men klassiske temaer, liv og død, rig og fattig, syg og rask, koloni og kolonimagt, kærlighed og had, druk og ædruelighed, fred og krig, vold og fredsommelighed imellem mennesker går ud og ind i forfatterens historie. Og det kommer der en særdeles god historie ud af. Forfatteren skjuler ikke sin holdning og står vagt ved de fattiges, fiskernes og arbejdernes side, men det skygger ikke over oplevelsen af en levende roman, der skildrer et væld af personer og miljøer og et helt samfund, både i dybden og i bredden.


Jóanes Nielsen: Brahmadellarnir, i dansk oversættelse BrahmadellerneRoman udgivet af Mentunargrunnur Studentafelagsins i 2011
Oversat til dansk af Povl Skårup og udgivet af forlaget TORGARD i 2012


Ann Ellefsen

Í føroysku úrvalsnevndini sita umframt Ann, Arnbjørn Dalsgarð og Kinna Poulsen

Hinar innstillingarnar: 


DANMARK
Josefine Klougart Én af os sover
Roman, Rosinante, 2012
Kim Leine Profeterne i Evighedsfjorden
Roman, Gyldendal, 2012
FINLAND
Rosa Liksom Hytti nro 6 (Kupé nr. 6)
WSOY, 2011, Wahlström & Widstrand 2012
(Översättning Janina Orlov)
Ulla-Lena Lundberg Is
Roman, Schildts & Söderströms, 2012
ISLAND
Hallgrímur Helgason Konan við 1000º - Herbjörg María Björnsson segir frá
(Kvinden ved 1000º - Herbjørg Maria Bjørnsson fortæller)
Roman, JPV útgáfa, 2011
(Dansk översättning, Kim Lembek)
Guðmundur Andri Thorsson Valeyrarvalsinn (Valeyri-valsen)
Noveller, JPV útgáfa, 2011
(Dansk översättning, Erik Skyum Nielsen)
NORGE
Nils-Øivind Haagensen God morgen og god natt
Dikter, Forlaget Oktober, 2012
Ole Robert Sunde Krigen var min families historie
Roman, Gyldendal, 2012
SVERIGE
Lars Norén Filosofins natt
Albert Bonniers Förlag, 2012
Johannes Anyuru En storm kom från paradiset
Roman, Norstedts förlag, 2012



Jólakalendarin 2012


Jólini eru søt, vøkur, poetisk og ikki so lítið vandamikil her hjá okkum á listablogginum. Tí aftur í ár bjóða vit saman við einum av okkara fremstu yrkjarum lesarum okkara til ársins lyrikkjólakalendara. Aftur í ár ber til hjá okkum øllum at sameina tey kommersiellu forbrúksjólini við dýpd og innhugsni. Vit avdúka ikki fyrr enn í morgin hvør ársins yrkjari er, men vit lova at halda góða stílin frá hinum árunum og tað sigur ikki so lítið. Tí nakrar av bestu føroysku yrkingunum eru bornar í heim gjøgnum jólakalendaran á listablogginum. Í 2010 var jólakalendarin myndaður av stóru yrkingini hjá Carl Jóhan Jensens store digt “Myndir á eini óhildnari framsýning” og í 2011 var tað Sissal Kampmann og hennara “Endurtøkur”, sum til okkara stóra stoltleika, vórðu givnar út í bók.
Lesið yrkingajólakalendararnar her:

Jólakalendarin 2010

 Jólakalendarin 2011
Tað ger okkum ómetaliga fegnar, at vit aftur í ár fara at vakna hvønn morgun til eina poetiska uppliving dagliga fram til jóla, og vit gleðast um, at tað bar til aftur í ár. Vit takka av fullum hjarta Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann og ársins yrkjara fyri teirra avrik.

Thursday, November 29, 2012

Helena forkvinna í mentanarnevndini



Nú eru limir settir í nevndirnar í Tórshavnar Býráð. Í mentanarnevndini eru hesi fastir limir: 

Helena D. á Neystabø
Tróndur Sigurdsson
Sigrún Mohr
Bogi Andreasen
Jógvan Arge

Tiltakslimir:

Elin Lindenskov
Bjørghild Djurhuus
Halla Samuelsen
Annfinn Brekkstein
Jákup Dam







(KP)

Orð og Mynd


Í dag hevur verið blokkdagur í Hoydølum, eg var saman við fittu og áhugaðu næmingunum í 12 E í Steinprenti, har vit hugdu at Myndaódnini við serligum atliti til listafólk, sum brúka orð í teirra myndum. Síðan fóru vit uppá í verkstaðin, har Jan Andersson greiddi frá mannagongdini við steinprentum. Heima í Hoydølum granskaðu vit myndir hjá Tóroddi Poulsen og síðani fóru næmingarnir sjálvir til verka at arbeiða fram móti eini framsýning við heitinum Orð og Mynd, sum vit ætla at hava seinni í desember í skúlanum. Stuttligt at vera saman við so ágrýtnum og eldhugaðum ungum fólkum, sum tíma at taka listina í álvara. Tað gevur góðar vónir.












(KP)


La belle dame sans merci





Hvat bagir tær, tú særdi svein,
á reiki millum Heygar hátt,
nú blóman følnað er í líð
og alt er fátt?

Hvat bagir tær, tú særdi svein,
við svaðið liggur handan fjøll,
nú hoyggið fingið er í hús
og grøðin øll?

Eg síggi lilju tær á brá
so hugpínt og av ótta vátt,  
og kinni á ein rósa bleik,
sum følnar brátt.                     

Eg hitti moy eitt álvafljóð,
í támi upp úr jarðarhvilvt
eg tekti hennar eygnabrá           
so ørt og vilt.

Eg krýndi hennar fagra hár,
og blómur prýddu leiði várt,    
tá suffandi hon at mær leit            
og stundi sárt.

Eg setti hana á mítt ross,
til hennar øll mín langtan stóð,
og lútandi mót mær hon kvað
sítt álvaljóð.

