Thursday, June 30, 2011

At fáa síðsta orðið...

Síggi á eini yvirskrift á portalinum, at nakrar Mikines-akvarellir eru horvnar hiðani. Róð verður framundir, at navngivin hampafólk skulu hava meir ella minni tikið tær við at lata sum um, at tær eru blivnar burtur. Tær plaga at hanga í húsunum hjá Williami Heinesen uppi á Varða. – Tjóvsvætti í tí fína húsinum, har Føroya mætasta skald og ein tann mest umráðandi persónurin yvirhøvur innan føroyska list búði??? Meðan eg lesi hesi gølutíðindi er høkan hjá mær langt síðani dottin niður í kaffikoppin, so bilsin, ella málleys eri eg yvir tað, eg lesi. Alt hevur sína forkláring her í verðini og tað hevur hetta eisini, tí tað skilst, at tíðindini stava frá síðstu árfrágreiðingini hjá Helga Fossádal, fyrrverandi leiðara í Listasavni Føroya, sum nú tykist rættiliga sinnisrørdur. Tónin í hesi sonevndu ársfrágreiðingini er beinleiðis litinskapiligur, tá Helgi Fossádal roynir at forsvara nøkur av teimum málum, ið vóru við til at fella hann sum savnsleiðara, ella sum í øllum førum vóru medvirkandi til, at hann ikki varð endursettur, tá hansara starvstíðarskeið var av. Hann skrivar øgiliga nógv um Bládýpi, sum tað ikki eydnaðist honum at beina burtur og hann skrivar eisini nógv um Grafiska Verkstaðin, sum tað eydnaðist honum at beina burtur (men ikki longur enn oman á Skálatrøð, lukkutíð).


Tey eru mong, sum hava list hangandi hjá Listasavni Føroya. Nógv leiga (og savnið er hervið í harðari kapping í móti føroyskari samtíðarlist) og summi eiga ella halda seg eiga verk. Hetta seinasta hevur eina frágreiðing, sum er ein partur av hvussu savnið er vorðið til, við áhuga sum drívmegi. Onkur hevur kanska fingið eina mynd fyri at arbeiða uttan at hugsað hevur verið so nógv um framtíðina og tí er kanska einki fest á blað um hetta. Í nógvum førum er støðan tann, at fólk hava arvað verkini og halda seg eiga tey og vilja tá sjálvandi sera ófegin av við tey. Tá tað sum í hesum førinum júst snýr seg um myndir, sum hanga ella hava hingið í húsunum hjá Williami og Lisu Heinesen, sum av arvingunum verður hildið í upprunaligum standi (takk fyri tað - gott, at onkur hugsar um framtíðina), so unni eg Williami og húsunum tær túsund ferðir fyri alt tað, hann gjørdi. Men tað er summar og feria og eg eri als ikki vís í hvat er rættast at gera við horvnar og óhorvnar myndir hjá Listasavni Føroya, men at heingja Heinesenfólkini út er neyvan rætta loysnin. Eg skilji so sera væl hugin hjá fyrrverandi stjóra í Listasavni Føroya til at fáa síðsta orðið, men havi hinvegin ilt við at góðtaka, at nevndin í Listasavninum hevur skrivað undir uppá frágreiðingina í verandi líki, nú listastríðið endiliga er av. Heilt erligt!
(KP)

Listasavn Føroya: Ársfrágreiðing og roknskapur


kelda:  http://art.fo/pdf/LF_arsfragreiding_og_roknskapur_2010.pdf




Brot:

"Bókaútgávur okkara hava m.a til endamáls at kveikja lív aftur í listafólk, sum vóru um at vera gloymd, og at varpa ljós á virkandi listafólk. Hesi 7 árini hava vit givið út 30 bókaverk og katalog. Seinasta bókin í røðini er “Sekel”, sum er um føroyska list í 100 ár, sum kemur út 29.04.11. Við hesi bók er ein varði í føroyskari listasøgu rokkin. Mikael Wivel doktari í listfrøði hevur skrivað bókina. Hann hevur stóra vitan á hesum øki, og ikki minst hevur hann stóra vitan um føroyska list. Við bókini fáa vit eisini eina mynd av, hvussu ein fremmandur sær føroyska list.”

