Sunday, October 31, 2010

Púra ókritiskt…


Øll tykjast á einum máli um, at Kirsuberjagarðurin í framførslu Tjóðpallsins er framúrskarandi. Eg var til premieruna og fekk fleiri upplivingar av hasum slagnum, sum Eyðun Johannesen lýsti so væl í mentanarsendingini "In Mente" mikudagin, tá hann tosaði um hvat tað er, sum listin ger: "Og so knappliga stóð alt stilt, og tað var yvirhøvur tað, sum eyðkendi hesa sýningina, at knappliga stóð tíðin still og tað ger hon ongantíð í veruleikanum. Tað er har, ið listin… - altso tú fert inn í eitt rúm og sær fagrar litir og hoyrir flottan tónleik og knappliga steðgar tíðin upp…".

Eg var sjálv púra ókritisk í míni umrøðu av leikinum her á listablogginum og tí var tað serstakliga inspirerandi, tá eg í dag las meyl frá eini pennavinkonu, sum er væl meira atfinningarsom enn eg í mun til Kirsuberjagarðin og sum t.d. heldur, at onkur einstakur av leikarunum ikki spælir væl og at summir tosa so ótýðiliga, at teir áttu at farið á taliskeið. Mær dámar í grundini nógv betri at lesa ella hoyra tey atfinningarsomu ummælini, tí eg haldi, at tey fáa meg at hugsa, kanska serliga um eg eri ósamd sum eg hesaferð eri við pennavinkonuni (men vit hava jú eisini verið til tvær ymiskar sýningar). Nógv hevur verið kjakast um ummælarar tey seinastu árini, t.d. hava sjónleikarar verið ónøgdir við vantandi fakligheit hjá ummælarum og har eri eg ikki heilt samd. Eg haldi sjálv, at ummælini av sjónleikum í útvarpinum hjá t.d. Carl Jóhan Jensen og Høgna Djurhuus hava verið serstakliga góð og inspirerandi, kanska serliga tá tey hava borið á atfinningarsama bógvin. Mær dámar væl, tá fólk (bæði leik og lærd) investera eitt sindur av sær sjálvum og tora at hugsa sjálvi og at koma út við teirra meining og samanumtikið er tað gleðiligt, at mentanin hevur fingið sendingar sum Refleksjón, Hvørnina og In Mente, har listin verður viðgjørd kritiskt, í øllum førum viðhvørt. Kritikkur er neyðugur til tess at viðgera og eftirmeta okkara avrik, ið uttan kritikk og medvit hanga í leysari luft uttan mál ella mið.




Kritiskur sansur er altíð av tí góða, men hann er altørvandi í sambandi við sensur av eini listaframsýning, ikki minst um hon er í Listasavni Føroya eins og Ólavsøkuframsýningin. Úrvalið av seinastu Ólavsøkuframsýningini tóktist rættiliga ókritiskt, men júst Ólavsøkuframsýningin hevur ofta verið torfør at sensurera av tí, at so nógv tilfar er komið inn og lat meg bara viðganga, at tað í rokanum væl kundi hent seg, at eg valdi ein listamann sum Paul P. frá, tó at hesin er dugnaligur og originalur yrkislistamaður. Paul P. er úr Kanada, men býr í Paris og hann er vorðin kendur fyri síni romantisku og sansaligu portrett av ungum monnum, ið ofta eru parvíst ella heilt úrlatnir. Meðan hesi verkini høvdu sloppið ígjøgnum mítt nálareyga, ivist eg stórliga í hansara nýggjastu myndum. Hetta eru landslagsmyndir sum tann, ið er at síggja ovast í hesum bloggi og sum í løtuni verða sýndar fram í Daniel Reich Gallery í New York og sum við fyrsta (og næsta) eygnabrá minna um ósjálvstøðug kvøldskúlaverk, málað eftir eini bók við myndum hjá Whistler.

Eg veit ikki hvat tað er, sum hendir í løtuni, at listafólk, ið duga væl og hava royndir innan konseptuella list, brádliga fara at gera nakað heilt annað sum í fjør, tá Damien Hirst opinberaði sínar vánaligu málningar á stórari framsýning í Wallace savninum í London. Eg veit ikki um hetta er eitt slag av eini back to basics rørsla, ið sprettur úr heimskreppuni, men meðan Damien Hirst tók støði í barokkinum, tekur Paul P støði í impressionismu og hvørgin listamaður fær altso nakað gott burturúr teirra ferð aftur í listasøguna. Nú er neyvan nakar vandi fyri, at teir báðir Hirst og P fara at senda inn teirra bad painting myndir til Ólavsøkuframsýningina næsta ár, men tað hevði tó ikki verið so galið um meira verður at síggja til útlendsk listafólk her heima, tí okkum tørvar at síggja aðra list enn føroyska, at uppliva aðrar sjónarringar og víðka okkara egna.


Verturin í Refleksjón, Heini í Skorini dugir at hugsa sjálvur, men kundi eftir mínum tykki verið nógv meira kritiskt ágangandi í sínum viðtali við Óla Olsen, sum hevur skrivað bókina um føroyska SS hermannin, Sverra Djurhuus. Eg havi lisið tað í grein í Dimmu og hoyri nú eisini í sjónvarpinum, at hesin føroyski SS Rottenfürer var opin, erligur og sannførur, men altso eisini militerur yvirmaður, sum eftir fimm og eitt hálvt ár í SS ikki hevði nakra sum helst hóming av teimum seks milliónunum av dripnum jødum. Av tí at Sverri Djurhuus var yvirmaður, tykist hetta onkursvegna ikki heilt eftirfarandi og Heini í Skorini rør eisini framundir, at Sverri Djurhuus møguliga var verandi hugsjónarligur nazist og at hann í grundini ongantíð angraði. Málið er sjálvandi eymt orsakað av teimum avvarðandi, men tá Óli Olsen sigur, at hann hevur valt ikki at vera kritiskur í sínum portretti, so skal hann eisini spyrjast hví í allari víðu verð hann ikki var tað og hvør orsøkin tá er til at skriva søguna hjá einum SS Rottenfürer um ikki tað er fyri at konfrontera hann við hansara syndir?
(KP)

Saturday, October 30, 2010

ELITUÍTRÓTTUR FER AT HOYRA FORTÍÐINI TIL

Eftir Hera Eysturlíð

Hesi næstu árini fer gongdin í ítrótti alt meir at líkjast teirri gongd, ið vit leingi hava sæð innan tónleikin: meira fólkaræði, meir fyri Palleba og minni elitudyrkan og jagstran eftir metum. Tað spáa amerikanskir serfrøðingar.

Sum er, so er toppítróttur einans fyri eina smala elitu; kommenteraður, vigaður og viðgjørdur av einari betrivitandi elitu. Palleba skal bara gapa, tyggja og svølgja s.n. vísdómsorð frá hesum sjálvbestaltaðu serfrøðingum. Hetta, vísa granskarar á, er sera ódemokratiskt, og tað er neyvan trúligt, at tey ungu í dag, sum hava gjørt tónleikaídnaðin til sín samleika, fara at lata sær slíkt lynda.