Har eirisgras og grøðiurt
hon hentaði at lekja meg,
og øsandi hon mælti tá:
Eg elski teg!

Til hennar rann so leiðin bar,            
har græt hon sára alla nátt,
tey villu syrgnu eygu har
eg kysti brátt.

Hon ruraði meg eymt í blund,             
og fallin hennar ørmum í
har droymdi eg mín síðsta dreym
í kørgu líð.

Eg kongar sá og mangan svein
upptærdar út í merg og bein,         
við róp: La belle dame sans merci          
tær voldi mein.                            

Eg teirra bleiku skøltar sá       
í ræðslu kæra sína neyð,        
eg vaknaði og eina lá
á køldum heyg.

Og tí er tað eg reiki her
so eina millum Heygar hátt,
nú blóman følnað er í líð
á summarnátt.


Yrking: John Keats/Alexandur Kristiansen 
Mynd: Tróndur Patursson







Wednesday, November 28, 2012

Erró fær fýra hjørtu


Framsýningin "Errós mekanik" í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn fær fýra hjørtu frá Peter Michael Hornung, ummælara í Politiken, sum skrivar: "Det er den unge Erró - eller snarere Ferro - der i starten af tresserne har slået sig ned i Paris, hvor han arbejder, omgås surrealisterne, suger til sig af tidsånden og inspireres af det, som det 20. århundrede har skænket civilisationen på godt og ondt. Det er denne mere farlige, frække og samfundskritiske Erró, som har lagt beslag på to store rum fordelt på to etager. 
Det er en kunstner, der tilhører modernismen ved i sit værk at kritisere det moderne, både i sine malerier og de eksperimenterende film og skulpturer, han laver i en kortere årrække. Men det er også en kunstner, som fascineres af den ubegrænsede tilgang til billeder i et højteknologisk samfund. 
Alt det, han ser, har han lyst til at afprøve, helst på én gang...Han er, som hans biograf Danielle Kvaran skriver, »en fri elektron i samtidskunsten«. Når alt kan eksistere sammen i den menneskelige bevidsthed, bør det også kunne sættes sammen på en flade. Selv en maskine og et menneske kan interagere, og mennesket kan kopieres som ren maskine, som en robot. Der er ikke noget, der henviser dem til hver sin verden..." Lesið meira her: 

http://politiken.dk/ibyen/nyheder/kunst/anmeldelser/ECE1824641/islandsk-kunstner-udstiller-nutidens-overfladiskhed/

og her:


http://www.bryggen.dk/da/udstillinger/err%C3%B3s-mekanik/#!prettyPhoto

Tuesday, November 27, 2012

"Smile"

Eg komi í tankar um sorgblíða lagið hjá Charlie Chaplin, tá eg hugsi um hesa løtuna í Degi og Viku sendingini sálu, sum eitt kvøld herfyri hevði mentan á skránni, ja mentan var at kalla í høvuðssæti, tí sjálvur mentamálaráðharrin var boðin í studio at greiða frá síni skerjing av mentanargrunninum. Tá var av sonnum dagur í viku, those were the days my friend og tí átti eg eisini at verið í nógv betri lag í sjónvarpinum.

Dagur og vika verða nú avtikin, søgdu tey í áðni og í staðin kemur ein sjónvarpstíðindasending, sum er eins djúp og breið sum summarferiusendingin, og hon kemur heilar tvær ferðir um vikuna. Harra mín Gud. Mentanin verður skerd, Kringvarpsgjaldið verður ikki skert. Hann náði meg, hugsi eg við mær sjálvum. - Nú er ovboðið, nú verður uppreistur. Men tvætl. Onkur einstakur fer kanska at mótmæla á Vágaportalinum, um og í fall, at dansibandasendingin er rakt og kanska gera tey enntá ein facebookbólk til mótmælis um so illa vil til, men nú fáa vit at síggja.Vit vita ikki enn neyvt hvussu føroyska kringvarpsframtíðin sær út, bara at hon verður mentanarleys. Tey siga, at mentanarsendingarnar vera færri, mentanin verður meira ella minni ósjónlig, tað verður lítið um hana, hon minkar betýðiligt, verður messað upp í saman. Men hesar dómadagsrøddir ræða meg ikki longur. Tí tú kanst ikki royta ein skallutan, ella úrtøkan er í øllum førum avmarkað og tað er sanniliga eisini avmarkað hvussu ilt tú blívur við at fáa og hvussu nógvar stúringar, tú kanst gera tær sjálvum um kringvarpsins og um landsins støðu.

Nú er tað ikki fyri at vera negativ, tí uha, tað er ikki gott at vera ov negativ og vit kunnu jú altíð lurta eftir DR, teirri ediliga kringvarpsrás, sum er so nógv, áh so nógv meira mentað og siviliserað enn okkara nakrantíð blívur allíkavæl. Og so hevur Sambandsflokkurin eisini fingið okkurt burtur úr tingárinum allíkavæl. Eg veit ikki ordiliga hvat Fólkaflokkurin fær burturúr, helt at flokkurin var meira fólkaligur og tjóðskaparligur enn hann í grundini er. Men flatskattaskipanin hevur sjálvandi givið mær nøkur eyka oyru í lumman, sum eg kann keypa nakrar eyka fløskur av Amarone fyri, ella sum eg kann goyma bara tí tað er so lekkurt at eiga pengar og so kann eg frøa meg um eitt samfelag, sum í vaksandi mun gerst eitt samfelag fyri vinnarar. "Skulu vit dragsa, lata tey nassa, NEI, so missur dansurin ferð" sum Kári P so vísuliga sang í Gullkálvaválsinum. Samfelagið merkist í alsamt størri mun av høgrarákinum og hetta er jú fólkaræðisliga í fínasta lagi. Føroyingar hava valt sum teir hava, um teir kanska ikki høvdu roknað við einum so mikið effektivum Fólkaflokki. Menniskjaliga og mentanarliga er einki í lagi av tí, sum gongur fyri seg. Men eg ætlaði yvirhøvur ikki at vera negativ, eg vil nógv heldur lurta eftir Chaplin:


Smile though your heart is aching
Smile even though it's breaking.
When there are clouds in the sky
you'll get by.