”Hesi árini hava vit havt “67” framsýningar, harav 25 við útlendskum listafólkum og 42 við føroyskum listafólkum. Umframt hava vit skipað fyri 8 framsýningum við føroyskari list í útlondum. Her kann m.a.nevnast Mikines framsýningin í Danmark og Íslandi, Ruth Smith framsýningin í Danmark, Ingálvur av Reyni framsýningin í Danmark og framsýningin við 34 føroyskum listafólkum á Leopold Museum í Wien og við 15 listafólkum í Ribe Kunstmuseum. Tílíkar framsýningar uttanlands eru sera kostnaðarmiklar, og tað tekur tíð at skapa tey neyðugu sambondini uttanlands.”

”Listaligur sakkunnleiki: Hesu árini hava vit brúkt hesar listfrøðingar sum konsulentar í listfrøðiligum spurningum: Dagmar Warming cand.mag MA, Eva Furseth cand.philol, Ingeborg Bugge MA og Mikael Wivel Dr.Phil. Henda loysnin hevur verið góð og fjølbroytt og tænt Listasavninum væl.”

”Standurin á og viðurskiftini kring Bládýpið: Verkið var í einum standi, har tað ikki virkaði sum eitt verk. Glasið brotnaði, og hvøssu glaskantarnir vóru beinleiðis vandamiklir fyri vitjandi, ikki minst fyri børn. Tí var hetta eisini ein spurningur um, hvør ið hevði ábyrgdina, skuldi onkur fingið skaða. Listamaðurin hevði umvælt onkrar skaðar, men royndirnar søgdu, at aðrir skaðar fóru at koma. Speglgólvið var vorðið so slitið og skeinut, at ætlaða speglingin als ikki longur var optimal. Hetta kravdi at gólvið varð skift. Harumframt komu skaðarnir á málaðu glasveggunum leypandi so hvørt, og tað merkti enn meiri viðlíkahald av verkinum. Men standurin á verkinum og óhepna staðsetingin bæði fyri verkið sjálvt og fyri Listasavn Føroya vóru ógvuliga trupul. Verandi staðið hjá bingjuni var sera óheppið. Hetta var við bakdyrnar savnsins og á parkeringsøkinum, har stórir trupulleikar stóðust av at flyta framsýningar til og frá savninum. Ongi formlig viðurskifti millum listamannin og Listasavnið høvdu áður verið. Tí var neyðugt, um listaverkið skuldi standa á øki savnins, at fáa greiði á viðurskiftinum partanna millum. Hetta kom í lag fríggjadagin 28. mai 2010, tá ið avtala um listaverkið varð undirskrivað av listamanninum og savnsleiðaranum. Avtalað var, at savnið skuldi taka ímóti listaverkinum sum gávu frá listamanninum, eftir at tað hevði verið til høvuðsumvælingar. Verkið varð flutt av øki savnsins til umvælingar týsdagin 22. juni 2010. Í hesum sambandi varð bjóðað til tíðindafund í Listasavninum fyrrapartin sama dag kl. 10.00. Listamaðurin var hjástaddur í sambandi við tíðindafundin”

”Eftir at Steinprent (fyrr Grafiski Verkstaður Føroya) í september enn ikki var komið við teimum grafisku prentunum, sum Listasavnið átti til góðar sambært avtalu við Steinprent, og at Steinprent harvið í heili sjey ár ikki hevði hildið treytirnar sambært avtaluni, hóast bæði savnsleiðarin og stýrisformaðurin fleiri ferðir høvdu biðið um tey, avgjørdi stýrið, at formaðurin skuldi krevja prentini. Leyk Steinprent ikki hetta krav, mátti tað tískil skiljast sum avtalubrot, og stýrið máttu tí taka allar prentognir savnsins heimaftur. Hetta fekk endiliga Steinprent at geva seg og ganga avtaluni á møti. Avtalað var tí, at Steinprent skuldi gera prentini til reiðar, og savnið sendi tvey umboð oman á Skálatrøð at heinta tey. Fyri at rætta eina villleiðing skal nevnast, at stutt undan, at umboðini komu frá Listasavninum at heinta prentini, lýsti Steinprent í miðlunum við tíðindafundi, at Steinprent hevði avgjørt at handa savninum prentini sum gávu. Savnið gjørdi síðani miðlarnar vart við, at talan altso ikki var um eina gávu, men um eitt sjey-ára seinkað leigugjald. Eftir at prentini vóru komin heim á savnið, samtykti stýrið, at tey bestu prentini skuldu veljast burturúr og skrásetast sum ogn savnsins, meðan restin skuldi seljast.”

