Sunday, July 31, 2011

Ólavsøkurøðan 2011



Herfyri endurgóvu vit mentanarbrotini úr ólavsøkurøðunum seinastu 10 árini. Hesi vóru orðini, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevði at bera í ólavsøkurøðuni í ár:


"Føroyar verða marknaðarførdar í nógvum átøkum í øðrum londum í tøttum samstarvi við vinnu- og mentanarlív. Tað snýr seg um handilsferðir, keypsstevnir og tiltøk, har vørur, mentan, sniðgeving, tónleikur og Føroyar sum ferðamál verða marknaðarførd."

"Vit hava lagt stóra orku í at gera íløgur í útbúgving, gransking og mentan. Umráðandi er at halda fast við hesa gongd, hóast úrslitini ikki síggjast eftir einum degi."

"Lógarbroyting er framd, sum gevur ítróttar- og mentanarfelagsskapum, kirkjum og samkomum møguleika fyri at fáa endurrindað MVG-útreiðslur til bygging. Hetta er eitt gott ískoyti, ið tryggjar, at fleiri verkætlanir kunnu gerast veruleiki."
  
"Peningur er settur av til at fyrireika nýtt tjóðleikhús. Stuðul er latin til langhyl í Suðuroy, ítróttarhøll á Sandi og verkætlanina SALT á Drelnesi. Søvn okkara eru nú samskipað í stovnin Søvn Landsins, sum hýsir einum stórum parti av okkara felags mentanararvi og undirstøðukervinum hjá okkara útbúgvingar- og granskingarstovnum."

http://listinblog.blogspot.com/2011/07/10-ar-vi-mentan-i-olavskurunum.html

Saturday, July 30, 2011

Aggi og Ingi sýna fram



Framsýningin hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og Inga Sørensen í Posthúskjallaranum hevur verið væl vitjað um Ólavsøkuna og enn ber til at síggja hana.

Framsýningin er opin í dag og í morgin aftrat frá klokkan 15.00 til 19.00. Myndirnar hjá Inga eru fotomyndir, sum hann hevur tikið á havsins botni kring Føroyar og myndirnar hjá Aggi eru tusj á lørift. Aggi er annars oljumálari um ein háls, men hevur í nýggja tøkninum funnið ein nýggjan grafiskan einfaldleika, sum hon trívist við at granska í løtuni.

Sjálvt um Aggi og Ingi eru serstakliga ymisk - hon er akademiútbúgvin og roynd listakvinna, meðan hann er royndur kavari við góðum eyga fyri undurvøkrum og dramatiskum myndevnum á havsins botni - spæla myndir teirra saman í organiskum, lívfrøðiligum og dekorativum margfeldi. Aggi hevur somuleiðis myndir við á Ólavsøkuframsýningini í Listasavni Føroya. Summar av myndunum eru haðani.




































(KP)




Tú trýrt tí tú vilt

Eftir Kjartan Hansen

Bulurin skilir røturnar frá krúnuni tí krúnan ei tolir lívið, har røturnar trívist.

Marionettdukkan á ebenezertrappuni hongur í sínum síðsta tráði og barónurin í hornorkestrinum dirigerar skallabrotslagið til heiðurs fyri pengamyntunum vegristirnar hava svølgt. Í morgun er tað dagurin eftir ta náttina, tá kalda havið skolaði herverk og eiðir upp á turt og tá ið omanlop av óhumsku bóltaðu niður í dalin úr øllum ættum. Kongabrúgvin skvatlar sum um einki var hent – ímeðan - í Vágsbotni, ein stolin hetja, í sínum stoypta fongsli, má vassar í ævir.

Tann síðsti presturin smýgur sær innum kirkjugáttuna. Vendir sær og læsir eftir seg. Inni í kirkjuni brenna sálir í stakum og stearin rennir sum eldgos innanúr tárninum. Tað rennir sum tár niður eftir rútunum og typpir sprekkurnar í trægólvinum – fyllir bikari, meðan tað vaggandi gurgli frá prestaliðnum hoyrist um allan býin. Klokkutárnið lippar og tíðin steðgar. Lívið steðgar. Tungan steðgar. Eyguni fjala seg. Tømast. Kleimd hjørtu og telgdir allir kantar. Hjørtu eru feik og mugu hølvast, tí píkaleys eru tey raskast. Temjast skulu tey við høvli.

Sum ein beinagrind reisa dimmar træfjalar seg upp úr kirkjugarðsmoldini. Fjøl fyri fjøl otar ein gamal hjallur seg upp úr kjøtinum á jørðini og byggir seg sjálvan. Hvølpalási hvínir og hongslini rópa eftir nýggjum hjørtum, sum inn skulu í myrka hjallin at ræsa. Tær fáu eikirnar, sum eftir eru í bynum, livna og bukka seg niður. Eikihendir við brotnum fingrum rætta seg inn í bringur eftir hjørtum, ið skulu upp at hanga. Greinarnar arbeiða ídnar og fylla hjallin til hjallshurðin knarrandi fer aftur. Rimarnar geva seg. Tær søkka – við øllum – hagani tær komu, og turra flaði legst pent aftur á bøin. Skuggin, hjallurin stutta løtu lat kasta, viskast vekk. Og ristu nøvnini á gravsteinunum vísa aftur sínar tenn fyri teimun eydnuríku í erva, sum gráta um einki.

Friday, July 29, 2011

Meir enn Mjørki


Meir enn Mjørki from Terry on Vimeo.

ÓLAVSØKA - Eitt par í føroyskum klæðum stendur á Vaglinum í oysandi, daprum regni. Millum seg halda tey einari deyðari dóttir í leysari luft. Bara ein heilt serlig ætt av døgum kann skifta tjóðskaparerpni um til umfatandi meiningsloysi - nevnliga dagar aftaná hendingar..
Kjartan Hansan

Thursday, July 28, 2011

Slapp eg á Ólavsøku...


Eitt lítið sindur national var eg allíkavæl, tá eg steig úr baðnum í morgun, tí eg turkaði mær við einum handklæði við áskriftini "Føroya". Eg siti í eini song við glæsiligum útsýni yvir Nólsoyarfjørð í sólskini og kappróðri. Allar tær dugnaligu og fittu sjúkrasystrarnar hava í fleiri dagar uggað meg við hesum góða útsýni til kappróðurin, sum tíverri ongan áhuga hevur, uttan kanska sum hugnaligt bakgrundsljóð, meðan eg stákist og lati meg í min fína búna. Eg eri Ólavsøkufólk um ein háls, eg elski Ólavsøku, men fulla áskriftin á áðurnevnda handklæði er "Heilsuverk Føroya", so í ár verður Ólavsøkan hildin á Landssjúkrahúsinum. Alt gott um sjúkrahúsið, men eftir sum Ólavsøkan bara er eina ferð um árið, er tað keðiligt og fyri meg er tað heilt óluksáligt - fyri ikki at siga ein sonn gøla!

Slapp eg á Ólavsøku hevði eg í skrivandi stund keypt pop corn og tær størstu og dýrastu ballónirnar í býnum til mín lítla drong, sum virðismetir ballónir so mikið høgt, at tað næstan svarar til ballónprísin á Ólavsøku. Slapp eg á Ólavsøku, høvdu vit bæði, lítli og eg eisini hugt eftir hestamuunum á setanini, sum kukka mitt á vegin, eins og vit við stórari fragd høvdu lurtað eftir tí omnipresenta hornorkestrinum við "tjener, vi vil ha´mere øl, tjener" ella hvussu tað nú er hann eitur. Líka mikið, hornorkestrið er altíð ediligt. Kanska høvdu vit eisini leitað okkum inn til framsýning hjá Aggi og Ingagubba í posthúskjallaranum og til marionettsjónleik hjá Rakel Helmsdal á Landsbókasavninum. Slapp eg á Ólavsøku, fór eg á Ólavsøkuframsýning, sum Jóhan Martin Christiansen og Annika á Lofti hava skipað fyri Listafelagið í Listasavninum og eg hevði helst eisini nýtt høvið at endurupplivað allar hinar framúrskarandi framsýningarnar í býnum: Summarframsýningina við Knud Odde og Jan Håfström, Marius Olsen í Steinprenti, Anker Mortensen í Listahøllini á Skipasmiðjuni.

Slapp eg á Ólavsøku, fór eg tíðliga upp í morgin at gera meg kláran og at lata meg í stásið, sum eg gerist alt meira glað fyri. Fekk føroysk klæði frá mammu í konfirmatiónsgávu og tá fekk konfirmanturin gron, tí hon ynskti sær eitt stereoannlegg. Gud forbarmi seg, mangt broytist og miðjuna á skjúrtinum hevur Dania lagt út so væl, at bæði sild og egg og skerpikjøt og skinsakjøt og øl og snapsur passa í uttan at tað ger mun. Troyggjuna og bristið hevur Dania eisini bundið og tað hevur hon gjørt eins framúr væl sum hon hevur gjørt alt hitt, sum hon hevur bundið, seymað, broderað osfr.. Í búnanum hevði eg tuskað oman í kommunuskúlahøllina at venja við teimum fittu fólkunum í Ólavsøkukórinum, eg havi glett meg til at Leif skuldi dirigera.

Tey snakka um endorfinir, ið skulu stinga seg upp í heilanum á fólki, sum rennur. Ikki veit eg nógv um tílík luftig fyribrigdi, men tað eru møguliga eitt slag av tjóðskaparligum endorfinum, ið plaga at gera seg galdandi, tá eg saman við stóra kórinum syngi "Tórshavn" á tinghúsvøllinum. Eydnukenslan er eitt margháttligt samansurium av dejá vu, nútíð og framtíð, sentimentaliteti og stórslignari hátíð, men hon er júst tann sama hvørt tað einasta ár. Haðani hevði leiðin verið bein út á Tinganes, har gott lag, snapsur og gamlir vinir ganga upp í eina hægri monomaniska kórsangaraeind. Um ikki heilt so bein, hevði leiðin hiðani verið inn á gólvið hjá góðum vinfólkum úti á Reyni og har hevði eg sitið óluksáliga leingi og reypað og ornað verðinssituatiónina og løgmansrøðuna og Ólavsøkuframsýningina og kanska eisini makrelmálið, hvør veit. Slapp eg á Ólavsøku fór eg eins og hvørja Ólavsøku niðan til systir til frálíkt nátturaborð, har mangt skilafólk hevur sitið hugnaligt og væl. Tað besta við Ólavsøku er kanska heilt einfalt júst hetta, at sita væl og práta við fólk, familju, vinir og kenningar. Men fólkafundurin má eisini við og eg komi ov seint á hvørjum ári, tí hann byrjar ov tíðliga hvørt ár, men slapp eg á Ólavsøku, kom eg til tíðina í ár, tí eg havi frætt, at bæði Øssur Winthereig og Hitt føroyska skjaldraveldi skulu røða á Doktaragrund og tá kann tað neyvan blíva annað enn hugvekjandi og undirhaldandi. Eftir fólkafundin er tíðin komin hjá Ólavsøkufólkum at improvisera og midnáttarsangin fari eg í hvussu so er ikki at sakna. At standa í fólkahavinum á vaglinum er minst líka klaustrofobiskt sum at vera í sjúkrahússkannaranum, men á Ólavsøku er blíðskapurin stórur og húsrúm plagar at vera hjá góðum fólkum. Eg rokni ikki við, at nakað normalt menniskja hevur lisið hendan ólavsøkubloggin, tey hava for hundin annað at gera. Slapp eg á Ólavsøku, las eg ongan bloggin, tí tá hevði eg havt úr at gera. Í staðin siti eg her í frið og fegnist um, at heilsan spakuliga batnar. Kappróðurin er av og nú bera tey mær náttura. Skerpikjøt er á breyðnum. Góða Ólavsøku góðu fólk og sum terminator segði á sinni: I´ll be back!


(KP)

Ólavsøka

Marius Olsen


Eftir Kjartan Hansen

Vindurin blæsir milt gjøgnum langa ljósa hári á einum vilstum barni. Tað stendur á Áarvegnum. Sum avtalað. Undir eygsjón av einum grønum steinhøvdi. Fyrriklæði hjá barninum, sum er ein genta, er ikki longur einlitt og situr skeivt um miðuna. Sveitti og skriði hava meiggja tvey tey fyrstu siffrini á telfonnummarinum á undirarminum út, og hennara smáu fingrar eru candyflossutir allir sum teir eru. Gráturin megnar enn at halda sær aftur, men ikki tárini. Vát eygu spela runt á vaglinum og leita eftir onkrum at lofta grátinum, sum nú er so nær. Grøna høvdi á steinpelanum minnir ikki um nakran, sum kann hjálpa. Tað bara starir sum um einki er á vási. Men alt er á vási! Hennara heimur er tómur beint nú og øll menniskju eru horvin. Gentan sæst frá borgmeistarakontórinum – um nakar hevði verið til arbeiðis.
Hon sæst frá takinum á Hotel Hafnia – har eingin stendur.
Hon sæst frá terassuni á Klubbanum – um Klubbin hevði verið opin.
Hon sæst ikki frá pylsuvogninum á kaiini. Har hon eftir røttum burdi verið beint nú.

Á parkeringsplássinum frammanfyri pylsuvognin liggur ein grátandi lítlasystir í einum barnavogni. Har er eitt navn sum verður rópt. Og í hondini á einum pápa verður ringt við eini fartelefon. Henda friðleysa koreografiðin kann eygleiðast úr erva frá Skansanum av. Hon sæst eisini frá Farstøðini har ein full flogruta ger seg tilreiðar at fara. Høvdu passaserarnir hugt hinvegin høvdu teir sæð ein pápa við barnavogni, sum ikki tykist at vita síni livandi ráð.
Bussurin fer at vera á flogvøllinum ein tíma árenn fráferð og sprelsku físini frá hurðunum er síðsta kunngerðin um at hesin bussførarin er ein av teimun, ið raðfestir tíðarætlanina. Bussurin blinkar seg avstað, koyrir út úr eini rundkoyring og framvið pápanum við teimun tambaðu eygunum og hvørs munnur ger stórar rørslur. Inni í bussinum hoyrist einki uttan ein hátalararødd blandað við dovna brumminum frá einum troyttum dieseltjóvi. Røddin ynskir vinarliga eina góða fer á tveimun ymiskum málum meðan útstoytgassi hersetir smáu lunguni í barnavogninum. Battaríi á fartelefonini er nú deytt.

Teir seinastu 11 tímarnar hevur ein mamma búð á einum hotellkamari í Bergen, eftirsum árligi veðurlagssvullurin, hovin hevur breitt seg yvir flogvøllinum í Sørvági. Tað besta av náttini hevur hon ligið í andvekri, men seinasta hálva tíman, meðan flogmarran herdi á, eru tvær ósvaraðar uppringingar komnar á hennara ljóðleysu fartelefon.
Hvat vil hann?
Einki samband við fartelefonina í løtuni...
Mamman liggur nakin undir dýnuni og hvíta standardhándklæðið liggur enn fuktut á gólvinum. Í hennara høvdi eru minnini frá seinasta døgninum vavd saman, sum um heilin við vilja roynir at gera gjøldur burturúr henni.

Tríggjar ferðir royndi flogskiparin at lenda í gjár.
Tvær ferðir.
Tíbetur komu ginn og tonic til bjargingar, tá ið alt annað í kroppinum gavst við at hopa.
Tann sami flogskiparin helt hurðini, tá ið tey komu á hotelli í Bergen.
Øll flogmanningin búi á sama hotelli sum ferðafólki.
Hann helt enntá lyftini so hon slapp frá at bíða eftir tí næstu. Tey búðu á somu hædd. Hann smíltist og tey høvdu stundir at presentera seg meðan stálveirarnir lyftu tey fimm hæddir upp. Røddin ljóðaði ikki so fjollut røsk og tvungin jalig sum í hátalarunum umborð á flogfarinumm. Hann var penur.
Dirvi lýsti úr hansara eygum. Eitt dirvi, sum ikki hevur minnir og sum ikki setir spor eftir seg.
Hann hevði kamar á somu gongd, beint yvirav henni.
Tey tóku lyklarnar fram ísenn. Hann misti sínar á gólv.
Hon hugdi. Hann hugdi upp.
Eitt stutt sekund sá mamman flogskiparan úr einum vinkli, sum tirraði eitt ynski í henni at hava hansara høvd borað millum síni lør og at krøkja síni bein um hansara nakna kropp, meðan hann slikkaði henni so at hon visti at hon fór at koma.
Ein kensla av hita kom í búkin og hon helt seg brádliga hava staðið og gløtt í eina evigheit.
Mamman vendi sær burtur og vildi smílast.
Hann reisti seg uttan orð. Fór inn á sítt kamar, men lat ikki hurðina heilt aftur.
Mamman læsti sína hurð upp, fór inn og kom til at smekka hurðina aftur eftir sær. Hann helt meg sikkurt vera undarliga. Fokk tað! Hann hevur nokk longu tendrað sjónvarpi og slettis ikki lagt merki til at eg hugdi uppà hann .
Komin innum lat hon seg úr klæðunum og fór í brúsu. Ein reyður prikkur og ein bláur prikkur. Hvør hevur avgjørt at tað skal vera akkurát hasir litirnir?
Við hondunum á báðum brúsuknøttunum kom hon í tankar um at flogskiparin faktiskt hevði latið hurðina staðið opna. Kanska honum væntar vitjan? helt hon á meðan hon skrúvaði. Í so fall var tað gott at eg ikki fann uppá nakað býtt...LORTABRÚSA! 38 gradir meg eitt vist stað, glapp tað ágangandi úr henni.
Hon vendi brúsuhøvdinum móti vegginum. Kanska hann hugsar um meg allíkavæl. Kanska leggur hann fjarstýringina frá sær beint nú meðan eg standi her og finglist við brúsuna. Kanska koyrir hann hondina niður í buksurnar og masserar murtinum meðan hann hugsar um meg. Fær spakuliga stívan. Kanska eri eg nakin tá hann blundar. Um tað er ein kvinna hann sær, tá ið hann blundar, er hon óivað nakin...HEITASTA! Nú koyri eg also for frá, kom hon til at siga rættiliga hart og dróg knøttin næstan heilt yvirímóti tí reyða prikkinum, so at dampurin fylti vesi.
Hon blundaði og andaði djúpt.
Innandingin bleiv til eitt geisp, og í tí at geispi bleiv til eitt mjúkt suff niður ímóti brúsugólvinum, hómaði hon flogskiparan á knæ frammanfyri sær. Í fullum uniformi.
Plaskvátan.
Djørvu eygum hugdu blítt uppá hana.
Kelandi tók hann um hennara vinstra fót og førdi hann upp á hándklæðisstongina.
Kasketturin skumpaðist av tá hann mussaði hennara lør heilt innivið.
Hon fann hansara myrku nakkahár.
Stýrdi honum.
Bæði gánaðu.
Nú kann tað gera tað sama hvat hann ger í hinum kamarinum, fór tað hugspjaðiligani ígjøgnum hana meðan flogskiparin í brúsuni kíndi henni við tunguni. Fyri hansara skyld hopi eg hann liggur á rygginum á songini og hevur biðið meg ríða sær.
Tung eymkandi ljóð var tað síðsta, sum kókandi vatnið, sum fossaði niður yvir hana, kappaðist við undir brúsuni í Bergen.