If you smile through your pain and sorrow
Smile and maybe tomorrow
You'll see the sun come shining through
For you.

Light up your face with gladness,
Hide every trace of sadness.
Although a tear may be ever so near
That's the time you must keep on trying
Smile, what's the use of crying.
You'll find that life is still worthwhile-
If you just smile.







http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/11/27/dagur-amp-amp-vika-i-soguna-og-faerri-mentanarsendingar

(KP)

Nýtt og gott gamalt í glarsmiðjuni

Olivur við Neyst hevur eina lítla framsýning í Glarsmiðjuni í Dr. Jacobsens gøtu, sum kann viðmælast. Framsýningin tykist eitt sindur gamaldags í støðum, summar myndir minna um myndir hjá teimum sonevndu fauvistunum í byrjanini av tjúgundu øld. Fauvistarnir sýndu sum kunnugt fram á fyrsta sinni í 1905 í Salon d´automne í Paris nakrar ógvusliga littar myndir, sum brutu frá í mun til hini verkini á framsýningini. Har var m.a. ein standmynd, sum varð gjørd í renesansustíli og harav kom heitið, tí ein ummælari skrivaði um hesa standmyndina, at tað var ein Donatello millum villini dýr. Tey villu listafólkini vóru m.a. Henri Matisse og André Derain, ið hava verið koloristiskar fyrimyndir  hjá listafólkum gjøgnum alla tjúgundu øld.

Sum sagt tykjast onkrar av myndunum hjá Olivur við Neyst heldur gamaldags, men hyggur tú nærri sæst, at summar av teimum í grundini eru gamlar, ein mynd av ommu listamansins er t.d. frá sjeytiárunum. Hann málar umhvørvið á bygd og  bý í kubistiskum kompositiónum. Framsýningin er nokkso ymisklig, men millum myndirnar eru ljómandi myndir, sum av sonnum eru haldgóð prógv fyri hví Olivur við Neyst er hámettur koloristur. http://www.glarsmidjan.fo/


(KP)

Monday, November 26, 2012

Hvørjar spurningar hevði tú sett landsstýrismanninum, fekst tú møguleikan til tess?



Vit hava seinastu tíðina glett okkum um, at Mentanarnevnd Løgtingsins hevði tikið initiativ til samráð við landsstýrismannin í mentamálum, og tí var tað eitt satt vónbrot at lesa spurningar og svar frá samráðnum. Okkum er ikki loyvt at taka lut í samráðnum, men vit sleppa at seta spurningar, sum vit kunnu senda til landsstýrismannin og tað hava tit eisini. Tí hava vit sett nakrar spurningar, men vóna at fáa nógv fleiri spurningar frá tykkum, sum vit senda til Mentamálaráðið.

Send okkum tín spurning til listinblog@gmail.com ella á facebook.

1. Út frá hvørjum mentanarpolitiskum modelli eru niðurraðfestingarnar gjørdar og hvørji perspektiv sær landsstýrismaðurin í hesum modelli?

2. Hvørjar avleiðingar fara skerjingarnar at hava fyri einstøku listasløgini tónleik, bókmentir leiklist, myndlist og filmslist. Ynskt verður ein meting av avleiðingum innan fyri eitt 10 ára tíðarskeið fyri hvørja listagrein.

3. Fær landsstýrismaðurin víst til ella lýst ta greining, sum liggur til grund fyri skerjingum og út frá henni lýst hvørjar alteiðingar sparingarnar fara at hava í samfelagnum sum heild. Her undir turismu, útflyting, útbúgving, gransking, vælferð og menning.

4. Metir landsstýrismaðurin støðuna í lista og mentanarlívinum sum kritiska?
Um hon er tað, hvat árin fer ein tílík kreppa at hava í mun til yvirornað virði sum talifrælsi, kritiska hugsan og nýhugsan?

5. Hvussu stór verður skerjingin av atgongdini til list og mentan hjá einstaka borgaranum, verða ætlaðu sparingarnar gjøgnumførdar?

Sunday, November 25, 2012

Bókadagurin 2012



Kringlan
14:00 Vælkomin v/Helle Thede Johansen
14:05 Týdningurin av Barna- og ungdómsbókmentum v/Turið Sigurðardóttir
14:15 Stríðið um tað góða grasið Bárður Oskarsson (Niels Jákup Thomsen lesur)
14:25 Poetikus Edward Fuglø (Marna Jacobsen lesur)
14:35 Barnasálmur Frískúlin í Havn
14:40 Barnasálmabókin Niels Jákup Thomsen og Dina Gellert
14:55 Kongur Edward Fuglø (Børn úr frískúlanum í Havn lesa)
15:00 Barnasálmur Frískúlin í Havn

15:05 Ungir rithøvundar v/Oddfríður M. Rasmussen
15:10 Sprottin úr ongum Trygvi Danielsen (Oddfríður M. Rasmussen lesur)
15:20 Til jarðarferð hjá dreymum Sissal Tókadóttir Dahl



Athøll/Skálin
15:50 Visuel Poesi v/Kinna Poulsen
16:00 Litografi og yrkingar v/Jan Andersson
16:10 Avbyrgingar Tóroddur Poulsen
16:20 Rót Tripp Marjun S. Kjelnæs
16:30 Eru koparrør í himmiríki Katrin Ottarsdóttir
16:40 Ravnar á ljóðleysum flogi/Endurtøkur Sissal Kampmann


Steðgur

16:50 Myrkursins børn Súsanna Tórgarð
17:00 Frammanfyri lógini Hanus Kamban
17:10 Tann fimti maðurin Jógvan Isaksen
17:20 Poul F v/ Hanus G. Johansen

Pallborð

17:25 Føroysk bókmentan út í heim!?
Orðstýrari Óluva Zachariassen
Luttakarar Jenny Johannesen, Hugin Eide, Guðrun
Gaard og Jógvan Isaksen

18:00 Endi

Saturday, November 24, 2012

Myndaódnin 2012 - ferniseringsmyndir

Í gjár læt fjórða Myndaódnin upp við einum úrvali av tí, sum er framleitt í Steinprenti hetta árið. Eg seti inn nakrar myndir her og viðmæli øllum at fara ein svipp í Steinprent at uppliva hesa góðu og fjølbroyttu framsýning.