”Burturmist verk Í búnum eftir William Heinesen vóru tríggjar vatnlitsmyndir eftir Sámal Joensen-Mikines, sum savnið bað um at fáa aftur frá arvingunum. Savnið hevði síðan 2005 fregnast um myndirnar, og arvingarnir váttaðu, at myndirnar vóru í Williams húsi. Tó at hetta var lovað okkum, hendi onki víðari í málinum. Í ár vendi savnið sær einaferð enn til arvingarnar fyri at fáa tær tríggjar myndirnar heim, men tá vóru boðini frá arvingunum, at myndirnar vóru horvnar! Savnið bað arvingarnar um at greiða frá hesum tilburði í einum brævi, men onki er enn komið.”

”Listasavn Føroya lænir í løtuni 525 listaverk út til almennar stovnar. Tryggingarvirðið á øllum listaverkunum er slakar kr. 48 milliónir.”

”Keypt, givin og latin í varðveitslu
Keypt í árinum yvir játtanarroknskapin hjá Føroya Gjaldsstovu
Inv. nr.: Listafólk: Ár: Prísur:
1366 Thomas Arge - Dysjar 1973 35.000
1367 Thomas Arge - Kvinnurýma 1975 30.000
1368 Hans Glerfoss - Menn egna 1975 20.000
1383 Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen - Betlehemsferðin 2006 13.000
81 Thomas Arge - Fraser 1977 23.000
152 Ingálvur av Reyni - Fraser 1957 2.000
Íalt 123.000"



Wednesday, June 29, 2011

YODA SALAMI úr Føroyum

Sommernat i Tórshavn á CB Føroya

Trýst her:  http://www.chartbase.dk/hitlister/chart.php?CB_F%F8roya


Útlendsk føroysk list

Nakað av kjaki hevur verið á Facebook. Ónøgdin gnagar, tað skilst, og eg skilji tað.

Summarið hevur verið nýtt til føroyska list, verið nýtt til at vísa fram fyri ferðafólkum alla ta framúrskarandi list, sum verður gjørd her á landi. Og í summar hevur Norðurlandahúsið so eina útlendska framsýning.

Mentanarstovnarnir hava tríggjar uppgávur. Ein er at sýna fram føroyska list her á landi, onnur er at gera føroyska list kenda uttanlands og triðja er at sýna fram útlendska list í Føroyum. Hvør av hesum uppgávum hevur størsta týdning, ber ikki til at siga, men vanliga hevur mest verið gjørt við ta fyrstu uppgávuna.

Sjálvt um eg væl skilji, at ferðafólkini skulu sleppa at síggja føroyska list, so haldi eg ikki, at tað er tað einsta tey skulu hava. Í summar eru fleiri føroyskar framsýningar, og ferðafólkini mugu eisini gjarna síggja, at vit hava áhuga í útlendskari samtíðarlist – og harafturat snýr tað seg ikki bara um ferðafólk. Fyrst og fremst snýr tað seg um okkum sum búgva her. Vit skulu hava inspirasjón, íkast og eggjan uttanifrá, annars køvist alt.

Tá útlendsk listafólk koma henda vegin, kyknar eitt samskifti við føroyska list og føroysk listafólk. Listafólk skapa list, sum er ávirkað av umstøðunum og listin her á landi og føroysku listafólkini verða eisini ávirkaði av teimum. Útlendsku listafólkini eru eisini við til at skapa eitt umhvørvi, tey hava tankar við sær um list og listaástøði, sum birtir til listakjak her, og tey taka føroysku listina við sær heimaftur.

Eitt av støðunum, sum so sanniliga hevur gjørt nógv fyri hetta listasamskiftið, er Steinprent, ið hvørt ár fær nógv útlendskt listafólk hendanvegin. Eg dugi ikki orð fyri, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum, sum arbeiða við list í Føroyum. Men tað nýtist mær heldur ikki, tí eg havi funnið fýra fantastiskar myndir, sum allar eru skapaðar á Steinprent og sum allar vísa, hvussu nógv gott kann spyrjast burturúr, at alt ikki bara er føroysk list.