Sum granskararnir vísa á, so er tónleikaídnaðurin ljósár framman fyri ítróttin, tá ið um demokratiskan hugburð og demokratiskar avgerðir ræður. Gev fólki tað, ið fólk vil hava – og lat eisini Palleba hava meir at siga innan ítróttin. Leingi hava fólk hildið tað verið beinleiðis illavorðið, tá ið “sjálvuppgjørdir tónleikaserfrøðingar” hava tosað um fakligan førleika, teknikk, góða og vánaliga list osfr. Hvør avger, hvat ið er gott og ringt? Palleba, sjálvandi! So hví skuldi Palleba ikki eisini sloppið at avgjørt, hvat ið t.d. er góður og vakur fótboltur?

Hetta fer at broyta ítróttin fullkomiliga í framtíðini. Hetta at kappast um at renna skjótast, leypa hægst, hava bestan teknikk, orka mest osfr. fer at hoyra tí gamla autoritera elitusamfelagnum til og fer at hava alt minni at siga framyvir. Heldur ræður um hjá ítróttarfólki at duga væl við sjónvarpi og fjølmiðlum, hava karismu, duga at undirhalda og yvirhøvur vinna fólksins hjørtu, eisini hjørtuni hjá teimum, ið einki sum helst skil hava fyri ítrótti. Eins og støðan er innan popptónleik í dag. Minnist nakar, um eitt nú Britney Spears dugir at syngja? Nei, tí slíkt hevur alt minni týdning. Hon er kend og verður marknaðarførd fyri heilt onnur ting.

Gamlar elituítróttargreinar fara helst at verða burturgloymdar, og nýggjar verða útviklaðar so hvørt, har ið Palleba sleppur at ávirka og enntá avgera úrslitið við sms-atkvøðum. Á henda hátt slepst eisini undan tí evindaliga “út-við-dómaranum-inn-við-kúnni”-problematikkinum. Lat heldur áskoðararnar og sms-atkvøður taka støðu til brotsspark, hornaspark, vakurt spæl o.t. Málmunurin fer at hava minni at siga, og í framtíðini kunnu lið vinna eitt nú Champions League upp á útstráling, sex appeal, ella rætt og slætt hvørjir leikarar, ið eru mest sjeikaligir.

Hetta dámar ikki øllum ítróttarfjepparum. Mong, sum annars plaga at illneitast inn á fínkultur, kunnu ikki í sínum villasta hugflogi ímynda sær ítrótt uttan eirindaleysa elitudyrkan. Gaman í eru vit menniskir konservativ av lyndi, men hinvegin ber ikki til at stríðast ímóti einum natúrligum útviklingi.

Friday, October 29, 2010

Hugleiðingar um Kirsuberjagarðin á Tjóðpallinum.

Tekstur: Mikkjal N. Helmsdal
Fotomyndir: Tjóðpallur Føroya/Finnur Arnar Arnarsson

Kirsuberjagarðurin hjá Anton Tjekhov í uppsetingini hjá Tjóðpalli Føroya er eftir mínum tykki eitt gleðiligt plettskot. Tað var ringt at ímynda sær, hvat hesin skjótt 107 ára gamli klassikarin kundi blíva til í eini føroyskari uppseting. Men eg haldi, at sýningin á Tjóðpallinum sera væl fær tær síðurnar av tekstinum fram, sum tala beinleiðis til áskoðaran í 2010. Ikki minst tí, at leikstjórin hevur valt at fylgja ætlan rithøvundans um, at leikurin skal spælast við denti á tað skemtiliga við persónunum og umstøðunum og –við leikstjórans egnu orðum í samrøðu við Refleksión í KvF- at seta leikin upp sum eina komediu við einum tragiskum undirstreymi. Men eisini tí, at leikurin er væl spældur í einum sonnum liðavriki hjá leikarahópinum, har eingin einstakur leikari reisir seg upp um øll hini (sum í hesum sambandinum skal skiljast jaliga), og har avgjørt ongin dettur burturímillum. Eitt satt og væl virkandi ensembleavrik.

Um leikin og leikgongdina.

Í sjónleikinum Kirsuberjagarðurin hitta vit eina góðseigarinnu og familju hennara, sum eru um at fara á húsagang, og einasta restin av tí stórleika og ríkidømi, sum tey einaferð hava átt, er eitt stórt góðs við einum kirsuberjagarði. Kirsuberjagarðurin var fyrr í tíðini ein blómandi og væl virkandi fyritøka, sum kastaði nógvan pening av sær, men nú bera trøini ikki frukt á hvørjum ári longur, og eingin marknaður er fyri kirsuberjunum.

Ljuba Ranevskaja, sum dóttirin Anja hevur fingið heimaftur úr París eftir eitt vónleyst kærleiksævintýr har, vendir heimaftur eftir fimm ára útlegd til góðsið í Ruslandi, har hon vaks upp. Tað stendur sera illa til fíggjarliga hjá familjuni, og góðsið og kirsuberjagarðurin standa til at skula seljast á tvingsilsuppboði um stutta tíð.Heimkoman er torfør, tí hon vekir minni um eitt trupult hjúnarlag og um deyðan hjá lítla soni Ranevskaju, Grisha, sum druknaði nærhendis húsunum.

Ein vinmaður familjuna, hin ríki handilsmaðurin Lopakhin, hevur eitt uppskot, sum hann sigur vil loysa fíggjarligu trupulleikarnar hjá familjuni: Við at kuta niður kirsuberjagarðin og leiga jørðina út aftur í smáum lutum sum summarhúsagrundstykki fer familjan at kunna tryggja sær eina høga fasta inntøku í nógv ár framyvir. Ranevskaja og bróður hennara Leonid Gajev megna ikki taka avgerð um so stórar broytingar og seta í staðin sína vón til meira siðbundnar útvegir, s.s. at fáa eitt lán frá eini ríkari skyldkonu ella at fáa eina av døtrunum hjá Ljubu Ranevskaju gifta við einum múgvandi manni. Tað er kortini ikki so lætt. Yngsta dótturin Anja er einans áhugað í tí lítið framfýsna studentinum Trofimov. Men so er hinvegin eitt sindur størri vón til møguligu giftuna hjá Varju. Varja og Lopakhin hava eftir øllum brøgdum havt hug á hvørjum øðrum leingi, og tá Varja samstundis er ættleidda dóttur Ranevskaju, so kann aðalsfamiljan saktans liva við, at hon giftist við Lopakhin, hóast hesin upprunaliga bara er ein fátækur bóndi. Dagurin fyri tvingsilssøluni av garðinun nærkast í hvørjum, men Lopakhin kann kortini ikki fáa familjuna at taka nakra avgerð, hóast ongin av hinum ætlanum teirra ber nakra leið.


Tann dagin, ið tvingsilssølan er, verður ein stór veitsla hildin á góðsinum. Lopakhin kemur seint og ber tey tíðindini, at hann er tann nýggi eigarin av kirsuberjagarðinum. Ranevskaja er knúst, og tá komið er til fjórða part í leikinum, hevur familjan avgjørt at flyta heldur enn at vera verandi í húsunum. Ranevskaja fer aftur til París, og hini flyta inn til býin. Ein seinasta roynd hjá Ranevskaju at fáa sambandið millum Lopakhin og Varju í lag miseydnast og øll fara. Øll – uttan hin 80 ára gamli tænarin Firs, sum av misgáum er einsamallur eftir og innilæstur í húsunum – gloymdur og glataður eins og húsið sjálvt og tess farna stórtíð.

Er leikurin ein komedia ella ein tragedia?

Hvussu sær javnvágin millum tað komiska og tragiska í Kirsuberjagarðinum út í leiklistarsøguligum ljósi?

Konstantin Stanislavski, ið upprunaliga leikstjórnaði Kirsuberjagarðin, tá hann varð framførdur fyrstu ferð í januar 1904, helt altíð fast við, at Kirsuberjagarðurin var ein tragedia, meðan høvundurin sjálvur helt uppá, at “hann er ein farsa”. Men uppsetingin hjá Stanislavski livdi á kenda Listarleikhúsinum í Moskva í meira enn 50 ár, og fekk stóra ávirkan á fatanina, sum eftirtíðin –og heimurin- fekk av leikinum.

Stanislavskij hevði vunnið stóra undirtøku við sínum uppsetingum av leikunum hjá Tjekhov, men Tjekhov var hinvegin sjáldan nøgdur við tær, og hann var serstakliga misnøgdur við uppsetingina og fatanina hjá Stanislavski av Kirsuberjagarðinum. Tjekhov vildi, at leikurin skuldi fatast og spælast sum ein skemtileikur, men Stanislavski setti hann upp sum eitt drama – beint ímóti ynskjum høvundans. Tjekhov helt, at Stanislavski í síni stremban eftir at gera leikin so veruleikakendan og naturalistiskan sum møguligt, gjørdi sjónleikin hjá sær tárakroystandi, kenslubornan og ovlaðaðan við óneyðugum ljóðeffektum og smálutum. Bert fáar vikur, áðrenn hann doyði, skrivaði Tjekhov í lummabók sína: “Stanislavski hevur oyðilagt sjónleikin hjá mær.”

At hesir báðir menninir høvdu so ymiska fatan av verkinum eigur helst at síggjast sum ein avspegling av teirra sera ymiska uppruna. Pápi Tjekhov var leyskeyptur lívognarbóndi, og Tjekhov sjálvur hevði arbeitt seg upp úr fátækradømi til at gerast lækni og víðgitin høvundi, og tað er tí eingin ivi um, at fyrrverandi bóndin og nýríki vinnulívsmaðurin Lopakhin er tann persónurin, ið hann kennir seg mest skyldan við, hóast hann á ongan hátt dømir ella fordømir Ranevskaju. Stanislavski hinvegin var ríkmannasonur og livdi seg inn í tað, ið hann sá sum tragediuna hjá Ranevskaju.

Tað sum úr leiklistarfrøðiligum sjónarhorni talar ímóti, at Kirsuberjagarðurin er ein tragedia, er eyðsýnda noktanin hjá Tjekhov at moralisera. Júst moralur er eitt eyðkenni fyri tragediuna, ið oftast lýsir eina lagnu, sum skal vera áskoðaranum til moralska fyrimynd ella ávaring. Somuleiðis er tað eitt eyðkenni við tragediuni sum sjónleikargrein, at høvuðspersónarnir broytast ella læra av teimum hendingum, ið teimum eru fyri. Persónarnir í Kirsuberjagarðinum hvørki læra ella broytast.

Tað sum hinvegin talar fyri at leggja dent á tað skemtiliga í leikinum eru tær føstu persónstýpurnar, sum áskoðararnir á Tjekhovs døgum kendu aftur úr øðrum sjónleikum og søgum í samtíðini, har tað uddi við framfýsnum vinnulívsmonnum, uppgjørdum studentum, kærleikshungrandi tænastugentum, frekum tænarum, nassarum, ið vilja lána pengar o.s.fr.

Tjekhov vísir seg í Kirsuberjagarðinum fremst av øllum sum ein sera nærlagdur eygleiðari av menniskjansligari atferð, sum megnaði at halda eina fína javnvág millum innliving í persónar sínar og fjarstøðu til teirra. Vit merkja, at hann kennir teir sera væl, men tað er torført at siga, hvat hann meinar um teir. Hann fellir ongan dóm. Hann var lækni og alt sítt arbeiðslív eygleiddi hann neyvt sjúkutekin, sum hann ofta ikki kundi veita viðgerð fyri. Um lívið, ið hann ynskti at lýsa á pallinum, segði hann einaferð: “Fólk eta døgurða, tey eta bara døgurða.” Um vit vilja meta tað sum syrgiligt ella skemtiligt er upp til okkara.

Kirsuberjagarðurin – søgulig lýsing.

Sjónleikurin Kirsuberjagarðurin er skrivaður soleiðis, at hann framvegis er bæði áhugaverdur og viðkomandi fyri nútíðar áskoðarar. Men samstundis eru persónarnir og hendingarnar á mangan hátt serstøk fyri Rusland um næstseinasta aldarskiftið, t.v.s. umleið 1900.

Trupulleikarnir, sum góðsið hjá Ranevskaju er í, eru teir somu, sum góðseigarar um alt Rusland fóru ígjøgnum um somu tíð, og upprunin til hesar trupulleikarnar var helst tað, sum gamli Firs nevnir “ta stóru vanlukkuna”. Hann meinar við frælsið, sum tsarurin Aleksandur II gav lívognarbøndrunum í 1861. Til 1861 áttu russisku góðseigararnir ikki bara jørð sína, men eisini teir bøndurnar, ið arbeiddu á henni. Endin á hesi feudalu skipan gjørdi tað møguligt hjá monnum sum Lopakhin at arbeiða seg upp til sjálvstøðugar vinnulívs- og handilsmenn. Bert eitt ættarlið undan honum høvdu hvíti klædningsjakkin og leðurskógvarnir, ið hann er so stoltur av, verið óhugsandi fyri nakran persón, sum ikki hoyrdi til aðalstættina. Men frígeringin gjørdi eisini, eins og Firs harmast um í øðrum parti í leikinum, enda á tí gamla sambandinum millum góðseigaran og bóndur og tænastufólk hansara, sum hóast alt gav báðum pørtum ein ávísan tryggleika.

Tað vóru ikki øll, sum kláraðu seg eins væl og Lopakhin á tí nýggja marknaðinum. Tey flestu fluttu annað hvørt inn til býirnar í vónini um at finna sær arbeiði innan tann framvaksandi ídnaðin ella komu sær í fíggjarligt óføri við at leiga ella keypa smáar jarðarteigar, ið tey royndu at byggja sítt egna sjálvstøðuga landbrúk á, men uttan nakra royndir sum vinnurekandi. Ella tey vóru verandi sum arbeiðsfólk á góðsum – eins og tað hjá Ranevskaju - sum stríddust fyri at klára seg uttan ókeypis arbeiðsmegina, ið tey fyrr høvdu havt, og fyri at laga seg til ávirkanina, sum ídnaðargerðin fekk á landbúnaðarbúskapin.

Sjálvt 40 ár eftir ta stóru broytingina, t.v.s. tá Kirsuberjagarðurin søguliga fer fram, vóru russiskir aðalsmenn óvanir við og høvdu beinleiðis vanvirðing fyri grundtankanum um avkast og íløgur. Simeonov-Pisjtjik, prátingarsami gesturin hjá familjuni í leikinum, hevur verið serstakliga heppin: Hevði jarnbreytin ikki verið løgd gjøgnum lendi hansara, høvdu broytingarnar, ið hon hevði við sær, óivað ført til, at hann fór á húsagang. Tjekhov skuldi ongantíð vita ella uppliva tað sjálvur, men vantandi viljin og evnini hjá aðalsmonnum sum Leonid Gajev at síggja broytingarnar í landinum í eyguni skuldu fáa veldugar avleiðingar longu árið eftir fyrstu framførsluna av Kirsuberjagarðinum. Í 1905 hendi tað, sum ofta hevur verið lýst sum aðalvenjingin til ta endaligu og altumfatandi russisku kollveltingina í 1917. Í 1905 var ein stórur uppreistur í Ruslandi, har bóndur rændu og oyðiløgdu meira enn 3000 góðseigarahús júst sum tað, ið Lopakhin velur at ríva niður fyri at geva pláss fyri summarhúsum.


Hevði Tjekhov ein boðskap?

Russiski høvundurin og samtíðarmaður Tjekhovs, Maksim Gorkij, skrivaði tann kenda sjónleikin Summargestirnir, ið snýr seg um tey menniskjuni, sum kundu hugsast at verið keyparar til ætlaðu summarhúsini hjá Lopakhin. Gorkij var ein sannførdur kollveltingarmaður. Ikki bara endar sjónleikur hansara við eini beinleiðis eggjan til at gera nakað fyri at broyta viðurskiftini í samfelagnum, Gorkij var eisini settur í fongsul undir uppreistrinum í 1905 og luttók í kollveltingini í 1917.

Gorkij og Tjekhov vóru góðir vinmenn, men Kirsuberjagarðurin vísir lítið av tí politiska framfýsni, ið eyðkennir Gorkij. Heldur enn at vísa okkum á eina ávísa leið frameftir, tykist Tjekhov heldur vilja vísa á so nógvar ymiskar leiðir sum gjørligt. Tað eru næstan eins nógv sjónarmið um framtíð Ruslands í leikinum, sum tað eru persónar. Fyri Trofimov hevur fólkið valdið til at skapa eina nýggja samfelagsskipan, ið byggir á javnrættindi. Fyri Lopakhin er tað hin praktiska strevanin eftir vinningi, sum er lykilin. Gajev vil bara vera sogin inn í tað kenda russiska skrivstovuveldið, o.s.fr.

Tjekhov tykist eisini gera sær ómak at undirgrava tær mest avgerandi útsagnirnar hjá sínum persónum. Varja t.d. letur hjarta sítt upp fyri eini sovandi Anju. Tey sterku og kenslubornu orðini, ið Trofimov ber fram fyri Ljubu, verða gloymd, tá hann dettur í trappunum beint aftaná. Og inniligu farvæl-orðini hjá Simeonov-Pisjtjik kunnu ikki dylja, at hann beint frammanundan als ikki hevði lagt til merkis, at tey øll vóru um at fara. Tað tykist, sum øll eiga eitt sindur av serligu evnum Jepikhodovs at uppsøkja ólukkur, og tað ger tað torført hjá okkum áskoðarum, at taka álvarsemið hjá hesum menniskjunum í álvara.

Klókasta niðurstøðan, ið verður gjørd í leikinum, eru kanska uppgevandi orðini hjá Firs “Sama ger” heilt í endanum á leikinum – men tey kunnu illa sigast at vera ein eggjan til at taka aktivan lut í samfelagsviðurskiftunum, enn minni til at fáa tey broytt. Tað er ikki so frægt, at vit vita, um Tjekhov sjálvur helt tað vera eitt gott ella vánaligt hugskot at høggja kirsuberjagarðin niður. Tá kona hansara í einum brævi spurdi hann “hvør er meiningin við lívinum?”, svaraði Tjekhov “Ein gularót er ein gularót, og meira vita vit ikki.”

Tjekhov og leiklistin.

Leikirnir hjá Tjekhov vóru í fyrstuni púra misskiltir. Fyrsti stóri leikur hansara “Másin” var ein stór fiasko. Tann siðbundni spælihátturin, sum var eyðkendir av dramatiskari deklamatión og stórum keipum, hóskaði als ikki til undirdrivnu replikklist hansara.

Tað var ikki fyrr enn hann fór at samstarva við áðurnevnda leikstjóran og sjónleikaran, Konstantin Stanislavski, at leikirnir hjá Tjekhov komu til sín rætt og fólk fóru at skilja teir og taka teir til sín. Stanislavski var grundleggjarin av einum naturalistiskum sjónleikarkynstri og gjørdi upp við tann gamla og yvirdrivna spæliháttin, sum eyðkendi siðbundnu leiklistina í hansara tíð. Naturalistiski spæli- og venjingarháttur hansara legði í staðin dent á at vísa leiklutirnar sum verulig menniskju og atburð teirra sum eina avspegling av tí veruliga lívinum.

Sjálvur orðaði Tjekhov síni leiklistarligu stevnumið soleiðis í sambandi við sjónleikin Platonov:

“Í tí veruliga lívinum brúka fólk ikki hvørja løtu til at royna at skjóta hvønn annan, heingja seg ella at bera fram kærleiksváttanir. Tey brúka ikki teirra tíð til at siga klók ting. Tey brúka nógv meira tíð upp á at eta, drekka, fjasa og tosa býtt,- og tað er tað, sum eigur at fara fram á pallinum. Tað átti at verið skrivaður ein sjónleikur, har fólk koma og fara, eta, tosa um veðrið og spæla kort. Lívið skal vísast júst, sum tað er, og menniskjuni skulu vera júst so torgreidd og samstundis so einføld, sum tey eru í veruleikanum. Fólk eta døgurða, ja tey gera nakað so einfalt sum at eta døgurða, og samstundis verður teirra eydna fullgjørd, ella lív teirra fara í smildur.”

Uppseting Tjóðpallsins: Vinkulin hjá leikstjóranum.

Anton Tjekhov skrivaði ein leik um menniskju, sum eru ávirkaði av stórum samfelagsligum broytingum í Ruslandi um ár 1900, og úrslitið var eitt verk, sum lýsir, hvussu samfelagsligar broytingar ávirka menniskju til allar tíðir.

Leikstjórin, Guðjón Petersen, hevur tikið støði í veruleikanum í 2010 uttan beinleiðis at flyta leikin til nútíðina. Í samrøðu í sjónvarpssendingini Refleksjón sunnukvøldið 24. oktober, segði hann, at hann sær leikin sum eina áhugaverda søgu um 12 persónar, ið hava livað í fíggjarligum sorgloysi, og sum ongantíð hava havt tørv á at fáa skil á lívum sínum og ongantíð hava havt dirvi til at taka torførar avgerðir um síni egnu lív.

Vit síggja eina familju, sum heldur fram at liva, sum var lívið ein veitsla, hóast fíggjarliga grundarlagið undir tilveru teirra er hótt og tey eru í stórum vanda fyri at fara til grundar, um tey ikki síggja veruleikan í eyguni og broyta síni lív.

Leikstjórin nýtti eina útsøgn hjá John Lennon at lýsa persónarnar í leikinum: “Life is what happens to you while you’re busy doing other things”.

“Hesi fólkini eru sera “busy doing other things”. Og tí síggja tey ikki tað, sum hendir í teirra gerandislívi. Og tey tora heldur ikki at síggja tað, tí um tey síggja tað, verða tey noydd til fullkomiliga at broyta sína lívskós.”

Sambært leikstjóranum er Kirsuberjagarðurin bæði eina tragedia og ein komedia: “Komedian liggur í, at øll menniskjuni ganga blint ígjøgnum lívið, eisini tey, sum halda seg vera so sera klók, og sum halda seg hava svarini upp á torføru spurningarnar, um hvussu vandamálini í tilveruni skulu loysast.”

Stílurin.

Uppsetingin hjá Guðjón Petersen er eitt fýrverk av visualiteti og orku.

Hon leggur í spælistílinum dent á tað komiska, bæði í kropsmálinum og leikháttinum. Og visuelt arbeiðir uppsetingin við einum blandingi av søguligum og nútíðar staklutum í pallmynd, rekvisittum og búnum. Og tónleikurin er onkustaðni millum 1904 og 2010.

Tað samlaða inntrykkið er ein tíðarleysur heimur, har vit liva okkum inn í persónarnar og tað, ið teir umboða, á einum almennum menniskansligum støði, samstundis sum vit vera bæði undirhildin -tí vit kenna søguna aftur- og sansiliga mettaði við litum, ljóði og ljósi.

Ljós og rúm eru ótrúliga væl gagnnýtt, soleiðis at pallmyndin hevur bæði breidd og dýpd á ein hátt, sum vit ikki eru so von við í tí annars heldur lítla teatursalinum hjá Tjóðpallinum.

Samanumtikið.

Kirsuberjagarðurin er eitt flott avrik hjá Tjóðpallinum. Samanspælið millum leikararnar er frálíkt og lyftir leikin fram sum eina heild. Ongin leikari lýsir fram um hinar, hóast fleiri av avrikunum eru merkisverd í dygd. Birita Mohr spælir tað tilkomnu men óbúnu og ábyrgdarleysu Ranevskaju ótrúliga væl, og Páll Danielsen sum bróður hennara Leonid Gajev hevur eisini eina rættiliga serstaka framførslu. Páll tulkar Gajev sum ein kventasligan gamlan drong, og tað kundi lættliga blivið ein bílig komediu-klisjé og liggur eisini tætt at tí markinum, men Páll megnar at draga framførsluna yvir røttu megin tað hárfína markið, so vit hóast tað í løtum uppgjørda kropsmálið trúgva upp á karakterin. Tað er djarvt gjørt. Kári Øster sum Firs er eisini ein minniligur figurur, og so havi eg eisini hug at nevna Kjartan Hansen sum tann stundum uppgjørdi, stundum eyðmjúki studenturin Trofimov. Hans Tórgarð gevur okkum eisini eina sterka framseting av tí sjálvuppbygda vinnulívsmanninum Lopakhin, hóast eg kanska í stóru dramatisku einrøðu hansara í 3. parti kundi hugsað mær at javnvágin millum villskap og styrki/pondus helti eitt sindur meira ímóti tí seinna. Men tað, sum veruliga er styrkin í leikinum, er samanspælið og tað, at eingin stjelur myndina fram um hini. Í roynd og veru áttu øll at verið nevnd fyri eitt frálíkt avrik. Eg fari at avmarka meg til at vísa lesaranum til listan yvir leikararnar, sum er endurgivin niðanfyri.

Hetta er ein sýning, sum eg vil mæla øllum sjónleikaráhugaðum til at fara og síggja. Fyri at uppliva Tjekhov, fyri at uppliva góð sjónleikaraavrik og fyri at uppliva eina sera livandi, nútíðarliga og hugskotsríka uppseting av einum klassikara.

Eftirskrift:
Høvundurin at hesi grein er ikki heilt ógegnigur í mun til umrødda leikin, tí hann hevur í sambandi við uppsetingina lagt til rættis eitt undirvísingarhefti til framhalds- og miðnámsskúlarnar fyri Tjóðpallin. Høvundurin hevur tó ikki havt nakran leiklut í sjálvari uppsetingina av leikinum.

 Fakta um sýningina:


Kirsuberjagarðurin


Sjónleikur eftir:
Anton P. Tjekhov

Týðing:
André Niclasen

Leikstjórn:
Guðjón Pedersen

Pallmynd:
Finnur Arnar Arnarson

Búnar:
Elín Edda Árnadóttir

Ljóssetan:
Árni Baldvinsson

Leikarar:
Ljuba • Ljubov Andrejevna Ranevskaja, góðseigari • Birita Mohr
Leonid • Leonid Andrejevitj Gajev, bróðir Ljubu • Páll Danielsen
Anja • Anja, dóttir Ljubu • Mariann Hansen
Varja • Varvara Mikhailovna, stjúkdóttir Ljubu • Barbara Christophersen
Lopakhin • Jermolaj Aleksejevitj Lopakhin, handilsmaður • Hans Tórgarð
Petja • Pjotr Ivanovitj Trofimov, studentur • Kjartan Hansen
Dunjasja • arbeiðskona • Súsanna Tórgarð
Jasja • tænari • Hjálmar Dam
Jepikhodov • Semjon Pantelejevitj Jepikhodov, skrivstovumaður • Bárður Persson
Firs • Firs Nikolajevitj, tænari • Kári Øster
Charlotta • Charlotta Ivanovna • Katarina G. Nolsøe
Pisjtjik • Boris Borisovitj Simeonov-Pisjtjik, góðseigari • Egi Dam

Thursday, October 28, 2010

Rakel Helmsdal: Vilja vit hava eitt føroyskt mál?

Rakel Helmsdal, forkvinna í Rithøvundafelag Føroya spyr: Vilja vit veruliga hava eitt føroyskt mál?

http://loetuverk.blogspot.com/2010/10/vilja-vit-hava-eitt-froyskt-mal-so.html

Komið nú inn í kampin!


Fyri sløkum ári síðani, 10, desember í 2009 mótmæltu 27 persónar í føroyska mentanarumhvørvinum móti teirri ógreiðu og óvissu støðuni á Listasavni Føroya við hesum brævi:

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur avgjørt at leingja setanina hjá sitandi leiðara á savninum. Henda avgerð er tikin uttanum listfakliga umhvørvið við tí ógreiðu grundgeving, at savnsøkið kanska verður fyri bygnaðarbroytingum í 2011. Sum kunnugt hevur sitandi leiðari Listasavnsins onga listfakliga útbúgving og hevur hetta stórar avleiðingar fyri listarliga støðið í tjóðarlistasavni okkara.

Seinastu fimm árini hevur samtíðarlistini viðvíkjandi rátt undantaksstøða á Listasavni Føroya. Vit kunnu ikki góðtaka, at henda støðan verður longd við einum ári aftrat eins og vit heldur ikki kunnu góðtaka vantandi virðingina fyri listfakliga grundarlagnum í okkara tjóðarlistasavni. Vit vænta og krevja, at Mentamálaráðið tekur sína ábyrgd fyri listini í álvara.

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, listakvinna,

Andrias Andreassen, listamaður

Anker Mortensen, listamaður

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, rithøvundur

Bárður Jákupsson, listamaður

Brandur Patursson, listamaður

Carl Jóhan Jensen, rithøvundur

Fríða Matras Brekku, listakvinna

Fróði Sandoy, kórleiðari

Gunnar Hoydal, rithøvundur

Hanni Bjartalíð, listamaður

Hansina Iversen, listakvinna

Herluf Lützen, tónleikari

Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur

Jan Andersson, litografur

Kinna Poulsen, listaummælari

Marius Olsen, listamaður

Rannvá Kunoy, listakvinna

Ria Tórgarð, sjónleikari

Silja Strøm, listakvinna

Steinbjørn B. Jacobsen, rithøvundur

Sunleif Rasmussen, tónaskald

Torbjørn Olsen, listamaður

Tóroddur Poulsen, rithøvundur og listamaður

Tróndur Patursson, listamaður

Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur

Zacharias Heinesen, listamaður

Hetta brævið fekk ongantíð nakað svar. Harafturímóti setti Mentamálaráðið ein sonevndan skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk, ið skuldi tryggja, at Listasavn Føroya skuldi koma inn undir Søvn Landsins – tað hevði loyst trupulleikan við Listasavni Føroya, tí sostatt hevði listasavnið ikki bara verið alment fíggjað, men eisini stýrt av tí almenna. Eg veit ikki hvør situr í hesum skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkinum og hvat tey eru komin fram til, men at síggja til er tað ikki blivið til nógv. Í øllum førum stendur Listasavn Føroya ikki nevnt undir Søvnum Landsins í uppskoti til fíggjarlóg

Orsøkirnar til at stúra í hesum sambandi eru so nógvar, at eg ikki tími at reksa tær upp. Tað er pínligt, at politiska skipanin loyvir, at hetta málið ikki verður viðgjørt, at listafólk og fakfólk verða ignorerað og at mentanarpolitikkurin flýtur. Tað er bara eitt eftir at siga til tey fólkavaldu og lat tað bara vera á fótbóltsmáli: Komið nú inn í kampin!
(IS)

Wednesday, October 27, 2010

Vencil 9. komin



Nú heystfjøllini eru gingin og ásarnir tyngjast við góðum kjøti, so er aftur ein góður og feitur Vencil komin út. Hetta er níggjundu ferð, at Vencil kemur út til føroysku lesararnar. Meðan kjøtið hongur og ræstnar, er gott at seta seg upp afturá og lesa teir framúr góðu og forvitnisligu tekstirnar, sum Vencil borðreiðir við.

Hesin Vencil er tyngdur við dyggum skaldskapi, ið lýsir menniskju, ið onkursvegna hava samband við bygningar av onkrum slag. Ein maður hevur eginleikan at ganga ígjøgnum heilt, ein annar blindur maður teknar eina dómkirkju, tveir brøður rudda av eftir ervi og eisini eru søgur um bussskýili og morsniglar. Yrkingarnar siga okkum mangt um lívið: um, hvussu tað er, at eiga at hava ein bil, um skógvar, kvinnur, orð, teldur og nógv, nógv annað.

Upprunaføroysku stuttsøgurnar eru samtíðarligar og viðkomandi. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur skrivað stuttsøguna “Brøður” og Annika Skaalum hevur skriva tvær. Onnur eitur “Bussskýli” og hin eitur “Slímslóðir”. Yrkingar eru eftir Berg Rønne Moberg, Ludvík Breckmann, Kjartan Hansen, Jóhannu Thomassen, Oddfríð Marna Rasmussen, Kim Simonsen, Vagn Streymoy, Eir í Ólavsstovu og Katrina Ottarsdóttir.Vencil hevur í níggjunda nummarinum eisini fotomyndir við. Tað er Randi Ward, sum hevur tikið átta portrettmyndir av átta føroyskum rithøvundum.

Týddu stuttsøgurnar eru fleiri og ógvuliga ymiskar. Raymond Carver er við aftur. Hesaferð er tað stuttsøguklassikarin “Dómkirkja”, sum Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur týtt. Vónbjørt Vang hevur týtt forvitnisligu søguna “Eitt ljósareytt barn” eftir unga franska rithøvundin Claire Castillon.Hanus Kamban hevur týtt “Múrfarin” eftir Marcel Aymé. Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt ein monolog, ið eitur “Ein telefonsamrøða” eftir Mark Twain. Yrkingarnar eru eftir so mætar høvundar sum Allen Ginsberg, Charles Simic, Charles Bukowski, Harald Landt Momberg og Jim Carroll.

Permuna á Vencli níggjunda hevur Anker Mortensen gjørt. Sum altíð er tað grafiski verkstaðurin, Steinprent, við Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, sum hava prentað permuna.

Listasavnið sum vøruhús

Fyri tíðina arbeiðir Mentamálaráðið við at gera eina nýggja skipan, har øll søvnini skulu leggjast saman til eitt stórsavn undir heitinum Søvn Landsins. Ikki vita vit nógv um hvussu tað gongur við hesum arbeiðnum og hvør í grundini hevur ábyrgdina, men tað má vera ørkymlandi og strævið arbeiði, tí nógvir vandar lúra í savnsheiminum. Fyri tað fyrsta snýr tað seg um at yvirhalda tær mongu fakligu, sosialu, listaligu og etisku skyldirnar, sum eitt savn eigur at taka á seg. Hetta er ein torfør uppgáva, men í sambandi við eina vitjan í Keypmannahavn fyri kortum, fekk eg eyga á eina aðra ikki so lítla hóttan fyri søvnini. Savnshandilin.

Tað er nú ikki tí savnshandlar eru ringir at fáa eyga á í teimum báðum stórslignu listasavnunum, Arken og Louisiana, ið standa fyri góða smakkinum norðan og sunnanfyri Keypmannahavn. Eftir at hava goldið ávikavíst 85 kr. og 95 kr. fyri inngongdina gongur áskoðarin inn í eitt satt bumbuálop av taskum og turriklæðum, borðskánarum og breyðkurvum og leikur, ið bæði eru politiskt og pedagogiskt korrektar. Alt tað heila sjálvandi í smartum og lættfatiligum sniði, sum eingin fær ilt av, men sum samstundis signalerar, at eg eri ein av teimum, sum vitji listasøvn. Har var sjálvsagt eisini list, mann skuldi bara ganga eina løtu fyri at finna hana. Arken hevði eina framsýning við De unge vilde, sum ikki var serliga imponerandi og á Louisiana var ein framsýning við Anselm Kiefer, sum var sera imponerandi. Men tað var allíkavæl ikki lætt at rysta upplivingina av teimum hundraðtals shoppandi damunum av sær, tá mann endiliga hevði troðkað seg gjøgnum riðilin. Teirra mentaða og keypiáhugaða og totalt meiningsleysa møsn sat líkasum fast í einum.

Tað er ov nógv at siga, at savnssjoppararnir gera eina neyðsemju við museumsetikkin. Tí hóast hesin parturin eftirhondini er blivið til nakað, ið minnir um smá vøruhús, eru tey í grundini ikki nøkur hóttan fyri sjálvar framsýningarnar. Tey taka pláss frá framsýningunum og kommersialisera savnið, men koma allíkavæl ikki undir tað, man sambært altjóða museumslóg kallar "inntøkuvirksemi, ið skammger integritet savnsins". Næstan, men ikki heilt. Savnshandilin er í teirri stóru heildini eitt lítið forargilsi, men er kanska allíkavæl eitt gott dømi uppá hvussu viðbrekið eitt savn er og hvussu lætt tað kann vikna og hvussu umráðandi tað er, at vit hugsa okkum væl um áðrenn vit seta upp karmarnar fyri savnsvirksemi. Eg hevði soleiðis sæð verið sera nøgd, um vit við nýggju savnsskipanini her á landi røkka so langt sum til at halda altjóða savnslóg. Tað besta hevði sjálvandi verið, um vit hoyrdu meira um Søvn Landsins og tær hugsanir, ið liggja aftanfyri ætlanirnar og tað hevði heldur ikki verið so galið um politikarar og embætisfólk í MMR løgdu upp til kjak, sparring og orðaskifti, so at royndir og vitan kunnu koma hesum arbeiði til góðar.
(IS)

Tuesday, October 26, 2010

Leita eftir List 2

Tá tú skrivar orðið list í lítla leititeigin á heimasíðuni hjá løgtinginum koma 32 tilvísingar fram. Men tú verður ikki víst til eitt sera umráðandi kjak, sum var á løgtingi í vár, nevniliga kjakið um umlegging av Mentanargrunni Landsins.

Hugskotið var at savna saman almenna stuðulin í einum Listaráði, sum skuldi vera mannað av fakfólkum innan fyri tey ymisku listasløgini. Kjakið um hetta uppskotið, bæði í tinginum og alment, hevur verið áhugavert. Kjakast hevur m.a. verið um ávísar tekniskar trupulleikar í uppskotinum, sum eg eisini haldi, skulu viðgerast og so hevur kjakast verið um hvat listafakligheit er fyri nakað og hetta haldi eg vera sera umráðandi í kjakinum

Gongdin í kjakinum um fakligheit var nøkulunda soleiðis: Sjúrður Skaale legði uppskotið fram og staðfesti, at tað má vera onkur við fakligum innliti og vitan, sum býtir út pengar til mentan, eisini um vit ikki altíð eru samd við teimum. Tað persónliga, politiska og smakkur spæla ov stóran leiklut, um ikki fakfólkini koma inn yvir. Høgni Hoydal var eisini ivaleysur í síni meting av, at vit mugu og skulu virða fakligheit, og at fakligheitin sum heild hevur verið undirraðfest. Tað nyttar ikki at brúka fleiri pengar til list, um ikki fakfólk verða brúkt til at avgera, hvussu peningurin skal brúkast, segði hann.

Jógvan á Lakjuni fær síðani orðið og fyriheldur seg meira atfinningarsamt til spurningin um fakligheit “Nú verður tað tallað fakfólk, eg veit ikki hvat mann meinar við tí. Tað er ikki serliga nógv armslongd í, at listafólk geva sær sjálvum pengar" sigur hann. Hann ivast í, um nógv var hent innan mentanina, um tað vóru fakfólk, ið stóðu fyri henni - í øllum førum var tað ikki blivið til nakað við sangbókini.

Síðan sigur Sjúrður Skaale, at vit undir øllum umstøðum fáa meira burtur úr peninginum, um vit lata mentanarøki til tey, ið hava skil fyri tí. Tað breiða úttrykkið skal nokk koma til sín rætt allíkavæl. Jenis av Rana sigur, at mentanin er hjarta Miðflokksins og at tey fylgja Paulus og stuðla tí, sum er gott og uppbyggiligt. Hann kemur ikki nærri inn á fakligheit, men eg rokni við, at hann meinar, at tey bíbliukønu eru fakfólk - eisini innan hetta øki.

So fær Eyðgunn Samuelsen orðið. Hon trýr ikki heilt uppá, at mann fær meira armslongd og minni politiska stýring við at brúka fakfólk tí umhvørvið er so lítið, men hon heldur tað vera vert at umhugsa. Síðani spyr hon hvat eyðkennir fakligheit, um tað er útbúgving. Sjúrður Skaale svarar: Ja tað er útbúgving, faklig kriteriir mugu hava avgerðarrættin.

At enda fær Helena Dam á Neystabø orðið. Hon sigur, at tað er vitalt fyri samfelagið at geva listafólkunum góð viðurskifti. Hon úttalar seg ikki beinleiðis um fakligheit, men rør framundir eina fatan, sum er generel fyri kjakið. Nevniliga, at breidd er øvugt av fakligheit. At tey listafakligu ikki hava ans fyri breiðu listini og ikki kunnu styrkja pluralismu og livandi mentanarlív. Hon meinar, at mann kann innkalla kompetent, skikkað listfaklig fólk sum ráðgevar, men at hesi fáa ov nógv vald, um tey verða sett í nevndina.

Sjúrður Skaale svarar, at mann kanska ikki skal vera so bangin fyri einsrætting og at fakligheit ikki neyðturviliga bremsar. Alment hevur kjakið um fakligheit verið merkt av teimum vanligu ingtrigunum. Tann sjálvsútnevnda elitan hevur fingið toyggið og er blivin gott og grundiga belærd um, at tey (vit) eru valdsgræð og ótrúverdug og at vit hava ymsar goymdar ætlanir og óndskap. Fakligheit verður soleiðis knýtt at nepotismu og vantandi morali. Innari svínhundurin hevur fingið frítt spæl á kjak.org og seinast í bókini um Astrid Andreasen, har m.a. stendur, at listarliga menningin í Føroyum er steðgað av “stærke konservative og (mands)chauvinistiske kræfter. Utrætteligt faneført i fuld offentlighed med tendentiøs polemisk og personsfikseret retorik af de magtfuldkomne kunstnere og deres talerør, for hvem det efterhånden er lykkedes at lukke munden på de fleste almindelige mennesker”.

Innan tann meira seriøsa partin av almenna kjakinum hevur verið kjakað um smakk. Skulu tey listfakligu avgera, hvat vit halda er góð list? Verður úrslitið ikki eitt slag av eteriskum mentanarsnobbaríi.? Hvør kann meta um listina - hevur søgan ikki prógvað, at hetta er ómøguligt. Spurningurin um hvørt listin yvirhøvur skal stýrast, hevur eisini verið fyri kjaki. Er listin ikki frí? Skal listin ikki sleppa at mennast sjálv uttan at verða stýrd av fakfólkum? Soleiðis er spurningurin viðvíkjandi tí ávikavíst elitera og fólkaliga snaraður aftur og fram. Skulu vit ikki eisini hava tað breiða úttrykkið? Doyr mentanin ikki, um hon bert er fyri tey fáu? Osfr. spurningar, sum eg eisini sjálv havi kjakast um.

Eg haldi ikki, at tað er serliga torført at gera grein á hví fakligheit eigur at verða tikin framum, tá tað snýr seg um býti av almennum peningi. Tað havi eg skrivað um fleiri ferðir og eg vil ikki troytta lesaran óneyðugt. Men sjálvandi hugsi eg um hendan spurning fyr tíðina. Tí tað er greitt, at vit ikki longur við sama autoriteti sum áður kunnu róða okkum listaserfrøðingar. Listin breiðir seg yvir eitt øgiliga stórt øki í dag. Tað finst ein ørgrynna av úttrykkum og vit hava ikki longur eina felags virðisfatan ella eina felags listafatan til at halda tingunum saman. Listasøgan hevur partvíst upployst seg sjálva og sína fatan um hvussu listin verður ment og moderna listaástøði hava verið avbjóðingar í mun til grundhugsanir í okkara dygdarfatan. Harumframt hava marknaðarkreftir eisini havt teirra ávirkan á listina, í øllum førum á myndlistina og gjørt tað enn verri at fáa fatur á hvat góð list er í dag.

Eftir standa vit altso við einum varhuga og hvat er ein varhugi í grundini verdur. Eg vóni, at politikararnir, ið skjótt skulu avgera, um fakligheitin innan mentanina skal raðfestast, meina, at ein varhugi allíkavæl er verdur at satsa uppá. Tí ein varhugi, sum er grundaður á vitan, royndir, sjálvsumhugsan og skili fyri mentanarøkinum er betri enn einki. Óendaliga nógvir tímar brúktir uppá at lesa um, hugsa um, hyggja at, argumentera fyri og kjakast um list fyri síðani at skifta meining, angra og endurhugsa hava eisini týdning. Og ikki minst dirvið til at siga, at hetta trúgvi eg uppá - tað kann væl vera, at eftirtíðin vísir, at eg fari skeiv, men eg fari at seta alt, sum eg havi í mær inn uppá tað og argumentera og grundgeva fyri mína avgerð. Er tað ikki betri enn tað, sum vit hava nú?
(IS)

Monday, October 25, 2010

Leita eftir List 1


Á heimasíðuni www.logting.fo er ein beskeðin teigur, ið eitur ”Leita eftir”. Teigurin sær ikki út av nógvum, men skrivar tú eitt orð í tað, letur seg upp ein heimur av gerðabókum, lógaruppskotum og fyrispurningum, ið snúgva seg um júst tað orðið, tú hevur skrivað í teigin. Um t.d. orðið "fisk" verður skrivað í teigin koma 271 ávísingar fram, meðan orðið "tunnil" gevur 105 ávísingar. Skrivar tú orðið "list" eru 32 ávísingar. Skjølini, sum verður víst til, ganga bert aftur til 2000, so orðið list er helst nevnt fleiri ferð í søgu løgtingsins. Men her hava vit altso høvi við einum einstøkum klikki at kanna í hvørjum høpi list er nevnt á tingi seinastu 10 árini.

Í 2000 sæst orðið list í tveimum skjølum. Tað eina er í einum referati frá einum fíggjarnevndarfundi, har Tórbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður i mentamálum bæði leggur fram eitt upprit um ein listaháskúla í Føroyum frem og eitt ambitiøst og áhugavert uppskot um at hæðka listastuðulin við einari millión. Mann fer at leingjast aftur í tíðina, tá mann lesur um mentanarpolitiska arbeiðis, sum liggur í uppskotinum, landstýrismaðurin meinar harumframt, at umsóknirnar skulu fáa eina gjølliga fakliga viðgerð. Tað vóru tíðir. Aðru ferð orðið list verður nevnt sama ár er í einum fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk til Tórbjørn Jacobsen. Hon spyr ”Hvussu hevur landsstýrismaðurin hugsað sær at fyribyrgt møguligum mentanarligum bakkøstum, nú oljuvinnan er í durinum?” og hann svarar við hugskotum um stór og spennandi tiltøk í listaumhvørvinum, sum vit síðani hava sæð eins lítið til sum til oljuna.

Í 2001 sæst orðið einaferð nevnt tá Óli Holm er blivin landstýrismaður og hann brúkar orðið í sambandi við, at hann endurgevur kringvarpslógina, har skrivað stendur, at almennu kringvørpini blandt andet skulu stuðla, skapa og menna landsins mentan, list og undirhald.

Í 2004 er Jógvan á Lakjúni vorðin landstýrismaður og orðið list er nevnt tríggjar ferðir. Tvær ferðir í sambandi við Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m. Lógin er ein heimildarlóg sum gevur landsstýrismanninum innihaldsligu heimildirnar at játta stuðul av teim stuðulskontum, ið eru til mentan og list undir málsøkinum Mentan á løgtingsfíggjarlógini. Triðju ferð orðið list verður nevnt í 2004 er í sambandi við, at kringvarplógin aftur verður siterað, at tað aftur verður staðfest, at almennu kringvørpini blandt andet skulu stuðla, skapa og menna landsins mentan, list og undirhald.

Í 2005 kemur orðið list fyri heilar 11 ferð, allar ferðir í sambandi við Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list og mínsann endar hetta við eini semju um tann alstóra týdning, sum stuðul hevur fyri mentanarlívið sum heild og uppskotið varð góðtikið. Tó er ikki longur talan um ta gjølligu fakligu viðgerðina av umsóknum, sum Tórbjørn Jacobsen sipaði til fimm ár áðrenn.

Eftir hetta ganga nøkur ár áðrenn orðið list aftur verður nevnt á tingi. Í 2007 verður tað nevnt eina ferð í sambandi við ein fyrispurning frá Heidi Petersen til Jógvan á Lakjuni, sum snýr seg um nær ein bygningur skal byggjast til Tjóðpall Føroya. Í svari sigur landstýrismaðurin at ”Meiaríið er ætlað sum ein fyribils loysn hjá Tjóðpallinum. Tað er sjálvsagt, at vit fyrr ella seinni eiga at fara undir at byggja eitt veruligt tjóðleikhús”. Ja, so er tað heldur ikki sagt ov nógv. Í 2008 verður orðið list eisini nevnt eina ferð í sambandi við, at løgtingið heitir á landsstýriskvinnuna í mentamálum (som nú eitur Helena Dam á Neystabø) um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum ásetir, at í hvørjum einstøkum føri, har tað almenna er byggiharri, ella varðar av nýbygging, umbygging ella uppíbygging, skulu í minsta lagi 2% av endaliga byggikostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list, sum føroysk listafólk hava skapað.

Tá tað snýr seg um list á tingið er 2009 eitt metár, tí tá varð orðið nevnt heilar tólv ferðir sambært leitiskipanini. Orsøkin til, at tað varð nevnt so ofta var, at upskotið til samtyktar um list í sambandi við almenna bygging varð viðgjørt. Uppskotið fall.

Orðið list er eisini longu nevnt eina ferð í 2010, men hetta vísir seg ikki hava nógv uppá seg, tí tað var bara ein tilsiping til løgtingsfíggjarlóg, har orðið leiklist verður nevnt. List hevur verið á skránni í 2010, tí í vár var uppskotið um umlegging av Mentanargrunni Landsins viðgjørt í Løgtinginum. Men hetta er eyðsýniliga ov nýtt til at vera lagt inn í leitiskipanina. Allíkavæl haldi eg, at tað hevur týdning, tí tað gevur perspektiv í mun til tíggju ár av kjaki um listastuðul í mun til t.d. hvussu langt vit hava flutt okkum frá tá Tórbjørn Jacobsen tosaði um list og fakligheit á tingi. Tí koma vit í morgin við einum referati frá kjakinum um list og fakligheit í tingsalinum í vár.

P.S. