Friday, September 30, 2011

Vallistin 3




Í sambandi við nýliga útskrivaða valið, hava vit sett politiska list á breddan. Á sama hátt sum øll list á ein hátt er ekspressiv, er øll list eisini politisk. Í øllum førum hevur listin til allar tíðir verið brúkt sum málgagn hjá maktini og tað óansæð um fara fleiri túsund ár aftur í tíðina til Egyptalands, grikska fornøld ella til evropiska miðøld, har hierarkiska perspektivið stuðlaði maktini heilt ítøkiliga við, at eitt nú Farao ella Maria moy altíð vóru endurgivin sum størstu persónarnir, ið vórðu avmyndaði.


Frá miðøldini brúkti kirkjan myndir sum maktmiðil óansæð um talan var um undirhald, upplýsing og sum ræðumyndir av fananum í helviti, alt samalt fyri at varðveita makt yvir meinigheitina og hetta helt á í nógv hundrað ár. Thomas Kingo var kongaligt hovsálmaskald, hvørs boðskapur um heimsins fáfongd og um, at verðsligt ríkidømi einki verandi virði hevði, hóskaði tíðini og maktini so sera væl. Tá tað nú er lættari hjá einum kameli at sleppa gjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at sleppa í himmalin, ja so er bara um hjá teimum fátøku at vera tolin og gleða seg til tann eina tá tá tey doyggja. Økt upplýsing og frælsi úrslitar í kritiskari, meira beinleiðis politiskari list, sum finst at maktini ella verandi samfelagsstøðu. Fotomontasjan hjá Marinus Jacob Kjeldgaard niðast her á blogginum er t.d. kritisk mótvegis Hitler og varð longu prentað í einum fronskum blaði í 1940. Annars vóru júst nazistarnir sum kunnugt dugnaligir propagandistar, sum rættiliga tíðliga ásannaðu hvussu stóran týdning myndir hava, tá tað ræður um at ávirka almannahugsanina.


Men meðan plakatin hjá Hitlerjugend er lutfalsliga eintýðug, kann politiska samtíðarlistin tykjast fleirtýðugari og meira óbeinleiðis, t.d. myndin "Flaggstong" hjá Mariusi Olsen og "Hjólveldi" hjá Tóroddi Poulsen. "HomoFObia" og "Noy" eru dømi um myndir, sum beinleiðis fyrihalda seg til eitt ávíst samfelagsmál. 


Tað er helst orsakað av okkara ríkisrættarligu støðu og søgu, at nógv av politisku listini er tjóðskaparlig av áskoðan, men eisini hava vit frá sjeytiárunum og fram til í dag, nógv dømi um vinstravenda list, við boðskapi móti t.d. kjarnorku, kríggi og einaveldisharrum og fyri javnrætti. Lesarar eru vælkomnir at vísa okkum á dømi um føroyska politiska list. Sendið meyl til listinblog@gmail.com





Goya: Ræðuliga kríggið 1810

 Marius Olsen: Landslag við flaggstong 1994

Tóroddur Poulsen: Hjólveldi 2005

Edward Fuglø: The promised land 2005

Tóroddur Poulsen: Loysing ella samband 2011


Rannvá Holm Mortensen: Communcication 2006 (brot) 


Hanni Bjartalíð: Noy 2007


Ole Wich: HomoFObia 2006

Marinus Jacob Kjeldgaard: Hansara síðsti viðhaldsmaður 1940

Reinsan eftir Sofi Oksanen á Tjóðpalli Føroya


Tjóðpallur Føroya er farin undir venjingar til ein stórleik, sum verður sýndur í heyst.

Talan er um finska leikin ”Reinsan” (Puhdistus) eftir Sofi Oksanen, sum var undangonga til kendu skaldsøgu hennara.

Sofi Oksanen vann Norðurlendska Bókmentaprísin í 2010 fyri skaldsøguna, sum á donskum eitur ”Renselse”. Nú verður søgan sýnd sum sjónleikur á Tjóðpallinum. Hans Tórgarð hevur týtt leikin til føroyskt.  Danin Kim Dambæk er leikstjóri og Oana Constantineanu, eisini úr Danmark, ger pallmyndina. Við eru 6 leikarar, 3 kvinnur og 3 menn.

Søgan gongur fyri seg í tveimum tíðarskeiðum í Estlandi: í 1940'unum og -50’unum, tá Estland varð hersett av Stalin og estar í túsundatali vórðu tvangsfluttir til Sibiria, og í 1992, eitt ár eftir, at Estland varð sjálvstøðugt. Ein summarmorgun í 1992 finnur gamla estiska konan Aliide Tru eina unga og útlúgvaða kvinnu uttanfyri húsini hjá sær úti á bygd í Estlandi. Unga kvinnan Zara er blivin lumpað frá sínum heimi í Vladivostok til skøkjulevnað í Europa. Hon er endað í Tallinn saman við sínum alfonsi og er rýmd higani. Báðar kvinnur bera ræðuligar loynidómar og sum leikur fer verða hesi loyndarmál og sambandið kvinnurnar ímillum avdúkaði.

”Evnini í skaldsøguni, kærleiki, svik, vald og valdsloysi, eru tíðarleys. Við einum sjáldsama neyvum og rámandi máli lýsir Oksanen, hvat søgan ger við einstaka menniskja og søgunnar nærvera í nútíðini”, ljóðaði m.a. grundgevingin frá dómsnevndini, tá bókin varð heiðrað við norðurlendska bókmentaprísinum í 2010.

Søgan ”Puhdistus” varð upprunaliga skrivað sum sjónleikur, men út frá leikritinum vaks skaldsøgan, sum kom út í 2008 og gjørdist nummar eitt á bestseljaralistanum beinanvegin.



Framførslur í Stokkhólmi, Oslo, Reykjavík og í Havn.
Í hesum leikári verður ”Reinsan” uppsettur í fýra norðurlendskum høvuðsstøðum: Á National Teateren í Oslo, Stadsteatern í Stokkhólmi, Þjóðleikhúsinum í Reykjavík og á Tjóðpalli Føroya í Tórshavn. Fyrr í ár varð leikurin framførdur á La Mama Experimental Theatre í New York. Í Finlandi hava verið einar sjey uppsetingar av Reinsan síðani 2007, umframt í Estlandi.

So ikki kann sigast annað enn at føroyskir áskoðarar nú fáa ein stóran leik, eins og áskoðarar í øðrum europeiskum stórbýum. Nógvir føroyingar hava longu lisið skaldsøgunar hjá Oksanen ”Renselse” og ”Stalins Køer”, sum eru tær, sum eru týddar til danskt. ”Renselse” er sera nógv umbiðin sambært bókahandlum og bókasavninum. Og í november ber so til at fara oman í Tjóðpallin at síggja søguna sum sjónleik.

Ein thrillari, sum leikstjórin Kim Dambæk lýsir leikin at verða. Á einum minimalistiskum palli verður hetta putlispælið, sum Reinsan er, løgd ber fyri áskoðaran.

Frumframførsla á Tjóðpalli Føroya verður leygardagin 5. nov.