Tann lítla gentan á Vaglinum følir seg framvegis einsamalla. Hon er sokkin niður í eitt myrkt hol, har menniskju eru veggirnir. Tað gerst myrkari og myrkari og tað er trongt. Har uppi er sólin, men flennandi høvd og klemmandi yvirkroppar skyggja fyri henni og skumpa gentuna millum sín. Hon glíður á einari bróstnari ballón. Ein fótur traðkar hart, beint viðsíðurnar av hondini. Fanin! rópar ein manfólkarødd. Hon sær eina svarta siluett av einum høvdi ímóti sólini. Kroppurin bukkar seg niður ímóti henni og eitt host kemur úr svarta høvdinum. Hon hómar bara munnin og hoyrir hosti. Hon fekk ilt í knæið, men høvdi er vemmeiligt. Ein òkend hond kemur nærri og í tí at ein sólstrála spríkir fram, avdùkast ein gloria. Gentan vendir sær við og smoyggir sær út úr holinum. Beinini á Ólavsøkufólkunum eru sum jarnrimarnar í einum fongslivindeyga. Livandi jarnrimar, sum gleiva viðhvørt og bogna og trampa sum hestar. Nógv eru í líka skjùrti sum hon, men eingin líkist pàpanum ella barnavogninum hjá lítlusystrini.
Menniskjaveggirinir eru allastaðni og myrku holurnar eru óhugnaligar. Veggirnir flyta seg soleiðis at fongsulsholurnar fylgja við. Livandi brunnar. Hon sær abbatufflur. Hon fer úr einari fangaholu í eina aðra. Tær uppstanda sum við gandi. Tað er heitt. Myrkt. Hon hyggir upp úr djúpa brunninum og sær eitt træ heilt haruppi. Omanfyri øll høvdini. Tætt við skýggini kanska. Træið livir í vindinum og ger at menniskjaveggirnir síggja flòtandi út. Sólin glittrar í brunnvatninum og speglast uppá veggirnar, tá høvdini viðhvørt førka seg og taka skuggan við sær. Men henda fangaholan krympar eisini. Brúnnurin gerst brádliga djúpri og eingin kemur til hjàlpar.
Tíð og frástøða er ikki longur eitt konsept ì hennara huga og nú er tað ein gòð løta síðani V. U. Hammershaimb opinberaði seg fyri henni.
 Í omanbrekkuni undir Bojsensgarði prikar tað í búkinum á einari lítlari gentu.

Hjá einum vaksnum manni eitur tað solar plexus har tað sama prikið ger um seg.
Pápin hyggir niður í barnavognin og sær sína grátandi, minstu dóttir, hvørs navn hann og konan ikki kunna einast um.
Navnið á hinari dóttrini rópar hann útyvir Kongabrúnna, meðan hann í villareiði skimast rundan um seg. Á fortovskantinum beint uttanfyri Café Natúr, beklar hann.
Følir onga pínu.
“Eg havi leita allastaðni”, hugsar hann.
Prikið í solar plexus gerst til sting.
Í nátt klikkaði hann seg, ljóðleyst, runt á pornosíðum. Hann hevði valt eitt filmklipp, við einari kvinnu, sum minti eitt sindur um konuna. Beint nú saknaði hann porno. Hann saknaði ólógligu hvíldina porno gav honum. Samstundis ynskti hann seg kunna bakka tíðina aftur. Aftur til í nátt. Tá var hann vísur í at báðar dóttrarnar svóvu trygt og fast í kamarinum.
Hevði hann kunna byrja henda dagin av nýggjum, hevði hann forða øllum hesum ruðuleikanum at henda.
Júst í somu løtu, sum hann ynskti at burturmista dóttirin framvegis svav í síni song, rann tað aftur framfyri hann hvat tað var, sum hevði arga hann í nátt. Hetta var aðruferð í dag hann kom ì tankar um hetta: Kvinnan í pornofilminum.
Hon hevði sæð út til at nýta oralsexið á ein tílíkan hátt, sum hann so ofta hevði ynskt at síggja konu sína gera. Meðan maðurin í filminum slikkaði kvinnuni, kíndi hann henni rundan um anus og smoygdi spakuliga ein vátan fingur inn í rumpuna.
Pápin við barnavogninum plagdi – bara tá hann fleygaði sær – sjálvur at stimulera seg analt, tá hann var við at koma.
Tað hevði hann ofta ætla sær at siga við konuna.
Sami pornofilmur bleiv beint nú endursendur inni í hansara høvdi. Hann sá seg sjálvan vera mannin í pornofilminum. Kvinnan lág á einari uppreiddari song. Hann reisti seg upp at standa og áðrenn kvinnan – sum nú var hansara hústrú – var komin niður á knæ, hevði hon longu hansara stíva murt í hondini.
Hon gjørdi han vátan.
Gapaði um hann.
Pápin við barnavogninum beklaði aftur. Hann mundi bannað hart.
Ikki av pínu hesaferð heldur, men hann megnaði at fáa tað at síggja út sum var tað pína.

Sirm. Tað sirmar um allan heimin, men tvey støð eru samanleinkjaði. Sirm knýtir tvey menniskju hvørt við annað. Ein ósjónligur nalvastrongur. Eitt samband, eins sjónligt sum heilsanin sólin hvørja nàtt sendir via mánan.
Eins ósjónligt sum tómrúmi millum títt anlit og títt spegl.
Lìka fràverandi, sum, margfaldi av andlitinum, spegli sendir tær aftur og líka nærverandi sum blóði í æðrunum.
Men umframt at, í dag, knýta støð, lond og hjørtu, hevur tað líkagildiga sirmi enn ein leiklut: sirmi fyllir ein lítlan brunn í Vágsbotni.

Annað minnið sum melir í høvdinum, meðan mamman framvegis liggur á hotellsongini í Bergen, er frá tí tíðini áðrenn hon var liðug at lesa, í Danmark.
Sjeikens – sum hon plagdi at kalla mannin tá – og hon, høvdu trupulleikar.
Ávísar ósemjur gjørdu at forholdið ikki vildi rigga. Ídag ljóðaðu hesi orð bert sum ein banalitetur, men á Ólavsøku fyri fjúrtan árum síðani hendi nakað, sum gjørdi at hon gavst at ivast í, um hon vildi hava børn og gifta seg.
Hon er einabarn sjálv, men foreldrini hava altíð følt tað sum teirra ábyrgd at vera striks við hana.
Sum væntað skeldaðu foreldrini hana fyrstuferð sjeikens var til døgverða. Og mitt undir tí skeldarínum, millum brúna sovs og endurtiknar moralprædikur, føldi hon seg blíva vaksna. Tann kenslan situr í henni enn - Ein kensla, sum minnir hana um kensluna frá sjokkinum frá hennara egna geyli, tá hon fekk kuldasjokk av norsku hotellbrúsuni í gjár.
Hesin sami døgverðin gjørdist karmur um sjálvt eyðablikkið tá hon valdi sítt lív framum foreldranna ímynd av hennara lívi.
Ólavsøkunað tað ári – 1997 – feiraðu hon og sjeikens við vinum og tey moggaðu full á einari sofu uppiá loftinum hjá einum av hansara gomlu klassakameratum.
Tað var tá tey gjørdu Josef.
Bæði Josef og sjeikens blivu tiknir inn í Filadelfia eftir øllum vanligum siðum og tey giftust so skjótt menstruationin vísti seg - av álvara - at vera steðgað.
Frá tá av kallaði hon sjeikens við sítt rætta navn.
Brùðargávan frá pápanum var ein hálsketu við einum prýði í, sum hon altíð bar um hálsin. Eitt prýði, sum kundi rúma tvær myndir. Onnur myndin hon setti í, var av Josefi, sum hevði fylt fjúrtan í dag, hevði hann liva. Hin var konfirmatiónsmyndin hjá manninum. Tey kendust ikki tá tann myndin varð tikin. Eingin uttan bara teybæði vistu tað vera eina konfirmationsmynd. Ein lítil hemmiligheit. Men fyri hana var tað fyri at vísa virðing fyri lívinum hjá manninum ‘áðrenn seg’. Sum ikki bar til at sletta, og sum hóast alt hevði gjørt hann til tann mannin hon elskaði hægst av øllum (um hon ikki hevði talt Gud sum ein mann).
Hálsprýði, sum vanligani hvíldi á bringuni, tók hon av fyri fyrstu ferð, í fjúrtan ár, fyri fýra døgum síðani – 25. juli 2011. Sama morgun, sum hon fór niður at vitja pápan á Ríkissjúkrahúsinum. Prýðið lág eftir á vesinum og fjálturstungin hevði hon ringt heim úr Vágunum. Elsta dóttirin svaraði telefonini (onkursvegna fyristillaði hon sær tað skuldi vera Josef). Síðan fekk maðurin fatur í horninum. Hann sissaði hana, skynsamur, soleiðis sum hann blívir tá børnini møða hann.
Lovað at einki fer at henda og at flogtúrurin fer at ganga sum hann skal.
Einki fer at henda, góða.
Eg lovi tað! Ikki bara siga tað.
Eg lovi tað, góða.
Eg hugsaði akkurát um Josef.
 ...
Ert tú har? Vit sakna teg eisini.
Gita hvør longu gongur og melir við hálsketuni hjá tær?
Heh..
Alt fer at ganga akkurát sum tað skal.
Eg lovi tað.
Skunda tær bara heimaftur, ha?!
Ja.
Eg má líka fara. Skriva tá tú lendir.
Ja. Bei. Eg elski teg.