Jan bjóðar vælkomin

Gyðja, Tóroddur og eg práta

Jan greiðir frá virkseminum á verkstaðnum

Svend-Allan Sørensen portalurin

Boganis og Bárður

Peter Carlsen


Tóroddur Poulsen


 Kjartan, Bárður og Turgenev

Kristian og Jens Brandur



Teir studera nýggju myndina hjá Tóroddi 

Fólk práta


Teir báðir eta kips

Ingun skoðar dramatisku myndirnar hjá Øssur

Fólk


Andreas Schulenburg

Vakra fløskan hjá Andreas Schulenburg




Marius Olsen


John Kørner 

Portrettmyndir hjá Fríðu og Øssur

Nokkso fittir dreingir


 Tær skoða myndir úr Avbyrgingum


Tveir Havnarmenn


Birgir, Turgenev og Bárður
(KP)

Bach - Hin fimti evangelisturin



Kendi tónasmiðurin Igor Stravinsky varð einaferð spurdur um, hvat tónleikaverk var tað týdningarmesta í tónleikasøguni. Hann svaraði: Kantatunar hjá Johann Sebastian Bach



Leif Hansen

Hetta vikuskiftið verður tónleikur hjá stóra barokktónaskaldinum Johann Sebastian Bach framførdur kring landið. Tórshavnar kamarkór hevur konsertir í Gøtu, Tjørnuvík og Vestmanna, har m.a. motettin Jesu, meine Freude er á skránni og Havnarkórið framførir Jólaoratoriið á Toftum og í Havn. Í hesum sambandi skal her stutt greiðast frá nøkrum aðalaspektum kantatunum hjá tónaskaldinum viðvíkjandi.

Kenslur og tónleiku
Tónleikur hevði í barokktíðini sum eina av sínum høvuðsuppgávum at lýsa kenslurnar ella affektinar hjá menniskjum. Útgangsstøðið var grikska etoslæran, sum sigur, at tónleiki er íborin eginleiki til at ávirka menniskju á ymiskan hátt. Serliga var tað í, teirri tá í tíðini nýggju tónleikagenruni, operatónleikinum, at hetta tónleikaestetiska fyribrigdið, affektlæran, kom til sín rætt. Tær skiftandi sinnisstøðunar hjá ymisku persónunum í operauni skuldu tónasmiðurin royna at lýsa í tónum eisini. Tónasmiðurin og tónleikateoretikarin Johan Adolph Scheibe (1708-76) sigur í Der kritische Musikus: “Vit hava í tónleikinum við sinnisrørslur at gera; tónasmiðurin skal úttrykkja, styrkja ella doyva tær.” Hetta var sambært Scheibe ein av høvuðsuppgávunum hjá tónasmiðunum. Barokktónasmiðinir høvdu so við og við hópin av konventionellum tónleikahættum til at úttrykkja kenslur við, eitt nú gleði, sorg, øði, angist, pínu osfr. Tó er hetta ikki at skilja so, at tónasmiðinir vóru bundnir niður av hesum tónlistaligu ”viðtøkum”. Barokktíðarskeiðið er nevnuliga merkt av stórum ymiskleika tónaskaldunum ímillum, ikki minst tá hugsað verður um tónleikaslag, uppfinningarsemi og talent.

Tann trúgvandi Bach
Bach livdi í einari mentunarligari og átrúnarligaru broytingartíð. Millum absolutismuna og upplýsingsstíð og millum lutheriska ortodoksi og pietismuna.J.S. Bach hevði sítt religiøsa útgangsstøði í teirri luthersku ortodoksiini. Teir lærdu handan hesa læru royndu í 1600-talinum at seta tankarnir hjá Luther í føst játtanarrit og avvístu øllum øðrum kristnifatanum. Ofta verður tó víst á, at Bach við vali av tekstum og teksthøvundum í sínum vokalverkum m.a. kantatunum, tykist at hella til pietismuna. Pietisman var ein rørsla, sum kom fram í byrjanini av 1700-talinum við áherðslu á persónliga, livandi og fróma trúgv. Um júst val av tekstum sigur danski tónleikagranskarin Søren Sørensen í einari av sínum bókum:

Den religiøse poesi, der stod til Bachs rådighed, var gennemgående ret ubehjælpsom i formen og indholdsmæssigt præget av pietismens hang til svulst og svælgen i Jesu blod

Sørensen tekur fram høvundar ella, sum tað eitur í kantatunum, librettistar sum Neumeister, Salomo Franck og navnframa Picander, sum allir virkaðu í pietistiska tíðarskeiðnum og vóru ávirkaðir av tí.
Dømi um slíkar tekstir eru fyrstu orðini úr Kantatu nr. 199 (BWV 199): Mein Herze schwimmt in Blut (Mítt hjarta svimur í blóði). Men tekstinir munna hava talað til Bach og kirkjuliðini har Bach hevði sína arbeiðsgongd.Her skal tó sigast at dyrkanin í tí, sum bleiv eyðkenni fyri pietismuna hevði sína byrjan í ortodoksiini við m.a. týska teologinum Valentin Weigel (1533-88). Hesin Weigel legði áherðslu á, at Guð møtir hinum einstaka menniskjanum í sálini, umframt at hann leggur dent á bøn, askesu og strangan etiskan lívshatt. Pietisman helt seg eisini í ávísum førum í sínari heilt privatu guðsrelatión kunna verða kirkjuna fyri uttan. Hetta liggur langt frá tí kristnifatan, sum Bach hevði, sum júst bygdi á kirkjuna og tað boðan, ið gekk út frá henni. Tá Bach skuldi brúka sálmar, tær sonevndu koralunar, til kantaturnar, passióninar og oratoriini valdi hann oftast eldri sálmayrkjarar úr ortodoksa tíðarskeiðnum. Nevnast kann, at Paul Gerhard (1607-76) og Johann Rist (1607-67) eiga átta av teimum 15 koralunum í Jólaoratoriinum og at Bach í allari sínari kantatuproduktión bert í einstakum førum brúkar sálmar, sum eru yrktir í 1700-talinum.