Í uppsetingini á Tjóðpallinum eru:
Leikstjóri: Kim Dambæk (DK)
Pallmynd og búnar: Oana Constantineanu (DK)
Týðing: Hans Tórgarð
Ljósdesing: Árni Baldvinsson
Ljóðdesign: Jón McBirnie
Leikarar: Birita Mohr, Barbara Christophersen, Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Bárður Persson og Hjálmar Dam

Blá bók
Sofi Oksanen er fødd í 1977 og uppvaksin í Jyväskylä í Finlandi við einum finskum pápa og estiskari mammu. Hon hevur síðani lisið dramaturgi í Helsinki.
Sofi Oksanen gav út sína fyrstu skaldsøgu Stalins køer í 2003 í Finlandi. Hendan bók tekur eisini útgangsstøði í Estlandi. Hon hevur síðani skrivað skaldsøguna Baby Jane (2005).
Renselse er fyrsta skaldsøga hjá Sofi Oksanen á donskum. Leikurin (Puhdistus) varð skrivaður áðrenn skaldsøguna. Bókin vann Norðurlendska Bókmentaprísin í 2010, umframt Europeiska Bókaprísin 2010 og mangar aðrar virðislønir og er skaldsøgan útgivin í 23 londum.

Thursday, September 29, 2011

Vallistin 2: Hví eru listafólk vinstravend?



”Einki hugsandi menniskja kann halda seg burtur frá politikki" segði George Orwell, sum av vinum sínum varð sagdur av vera eitt satt politiskt djór, sum ikki so frægt sum megnaði at snýsa sær uttan at koma við moralskum hugleiðingum um lummaturriklæðisídnaðin. Men Orwell helt eisini, at tá listafólk engasjera seg í politikki má tað vera sum samfelagsborgarar og ikki sum listafólk. Bólkaloyaliteturin, sum er neyðugur í einum politiskum felagsskapi, er beinleiðis eitrandi fyri bókmentirnar og kann úrslita í, at tey skapandi evnini hvørva, helt hann. Listafólkið skal altso fyrst og fremst vera loyalt mótvegis listini, eins og listafólkið eigur at skilja í millum skaldakynstrið og sínar partapolitisku áskoðanir. Men skaldaverkið hjá George Orwell var allíkavæl treytaleyst ávirkað av hansara sosialistiska hugburði, sum somuleiðis tykist ávirka nógv onnur listafólk. Tí politisk list er næstan altíð vinstrahallin. Í grundini tykist tað heilt løgið at koma fram á list, sum er høgravend ella konservativ og frágreiðingarnar um hetta fyribrigdi eru mangar - bæði frá vinstra- og høgravonginum.

Høgravongurin (ella ávísir einstaklingar á høgravonginum) halda, at orsøkin til, at flest listafólk eru vinstravend er, at tað bara eru vinstravend, sum tíma at liva eitt lív sum samfelagssnultarar. Vinstravendu listafólkini eru egoistar, sum hava funnið útav hvussu man fær snápulin niður í almennu pengakassarnar. Ein onnur frágreiðing hjá høgravonginum er, at tað finnast nógv høgravend listafólk, tey eru bara stillari og halda ikki so miklan gang, sum teir mótmælisgongudyrkandi sosialistarnir.

Vinstravongurin heldur hinvegin, at flest listafólk eru vinstrahallin, tí tað er skilabest. Vinstravongurin er systemkritiskur og er tað ein náttúrligur partur av listini at vera anti-autoriterur. Harumframt eru vinstrahallin í egnum eygum, meira friðarelskandi og næstakær enn høgravend og tey eru fyrst og fremst minni borgarlig og tessvegna størri teinkjarar enn tey høgravendu. Fyri tey vinstravendu er høgravend list meir ella minni tað sama sum fascisma, nazisma og rasisma. 

Høgravongurin heldur sostatt vinstravenda list vera part av eini størri kommunistiskari konspiratión og vinstravongurin heldur høgravenda list vera fascistiska propaganda. Sostatt er ikki nógv broytt síðan Orwell skrivaði sína ritroynd ”Writers and Leviathan” í 1948. Tær stóru ideologiirnar hava kanska ikki sama týdning sum áður, men illgrunin um tær livir enn og ritroyndin er serstakliga áhugaverd:

(IS)

George Orwell: Writers and Leviathan


The position of the writer in an age of State control is a subject that has already been fairly largely discussed, although most of the evidence that might be relevant is not yet available. In this place I do not want to express an opinion either for or against State patronage of the arts, but merely to point out that what kind of State rules over us must depend partly on the prevailing intellectual atmosphere: meaning, in this context, partly on the attitude of writers and artists themselves, and on their willingness or otherwise to keep the spirit of liberalism alive. If we find ourselves in ten years' time cringing before somebody like Zhdanov, it will probably be because that is what we have deserved. Obviously there are strong tendencies towards totalitarianism at work within the English literary intelligentsia already. But here I am not concerned with any organized and conscious movement such as Communism, but merely with the effect, on people of goodwill, of political thinking and the need to take sides politically.

This is a political age. War, Fascism, concentration camps, rubber truncheons, atomic bombs, etc. are what we write about, even when we do not name them openly. We cannot help this. When you are on a sinking ship, your thoughts will be about sinking ships. But not only is our subject-matter narrowed, but our whole attitude towards literature is coloured by loyalties which we at least intermittently realize to be non-literary. I often have the feeling that even at the best of times literary criticism is fraudulent, since in the absence of any accepted standards whatever — any external reference which can give meaning to the statement that such and such a book is ‘good’ or ‘bad’ — every literary judgement consists in trumping up a set of rules to justify an instinctive preference. One's real reaction to a book, when one has a reaction at all, is usually ‘I like this book’ or ‘I don't like it’, and what follows is a rationalization. But ‘I like this book’ is not, I think, a non-literary reaction; the non-literary reaction is ‘This book is on my side, and therefore I must discover merits in it.’ Of course, when one praises a book for political reason one may be emotionally sincere, in the sense that one does feel strong approval of it, but also it often happens that party solidarity demands a plain lie. Anyone used to reviewing books for political periodicals is well aware of this. In general, if you are writing for a paper that you are in agreement with, you sin by commission, and if for a paper of the opposite stamp, by omission. At any rate, innumerable controversial books — books for or against Soviet Russia, for or against Zionism, for or against the Catholic Church, etc. — are judged before they are read, and in effect before they are written. One knows in advance what reception they will get in what papers. And yet, with a dishonesty that sometimes is not even quarter-conscious, the pretence is kept up that genuinely literary standards are being applied.

Of course the invasion of literature by politics was bound to happen. It must have happened, even if the special problem of totalitarianism had never arisen, because we have developed a sort of compunction which our grandfathers did not have, an awareness of the enormous injustice and misery of the world. And a guilt-stricken feeling that one ought to be doing something about it, which makes a purely aesthetic attitude towards life impossible. No one, now, could devote himself to literature as single-mindedly as Joyce or Henry James. But unfortunately, to accept political responsibility now means yielding oneself over to orthodoxies and ‘party lines’, with all the timidity and dishonesty that that implies. As against the Victorian writers, we have the disadvantage of living among clear-cut political ideologies and of usually knowing at a glance what thoughts are heretical. A modern literary intellectual lives and writes in constant dread — not, indeed, of public opinion in the wider sense, but of public opinion within his own group. As a rule, luckily, there is more than one group. But also at any give moment there is a dominant orthodoxy, to offend against which needs a thick skin and sometimes means cutting one's income in half for years on end. Obviously, for about fifteen years past, the dominant orthodoxy, especially among the young, has been ‘left’. The key words are ‘progressive’, ‘democratic’ and ‘revolutionary’. While the labels which you must at all costs avoid having gummed upon you are ‘bourgeois’, ‘reactionary’ and ‘Fascist’. Almost everyone nowadays, even the majority of Catholics and Conservatives, is ‘progressive’. Or at least wishes to be thought so. No one, so far as I know, ever describes himself as a ‘bourgeois’. Just as no one literate enough to have heard the word ever admits to being guilty of anti-Semitism. We are all of us good democrats, anti-Fascist, anti-imperialist, contemptuous of class distinctions, impervious to colour prejudice, and so on and so forth. Nor is there much doubt that the present-day ‘left’ orthodoxy is better than the rather snobbish, pietistic Conservative orthodoxy which prevailed twenty years ago, when the Criterion and (on a lower level) the London Mercury were the dominate literary magazines. For at the least its implied objective is a viable form of society which large numbers of people actually want. But it also has its own falsities which, because they cannot be admitted, make it impossible for certain questions to be seriously discussed.

The whole left-wing ideology, scientific and Utopian, was evolved by people who had no immediate prospect of attaining power. It was, therefore, an extremist ideology, utterly contemptuous of kings, governments, laws, prisons, police forces, armies, flags, frontiers, patriotism, religion, conventional morality, and, in fact, the whole existing scheme of things. Until well within living memory the forces of the Left in all countries were fighting against a tyranny which appeared to be invincible, and it was easy to assume that if only that particular tyranny — capitalism — could be overthrown, Socialism would follow. Moreover, the Left had inherited from Liberalism certain distinctly questionable beliefs, such as the belief that the truth will prevail and persecution defeats itself, or that man is naturally good and is only corrupted by his environment. This perfectionist ideology has persisted in nearly all of us, and it is in the name of it that we protest when (for instance) a Labour government votes huge incomes to the King's daughters or shows hesitation about nationalizing steel. But we have also accumulated in our minds a whole series of unadmitted contradictions, as a result of successive bumps against reality.

The first big bump was the Russian Revolution. For somewhat complex reasons, nearly the whole of the English Left has been driven to accept the Russian régime as ‘Socialist’, while silently recognizing that its spirit and practice are quite alien to anything that is meant by ‘Socialism’ in this country. Hence there has arisen a sort of schizophrenic manner of thinking, in which words like ‘democracy’ can bear two irreconcilable meanings, and such things as concentration camps and mass deportation can be right and wrong simultaneously. The next blow to the left-wing ideology was the rise of Fascism, which shook the pacifism and internationalism of the Left without bringing about a definite restatement of doctrine. The experience of German occupation taught the European peoples something that the colonial peoples knew already, namely, that class antagonisms are not all-important and that there is such a thing as national interest. After Hitler it was difficult to maintain seriously that ‘the enemy is your own country’ and that national independence is of no value. But though we all know this and act upon it when necessary, we still feel that to say it aloud would be a kind of treachery. And finally, the greatest difficulty of all, there is the fact that the Left is now in power and is obliged to take responsibility and make genuine decisions.

Left governments almost invariably disappoint their supporters because, even when the prosperity which they have promised is achievable, there is always need of an uncomfortable transition period about which little has been said beforehand. At this moment we see our own Government, in its desperate economic straits, fighting in effect against its own past propaganda. The crisis that we are now in is not a sudden unexpected calamity, like an earthquake, and it was not caused by the war, but merely hastened by it. Decades ago it could be foreseen that something of this kind was going to happen. Ever since the nineteenth century our national income, dependent partly on interest from foreign investments, and on assured markets and cheap raw materials in colonial countries, had been extremely precarious. It was certain that, sooner or later, something would go wrong and we should be forced to make our exports balance our imports: and when that happened the British standard of living, including the working-class standard, was bound to fall, at least temporarily. Yet the left-wing parties, even when they were vociferously anti-imperialist, never made these facts clear. On occasion they were ready to admit that the British workers had benefited, to some extent, by the looting of Asia and Africa, but they always allowed it to appear that we could give up our loot and yet in some way contrive to remain prosperous. Quite largely, indeed, the workers were won over to Socialism by being told that they were exploited, whereas the brute truth was that, in world terms, they were exploiters. Now, to all appearances, the point has been reached when the working-class living-standard cannot be maintained, let alone raised. Even if we squeeze the rich out of existence, the mass of the people must either consume less or produce more. Or am I exaggerating the mess we are in? I may be, and I should be glad to find myself mistaken. But the point I wish to make is that this question, among people who are faithful to the Left ideology, cannot be genuinely discussed. The lowering of wages and raising of working hours are felt to be inherently anti-Socialist measures and must therefore be dismissed in advance, whatever the economic situation may be. It is far safer to evade the issue and pretend that we can put everything right by redistributing the existing income.

To accept an orthodoxy is always to inherit unresolved contradictions. Take for instance the fact that all sensitive people are revolted by industrialism and its products, and yet are aware that the conquest of poverty and the emancipation of the working class demand not less industrialization, but more and more. Or take the fact that certain jobs are absolutely necessary and yet are never done except under some kind of coercion. Or take the fact that it is impossible to have a positive foreign policy without having powerful armed forces. One could multiply examples. In every such case there is a conclusion which is perfectly plain but which can only be drawn if one is privately disloyal to the official ideology. The normal response is to push the question, unanswered, into a corner of one's mind, and then continue repeating contradictory catchwords. One does not have to search far through the reviews and magazines to discover the effects of this kind of thinking.

I am not, of course, suggesting that mental dishonesty is peculiar to Socialists and left-wingers generally, or is commonest among them. It is merely that acceptance of any political discipline seems to be incompatible with literary integrity. This applies equally to movements like Pacifism and Personalism, which claim to be outside the ordinary political struggle. Indeed, the mere sound of words ending in -ism seems to bring with it the smell of propaganda. Group loyalties are necessary, and yet they are poisonous to literature, so long as literature is the product of individuals. As soon as they are allowed to have any influence, even a negative one, on creative writing, the result is not only falsification, but often the actual drying-up of the inventive faculties.

Well, then what? Do we have to conclude that it is the duty of every writer to ‘keep out of politics’? Certainly not! In any case, as I have said already, no thinking person can or does genuinely keep out of politics, in an age like the present one. I only suggest that we should draw a sharper distinction than we do at present between our political and our literary loyalties, and should recognize that a willingness to do certain distasteful but necessary things does not carry with it any obligation to swallow the beliefs that usually go with them. When a writer engages in politics he should do so as a citizen, as a human being, but not as a writer. I do not think that he has the right, merely on the score of his sensibilities, to shirk the ordinary dirty work of politics. Just as much as anyone else, he should be prepared to deliver lectures in draughty halls, to chalk pavements, to canvass voters to distribute leaflets, even to fight in civil wars if it seems necessary. But whatever else he does in the service of his party, he should never write for it. He should make it clear that his writing is a thing apart. And he should be able to act co-operatively while, if he chooses, completely rejecting the official ideology. He should never turn back from a train of thought because it may lead to heresy, and he should not mind very much if his unorthodoxy is smelt out, as it probably will be. Perhaps it is even a bad sign in a writer if he is not suspected of reactionary tendencies today, just as it was a bad sign if he was not suspected of Communist sympathies twenty years ago.