Júst hesi uggandi orðini eru triðað minni, sum melur í hennara høvdi har hon liggur undir dýnuni. Orðini vildu ikki hvørva. Tey høvdu verið kjarnin í andvekrinum í nátt.
Fyrst høvdu hesi orð mist sín uggandi lit við at rungað inni í skøltinum. Síðani ekkoðaða tey eisini uppiundir hotellkamarsloftinum. Harðari. Tey sveimaðu runt í myrkrinum og fyltu náttini sum eitt sjálvboði mantra, vent á ranguna. Tey forkroppsligaðu seg í einum ósjónligum skapi og fylgdu enntá við inn í ta langdrignu flogmarruna, fyri einans at, har inni, økjast enn meir í styrki. Harinni tóktust tey hvína. Og at enda gjørdu tey seg hektiskt um til brettini í eini ótryggari heingibrúgv og vístu hana á einastu leiðina yvirumaftur til songina í Bergen.


“Eg lovi tað, góða” “Eg lovi tað, góða” . .. .... .. . . . ... .. . “Eg lovi tað, góða”


Í Vágsbotni.
Òlavsøka 2011.
Tætt við eina tjóðarhetju, sum súbolskt skimast eftir lívinum og framtíðini úr sínum stoypta fongsli.
Ein mannamúgva er samlað. Mannamúgvan veksur við rúkandi ferð. Onkur stendur enntá upp um miðuna útií, meðan onnur loysa innasta bátin og skumpa hann útfrá. Løgreglubilar blinka ídnir og løgreglufólk roynir at førka troðkandi fólk burtur frá kaikantinum so pláss er at fáa lítla lívleysa kroppin upp á turt. Ein eldri turistur, sum sá alla hendingina frá Norðlýsinum, hevur fingið ein stól frá útiserveringini og situr og heldur um búkin. Hann fær ikki hjálp beint nú. Løgreglan biður forvitin fólk umgangandi at flyta seg, so at sjúkrabilurin kann sleppa framat. Tá portørarnir lyfta tí tildekkaðu børuna dettur ein hálsketa ómerkt á sjógv og hvørvir niður í grumsuta vatni.

Pápin við barnavogninum stunar, sum best ber til, forbí Hotel Hafnia við einari forferdiligari kenslu í búkinum. Øll hava hoyrt sirenurnar skríggja í sólini. Hann sær V. U. Hammershaimb, men kann ikki fáa eyga á nakra Evu. Hon skal standa har onkustaðni!

Í Bergen ger eitt flogfar seg tilreiðar at fara uppfrá og ein jalig rødd biður enn einaferð vælkomin. Summi flenna. Hesaferð ljóðar røddin meir fremmand enn í gjár. Meir fremmand enn í lyftini. Og øll lyftini hjá flogskiparanum um at lenda, hava nú einki at siga. Hon leggur hondina á bringuna har eitt hálsprýði eigur at hanga. Hon lippar. Henni leingist eftir sínum børnum. Gentunum og manninum og serliga Josef. Men tann, hon saknar allar mest beint nú er sín gamla, býtta pápa. Hann hevur ikki leingi eftir í at liva.
Onkustaðni langt innií henni er ein genta sum saknar pápa sín og sum als ikki følir seg duga at liva sítt lív soleiðis sum man skal.
“Summi blíva bara kanska ongantíð vaksin”, teskar hon við fartelefonini í hondini. Ein flogterna minnir hana á at sløkkja fartelefonina og í tí hon ger tað, hoyrist í einum øðrum telefonhorni:
“Einki samband við fartelefonina í løtuni...”

Wednesday, July 27, 2011

TÍÐINDASKRIV um ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGINA 2011


Ólavsøkuframsýningin 2011 er árliga framsýninign hjá Listafelag Føroya og framsýningin er í Listaskálanum í Gundadali.

Listafelagið heitti í vár á tvey dugnalig listafólk og bað tey stíla fyri framsýningini.
Tey eru Anniku á Lofti, sum hevur BA frá Listaháskóla Íslands, og Jóhan Martin Christiansen, sum á triðja ári lesur á Konsthögskolan í Malmö.

Annika og Jóhan Martin hava havt fríar teymar og hava ikki ásett hvørki evni, tøkni ella aðrar treytir.
Tey hava valt 94 verk burtur úr teimum mongu, sum komu inn. Tey hava lagt seg eftir at skapa eina listaliga heild og hava sóknast eftir duldu gimsteinunum í verkum hjá fleiri nýggum eins og royndari listafólkum.

Eins og flestøll onnur hava Jóhan Martin og Annika havt ilt við at velja millum verkini, tí hvat er tað rætta? Tíðirnar broytast, og listin flytur seg ár fyri ár. Ársins Ólavsøkuframsýning er teirra boð um, hvar føroysk list er í dag.

Myndina á plakatini hevur Helena Maria Guttesen, BFA (Bachelor of Fine Art), gjørt. Plakatin er partur í verkætlanini Working Machine, sum er at síggja í býnum um ólavsøkuna.

Listafólkini, sum sýna fram í ár eru 33 í tali, 12 menn og 21 kvinnur.
Talan er um olju- og akrýlmálningar, vatnlitamyndir installatiónir, foto, video og standmyndir av ymsum slag. Summi hava sýnt fram áður bæði á Ólav­søku­framsýningini, Várframsýningini og Heyst­fram­sýningini, summi hava sýnt fram uttanlands og nøkur sýna fram í ár á fyrsta sinni.

Vælkomin á Ólavsøkuframsýningina 2011
opið:
Ólavsøkuaftan kl. 14-20
Ólavsøkudag kl. 14-20
30. juli - 7. august:
gerandisdagar 11-17
leygar- og sunnudag kl. 14-17
Atgongumerki: 50 kr. – atgongumerkið er lutaseðil.

Malan Marnersdóttir vegna Listafelag Føroya

10 ár við mentan í ólavsøkurøðunum


Løgmansrøðan á ólavsøku tekur saman um farna politiska árið og setur úr í kortið, hvørjar ætlanir eru. Løgmenn seta orð á teirra visjónir um stórtsæð øll samfelagsøkir - eisini mentanina. Tí er spennandi at lesa løgmansrøðurnar, tær vísa nakað um áhugan fyri mentan og um evnini at røkka politiskum úrslitum á tí økinum.

Meðan vit spent bíða eftir løgmansrøðuni 2011 havi eg funnið alt fram, sum er sagt um mentan í løgmansrøðunum seinastu 10 árini. Røður, sum hava nógvar góðar tankar og góðan vilja, væl av orðafloymi um týdningin, sum mentanin hevur og harafturat óhugnaliga nógv, sum ongantíð bleiv til nakað annað enn orð. Eitt mentanarráð, ein listaskúli og nýggj lóg á mentanarøkinumn eru nøkur av átøkunum, sum hava verið frammi seinastu 10 árini, men sum vit enn einki hava sæð.

Kaj Leo Holm Johannesen, 2010

”Harra formaður
Mentanin er grundvøllurin undir okkara samleika. Mentanin ríkar tilveruna, mennir skapanarevnini og skapar virði, ið ikki kunnu gerast upp í krónum og oyrum.

Samstarvið millum listafólk og okkara útbúgvingarskipan skal halda fram. Tað stimbrar tær skapandi lærugreinarnar í skúlaverkinum og mennir listafólkini. Ætlanin er at geva Mentanargrunninum størri mentanarpolitiskan leiklut, og at hann skal umsita fleiri stuðulsjáttanir. Á vári 2011 verður aðalorðaskifti um okkara framtíðar mentanarpolitikk.

Landsstýrið hevur varðveitt játtanina til úrvalsítróttina, sum er 600.000 kr., so at okkara fremstu ítróttarfólk fáa betri karmar at virka undir.

Nýtt málráð verður sett í komandi ári, og fyrireikingar til føroyska upphavsrættarlóg verða nú gjørdar. Public Service sáttmáli verður gjørdur við Kringvarpið, har m.a. dentur verður lagdur á tilfar til børn og ung á føroyskum, og deyvatulkingin verður styrkt.”


Kaj Leo Holm Johannesen, 2009

”Harra formaður
Vit standa fyri nýggjum avbjóðingum, nú fíggjarkreppa herjar um allan heim. Eg ivist onga løtu í, at vit saman føra Føroyar trygt ígjøgnum hetta búskaparliga lágtrýstið. Politiska søga Føroya hevur nógvar kapitlar um ósemjur, og onkur tílíkur kapittul verður helst skrivaður aftrat. Men tað finst ein megi, sum bindur okkum tættari saman, enn vit ofta gáa um, og tann megin býr í okkara hjørtum. Kærleikin til landið, tilknýtið til mentanina og tilvitanin um stríðið fyri at yvirliva á hesum oyggjum býr undir øllum, vit gera og eru. Okkara fatanir kunnu vera ymiskar, men málið er tað sama: Vit vilja skapa eitt gott land at búgva í fyri øll.”

”Landsstýrið arbeiðir við at útinna samtyktina hjá løgtinginum um, at Føroyar fáa atlimaskap í UNESCO, sum er ST-felagsskapur fyri útbúgving, vísind og mentan.”

”Virksemið á føroyska tónleikapallinum er størri enn nakrantíð, og gávurík tónlistafólk og stór tónleikatiltøk gera Føroyar sjónligari úti í heimi. Tað syngur og ljómar, men tørvur er á eini heildarætlan fyri føroyskan tónleik, skal hann geva størri búskaparligt íkast. Fleiri almennir stovnar fáast so ella so við tónleikavinnuframa, og vitan um at menna hesa vinnu liggur spjødd ymsastaðni. Ætlanin er at styrkja karmarnar hjá tónleikavinnuni, so hon fær betri møguleikar at menna seg.”

Jóannes Eidesgaard, 2008

”Fyri at byggja út altjóða undirstøðukervið er skipað eitt uttanríkisráð, ið skal røkja føroysk áhugamál í útlondum. Miðað verður eftir at hava fólk á øllum sendistovum okkara, ið burturav fáast við útflutningsframa. Sendistovurnar fara eisini at bjóða fram tænastur og høli til eitt nú fyritøkur. Ætlanin er stútt og støðugt at vísa umheiminum, hvat okkara vinna og mentan hava at bjóða. ”

”Tá vit leggja sandkornið inn undir sjóneykuna síggja vit landið, fólkið og tað, sum bindur okkum saman – mentanina. Á ólavsøku rennur alt hetta saman í eina hægri eind og gevur okkum eitt virði, sum ikki skal ella kann metast í krónum og oyrum. Mentan er samleiki og ger okkum til eitt fólk – eina tjóð. Mentanin er høvuðsorsøkin til, at vit búgva her, og tann atdráttarmegi, ið skal draga tey heim aftur, sum búgva uttanlands – tey, sum búgva í útjaðaranum á føroysku mentanini. Tí uttan eina mentan hvørvur eitt fólk. Vit skulu skapa rúm, sum eru frístøð hjá okkum øllum, rúm sum eru gróðrabotnurin fyri teimum tonkum og hugskotum, meiningum og lívsáskoðanum, sum eru grundarlagið undir hesum samfelagi – okkara mentan.

Sum ein liður í hesum arbeiði fer samgongan at skipa eitt Tjóðsavn, ið skal savna og samskipa
søvnini – okkara mentanararv. Tjóðsavnið skal styrkja grundleggjandi liðirnar í savnshugsjónini, sum eru at savna, granska og ikki minst at skapa kunnleika. Tí mentan skal liva og knýta fólk saman. Annar týðandi partur av mentanarliga arbeiðinum er at sýna máli okkara tign og frama.

Vit eru vís í, at íløgur í mentanarligt arbeiði koma fleirfalt aftur- kanska meira í lívsgóðsku enn í krónum. Og vit gleða okkum til tey næstu árini at arbeiða saman við og lurta eftir teimum mongu
eldsálum, sum arbeiða á hesum øki.”

Jóannes Eidesgaard, 2007

”Mentan okkara er fjølbroytt og sterk og megnar ivaleyst at taka við avbjóðingum í alheimsgerðini. Men samstundis, sum alheimsgerðin hevur fyrimunir við sær, er eyðsæð, at avbjóðingarnar fyri eina so lítla tjóð sum okkara eru stórar – ikki minst, tá ið hugsað verður um mál og mentan. Alheimsgerðin letur eisini upp fyri møguleikum, og tað er við stoltleika, at vit fylgja okkara gávuríku ungfólkum, ið gera vart við seg á altjóða pallinum, bæði í tónleiki, list og sniðgeving.

Sjálvboðið arbeiði er grundarlagið undir stórum parti av mentanarlívinum um landið. Týdningurin av hesum arbeiði kann ikki metast nóg høgt, og alsamt fleiri kommunur leggja seg eisini eftir at reka ein virknan mentanarpolitikk. Tað gevur úrslit.

Eitt aðalmál við Visjón 2015 er at skapa eina felags fatan av, at Føroyar eiga og kunnu vera í fremstu røð. Hetta krevur, at vit gera samróður til okkara tjóðaráhuga. At tey flestu rógva við, og tey fæstu skjóta á.

Á oyggjaleikunum á Rhodos gekk sjón fyri søgn. Okkara ítróttarfólk vísti, hvussu góð úrslit, ein fær við at seta sær stór og greið mál. Og so fer eftir málinum. Ger sær ómak. Samstarvar. Ger sítt ítasta fyri seg og felagsskapin. Ítrótturin hevur ein høvuðsleiklut fyri okkara heilsu, trivnað og samleika. Og tí stuðlar landsstýrið sjálvandi Ítróttarsambandi Føroya, sum hevur boðið land okkara fram at verða vertur fyri Oyggjaleikunum 2015. Lat okkum gera okkara til, at hetta fer at eydnast!”

Jóannes Eidesgaard, 2006

”Støðið undir einum vælvirkandi samfelag er ein góð undirvísingarskipan, og mentanin er týðandi fyri trivnað og samfelagsliga menning.”

"Føroysk mentan er fjølbroytt og sterk og megnar uttan iva at taka við teimum avbjóðingum, sum koma við alheimsgerðini. Men ávirkanin uttanífrá økist í hvørjum, og tí er neyðugt at vera á varðhaldi, tí samstundis sum alheimsgerðin kann hava fyrimunir við sær, so er eyðsæð, at avbjóðingarnar fyri eina so lítla tjóð sum okkara eru stórar – ikki minst tá ið vit hugsa um mentan og mál okkara. Hetta krevur tí ein mentanarpolitikk við greiðum málum og ítøkiligum uppskotum um, nær og hvussu vit røkka málunum. Arbeitt verður við hesum spurningum í bólkinum, sum hevur ábyrgd av mentanarpartinum í Visjón 2015. Málini eru løgd fyri visjónstorgið, og nú verður farið at orða verksetanarætlan samsvarandi.

Málstevnunevndin, sum er sett sambært løgtingssamtykt, er farin undir týdningarmikla starv sítt at orða ein almennan málpolitikk, og hetta arbeiði fer uttan iva at vera til mikið gagn fyri mál og mentan okkara.

Landsstýrismaðurin hevur sett bólk at endurskoða virksemið hjá Filmseftirlitinum. Bólkurin er komin væl áleiðis við arbeiðinum at gera uppskot til eina nýggja lóg um eitt Miðlaráð, sum heimilar ráðnum at flokka filmar og annars veita leiðbeining og kunning til almenn¬ingin. Uppskotið verður væntandi liðugt í heyst.

Uppskot til lóg um stuðul til ítróttaranlegg verður lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Upphavsrættarøkið verður í dag røkt í Danmark, og Føroyar hava ikki egna lóg á økinum. Ætlanin er at skipa økið við lóg og hava myndugleika av økinum í Føroyum.

Nýggj kringvarpslóg er samtykt, og samanleggingartilgongdin heldur fram. Ætlanin er at byggja aftur at verandi útvarpshúsi, og verður uppskot til verkslagslóg lagt fyri Løgtingið í heyst.

Játtanin til musikkskúlaskipanina er munandi hækkað, og í 2007 verður næmingatalið kring landið um 2.200. Útbúgving á miðnámsstigi er byrjað, og frá august 2006 ganga 16 næmingar á eini trýára miðnámsútbúgving í musikkskúlaskipanini. Í august næsta ár verður næmingatalið 24. Her ber til hjá næmingum at fyrireika seg til víðari útbúgving, meðan teir enn eru í Føroyum. Arbeitt verður við at endurskoða lógina um musikkskúla.”

”Næsta ár fara stórar bygnaðarbroytingar fram í tí norðurlendska mentanarsamstarvinum. Føroyar hava verið umboðaðar í teimum arbeiðsbólkum, ið hava arbeitt við tí nýggja bygnaðinum, og tí skuldu føroysk áhugamál verið tryggjað í hesi nýggju skipanini. Tað er tó ikki óhugsandi, at byrjanartrupulleikar vera, og Mentamálaráðið er sjálvsagt til reiðar at veita føroyskum mentanarlívi ráðgeving og stuðul í hesum sambandi. Av tí at bygnaðarbroyting¬arnar fara at elva til øktan tørv á ráðgeving og vegleiðing til listafólk og mentanarstovnar, verður neyðugt at hækka játtanina til LISA.

Ætlanir eru um at byggja upp í Norðurlandahúsið. Landsstýrið fegnast um hetta og fer at átaka sær sín part av fíggingini av hesi ætlan.”

Jóannes Eidesgaard, 2005

”Heimurin gerst støðugt minni, og ávirkanin uttanífrá økist í hvørjum. Samstundis sum hetta kann hava stórar fyrimunir við sær, er eyðsæð, at avbjóðingarnar fyri eina so lítla tjóð sum okkara eru stórar – ikki minst, tá ið vit hugsa um mentan og mál okkara. Neyðugt er tí at vera á varðhaldi, samstundis sum vit eiga at betra um førleikan í fremmandamálum og í mentanarfatan.”

”Vit eiga eitt sterkt og fjølbroytt mentanarlív, og føroysk list søkir alsamt fleiri útlendskar marknaðir og hevur eisini vunnið sær fótafesti til stóran heiður fyri Føroyar. Tann skapandi, listarliga tilgongdin hevur í sjálvum sær eisini stórt virði í búskaparligum høpi, bæði alment og privat. Tað kundi verið ynskiligt, at virkir og stovnar vóru eitt sindur raskari at gagnnýta kreativa tilfeingið hjá væl lærdu listafólkum okkara.

Týdningurin av tí sjálvbodna mentanararbeiðinum má ikki undirmetast, tí hetta er berandi megi undir stórum parti av mentanarlívinum. Tí verður arbeitt við at orða ein yvirskipaðan barna- og ungdómsmentanarpolitikk eins og ein almennan ítróttapolitikk. Eisini skulu gerast ítøkiligar atgerðarætlanir fyri økini. Samsvarandi áheitan løgtingsins verður farið undir at orða ein almennan málpolitikk. Hetta er sera týðandi arbeiði. Eisini á hesum øki skal gerast ein menningarætlan fyri teir ymsu tættirnar í málpolitikkinum til tess at styrkja og menna støðuna hjá málinum.”

”Norðurlendska mentanarsamstarvið er merkt av, at stórar bygnaðarbroytingar henda á økinum. Hóast mentamálaráðharrarnir í samtykt síni um broytingar hava roynt at tryggjað mentanarligu áhugamálini hjá sjálvstýrandi londunum, fara broytingar at seta stór krøv til mentanarlív okkara. Eingin ivi er tó um, at tað fer at kunna laga seg til hesar nýggju avbjóðingar.”

Jóannes Eidesgaard, 2004

”Føroyskt mentanarlív er fjølbroytt, virkið og sterkt, hóast ávirkanin uttanífrá er stór. Sum áskoðarar fáa vit alskyns mentanarligar upplivingar alt árið, og kring landið eru mong og fjølbroytt mentanarlig tilboð til teirra, ið sjálv vilja vera uppí í mentanarlívinum. Tey síðstu árini hava alsamt fleiri føroysk listafólk gjørt vart við seg uttanlands, og tað er einki at ivast í, at mentan og list hava vinnuligt potentiali, ikki bert sum søluvøra á altjóða marknaðum, men eisini sum skapandi tilfeingi fyri nýhugsan í føroyskum vinnulívi. Tí ræður um at hava eyguni opin fyri hesum.

Tað sjálvbodna arbeiðið er grundarsteinur undir stórum parti av mentanarlívinum úti um landið. Týdningurin av hesum arbeiði kann ikki undirmetast. Alsamt fleiri kommunur leggja seg eftir at reka ein virknan mentanarpolitikk, og tað gevur úrslit.

Tørvur er á at endurskoða lógargrundarlagið á savnsøkinum og at fyrireika bygnaðar¬broytingar. Farið verður undir hetta arbeiðið í hesi tingsetu. Uppskot til lóg um at friða fornminni í havinum verður lagt fyri løgtingið í heyst til tess at lúka ásetingarnar í ST-havrættarsáttmálanum, sum er settur í gildi fyri Føroyar.

Stuðul til leiklist er nú skipaður við lóg, og fer Tjóðpallur Føroya at virka 1. januar 2005. Ætlanin er í hesi tingsetu at byrja tilgongdina at lógarskipa allan stuðul á mentanarøkinum, undir hesum eisini ítrótt. Samgongan hevur sett sær fyri at fáa upphavsrættin hjá listafólki í rættlag, og arbeitt verður við hesum.”

Anfinn Kalsberg, 2003

“Føroyar skulu gerast javnbjóðis partur í altjóðasamfelagnum. Altjóðasamfelagið broytist í hvørjum, og nýggj krøv til lond og fólk verða sett hvønn dag. Vit eiga at skapa karmar um eitt liðiligt samfelag, sum hevur ein sterkan samleika og skjótt kann laga seg til tað nýggja, og har allir borgarar hava møguleikan til góðan kunnleika og førleika. Ein tilvitaður mentanarpolitikkur er fremsta amboðið hjá føroyingum at mennast í 21. øld.

Undirvísingarskipanin, granskingin og mentanarpolitikkurin hava ov nógv verið tillagaðar skipanir uttaneftir. Okkara skipanir hava verið mettar eftir, um tær eru annaðhvørt í andsøgn ella í samsvari við eitt nógv størri samfelag, enn Føroyar eru. Tí hava okkara skipanir ikki verið bygdar á egna samfelag og egnu styrkir. Harafturímóti síggja vit, at har undangongufólk og felagsskapir hava tikið stigið beinleiðis út í heim sum javnbjóðis partur, hava vit ment okkum almikið, og tað hevur verið til fyrimunar fyri alt samfelagið. Á mentanarøkinum eru fremstu dømini seinnu árini:

- okkara ítróttafólk – t.d. fótbóltslandsliðið, ÍSB-svimjararnir, ítróttafólk á Special Olympics, á oyggjaleikunum og í “Canadian Open for Swimmers With a Disability”
- okkara listafólk – t.d. tónleikarar, myndlistafólk og sniðgevar, ið fáa altjóða viðurkenning og seta Føroyar á heimskortið
- okkara granskarar – har t.d. veðurlagsgransking við havinum sum granskingarevni, hevur altjóðastigi og altjóðaáhuga”

”Tað tykist tíbetur at gerast alt meira viðurkent í føroyska samfelagnum, at mentanarpolitikkur í víðari merking er ikki ein viðfáningur fyri eitt samfelag, sum vil framá. Mentanarpolitikkur í víðari merkingini er eisini besta grundarlagið undir einum sterkum vinnulívi og einum sterkum búskapi. Mentanarpolitikkur skapar eisini inntøkur og framburð.

ein yvirskipaður mentanarpolitikkur verður orðaður í eini nevnd, har umboð fyri listafólk, vinnulív, fakfeløg, ítróttafeløg, áhugafeløg og samkomulív eru uppi í. Nevndin skal eisini gera uppskot til at skipa eitt óheft Mentanarráð, sum eins og Búskaparráðið regluliga skal meta um gongdina í mentanarpolitikkinum og koma við tilmælum

Seinastu 5 árini er mentanarpolitikkurin í Føroyum miðvíst mentur. Fíggjarliga er játtanin til skapandi og útinnandi listaligt mentanarvirksemi nærum tvífaldað, og Føroyar eru nú ájavnt við hini Norðurlondini, tá ið ræður um at raðfesta mentan á landsins fíggjarlóg. Við ætlanini “Mentan og menning” er ein greið ætlan løgd fyri landsins ábyrgd at skapa karmarnar um skapandi og útinnandi list.

Fyrireikingarnar at seta á stovn Tjóðpall Føroya ganga, sum ætlað. Miðað verður eftir, at stovnurin kann fara undir virksemið 1. januar í 2004. Stuðul til mentan og list verður skipaður í lóg, og er uppskot hesum viðvíkjandi ávegis í Løgtingið. Ætlanin er somuleiðis at útgreina virkiskorini, ið listafólk hava, og um ábøtur kunnu verða gjørdar hesum viðvíkjandi t.d. í skattalóggávuni og almennu stuðulsmøguleikunum annars. Arbeitt verður við tí at dagføra lóg um Mentanargrunn Landsins. Og arbeiðið við at byggja listaskúla í Sandoynni heldur fram. Ítøkiliga ætlanin fyri listaskúlan verður gjørd í løtuni. Verklagslóg um at byggja skúlan verður løgd fram í hesi tingsetu. Nevnd er farin undir at orða ein almennan ítróttapolitikk, og arbeiðið verður væntandi liðugt til næstu ólavsøku. Samstundis verður arbeitt við at orða ein ítøkiligan barna- og ungdómsmentanarpolitikk.

Uppskot til nýggja kringvarpslóg, har Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya verða skipaðir sum sjálvstøðugir almennir stovnar við egnari nevnd, verður lagt fram í hesi tingsetu. Og arbeiðið at gera uppskot til nýggja fornminnalóg er liðugt, og lógaruppskot er sent til ummælis hjá avvarðandi stovnum og myndugleikum. Næsta stigið er at endurskoða lógina um Føroya Fornminnissavn og bygdasavnslógina, og byrjar hetta arbeiði í næstum.”

Anfinn Kalsberg, 2002

”Flestu tjóðir ásanna nú, at mentanararbeiði, útbúgving og gransking eru grundarlag undir samfelagsmenningini. Støddin á londum, nøgdin av náttúrutilfeingi og fólkatal eru ikki treytir fyri at standa seg í heimssamfelagnum, men harafturímóti útbúgving og skapandi evni hjá fólkinum. Hetta skapar ikki bert fólkaræði, trivnað og javnbjóðis møguleikar. Hetta skapar eisini framburð, vinnulívsmenning og búskaparvøkstur.

Henda sannroynd tykist eisini at vinna støðugt fram í Føroyum. Føroyska vinnulívið setur krøv um útbúgving og gransking, samstundis sum mentanararbeiði verður alt meira virt og stuðlað. Okkara dugnaligu listafólk, tónleikarar, sjónleikarar, ítróttafólk, rithøvundar og granskarar hava seinastu árini aftur og aftur prógvað, at íløgur í mentan, útbúgving og gransking kunnu løna seg fleirfalt aftur og seta Føroyar á heimskortið.

Fyri einar sjálvstøðugar Føroyar er ein miðvísur mentanar- og útbúgvingarpolitikkur alneyðugur. Vit seta okkum høvuðsmálið at vera millum heimsins best útbúnu fólk og at hava ein víðskygdan mentanarpolitikk. Og øll skulu hava sama rætt til útbúgving og mentanartilboð. Men tað krevur ítøkilig stig og íløgur næstu árini at ganga fram ímóti hesum avbjóðingum.”

”Í vár læt Mentamálaráðið úr hondum mentanarálitið Mentan og menning, ið er ein menningarætlan fyri listaøkið fram til 2006. Listaøkið verður skipað við lóg um stuðul til list og listaligt virksemi, og eru fyrireikingarnar til hetta farnar í gongd. Lóg um Mentanargrunn Landsins skal verða endurskoðað, so at virkisøki grunsins verður víðkað. Fyrireikingarnar til Tjóðpall Føroya eru farnar í gongd. Umstøðurnar hjá tónleikarum við eitt nú spælistøðum og venjingarhølum verða í hesum sambandi eisini raðfestir í mentanarpolitikkinum.”

Anfinn Kalsberg, 2001

”Fyrst í hesi tingsetuni verður ein mentanarpolitisk ætlan løgd fyri tingið til aðalorðaskifti.

Farið verður nú undir at fyrireika listaháskúlan í Sandoynni, og nýggjur lógarkarmur verður
smíðaður fyri Leikpall Føroya. Farið verður undir at endurskoða fornminnislóggávuna og skjalalóggávuna, og uppskot um nýggja lóggávu á økinum verður lagt fyri tingið í vár. Ein nýggj bygdasavnslóg verður eisini fyrireikað.

Landsstýrið fer at seta eitt óheft mentanarráð, sum skal ráðgeva og vegleiða landsstýrinum í
mentanarviðurskiftum. Samsvarandi løgtingssamtyktini um Sjálvstýri Føroya fólks kemur skúlin 1. januar 2002 undir fult føroyskt ræði. Hetta krevur ikki fyrisitingarligar broytingar í sjálvum sær ella samráðingar við danskar myndugleikar, men er ein formlig staðfesting av, at bæði lóggáva, umsiting og øll fígging nú verður føroysk. Í hesum sambandi er neyðugt at endurskoða og nýhugsa alt skúlaøkið.

Lógin fyri Fróðskaparsetrið verður endurskoðað, og nevnd verður sett, ið eisini skal viðgera,
hvussu lærararútbúgving, námsfrøði, navigatiónsútbúgving, sjúkrasystraútbúgving, hægri
tekniskar útbúgvingar og møguligar aðrar útbúgvingar kunnu samskipast við hægri lestur og
gransking á universitetsstigi. Álit um yvirtøku av fólkakirkjuni við uppskoti til kirkjulógir verður latið landsstýrismanninum ein av fyrstu døgunum. Eftir samráðingar við donsku stjórnina verður uppskot um yvirtøku lagt fyri tingið í heyst, so hon kann setast í verk innan 1. januar 2002.”

”Mentanarpolitisk Ætlan verður løgd fram eftir ólavsøku, og ætlanin er at hava aðalorðaskifti í tingsetuni. Ætlanin setir upp mál og strategi fyri mentanarpolitikk, serstakliga við atliti at
skapandi og útinnandi list tey komandi árini. Listaháskúli verður settur á stovn á Sandoynni, og nevnd er sett at gera uppskot til innihald og bygnað fyri skúlan. 1 mió. kr. er sett av til verkætlanina í ár, og farið verður nú undir at gera skitsuprosjektið. Skúlin er settur á langtíðarløguætlanina. Lógarkarmur verður í løtuni smíðaður um Leikpall Føroya, og verður hann lagdur fram í heyst.”

”Landsstýrið fer at stovna eitt óheft mentanarráð, sum skal ráðgeva og vegleiða landsstýrinum í mentanarviðurskiftum í breiðum týdningi. Ráðið skal árliga gera eina mentanarfrágreiðing, og eisini kann landsstýrismaðurin leggja ymiskar ætlanir fyri Mentanarráðið til ummælis.”

(IS)

Tuesday, July 26, 2011

Listin á ólavsøku


Ólavøkuskráin er long á tremur við tiltøkum: ”Her er bæði verðsligt og andaligt í at velja, tiltøk til gamans og álvara, uttandura eins væl og innandura”, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, tekur til í formælinum til skránna. Vit hava pilkað tiltøkini, sum hava við myndlist at gera, burturúr og her er nóg mikið til ein góðan listatúr.




Listahøllin:  Anker Mortensen serframsýning í Listahøllini á Rundingi á skipasmiðjuni í Havn kl. 15-18. Kinna Poulsen um framsýningini: ”Ein vøkur, poetisk og meditativ framsýning við 79 elasmáum og stórum verkum, ið øll krevja av áskoðaranum, at hann tekur sær tíð til at hyggja. Hetta er slow art við verkum, sum bert spakuliga og seint lata seg upp fyri áskoðaranum. Letur tú hana, gerst framsýningin av sonnum ein rík uppliving.”



Steinprent: Marius Olsen framsýning í Steinprenti. Opið 9-20. “Nøkur listafólk eru, og tey eru fá, ið ongantíð gera vánaligar myndir. Nøkur ávís listafólk raka altíð seymin á høvdið og tey fáa teg at grunda um tað fyribrigdið, ið verður kallað listarliga flogvitið. Slíkt listafólk er Marius Olsen. Eg hava ongantíð enn sæð eina vánaliga og heldur onga keðiliga mynd frá hansara hond.” (IS)


Listasavn Føroya: Ólavsøkuframsýningin 2011: Aftur í ár skipar Listafelagið fyri Ólavsøkuframsýning í Listasavninum. Nevndin hevur heitt á Anniku á Lofti og Jóhan Martin Christiansen um at velja burtur úr innkomnu verkini. Opið 14-20.



Norðurlandahúsið: Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum er opin kl. 14-20.30. ” Undir heitinum Kosmisk Sömngångare er framsýningin karmur um eitt rúm, sum hevur víðan íblástur frá millum øðrum einum klostri í Italia, yrkjarum, heimsspekingum og einum stríðsflogfari frá seinna heimsbardaga. Hetta rúmið setir spurnartekin við lívið og listina. Sambond verða knýtt, og onnur verða slitin. Í rúminum er tíðin relativ. Har er nærvera og frávera, romantikkur og speisemi, tað hugtunga og tað uggandi, tað objektiva og subjektiva, tað absurda og groteska og tað bleyta og vakra. Í rúminum hvørva mótsetningarnir og fáa nýtt lív.” (IS)


Posthúskjallarin: Ólavsøkuframsýning 2011 í Posthúskjallarinum: Listaframsýning - Ingi Sørensen & Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir kl. 15-19.



Galerie Focus: Amariel Norðoy í Galerie Focus. Ólavsøkuaftan og ólavssøkudag er ein framsýning við málningum, akvarellum og steinprentum (litografium) hjá Amariel Norðoy í Galerie Focus. Galerie Focus er flutt frá Gríms Kambans Gøtu 20 til Lambagerði 1 í Havn. Framsýningin er opin ólavsøkuaftan kl. 15 - 18 og ólavsøkudag kl. 16 - 18.


Listagluggin: Framsýning við verkum eftir Ingálv av Reyni, Steffan Danielsen, Sigrun Gunnarsdóttir, Zacharias Heinesen, Eyðun av Reyni, Torbjørn Olsen o.fl. í Listaglugganum, Dr. Jakobsens gøtu 15. kl. 16-20


Smiðjan í Lítluvík: Málningaframsýningin »Hugbirtingar«: Kári Svensson hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Kl. 16-20

Monday, July 25, 2011

Nýggj føroysk filmslist



GANGEN er triði partur av stuttfilmsrøðini við felagsheitinum “Lejlighedsminder”, sum Hildigunn Eyðfinnsdóttir, sjónleikari, og Katrin Ottarsdóttur hava gjørt. Fleiri brot eru at finna á Youtube:



http://www.youtube.com/watch?v=bji1mLiG7dE&feature=youtu.be

Sunday, July 24, 2011

SUMMARLISTIN 4 - T.S.ELIOT



Í dagsins summarlistatátti fjeppast vit uppi í T.S.Eliot og byrjanini av Four Quartets, sum yrkjarin gav út í 1935. Verkið hevur filosofiskan og religiøsan dám og er rættiliga komplekst innihaldsliga og formliga. Partar av yrkingini vórðu gjørdir meðan týskarar bumbaðu London. Mín fascinatión av Eliot snýr seg heilt nógv um hansara mál, sum situr óvanliga væl. Hansara reglur eru næstan leskiligar, t.d. "Garlic and sapphires in the mud..", men í grundini eisini allar hinar...



BUIRNT NORTON

(No. 1 of 'Four Quartets')

T.S. Eliot

I
Time present and time past

Are both perhaps present in time future,

And time future contained in time past.

If all time is eternally present

All time is unredeemable.

What might have been is an abstraction

Remaining a perpetual possibility

Only in a world of speculation.

What might have been and what has been

Point to one end, which is always present.

Footfalls echo in the memory

Down the passage which we did not take

Towards the door we never opened

Into the rose-garden. My words echo

Thus, in your mind.

But to what purpose

Disturbing the dust on a bowl of rose-leaves

I do not know.

Other echoes

Inhabit the garden. Shall we follow?

Quick, said the bird, find them, find them,

Round the corner. Through the first gate,

Into our first world, shall we follow

The deception of the thrush? Into our first world.

There they were, dignified, invisible,

Moving without pressure, over the dead leaves,

In the autumn heat, through the vibrant air,

And the bird called, in response to

The unheard music hidden in the shrubbery,

And the unseen eyebeam crossed, for the roses

Had the look of flowers that are looked at.

There they were as our guests, accepted and accepting.

So we moved, and they, in a formal pattern,

Along the empty alley, into the box circle,

To look down into the drained pool.

Dry the pool, dry concrete, brown edged,

And the pool was filled with water out of sunlight,

And the lotos rose, quietly, quietly,

The surface glittered out of heart of light,

And they were behind us, reflected in the pool.

Then a cloud passed, and the pool was empty.

Go, said the bird, for the leaves were full of children,

Hidden excitedly, containing laughter.

Go, go, go, said the bird: human kind

Cannot bear very much reality.

Time past and time future

What might have been and what has been

Point to one end, which is always present.

II


Garlic and sapphires in the mud

Clot the bedded axle-tree.

The trilling wire in the blood

Sings below inveterate scars

Appeasing long forgotten wars.

The dance along the artery

The circulation of the lymph

Are figured in the drift of stars

Ascend to summer in the tree

We move above the moving tree

In light upon the figured leaf

And hear upon the sodden floor

Below, the boarhound and the boar

Pursue their pattern as before

But reconciled among the stars.



At the still point of the turning world. Neither flesh nor fleshless;

Neither from nor towards; at the still point, there the dance is,

But neither arrest nor movement. And do not call it fixity,

Where past and future are gathered. Neither movement from nor towards,

Neither ascent nor decline. Except for the point, the still point,

There would be no dance, and there is only the dance.

I can only say, there we have been: but I cannot say where.

And I cannot say, how long, for that is to place it in time.

The inner freedom from the practical desire,

The release from action and suffering, release from the inner

And the outer compulsion, yet surrounded

By a grace of sense, a white light still and moving,

Erhebung without motion, concentration

Without elimination, both a new world

And the old made explicit, understood

In the completion of its partial ecstasy,

The resolution of its partial horror.

Yet the enchainment of past and future

Woven in the weakness of the changing body,

Protects mankind from heaven and damnation

Which flesh cannot endure.

Time past and time future

Allow but a little consciousness.

To be conscious is not to be in time

But only in time can the moment in the rose-garden,

The moment in the arbour where the rain beat,

The moment in the draughty church at smokefall

Be remembered; involved with past and future.

Only through time time is conquered.

(KP)

Saturday, July 23, 2011

Lucian Freud farin


Kendi enski listamaðurin Lucian Freud er deyður 88 ára gamal. Hann var abbasonur Sigmund Freud, føddur í 1922. Hann var portrettmálari og málaði nógvar sjálvsmyndir, eins og hann ofta brúkti vinfólk og familju til at sita model fyri seg. Hansara portrettmyndir eru serligar, ofta tjúkt málaðar lýsingar av menniskjum, sum ikki á nakran hátt verða idealiserað. Í sambandi við portrettmyndir er tað eftirhondini rættiliga klichémerkt at siga, at málarin málar sálina heldur enn útsjóndina á avvarðandi model, men hetta duga í grundini bert nøkur fá listafólk og Sigmund Freud er ein teirra, sum eisini hevur sín heilt egna stíl við myndum, ið tykjast merkiliga óavgreiddar sum t.d. tann óvanliga lýsingin niðri undir av klassiska myndevninum málari og model.

Lucian Freud: Málari og model
 

Friday, July 22, 2011

Jim Morrison-endurvitjan


Fyrstu ferð eg hoyrdi "The Crystal Ship" hjá The Doors stóð alt stilt. Tað var um náttina og eg var saman við vinfólkum á veg inn í eini hús í Havn eina av hesum spontanu, stuttligu og sorgleysu løtunum, sum ungdómurin er so fullur av. Eg hoyrdi ta fyrstu strofuna og steðgaði fullkomiliga upp har í gongini, meðan alt suss og ljóð hvarv. Hjartað dukaði og eg hitnaði um kjálkarnar og visti meg uppliva okkurt marksetandi, tá eg hoyrdi ta djúpu, melankolsku røddina hjá Jim Morrison, sum tóktist mær so óendaliga syrgilig. - í ungum ivaloysi visti eg beinanvegin, at hetta var besti kærleikssangur, eg nakrantíð hevði hoyrt og soleiðis hevði eg tað nokkso leingi. Men síðan hoyrdi eg "In the warm room" hjá Kate Bush, "Perfect day" hjá Lou Reed, "Wild is the Wind" hjá David Bowie og so framvegis og víðari og tíðin fór og eg fór við og við árunum kølnaði forholdið til góða gamla Jim og tær gomlu vinylpláturnar  hjá The Doors eitt lítið sindur.

Nú eitt kvøldið gekk eg inn á gólvið í Mimir og upplivdi har av tilvild nakrar musikalskar garpar við flairi fyri Jim Morrison og Doorstónleikinum. Flóvin, Jón og Brandur (og Bjarki kom aftrat) sungu og spældu eina deiliga drúgva versión av Riders on the Storm, umframt tann herliga ovurhonds flipputa My wild love (-sum hann syngur væl, Flóvin). Her fyri vóru tað júst fjøruti ár síðani, Jim Morrison doyði og í hesum sambandi vitjaðu serliga ung fólk grøvina hjá honum. Tað er helst hesin sami romantiskt syrgiligi dámurin, sum rakti meg á sinni, ið fær ung fólk enn í dag at elska The Doors og karismatiska sangaran í bólkinum. The Crystal Ship kom út í 1967, árið fyri sum eg varð fødd og smá trý ár seinni funnu tey tann syrgiliga sangaran syrgiliga deyðan í einum baðikari í París.  Um likamið man vera nokkso upployst har tað liggur á Pére Lachaise kirkjugarðinum í París, hava fjøruti ár neyvan tann stóra týdningin, tá tú ert staddur on the other side í ævinleikanum. Hinvegin merkjast tey hesumegin, tey 27 árini, sum eru farin síðan, eg fyrstu ferð møtti Kristalskipinum í vindfanginum í einum húsum í Havn. Eri ikki longur uppá fornavn við harra Morrison og eg tími ikki longur at brúka eina nátt uppá at kjakast um innihaldið í "People are strange, when your´e a stranger...". Og eg veit tað væl. Tað er stórt spell fyri meg. Tá eg í dag hendinga ferð hoyri The Doors sum hetta kvøldið í Mimi ella eg lurti eftir hypnotisku røddini hjá Jim Morrison á gomlum plátum kann tað henda, at rúsandi ørvitiskenslan frá hini ungdómsnáttini aftur reisist seg við fullari styrki og tá eri eg fullkomiliga á einum máli við Jim, óansæð um hann syngur um løgin ella fremmand fólk, um at bíða eftir sólini, um at vísa veg til eina wiskeybarr, um sundurbrotnan ungdómskærleika, ella um sjálva endan: "Deliver me from reasons why. You'd rather cry, I'd rather fly..."





Before you slip into unconsciousness
I'd like to have another kiss
Another flashing chance at bliss
Another kiss, another kiss

The days are bright and filled with pain
Enclose me in your gentle rain
The time you ran was too insane
We'll meet again, we'll meet again

Oh tell me where your freedom lies
The streets are fields that never die
Deliver me from reasons why
You'd rather cry, I'd rather fly

The crystal ship is being filled
A thousand girls, a thousand thrills
A million ways to spend your time
When we get back, I'll drop a line

(KP)