Tað er ”Villy í Føroyum” eftir Peter Carlsen, ”Mr. Walker í Føroyum” eftir Jan Håfström, ”Klaksvíks tilburðir” eftir Claus Carstensen og “Tinganes” eftir John Körner.





(IS)

Tuesday, June 28, 2011

Røða og filmur



Lotta Melin og Staffan Julén



Tale til Jan Håfström og Knud Odde:

Her står vi så – midt i en billedrig udstilling med to nordiske kunstnere, der hen over sommeren forvandler det smukke Nordens Hus til en kunsthal for samtidskunst. Nu er denne Elverhøjlignende bygning indvortes blevet til en fortælling om skønheden, barndommen og hjertets mørke. I tilfældet Håfström/Odde kan man lægge sig situationisternes gamle slogan på sinde: Expect everything, fear nothing. De går planken ud på hver sin måde, og de er sig selv tro på hver sin måde. De er begge eksistentielt søgende kunstnere, for hvem billedet er en projektionsflade for drømme og mareridt, længsler og angst.

De to kunstnere har desuden det til fælles rent stilistisk, at de arbejder figurativt og i krydsfeltet mellem lav og høj kultur – mellem tegneserie, film og massemedierede ikoner, hvoraf de skaber figurer, som vækker genkendelse hos mange. De indfører derved nye, opsigtsvækkende billeder i kunstrummet. Herudover deler de en litterær interesse: nemlig en kærlighed til den svenske digter Gunnar Ekelöf. Ekelöf kaldes af nogle litteraturkritikere og digtere for den største nordiske digter i det 20. århundrede, andre sammenligner ham med Bob Dylan, fordi hans lyrik lige som den amerikanske rockpoet kredser om ensomhed og ekstase. Samtidig med at Ekelöf kendte den europæiske tænknings historie for ikke at glemme litteraturen, som han færdedes hjemmevant i, så inddrog han også visdom fra og skrev sig ind i den orientalske tænkning. Gennem sine originale ordbilleder træffer han det punkt, hvor poetisk klarhed mødes med bevidstheden om det, vi måske lige akkurat aner i drømme eller i lysende øjeblikke, men som vi ikke ved. Det er poesiens nerve. Og det er der, han mødes med Jan Håfström, der er født i 1937 i Sverige og Knud Odde, der er født i 1955 i Danmark.

Udstillingen bærer titlen ’Kosmisk søvngænger’, som er hentet fra Ekelöfs digt af samme navn. Det indgår i hans digtsamling Sent på jorden fra 1932. Her fremskriver han – jeg citerer fra kataloget, som er redigeret af udstillingens kurator Inger Smærup Sørensen - stærke billeder som ’solnedgangens blodskam’. Ekelöf ser således Jorden og solen som kopulerende familiemedlemmer. Det er hele tilværelsen, kosmos og alle tider og steder, som han oplever som en stærk og vemodig enhed en efterårsaften på stranden, hvor han lytter til ”de smukke bølger som brister i gråd mod strandenes blinde sten.” Han mindes barndommen og skriver ”drømmene forvandler mig atter til et barn/som leder efter snegle med lys og lygte i skumringen”.

På udstillingen ser vi tilsvarende Jan Håfström gribe tilbage til sin barndoms tegninger, som han betragter som startskuddet på sin kunstnerkarriere. Udstillingen viser flere, meget dramatiske og bloddryppende tegneserier, fyldt med slåskampe, mord, henrettelser, korporlig afstraffelse og smerte. Det er nemlig dér, i barndommen, at vi sanser stærkest og drømmer vildest. I 1962 færdiggør Håfström en magistergrad i filosofi på Lunds Universitet, men i 1963 bliver han optaget på Kunstakademiet i Stockholm og skifter derved humanvidenskaben ud med kunsten, som også er en videnskab, hvis man dyrker den på Håfströms niveau.

I 2000 laver han endnu en kovending: Han skifter sine mange dristige og altid overraskende formeksperimenter, ready mades, stedsspecifikke installationer i forladte bygninger ud med dette ikoniske, tegneserieprægede sprog, som han henter i barndommen. Fra nu af slipper han en rygvendt, i hat og briller delvis formummet mand løs på nye eventyr i billede efter billede. Denne ”Walker” er Håfströms alter ego eller måske snarere en faderfigur, der hele tiden løber af sted på nye eventyr, og nu er han så nået til Færøerne. I sine værker efter 2000 vender Håfström tilbage til fremtiden. Dengang verden lå åben for ham, dengang alt var muligt, og han endnu ikke havde opbygget nogen forsvarsværker. ”For mig er barndommen den tid i mit liv, da jeg opdagede ensomheden. Den blev et beskyttelsesrum, hvor alle fortællinger kunne begynde,” siger han. Håfström, der i dag betragtes som en af Sveriges største kunstnere, viser os mandlighedens dræbende ritualer, igen og igen i sine tegninger fra 8-10 årsalderen. Disse tegninger ville – hvis de blev underkastet en psykoanalytisk fortolkning - afsløre et barn i dyb krise. De er nedfældet på det hotelpapir, som hans far hjembragte fra sine mange forretningsrejser. Han tegnede således symbolsk på faderens fravær og kaster i dag nye, smertefulde oplevelser og sansninger i hovedet på os enten som ord – fra Marguerite Duras, Joseph Conrad over Maurice Blanchot til nazikrigsskibet Graf Spee og Döden, döden, döden, döden, den altid lurende død. Disse ordbilleder er associationsskabende og lader os danne os billederne inde i vores eget hoved. Ligesom Håfströms billeder er de skåret ud i træ og fremstår objektagtigt på væggen. Billederne er derimod tydelige og signalkraftige med kutteklædte munke, der bærer på barnekister – her har vi det døde barn igen – og en Messerschmidt fra 2. verdenskrig, der flyver af sted på væggen mod nye bombemål. Værkerne virker suggestive, fordi de netop hænger dér isoleret og blinker som alarmer på væggen. Håfström forsøger herved at genindføre barnets stærke sansninger, dets energi og oplevelsessensitivitet i sin kunst.

Mårten Castenfors, direktør for Liljewalchs Konsthal i Stockholm, som i 2009 viste den store, retrospektive udstilling ’Mørkets hjerte’ med henvisning til Joseph Conrads roman af samme navn, skriver om Håfström: ”Jan Håfström er noget af en dobbelt natur. På den ene side er han et legende og spørgende barn, og på den anden side er han en intellektuel og lærd, der kontemplerer, dødsensalvorlig og rationel – og det er takket være denne dobbelthed, at han har kunnet berige svensk kunstliv i mange årtier.” Om lidt vil vi så oven i købet se den svenske performancekunstner Lotta Melin og sine medaktører levendegøre dele af Jan Håfstrøms mytologiske og dramatiske figurgalleri. En performance, der også er optaget ude i den færøske natur, og som kan ses på video i udstillingssalen nedenunder.

Hvad angår Knud Odde, så er også han en overløber, idet han først uddannede sig som bibliotekar. Dernæst var han i næsten 25 år en af drivkræfterne i kultrockbandet Sort Sol. Her leverede han den dramatisk-dystre, aggressivt vemodige bastone og skrev samtidig mange af bandets numre. Inden for malerkunsten er han autodidakt, men han har altid malet og tegnet. Han maler på sin helt egen måde med inspiration hentet fra jugendstil, ekspressionisme og popkunst. Man er aldrig i tvivl, når man står over for et Knud Odde-billede, det være sig et grafisk tryk – Odde er en mesterlig grafiker - et maleri eller en papircollage - som det fremgår, er der et helt rum med disse fine og yderst delikate papirarbejder - at det er en Odde. Der er en dekadent tone og et drag af vemod i hans billedunivers med interesse for kønnet, det androgyne, det kinky og skæve, ligesom billederne ofte er ladet med en erotisk spænding. Hans palet er brækket med hvid eller sort og fremstår derfor lidt grumset, som I kender det heroppe fra malerne Steffan Danielsen og Thomas Arge for eksempel - og hans figurer fremstår silhuetagtigt flade, og er ofte rigt ornamenteret som feticher, og så har de disse sorte konturlinjer og undertiden også en gul aura omkring sig i lighed med de hellige personer i russisk eller byzantinsk ikonmaleri.

De nye papirarbejder, der bærer titlen Luna Convento efter et gammelt kloster, er blevet til i det danske refugium for kunstnere og videnskabsmænd, San Cataldo, ved Amalfi-bugten i Syditalien, hvor Odde opholdt sig sidste forår Oddes persongalleri er denne gang især de lærde kinesiske literari-skikkelser, dvs. embedsmænd fra tusind år siden og frem, der når de gik på pension som 50-årig hengav sig til at spille på strengeinstrumenter eller at digte, filosofere og skrive breve med deres ligesindede og kalligrafere. Parallelt hermed hengiver også Odde sig til skønheden, som han ikke længere frygter. I papirarbejderne har han integreret materiale, som han fandt i det kapel, hvor han arbejdede. Mellemlagspapir, indpakningspapir, wunderbaums approprieres med et sakse-mesterskab, der giver Edward Scissorhands baghjul og danner sammen med de malede figurer en ny, æstetisk, spændingsfyldt helhed. Hvorfor virker Oddes værker så stærkt? Det hænger sammen med, tror jeg, at han maler det, han beundrer og fascineres af ligesom Matisse, der kun ville male østers, der var så friske, at han kunne spise dem, ligesom han skulle attrå sine kvindelige modeller for at kunne male dem – netop attråede. Hans credo var Luxe, calme et volupté – overflod, ro og vellyst. Og det ser ud til, at Odde er ved at gøre disse ord til sine.

I sine værker arbejder Odde desuden med nogle dristige beskæringer og en rig ornamentik. Men samtidig ser Knud Odde ser tilværelsen gennem en tvetydighedens linse, så publikum oplever det skildrede på en og samme gang pirrende og frastødende, vemodigt og humoristisk, ligesom han får fin- og populærkulturen til at clashe imod hinanden i sine papirarbejder, så nye visualiteter opstår. Der er altid en stærk personlig involvering fra Oddes side – en undersøgelse af et eller andet eller en eller anden, som han vender og drejer og stiller til skue i sit billedrum. Før i tiden handlede det om fallerede filmskuespillere og berømte kunstnere, der gav malerierne deres aura. Det gjaldt Erich von Stroheim, Patti Smith, Rainer Maria Rilke og andre, som inspirerede ham. Disse portrætter mindede om Andy Warhols silketryk fra 1960’erne og frem. Men i de senere år har han frigjort sig fra et fotografisk forlæg og arbejder i højere grad på sine indre billeder. At de to kunstnere klæder hinanden, derom kan der ikke herske tvivl, synes jeg, men døm selv.

Og lad os så her til slut lade Per Højholt få et ord at skulle have sagt. Han skrev i 1969 i tidsskriftet Mak, at ”politik det muliges kunst og kunst det umuliges politik. Man må have nogen til at håndtere det umulige. Ellers forfalder det og bliver muligt.” Heldigvis har vi sådan nogle kosmiske søvngængere som Jan Håfström og Knud Odde til at prøve kræfter med det umulige, så vi bliver mindet om det, hvis vi skulle have glemt det. Hermed erklærer jeg sommerudstillingen i Nordens Hus for åben.

Lisbeth Bonde

Juni 2011-06-26

Monday, June 27, 2011

Kosmisk Sömngångare og La Buena Muerte - fleiri myndir


video
































Summarframsýningin 2011 - fernisering við performance

Fernisering var 26.juni í Norðurlandahúsinum


Niels Halm beyð vælkomin og greiddi frá hugskotinum

Lisbeth Bonde, listaummælari helt upplatingarrøðuna

Og síðan fóru vit út at uppliva performance


 Eitt sindur óhugnaligur sjónleikur...

 ..men absurdur og stuttligur eisini

 ...og vandin fyri ferðsluvanlukkum var stórur eina løtu á Ringvegnum


Leikararnir á veg inn aftur


 Tey dugdu væl at brúka rúmið


 og inni í Klingruni framførdu tey eisini

 Fantastiska verkið hjá Knud Odde í forhøllini


 Jan Håfstrøm og Knud Odde


Úr frálíka verkinum hjá Jan Håfstrøm


Nógv fólk vóru til fernisering


ein annar Jan Håfstrøm

Framsýningin hongur væl og tað hevur m.a. Inger syrgt fyri


Barnatekningar hjá Jan Håfstrøm, sum eru hansara listaliga megi


 Performance í dansistovuni

Performance í forhøllini

Knud Odde og Niels Halm, aftan fyri sæst Kristian Blak


Performance í Klingruni


Framsýningargestir skoða og práta


Mr Walker í Føroyum


Verk hjá Knud Odde


Framsýningargestir


Kanska práta teir um vinyl


Gestir

 Verk hjá Jan Håfstrøm


 
(KP)