But does all this mean that a writer should not only refuse to be dictated to by political bosses, but also that he should refrain from writing about politics? Once again, certainly not! There is no reason why he should not write in the most crudely political way, if he wishes to. Only he should do so as an individual, an outsider, at the most an unwelcome guerrilla on the flank of a regular army. This attitude is quite compatible with ordinary political usefulness. It is reasonable, for example, to be willing to fight in a war because one thinks the war ought to be won, and at the same time to refuse to write war propaganda. Sometimes, if a writer is honest, his writings and his political activities my actually contradict one another. There are occasions when that is plainly undesirable: but then the remedy is not to falsify one's impulses, but to remain silent.

To suggest that a creative writer, in a time of conflict must split his life into two compartments, may seem defeatist or frivolous: yet in practice I do not see what else he can do. To lock yourself up in an ivory tower is impossible and undesirable. To yield subjectively, not merely to a party machine, but even to a group ideology, is to destroy yourself as a writer. We feel this dilemma to be a painful one, because we see the need of engaging in politics while also seeing what a dirty, degrading business it is. And most of us still have a lingering belief that every choice, even every political choice, is between good and evil, and that if a thing is necessary it is also right. We should, I think, get rid of this belief, which belongs to the nursery. In politics one can never do more than decide which of two evils is the lesser, and there are some situations from which one can only escape by acting like a devil or a lunatic. War, for example, may be necessary, but it is certainly not right or sane. Even a General Election is not exactly a pleasant or edifying spectacle. If you have to take part in such things — and I think you do have to, unless you are armoured by old age or stupidity or hypocrisy — then you also have to keep part of yourself inviolate. For most people the problem does not arise in the same form, because their lives are split already. They are truly alive only in their leisure hours, and there is no emotional connexion between their work and their political activities. Nor are they generally asked, in the name of political loyalty, to debase themselves as workers. The artist, and especially the writer, is asked just that — in fact, it is the only thing that politicians ever ask of him. If he refuses, that does not mean that he is condemned to inactivity. One half of him, which in a sense is the whole of him can act as resolutely, even as violently if need be, as anyone else. But his writings, in so far as they have any value, will always be the product of the saner self that stands aside, records the things that are done and admits their necessity, but refuses to be deceived as to their true nature.

THE END

1948

Wednesday, September 28, 2011

Oddfríður sóknast eftir einum valevni, ið arbeiðir fyri betri korum hjá listafólkum

Oddfríður Marni Rasmussen: 

Hvat skal ein politikari lova einum listafólki, um hann ætlar sær atkvøðuna hjá tí?

Hesin spurningur er ógvuliga áhugaverdur og kanska eisini alt ov sjáldan spurdur. Áhugavert hevði verið at vitað, hvat ein, ið stillar upp til løgtingsvalið 2011 kann lova einum listafólki, at hesin fer at arbeiða hart fyri, um eitt listafólk skal atkvøða fyri honum ella henni til løgtingsvalið.
Ongi hagtøl eru, ið vísa á, hvussu korini hjá listafólkum eru. Vit vita ikki við vissu, hvussu livikorini hjá listafólkum eru, men við teimum marknaðar- og stuðulsmøguleikum, sum eru í Føroyum, so ber skjótt til at rokna út, at vit listafólk forvinna okkum ikki nóg nógvar pengar til at keypa ger í deiggið, skulu vit burturav starvast við at skapa.
Heldur ongin hevur granskað, hvussu tað ber til, at vit, hóast vánaligar umstøður, eru so nógv listafólk í illa mannaðu Føroyum samanborið við fólkaríkari lond.
Listafólkini eru hetta gráa deiggið í samfelagnum, sum ongin vil kennast við, men sum skal dragast fram og rósast hvørja ferð ein politikari fær útlendskar lýs á vitjan.
Eitt listafólk í Føroyum er eitt menniskja, sum livir undir hungursmarkinum, um tað bara hevur listina sum inntøkugrundarlag. Listafólk eru hesi fólkini, sum øll eru so ófantaliga stolt av, hvørja ferð tey vinna eina heiðursløn (helst útlendska). Listafólk eru hesi fólkini, sum vit eru so ótrúliga góð við, tí at nógv teirra duga so væl at skriva tað, sum onnur hugsa, og onnur duga so ómetaliga væl at mála tað, sum vit fegin vilja hava á veggin, og nøkur duga so grúiliga væl at gera tónleik og syngja, tað sum okkum dámar. Vit hava so nógv góð og fjøltáttað listafólk, ið vit kunnu verða so óbendiliga stolt av, og tí verður lívið so nógv ríkari hjá øllum føroyingum. Men hesi somu listafólkini skulu ikki hava møguleika at liva av síni list, og tá ið tey ikki kunnu liva av síni list, kunnu tey heldur ikki skapa sína list í friði og náðum.
Onki listafólk livir av heimamarknaðinum eina. Bókmentirnar eru mestsum læstar inni í Føroyum, tí at ringt er at fáa bøkurnar týddar og givnar út á einum øðrum máli. Her hómast ein glotti, men hesin glotti er ikki farin at skína av politiskum áðum, heldur av góðgerðarfólki, ið neyvan forvinna sær tey nógvu oyruni fyri sítt arbeiði. Hin listin, ið tosar alheimsmál, hevur tað heldur ikki lætt. Avgjøld og tollur eru stórar forðingar fyri listamálarar, ið skulu flyta verk úr landinum. 
Virðingin fyri listafólkum er stór millum fólk. Fólk skilja væl, at avrikini hjá listafólkum standa á hillum í føroyskum heimum, verða løgd í fløguspælarar, hanga á veggjum í føroyskum heimum, men hvussu nógv geva sær far um, at tað er ikki bara listafólkið, sum er høvuðsmaður handan verkið. Har eru ótrúliga nógv onnur fólk, sum eisini hava sítt arbeiði, og sum gera so, at listaverkið kemur til ein, ið kann njóta tað. Ongin hevur granskað, hvussu nógv ársverk eru, frá tí, at eitt listafólk fær stuðul til at skapa eitt listaverk og til ein ella fleiri persónar taka ímóti tí.
Øll velja eftir síni politisku sannføring. Øll vilja hava sítt fólk á Ting. Øll, sum stilla upp í politikki vilja sleppa inn á Ting, og øll, sum stilla upp vilja lova, at tey fara at gera sítt til at fáa síni sjónarmið ígjøgnum á Tingi. Skuldi onkur dyrgt eftir mínari atkvøðu, skuldi hesin politikarin lova mær:
·        at Tjóðpallur Føroya verður bygdur innan fýra ár.
·        at hann fer at seta á stovn eina lønartrygd til listafólk, ið kann tryggja eini 15 til 20 listafólkum eina lønartrygd (skapanartrygd) á 19.000 krónur um mánaðin.
·        at hann fer at avtaka mvg-ið á atgongumerkjum til listarlig tiltøk.
·        at hann fer at stovna eina listaútbúgving undir Fróðskaparsetrinum.
·        at hann fer at stovna eina útflutningsdeild fyri føroyska list undir Vinnumálaráðnum, ið skal syrgja fyri, at føroysk list kemur út um sjómarkið.
·        at hann fer at keypa ein bygning til listarlig verkstøð, so sum atelier, venjingarhøli, framsýningarhøli v. m., ið kann skapt eitt umhvørvi fyri listafólk.

Eg veit væl, at tað, sum ein einstakur politikari lovar fyri valið, ikki er lætt at seta í verk, tá ið hann vaknar upp til ein politiskan veruleika, har hann skal samráa seg fram til semjur og harvið selja nøkur av sínum vallyftum fyri at sleppa við, har avgerðirnar verða tiknar. Vanligt er, at alt endar í fiskapráti. Minnist bara til, at fiskur selur ikki list. List selur fisk.  Vanligt er, at prátið endar við at snúgva seg um, at fáa fólk, sum búgva her at støðast, og tey, sum ikki búgva her at koma heim at støðast, men tey støðast ikki um listin ikki hevur kor til at virka uttan høft.
Skal ein politikari fáa mína (eg ivist ikki í, at nógv onnur listafólk eru samd við meg) atkvøðu, so skal hann lova mær at arbeiða fyri punktunum omanfyri.
Sum sagt, so eru vit nógv listafólk í Føroyum – so nógv, at vit kunnu, ið hvussu so er, velja knøpp tvey fólk á Ting, men tað krevur, at vit standa saman um eitt valevni, ið vil arbeiða fyri betri korum hjá listafólkum. Higartil havi eg ikki hoyrt nógvar politikarar tikið listina upp á tungu.

Oddfríður Marni Rasmussen
Formaður í Listafólkasambandi Føroya


Frælsi at velja hvønn man skal selja seg sjálvan og frælsi sítt til...

Vallistin

Løgmaður hevur skrivað út nýval, so nú verða vit aftur undirdíkt av politiskari próvførslu í orði og tal, myndum og eini ørgrynnu av plakatum, ið allar skulu sannføra okkum um rætta staðið at seta krossin. Og longu nú hava vit eina tíð upplivað óvanliga aktivar politikarar á facebook, sum viðmerkja til høgru og vinstru í eini roynd at nærkast og tekkjast okkum veljarum.

Val er útskrivað og enn er einki avgjørt. Tað er um at njóta hesa spentu, men friðsælu løtu á sama hátt sum tá tú situr í flogfarinum og ikki fær gjørt nógv annað enn at sita pinnstillur og njóta tvingaða uppihaldið. Gamaní geva hvørki tann slevjuti atlanticbollin ella tað lága atkvøðutalið til fólkatingsvalið allarbestu vónir. Men vónin er sum kunnugt ljósagrøn og nú sita vit so her eina løtu og eru øll somul í sama lítla flogfari, sum sveimar onkrastaðni uppi yvir atlantshavi og tað er hugnaligt og kanska einir tveir gin & tonic kunnu svølgjast á leiðini, alt meðan vit í okkara stilla sinni stúra og undrast á øll tey, sum ikki tíma at vera við í okkara flogfari, men sum heldur vilja búgva í Danmark og aðrastaðni har tað eru fleiri biografar og caféir og Netto ikki um at tala.

Her á listablogginum eru vit - ikki tykkum at siga - bjartskygdar av lyndi og í dag feira vit, at val er í nánd og at tað heila vónandi verður betri um eitt bil, tá Føroya fólk hevur hugsað seg um "at velja tað besta áðrenn tey kross á blað skulu festa.." sum Sonhard sang á sinni. Ja, vónin er ljósagrøn eins og fólkatingsvalplakatirnar hjá Tjóðveldi, sum av órannsakandi áðum hevði valt eina ófrættakenda kombinatión av skríggjandi grønum bakgrundsliti og svarthvítt antikveraðum passmyndum, ið broytti sjálvt tey mest fittligu og dynamisku snýðini til uppafturgrivin hasbeens í plakatum, sum fyri tað mesta mintu um lýsingartilfar til night of the living dead. Og ikki vóru hinir flokkarnir petti betri. Fólkaflokkurin brúkti somu vónleysu kombinatión av grasgrønum og svørthvítum portrettmyndum. Við styling og fotoshop og øðrum fanansskapi vórðu hesi fólkini, sum vit kenna so væl, avskeplað við eitt sindur ov starandi eygum, eitt sindur ov slættari húð og eitt sindur ov klorinhvítum tonnum so at tað rann plakatáskoðaranum kalt niður eftir rygginum.

Valplakatir hava ikki sama stóra leiklut í valstríðnum í dag sum tær høvdu fyrr í tíðini, áðrenn sjónvarp og internet. Miðlaumhvørvið er broytt, men tað sær ikki út til, at framleiðararnir av valplakatunum hava gjørt sær greitt, at henda broyting er farin fram. Í øllum førum verður hildið áfram eins og einki var hent við plakatum, sum siga alsamt minni. Í einum so lítlum landi sum okkara átti ikki verið neyðugt at brúkt túsundavís av krónum uppá plakatir, sum bara eru meir og minni væl eydnaðar portrettmyndir av avvarðandi valevni og einum stórum bókstavi, sum vísur hvørjum flokki valevnið er í. Vit vita fyri tað mesta hvørji tey eru og vit vita hvussu tey síggja út uttan fotoshop og alt tað. Hví ikki lata valplakatirnar spegla tann stóra eldhug, ídni og áhuga, ið fyllir fólkini, sum fáa plakatirnar gjørdar og sum  heingja plakatirnar upp? Uttan at hava nakað prógv, rokni eg ikki við, at plakatirnar flyta eina tí einastu atkvøðu. Og um vit ásanna hetta, at plakatirnar hjá flokkunum primert venda sær til veljararnar hjá somu flokkum, kundi tað kanska verið meira hóskandi at fingið greiðan politiskan boðskap í plakatirnar, sum kann virka savnandi í mun til kjarnuveljararnar og undirhaldandi hjá okkum øðrum.


Søgan hevur lært okkum at ræðast propagandaplakatir, men vit mugu ikki vera bangin fyri boðskapi fyri tað. Politikkur er fullur av sannførdum fólkum. Hví ikki brúka sannføringina, eisini í plakatunum. Til tess at fáa politiska boðskapin fram á besta hátt er tað ein fyrimunur at hugsa kreativt og øðrvísi bæði innihaldsliga og grafiskt og hetta er jú nakað, sum listafólk duga. Vit hava leitað fram nøkur listaverk, sangir, myndir og yrkingar m.a., har móttakarin onga løtu ivast í hvar hjartað hjá avvarðandi listafólki er. Vit ætla komandi tíðina at undirhalda við hesum verkum, men vit byrja til stuttleikar við nøkrum politiskum plakatum, val- og propagandaplakatum úr USA og Danmark. Summar eru stuttligar, aðrar eru flottar ella fittar og onkur er beinleiðis ólekkur sum hendan fyrsta, ein lýsing hjá Dansk Folkeparti, sum var partur av teirra valstríði í 2001.




















Tuesday, September 27, 2011

Klaksvík satsar uppá listina

Hans Pauli Olsen: Fípan fagra 


Í kvøld var samtykt í Klaksvíkar Býráð at brúka 1,5 % av kostnaðinum av øllum almennum byggiætlanum til list. Vit fegnast um positivu gongdina og ynskja Klaksvíkar Kommunu hjartaliga til lukku við avgerðini.




Hanni Bjartalíð: Tornhytta 

Føroyingar fingið forkeypsrætt til ogn Føroya fólks...?



Á heimasíðuni hjá mentamálaráðnum www.mmr.fo stendur, at mentamálaráðið og Bank Nordik hava undirskrivað avtalu um listaverkini í bankanum. Vit hava enn ikki nátt at viðgera greinina, men skunda okkum at bera hesi tíðindi víðari um týdningarmikla og stóra savnið av føroyskari list úr farnu øld. Fyribils undra vit okkum um orðingina har tað stendur, at "landið fær forkeypsrætt" til hesi verk. Vit hildu, at tey mongu verkini frammanundan vóru ogn Føroya fólks. 



Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, skrivaðu í dag undir avtalu, har landið fær atgeingi til tey ávísu listaverk bankans, sum verða mett at vera týðandi partur av føroyska mentanararvinum. Eisini fær landið forkeypsrætt til somu listaverk.

Avtalan millum Mentamálaráðið og BankNordik er við til at tryggja, at tær listaognir hjá BankNordik, sum eru týðandi partur av listasøgu Føroya í 20. øld, verða verandi á føroyskum hondum. Avtalan fevnir um atgeingi til gransking og miðling, um lán av listaverkum til framsýningar og um forkeypsrætt.

Avtalan kemur í staðin fyri ta keypsavtalu, ið Mentamálaráðið og táverandi Føroya Banki undirskrivaðu í mai 2007, um at landið skuldi keypa alt listasavnið hjá Føroya Banka. Keypsavtalan varð gjørd í sambandi við, at Føroya Banki varð seldur, og ynski tá vóru um, at listaverkini ikki vórðu seld saman við bankanum, men vórðu varðveitt sum savn og varði yvir føroyska listasøgu í 20. øld. Henda keypsavtala varð tó ongantíð sett í verk, tí semja varð ikki fingin um fíggjarliga grundarlagið fyri keypinum, og peningur varð ikki settur av á nakrari fíggjarlóg til endamálið.

Mentamálaráðið og BankNordik hava tí samráðst um eina nýggja avtalu, har listaverkini verða verandi ogn bankans, men har landið fær atgeingi umframt forkeypsrætt til ávís listaverk, ið eru mett at vera týðandi partur av føroyska mentanararvinum.

“Eg eri sera fegin um, at vit við hesi avtaluni eru við til at tryggja týðandi part av føroyskari listasøgu og mentanararvi, og at savnsumhvørvið við hesi avtalu fær atgeingi til gransking og miðling av listaognum bankans” sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum. “Listasavnið hjá BankNordik er týðandi partur av listasøgu Føroya í 20. øld, og hevur stóran týdning, ikki bara fyri BankNordik, men fyri allar føroyingar. Hetta er ein partur av okkara felags mentanararvi og samleika”.

“Vit eru greið yvir, at listaverkini hava stóran listasøguligan og mentanarligan týdning fyri føroyingar, og vit vilja tí eisini gera okkara til at varðveita henda partin av mentanararvinum, men samstudnis eru listaverkini ein týðandi partur av samleikanum hjá bankanum, og av stórum týdningi fyri virksemi okkara,” sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, sum eisini fegnast um avtaluna við Mentamálaráðið.

Avtalan kemur í gildi 1. november 2011, tá tey listaverk, ið avtalan fevnir um, eru skrásett í fylgiskjali til avtaluna, og tá fer keypsavtalan frá mai 2007 úr gildi.

Monday, September 26, 2011

Willem de Kooning á MoMA


MoMA framsýningin, sum læt upp 18.september er tann higartil størsta retrospektiva presentatiónin av lívsverkinum hjá Willem de Kooning, sum er ein av týdningarmestu og kendastu listafólkunum frá amerikanska nýbrotinum í 50´unum og fyrimynd hjá nógvum listamálarum. Willem de Kooning varð føddur í Rotterdam í 1904, men livdi og málaði í Amerika. De Kooning doyði í 1997. Hansara myndir frá eftirkrígstíðini verða settar í høpi við abstraktu ekspressionistarnar í sonevnda New Yorkaraskúlanum: Jackson Pollock, Franz Kline, Arshile Gorky, Mark Rothko, Hans Hoffman, Adolph Gottlieb, Robert Motherwell og Philip Guston. De Kooning er eitt nú ein av fyrimyndunum hjá føroyska málaranum Rannvá Kunoy, sum luttók á eini framsýning í januar við heitinum De Kooning De Kooning De Kooning, sum Dexter Dalwood kurateraði í Keypmannahavn http://www.kunstkritikk.no/kritikk/ekspressionismen-i-dag/ http://www.frieze.com/issue/review/de-kooning-de-kooning-de-kooning/

Framsýningin á MoMA letur aftur 9.januar í 2012. Her eru nøkur av hansara fantastisku verkum, sum verða at síggja á framsýningini og ein leinkja til framsýningartilfar og til eina frálíka frágreiðing hjá Robert Rauschenberg um hansara kenda verk "Erased De Kooning"


.http://www.moma.org/interactives/exhibitions/2011/dekooning/
http://www.youtube.com/watch?v=tpCWh3IFtDQ












 (KP)

Sunday, September 25, 2011

Damubløð og public service sáttmálar


Eg havi fingið fatur á einum damublaðið. Tað er eitt sovorðið blað, sum er vent til málbólkin damur og við hesum í hondini kann finnast út av hvat tað er, sum eyðkennir damur. Fyri tað fyrsta má staðfestast, at alt, sum hevur við útsjónd at gera hevur fundamentalan týdning. Skógvar við reimum og djarvar hælahæddir er luftin tær anda inn í seg og lipgloss og consealari við mineralum er teirra føði. Hugtakið "eitt mást" er teirra leiðregla, sum vísir veg til designsofur, marglitt accesories og frekar, forførandi ljósastakar. Teirra børn eru dukkulisur, teirra menn eru verkætlanir, sum við lummapsykologi, sjálvsitandi sokkum og passivum aggressiviteti verða tamdir til at rigga saman við einum auberginelittum blow lounge luksus stóli. Samskiftið hjá damum við onnur menniskju er ein kapping um hvør eydnast best á rennubreytini, í at forvinna og brúka pening og líkasum fáa tað heila til at síggja út av nøkrum. Damur eru kaldar, vemmiligar verur, hvørs djúpastu kenslur koma til sjóndar tá tær onkuntíð hava ein vána hárdag og hvørs størsta íkast til heimin er at tær hava lættari við at halda vektina eftir at tær eru hildnar uppat at eta sukur.

Eg havi eisini fingið fatur á einum public service sáttmála. Tað er ein sovorðin avtala millum Kringvarp Føroya og føroyska fólkið og við henni í hondini kann finnast út av hvat tað er, sum eyðkennir føroyingar. Fyri tað fyrsta má staðfestast, at føroyingar eru nakrir, sum geva samfelagnum fullan ans og sum av sonnum taka ábyrgd fyri teirri demokratisku prosessini. Í Føroyum taka tey ábyrgd og vilja bøta um samfelagsstøðuna, tey sóknast eftir avbjóðingum, uppsøkja vitan og kjakast. Tey ynskja margfeldni og tolsemi og tey standa samhaldsføst um at menna tey virði, sum tey eru errin av í teirra samfelg. Tey gera alt fyri at skerpa teirra kritiska ans og fyri at útdýpa og nuansera tey vandamál, tey sum heimsborgarar koma út fyri. Føroyingar eru fantastiskar verur, sum berjast eitt gott og satt stríð.

Tað góða við hesum er, at eg ongantíð havi møtt eini damu av tí slagnum, sum damubløðini greiða frá, men eg havi møtt nógvum føroyingum av tí slagnum, sum public service sáttmálin greiðir frá. Tað er einki galið við hvørki damum ella føroyingum, tað er galið við fjølmiðlunum. Tí á sama hátt sum damubløðini ikki megna at vísa hvussu fantastiskar damur í grundini eru, megna føroysku fjølmiðlarnir heldur ikki at vísa hvussu fantastiskir føroyingar í grundini eru.

Vit hava fingið ein public service sáttmála og hann skal haldast. Mentanin er ikki eitt hol í einum osti, sum Kringvarpsleiðslan greiðir frá, hon er sjálvt undirstøðið hjá frálíku menniskjunum, sum vit eru og tað er við hesum í huga vit skulu førast fram. Vit vilja ikki longur finna okkum í at verða fatað sum innistongdir, resigneraðir smáborgarar við eini mystiskari trongd til danskt undirhald.

(IS)

Saturday, September 24, 2011

List í almenna rúminum


Stuðul til list er nyttuleyst. Tað er dýrt, nyttar onki og kastar onki av sær til samfelagið. Enn ein byrða til skattgjaldaran. Hetta man mangt listafólk og mangur politikari hava hoyrt frá fólki, sum í fullum álvara taka undir við hesum tonkum. Men er tað nú so einfalt...

List gevur framdrift
At stuðul skal latast til list vísa flest allir norðurlendskir politikarar í gerðum, og tað vistu fortíðar stórmenn eisini; tí list skapar trivnað og er á mangan hátt samfelagsgagnlig. Hóast list ikki letur seg mála við málibandi, so hava fleiri nútíðar kanningar bent á, at list er beinleiðis drívmegi fyri búskaparvøkstri.

Men at list skuldu vísa seg at vera so ovurhonds samfelagsgagnlig, tað vardi ikki fyrrverandi finska ráðharran í arbeiðsmálum,Tarja Cronberg. Hon fekk ein serfrøðingabólk at lýsa, hvønn týdning list hevur fyri mentanargeiran. Og tað var ikki hissini úrskurður: at myndlist er tann grundgransking, ið gevur framdrift í allan kommerciella og kreativa geiran.

Hin eksperimenterandi hugsanin og ævigt endurnýggjandi listin trýstir frameftir. Hon skapar menning í kreativa vinnu, antin tað snýr seg um at binda troyggjur, prýða veggir, ella gera eitt nýtt telduforrit. Samfelagsvirði við list og mentan kann ikki gerast upp í pengum. Eitt samfelag við yvirflóð er fátækt uttan list og skapandi mentan!

Kreativídnaðurin nógvar vakstrarmøguleikar
Myndlist er tað sama fyri kreativa geiran, sum tøknilig og náttúruvísindalig gransking er fyri vinnulívið og ídnaðin. Tað meinar Bjarne Werner Sørensen, formaður í Billedkunstnernes Forbund í Danmark. Og myndin úr Finnlandi sæst eisini aftur í búskaparligum frágreiðingum hjá ES. Ein teirra er Frigørelse af de kulturelle og kreative industriers potentiale frá apríl 2010. Henda vísir á, at mentanar- og kreativi geirin er ein av teimum týdningarmestu búskaparligu rakstrarmáttunum í Europa. Har verður m.a. sagt, at mentanar- og kreativídnaðir hava stórt vakstrarpotentiali og standa fyri 2,6% av BTÚ í ES.

Í Finnlandi kom eisini fram, at samstundis sum listin er so avgerandi táttur í samfelagnum, so hava listafólk ilt við at breyðføða seg. Hesi listafólkini, ofta myndlistafólk, fáa ikki part av tí meirvirði, tey sjálv skapa í samfelagnum. Dagliga stríðið at yvirliva ger tað trupult at fremja listarliga virki. Tí øll list er nevniliga ikki sølubar -tað er listarligi veruleikin. Og harafturat er góð list sjáldan egnað at kopiera. Hinvegin fáa onnur frá listini og kunnu umseta til stór virðir t.d. sniðgeving, listahandverk, byggilist, filmsgerð, móta- og telduídnaður.

Listastuðul er ikki sosialhjálp
Stórídnaðurin hevur longu sæð drívmegina og fyrimunirnar, listini hevur við sær. Stjórin fyri Dansk Industri, Lars B. Goldschmidt, hevur ofta víst á, at kappingarførleikin á globala marknaðinum er tvinnaður saman við skapandi listini. Hann tvinnar vinnulív og myndlistina saman og sigur, at “Den skabende dannelse, som ligger i billedkunsten, er vigtig i forhold til de kompetencer, vi har brug for i erhverslivet. På det globale marked hedder det forny eller forsvind.” Og hann sigur eisini, at “billedkunstens udøvere [træner] det sublime håndværk. Det er gennem kombinationen af håndværk og kreativitet, at man kan skabe det, som virksomhederne skal tjene penge på i fremtiden«.

Stuðul til list er hvørki sosialhjálp ella byrða, men íløga og viðurkenning av virðismiklum arbeiði, ið kemur felagsskapinum til góðar. Og tí er tað, politikarar skulu stuðla list. Og tí skulu teir keypa list.

Og so er at minnast til, bæði hjá politikarum og privatum stuðlum: Listin skal onki, heldur ikki stuðlaða listin. Hon er fræls og eigur á ongan hátt at verða stýrd!

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi


Ein yrking


Eitt ynski

Av okkara sólskygdu verð
ynski eg mær bert ein havabonk
har ein ketta sólar sær...
Har hevði eg sitið
við einum brævi í barmi,
einum einasta lítlum brævi.
Soleiðis sær mín dreymur út...



Yrking: Edith Sødergran.
Týðing: Ebba Hentze. Prentað í Vencil 1/2006 s.29


(KP)

Friday, September 23, 2011

Tíðindaskriv: Per Arnoldi


Per Arnoldi hevur eyga á Føroyar. Og Føroyar hava eygu fyri einum persónleika í listaheiminum. Einum listamanni, sum er kátur, greiður og vísir innlit sum fáur. Ein myndamakari og orðalistamaður í senn.


Øll list er samskifti, men summi listaverk eru tað meira enn onnur. Tað er tann listin, sum nærkast sniðgeving og tískil hevur ein ávísan boðskap ella hevur ávísa ávirkan til endamáls.

Í hesum ríki millum fría list og list við einum endamáli hevur danski listamaðurin og sniðgevin Per Arnoldi arbeiðsøki sítt. Og her rørir hann seg við kønum fínleika, dugnaskapi og eldhugi.

At list er samskifti fyri Arnoldi, vísir seg eisini í virki hansara sum listamiðlari og íðin luttakari í orðaskiftinum um list: vitandi, skemtandi, hittinorðaður.

Arnoldi er best kendur sum plakalistamaður: Alkøna og hugvekjandi syntesa hansara av mynd og orðum í máttmiklum og ógloymandi plakatum er í heimsklassa. Somuleiðis eru arkitektonisku litsetingar hansara á altjóða stigi.

Friðarligari er um málaran og myndahøggaran Arnoldi, men myndlistin er týdningarmikil sum royndarstova hjá øllum hinum, og eisini í henni valdar herðing, vakurleiki og avlopsmegi.

Tað er í hesum, at tætta samband Arnoldis við altjóða minimalismuna er greiðast, men andin hoyrir til amerikansku popp-listina. Arnoldi sameinir “less is more” við “yes is more” í eini hægri eind.

Framsýningin í Listasavni Føroya frá 23.9. til 6.11. 2011 vísir eitt úrval av bestu plakatunum eftir Per Arnoldi frá 1970-árunum og fram til í dag saman við málningum, skuðrmyndum og leirlist frá seinnu árunum.

Til framsýningina kemur ein myndprýdd bók út við greinum eftir Nils Ohrt, savnsleiðara, og Mikael Wivel, dr.phil..


Vinaliga
LISTASAVN FØROYA

Thursday, September 22, 2011

Til lukku við mentanarheiðurslønunum




Nú fyri løtu síðani vórðu M.A.Jacobsens heiðurslønarvinnararnir kunngjørdir á eini samkomu í Müllers Pakkhúsi og staðfestast kann, at vit á listablogginum als ikki høvdu kollgitt í okkara royndum at spáa um hvørjir móttakararnir mundu vera..

Tilsamans tríggjar virðislønir vórðu latnar í ár.

Heiðurslønin til yrkisbókmentir fór til Nicolinu Jensen Beder fyri bókina Seyður Ull Tøting. Hon fekk ikki verið til staðar, men dóttirin takkaði fyri hana.

Heiðurslønin fyri mentanaravrik fór til Jógvan Isaksen fyri hansara útgávuvirksemi. Hann var heldur ikki í Havn, men systir hansara las upp eina heilsan frá honum, har hann nýtti høvið at sláa eitt slag fyri Jens Paula Heinesen, sum hann viðmældi øllum at lesa. 

Barnamentanarheiðurslønin varð latin Føroya Symfoniorkestri og formaðurin Pól Jákup Thomsen takkaði og segði seg rørdan av, at tað júst skuldi vera barnamentanarheiðurslønin, sum symfoniorkestrið fekk.





Okkum er sýndur tann óheiður...


Myndin omanfyri er eitt snappsjott tikið fyrr í dag av teirri bilsnu, nærum óunniligu reaktiónini hjá teimum báðum dámunum á listablogginum, tá tað endiliga gjørdist teimum greitt, at tær heldur ikki í ár teljast millum mentanarvirðislønarmóttakararnar í Müllers Pakkhúsi. Verkfall og eksil eru møguligar avleiðingar, men áðrenn tær báðar fóru heim at turka tárini og at umhugsa støðuna, var tíðindaskriv sent fjølmiðlunum, sum byrjar við hesum orðum: "Okkum er sýndur tann óheiður aftur í ár ikki at fáa mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens, sum vit annars høvdu roknað við at fingið...."


Tað er Tórshavnar kommuna, sum letur mentanarvirðisløn M.A.Jacobsens saman við Barnamentanarheiðurslønum á almennari samkomu í hósdagin 22.september 2011 klokkan 17 í Müllers Pakkhúsi í Havn. Tilsamans tríggjar virðislønir verða latnar í ár. Tvær virðislønir verða latnar í navni M. A. Jacobsens, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Ein Barnamentanarheiðursløn verður latin. Frá byrjan kundu ein ella tvær M. A. Jacobsenvirðislønir verða latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2009 og fýra ár fram eru Rigmor Dam, Erling Isholm og Jákup Jacobsen vald av býráðnum. Hini eru Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin Svend Højgaard.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimildar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert. Í 2010 varð reglugerðin nakað víðkað og broytt og heitið Barnabókaheiðursløn varð broytt til Barnamentanarheiðursløn.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, valdar av býráðnum og Hansina Huusgaard, vald av skúlabókavørðunum við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Tá Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin 22.september vera eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Kelda: http://www.torshavn.fo/

Monstrið, sum ger alt grønt






Hendan myndin er tikin í januar í stóra atelierinum hjá Claus Carstensen í Keypmannahavn, báðar tær uttastu myndirnar eru við á framsýningini, sum í løtuni hongur í Norðurlandahúsinum og fleiri variatiónir av sama myndevni eru eisini at síggja í Steinprenti (sí myndina ovast og niðast). Eg havi ta niðastu myndina hangandi við songina og sonur mín sigur (við eygum sum rundatorn), at hon ímyndar "monstrið, sum ger alt grønt". Í kataloginum KLAKSVIKAFFÆRER stendur soleiðis skrivað um tær myrku myndirnar: 

"...Í nøkrum krunkasvørtum myndum við heitum sum Gorgonize now! (Hatebreeder) kannar listamaðurin myndamálið hjá heavymetalbólkum, sum hann hevur funnið í kultbókini hjá David Ekeroth Swedish Death Metal. Við áhuganum, sum hann hevur fyri tí grumma og ræðuliga og fyri mótmentanum í samfelagnum, er áhugin fyri heavymetalmentanini sjálvsagdur, ikki minst við tað, at heavy metal myndamál og ikonografi er eitt slag av low class ella anti-mentan. Tungmálmsrokkur snýr seg sum kunnugt um negativar kenslur av ótta og øði og úttrykkið er ofta dapurt og aggressivt sum vit her í Føroyum hava upplivað tað í framførslum hjá Hamferð og SIC. Heavy metal ikonografiin tykist í grundini næstan barnslig í sínum ágrýtni eftir at provokera og skelka við skrokkum og blóði, pentagrammum, øvugtum krossum og øðrum fananskapi, sum letur í hold okkara innasta ótta. Samstundis er hetta grumma og óseka dreingjakamarsuniversið ómetaliga hugtakandi, serliga tá tað riggar sum tað t.d. ger í óhugnaliga maskuspælinum hjá amerikanska tungmálmsbólkinum Slipknot. Tungmálmsmyndirnar hjá Claus Carstensen við maskukendu andlitunum, sum við óndum ella tómum eygum stara illbønandi út móti áskoðaranum eru á sama hátt sum tónleikurin hjá Slipknot eins og svørt hol av negativari orku..."