Kantatunar
Bach skrivaði áleið 300 kantatur harav tær 200 eru til skjals í dag. Kantatan hevði í stóru protestantisku kirkjunum stóran leiklut í sjálvari liturgiini. Kantatan varð framførd eftir at presturin hevði lisið evangeliið upp frá altarinum. Eftir at kantatan varð framførd fór prestur á prædikustólin og las enn einaferð dagsins evangelium og helt síðani dagsins prædiku. Var kantatan tví-deild kundi seinni partur verða framførdur eftir prædikuna. Kantatan var oftast uppbygd soleiðis at byrjað varð við einum satsi fyri kór og orkestur – oftast yvir eitt citat úr bíbliuni og endaði við einum koralsatsi yvir eitt kent lag. Í hesari rammuni eru solistisk innsløg, sum recitativir, ariur og arioso, kórsatsir við instrumentalum for- millum- og eftirspæli. Hendan ovurhondsstóra produktión av kantatum, sum samlað høvdu tikið omanfyri 100 tímar at framført, er at rokna sum mætastu tónleikaverkum í evropeiskari tónleikatraditión. Kantatinar eru fyrst og fremst hugsaðar sum kristniboðan. Tónleikasøgumaðurin Alfred Einstein (1880-1952) kallaði kantatunar hja Bach biblia pauperum (bíblia teirra fátæku) í tónleiki. Einstein metir Bach at verða tann størsta kristniboðaran síðani Luther. Bach ber ikki ein telogiskt abstraktan boðskap fram, men ein boðskap, ið er beinleiðis og vælskiljandi, sprottin úr hansara myndríka musikalska hugflogi. Kanska er hetta orsøkin til at hann javnan í tónleikabókmentum verður kallaður "Hin fimti evangilisturin". Jólaoratoriið, sum høvið verður at hoyra hetta vikuskiftið, er sum so ikki nakað oratorium, sjálvt um Bach sjálvur brúkti hetta heitið. Verkið er nevnuliga samansett av seks kantatum ætlaðar at framføra ein til hvønn dagin Jóladag, 2. jóladag, 3. jóladag, Nýggjársdag, sunnudag eftir nýggjár og á Trettandu..

Kristniboðan í orð og tónum
Kantatunar hjá Johann Sebastian Bach bera ovurhonds nógv dømi um tónleikaestetiskar grundreglur, sum vóru galdandi í barokktíðarskeiðnum. Tónleikurin skal lýsa kenslunar hjá einum menniskja, sum verður ávirkað av einumhvørjum. Trúðarinnar affektir: Gleði og takksemi fyri lívið, skaparverkið og uppreisnina. Sorg og angist fyri deyðanum og vónin og longsulin eftir ævigum lívi. Altjóða kendi tónleikagranskarin Peter Ryom skrivar í einari av sínum bókum, at tað júst er hesin parturin av kristnitrúnni, sum kantatunar hjá Bach lýsa. Kantatunar eru fyrst og fremst kristniboðan í orð og tónum. Hetta er kanska orsøkin til at kantatunar samanborið við passióninar, h-mol messuna, orgul og kamar- og orkesturverkini, ikki verða framførdar so ofta. Men granskarar eru á einum málið um, at vit í kantatunum, sum samlað eru ein fimtingur av øllum tónleikinum frá Bach'sa hond, finna tónlistarliga hæddina, ikki bara hjá Bach sjálvum, men í øllum tíðarskeiðnum sum heild.


Bachkonsertir:
Tórshavnar Kamarkór við m.a. Jesu meine Freude
Hóskvøldið 22.november kl 19.30 í Gøtu kirkju
Leygardagin 24. novmber kl. 13.00 í Tjørnuvíkar kirkju og kl. 17.00 í Vestmanna kirkju.

Havnarkórið við Jólaoratorinum
Fríggjakvøldið 23. november kl. 19.30 í Ebenezer
Leygardagin 24. november kl. 16.00 í Fríðrikskirkjuni
Sunnudagin 25. novembr kl. 16.00 í Vesturkirkjuni




Friday, November 23, 2012

Spurningar og svar frá samráðnum



Limir í mentanarnevnd løgtingsins hava ikki loyvi at endurgeva frá samráðnum, sum var við landsstýrismannin í gjár. So vit kunnu tíanverri ikki greiða frá øðrum enn tí, sum framgongur av leinkunum. Tað sæst ikki hvørt tosað er um mentanarpolitikk sum annað enn ein røð av harmiligum tølum. Ei heldur hvørt eitt avrik er gjørt, sum kundi økt um tilvitið um samfelagsuppgávuna, okkara hart trýstu mentanarstovnar hava ella hvørt stóri týdningurin av mentanarstuðlinum er allýstur.

Áheitan um samráð

Spurningar til landsstýrismannin

Svar uppá spurningar


og


Hugsanir hjá einum óreinum bakbeisti

Hugsanir hjá einum óreinum bakbeisti


Í gjár var samráð við landstýrismannin í mentamálum i mentanarnevnd løgtingsins. Vónandi umboðaði hetta eitt umskifti í mentanarpolitiska niðurtúrinum, sum hevur staðið við í nógv ár, men sum hevur nátt higartil ókendar dýpdir seinastu tíðina. Niðurlagingin av samfelagnum sæst greidliga á mentanarøkinum, listin er undir so mikið stórum trýsti, at listafólkini boykotta landsstýrið. Eisini er vandi fyri, at vit missa okkara public service stovn. Kritisk hugsan er í vanda.

Hetta er álvarsligt og ræðandi og tí hevur mentanin í seinastuni eisini fyllt meira í tinginum enn hon plagar. Ein røð av spurningum eru settir landstýrismanninum og tey somu fimm-seks tingfólkini hava stríðst mannliga fyri mentanini í tinginum, meðan hini tingfólkini eftir øllum at døma eru farin heim. Nógv gott hevur verið sagt og tann góði viljin er týðiligur. Eg eri takksom fyri góða viljan, og hann hevur heilt vist stóran týdning, men eg verði eisini noydd at vera eitt óreint bakbeist og halda uppá, at tað ikki er nóg mikið.

Kjarnan í mentanarpolitiska trupulleikanum verður ikki avdúkað, so leingi sum kjakið er so mikið avmarkað sum tað er í løtuni. Vónloysið um at tær stóru mentanarligu upplivingarnar, sum hava formað okkum sum menniskju, ikki verða førdar víðari til okkara børn, stingur seg fram. Ræðslan fyri tómleikanum, býttleikanum og ábyrgdarloysinum í einum mentanarleysum samfelagi vísir seg. Øðin yvir at keldan til ásannanir og innlit er tikin frá okkum vísir seg. Men kjarnan, tann politiska kjarnan, vísir seg ikki.

Mentanarpolitikkur snýr seg ikki bara um, hvat listin gevur okkum einstaklingum. Mentanin og listin eru liðir í samfelagnum, sum okkum tørvar fyri yvirhøvur at kunna vera til og menna okkum politiskt, fíggjarligt og sosialt. Eitt samfelag hevur ongan tilverurætt uttan mentan og list, onga útbúgvingarskipan, einki fólkaræði og tí er kjarnin í mentanarpolitikki at skapa, varðveita og at menna eitt netverk av fríum pallum til listina og mentanina einso og eitt amboð til yvirliving, varðveitan og menning av samfelagnum.

Mentanarpolitikarar skulu hava yvirlit yvir tað mentanarliga netverkið, so at mentanararvurin og listin verða ment, savnað saman, varðveitt, granskað, formidlað so at fólkið hevur atgongd til mentanararvin. Og so skulu tey gjøgnum lóg lýsa ta samfelagsuppgávu, sum hvør tann einasti stovnur í hesum netverki hevur, soleiðis at hon er greið bæði fyri almenninginum og fyri politikararunum.
Heilt einfalt.

Hetta yvirlitið vantar, neyðuga lýsingin av samfelagsuppgávunum vantar, og tessvegna gerst kjakið í tinginum grunt og fer at snúgva seg um tann góða viljan, um frustratiónir og um persónligar upplivingar við listini. Hetta kann vera gott, men tað er hóast alt avmarkað hvussu áhugavert tað er og fyrst og fremst so flytir hetta okkum ikki úr stað.

Hetta er ikki nakað nýtt. Eingin samgonga higartil hevur tikið seg saman til at fáa gjørt tað grundleggjandi arbeiði (sum sjálvandi eisini skal mennast alla tíðina) og eingin hevur tikið seg saman til at integrera listina og mentanina í samfelagið. So sjálvt um mær væl dámar at peika at øðrum, ber ikki til at peika eftir nøkrum ávísum ábyrgdara. Men eitt er vist og tað er, at inntil omanfyrinevnda stóra arbeiðið við mentanini er gjørt, kunnu vit vera rærriliga vís í, at tað ikki henda stórvegis batar á mentanarøkinum og at vit koma at leggja oyra til nógvar romantiskar frásagnir um týdningin av mentanini. Eg vóni at mentanarnevnd løgtingsins og landsstýrismaðurin eru komin til nøkulunda somu niðurstøðu í gjár.'

(IS)

Thursday, November 22, 2012

Tíðindaskriv: Palli Gregoriussen í Galerie Focus.

 
Fríggjadagin 23. november kl. 16 til 18 letur ein framsýning við tekningum hjá Palla. Gregoriussen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Palli Gregoriussen er útbúgvin arkitektur í 1960 og stovnaði saman við øðrum Arkitektafelag Føroya í 1981. Hann hevur sett sítt preg á bygningar, bæði sethús, skúlar og nógvar aðrar spennandi bygningar til dømis Listaskálan í Havn. Hann hevur sýnt fram sínar tekningar síðan 1962, millum annað ferðatekningar úr útheiminum. Palli hevur altíð verið sera góður við sín føðibý, Tórshavn, og mangan teknað Havnina. Palli hevur eisini útgivið bøkur við egnum tekningum, serliga kendar eru bøkurnar um kirkjurnar í Føroyum.

Á framsýningini í Galerie Focus eru 72 blýant og akvarell tekningar. Myndevnini eru Úr Havn, Myndir úr Føroyum og Úr Útheiminum
Framsýningin er opin til 6. desember: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

Myndaódnin 2012

Við einum góðum úrvali av tí, sum føroysk, donsk og týsk listafólk hava framleitt í Steinprenti gjøgnum brátt farna ár, er Myndaódnin ársins fjølbroyttasta listaframsýning. Í ár er Myndaódnin hørð og heavy, ógvislig og løtt, poetisk og lødd, stuttlig og filosofisk, løgin, sorgblíð, samfelagsatfinnandi og lívsglað. Millum tey mongu verkini í ársins myndaódn í Steinprenti, er ein hugtakandi einføld, svørt og hvít mynd, sum ímyndar ein steyra við tveimum fuglum. Á myndini stendur skrivað: "Tú gongur ikki einsamallur", ið sipar til kenda sangin hjá Rodgers og Hammerstein "You´ll never walk alone" frá 1945, sum fótbóltsromantiskir Liverpoolfjepparar hava sungið fyri teirra liði síðani einaferð fyrst í trýssunum. Hinvegin kann tað væl vera, at setningurin er ein turrislig ella óhugnalig viðmerking um fuglarnar í lyktarsteyranum, sum fylgja við uppi yvir høvdinum á tær.

Tað er Svend-Allan Sørensen, sum gjørdi fuglamyndina, eins og hann gjørdi ta stóru portrettmyndina av Wilhelm Dinesen, sum í 1890 gav út bókina Jagtbreve. Á einum av prentunum hjá Svend-Allan Sørensen síggja vit ein pinkalítlan, fittan, og eftir øllum at døma eisini rættiliga illsintan og avgjørdan fugl, sum vendir sær til ein annan lítlan fugl við viðmerkingini "I hate your negative shit". Nógvar av myndunum hjá Svend-Allan Sørensen eru eins og hendan svart hvítar við fleirtýddum, stundum poetiskum, stundum skemtiligum tekstbrotum, sum knýta saman danskar, amerikanskar og føroyskar týdningar. Hetta er konseptlist í breiðastu merking eins og fleiri aðrar myndir á framsýningini eisini eru hugskotsgrundaðar, t.d. myndirnar hjá Jóhan Martin Christiansen, ið snúgva seg um hvar ungi, fagnaði listamaðurin sjálvur er staddur í løtuni. Sostatt innihalda tær eina rúgvu av tilsipingum og myndasitatum, sum ikki øll eru eins eyðsæð, men tað ber væl til at fáa nógv burtur úr myndunum uttan nakran serligan forkunnleika. Samanumtikið eru hesar myndir hugtakandi, merktar av einum originalum blandi millum stringens og reminiscens. Myndirnar eru ítøkilig dømi um sonevnda melankolska geometri, sum upptekur listamannin.

Í úrvalinum er áhugavert at eygleiða ávísar slóðir í ársins skurði og at síggja ymsar sjálvsagdar, men eisini onkrar óvæntaðar samanhangir. Sjálvt um lýsingin hjá Peter Carlsen av tí rukkaða pakkanum av Mathilde-cacaomjólk á turkisljómandi grund tykist rættiliga neutral, lesi eg alt møguligt samfelagskritiskt um ovurnýtslu og burturkast inn í lýsingina av ósunna yndisdrykkinum hjá donskum (og føroyskum!) børnum og ungum. Myndin hjá Andreas Schulenburg av einum brotnum fløskuhálsi minnir eitt sindur um cacaopakkan og so allíkavæl ikki. Talan er aftur um burturkast, eitt myndevni, ið ikki tykist hava nakran serligan týdning, men tað er sum um, at mátin hesin fløskuhálsurin er teknaður, ómetaliga vakurt við dekorativt bylgjandi umhvarvsstrikuni og við nærlagni settur niðarlaga í myndaflatanum, gevur honum monumentalan týdning og kraft. Lýsingin tykist merkiliga lagnutung, samstundis sum hon eisini tykist merkt av humor og poesi. Surreella lýsingin av einum risastórum glasi við reyðvíni, sum stendur á einum lítlum borði, ið er umgyrt av tveimum smáum stólum, minnir um myndaheimin hjá Tóroddi Poulsen, men hann verður av sonnum hámettur av nógvum av sínum útlendsku starvsfelagum. Tóroddur Poulsen hevur sítt egna heiðurspláss á ársins Myndaódn við einari stórari súkklumynd og myndunum úr bókini "Avbyrgingar", ið á sama hátt sum yrkingarnar snúgva seg um einsemi, at vera fyri seg sjálvan, at vera einstaddur og avbyrgdur og eygleiða hvussu lívið støðugt styttist. Hetta temaið verður tulkað rættiliga konsekvent í myndum av einsamallum sjómansknútum, av isolerandi rimum ella av teirri endaligu isolatiónini undir gravsteininum í moldini. "Avbyrgingar" er forkunnigt úrslit av samstarvi millum listamannin, Steinprent og Føroyaprent.

Sum heild eru heilt nógv dømi á hesi framsýning um myndlist, har orð eru javnsettir myndaliðir. Hjá Daniel Milan koma orðini úr Red Pepper, ið er eitt gølublað í Uganda, har listamaðurin hevur verið búsettur. Perman á bókini hjá Daniel Milan er eitt bjartlitt irisprent, ið gevur paradoksalar assosiatiónir til herligar reggaerytmur, og tey ofta lagnutungu tíðindini úr Afrika, samstundis sum vit kanska eisini koma í tankar um ælabogasymbolið hjá samkyndum og um homofobiina í Uganda.

Claus Carstensen hevur arbeitt við bókaverkætlanum í Steinprenti í samstarvi við rithøvundin Søren Ulrik Thomsen og á framsýningin er høvið at síggja nakrar av teimum myndunum. Myndirnar eru svartar og rættiliga brutalar og tað sama kunnu vit avgjørt eisini siga um kontanta estetikkin hjá Øssuri Johannesen í hansara myrku pínufullu sjálvslýsingum. Men á Myndaódnini eru eisini dømi um nakrar fínar ljósar portrettmyndir, sum Øssur Johannesen gjørdi á yngru árum og sum harmonera ómetaliga væl saman við teimum ljósu, kerligu og humoristisku seyðalýsingunum hjá Fríðu Matras Brekku. Litsterku abstraktu myndirnar hjá Anne Riis Bovbjerg eru myndevnisliga undantakið, ið staðfestir meginregluna á eini annars lutfalsliga figurativari framsýning. Marius Olsen og Erik Heide hava báðir lýst føroyska landslagið í vøkrum, stillum myndum, men John Kørner hevur somuleiðis tikið støði í føroyska umhvørvinum. Tey nýggju prentini hjá honum hava øll ein breiðan svartan kant, sum minnir um kantin á eini gamlari filmsrullu og tað er eisini í stóran mun gamlar fotomyndir, sum listamaðurin hevur brúkt sum keldu. Ovarlaga í einum av nýggju steinprentunum trýnur fram tornið á dómkirkjuni, sum hugtekur listamannin, tí hann heldur tað bera frá restini. Undir torninum síggjast heldur óvæntaðir ella beinleiðis óføroyskir myndaliðir sum ein súkklari, ein strond og ein nakin kvinna.

Kinna Poulsen hevur kuraterað framsýningina Myndaódnin 2012, ið letur upp nú fríggjadagin 23.nov. klokkan 16.00. Framsýningin varir inntil 26.jan. Øll eru vælkomin. OKKARA stuðlar.

(KP)






Wednesday, November 21, 2012

Mentan á skránni

Tingvarpið er á skránni hjá mær í dag, tí í dag kemur svarið upp á fyrispurning frá Gunvør Balle til landstýrismannin í mentamálum um framtíðina hjá Tjóðpalli Føroya.

 

24. Tjóðpallur Føroya og komandi Tjóðleikhús


     
Spyrjari: Gunvør Balle
Svarari: Bjørn Kalsø
Spurningur:
Á tingfundi 23. oktober 2012 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:


  1. Er landsstýrismaðurin greiður um arbeiðsumstøðurnar á Tjóðpalli Føroya? Um nei, hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at kunna seg um umstøðurnar?
  2. Hvat heldur landsstýrismaðurin í mentamálum um slíkar umstøður, og hvat sigur tað um virðingina fyri tí arbeiði, hesin stovnur ger?
  3. Hvørji krøv til arbeiðsumstøður hjá fólki heldur landsstýrismaðurin í mentamálum vera rímiligar at seta í Føroyum 2012?
  4. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at bøta um hølisviðurskiftini hjá Tjóðpallinum?
  5. Hvørja framtíðarætlan hevur landsstýrismaðurin lagt fyri Tjóðpallin, tá um hølisviðurskifti ræður, og eru nakrar fyrireikingar gjørdar?
  6. Nær er ætlanin at seta arbeiðsbólkin, sum skal fara undir at fyrireika byggingina av Tjóðleikhúsinum?
  7. Nær er ætlanin at fara undir bygging av Tjóðleikhúsið?
 
Viðmerkingar
Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðani februar 2005, men enn røkist einki fyri, at umstøðurnar hjá leikhúsinum gerast betri. Við syndarliga herverkinum, ið var framt í hølunum herfyri, er støðan og arbeiðsumstøðurnar hjá Tjóðpallinum snøgt sagt ótólandi.
 
Ad 1-5:
Har eru mong viðurskifti, sum als ikki kunnu góðtakast. Manglandi umstøður at skifta búnar og gera seg kláran til framførslu, manglandi umstøður at hava matarsteðg í og manglandi wc- og brúsuviðurskifti. Um ein leikur er settur upp soleiðis, at hann hevur fleiri inngongdir til pallin, muga leikarar renna útum ígjøgnum eitt runut, vátt tún, á ongan hátt nøktandi fyri starvsfólk í 2012.
 
Tórshavnar Býráð hevur víst Tjóðpallinum stóra vælvild í fleiri ár, men seinastu árini hevur Tjóðpallurin rindað kommununi 200.000kr í leigu um árið, og hesin peningur er tí minni til dagliga virksemið. 
 
Tjóðpallinum tørvar fleiri og betri hølir. Bráðfeingis tørvur er á: Skrivstovum, verkstøðum til seyming, máling, smíð o.l., skiftirúmum til leikarar við wc og brúsum, hølum til upphitan og venjing, felagshølum, goymslurúmum.
 
Sum er, blíva fólk og ogn hjá Tjóðpallinum flutt runt í húsinum, tá ið venjingar og sýningar eru, tí at plásstrotið er so stórt. Hetta krevur tíð, eyka kostnað og arbeiðsorku. Td kundi ein goymsla, ið liggur á øðrum staði, bøtt munandi um støðuna, so verandi goymsla kundi verðið nýtt til skiftingarrúm ella annað.
 
Spurningurin er, hvørjir møguleikar eru at finna, sum bøta um bráðfeingistørvin hjá Tjóðpallinum sum eina fyribils loysn, til egin bygningur er bygdur til tørv og endamál hjá Tjópallinum. Ynskiligt er at fáa at vita, hvussu  myndugleikarnir síggja fyri sær eina loysn í framtíðini fyri hølismøguleikunum hjá Tjóðpallinum.
 
Ad.6 og 7:
5 milliónir vórðu settar av á fíggjarlógini í 2011 til at fyrireika bygging av tjóðleikhúsi, finna hóskandi øki, og at gera skitsu og detailprosjektera nýggja húsið. Í fíggjarlógini fyri 2012 stendur, at ”funnið er fram til staðsetingina av tjóðleikhúsinum og tingingar eru í løtuni við Tórshavnar Býráð um, hvussu farast skal fram.”
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 stendur, at ”farið verður undir at orða eina byggiskrá í heyst.” Nú fjøllini eru gingin, og heystið tí fer at halla, er áhugavert at fáa at vita, um byggiskráin er orðað. Eisini er áhugavert at vita, hvussu tingingarnar við Tórshavnar Kommunu hava gingist, og hvar staðsetingin av Tjóðleikhúsinum skal vera.
 
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum talar støðugt um allan peningin ið er støðlaður á fíggjarlógini. Tær 5 mió. til Tjóðpallin eru dømi um, at landsstýrið vegna drál, sjálvt eigur alla ábyrgdina av at peningurin er støðlaður.
 
Tjóðpallur Føroya hevur fá ár á baki, tí krevur tað eisini eitt Mentamálaráð og ein landsstýrismann í mentamálum, sum veruliga vilja berjast fyri, at honum skal vera lív lagað. Øll framkomin lond við virðing fyri sær sjálvum og virðing fyri mentanini geva henni rímiligar umstøður at arbeiða undir. Eg vóni við hesum fyrispurningi at varpa ljós á umstøðurnar hjá Tjóðpalli Føroya, og at avvarðandi myndugleiki, landsstýrismaðurin í mentamálum, fer at taka málið upp í størsta álvara, leiklistini at gagni.
 
Á tingfundi 24. oktober 2012 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast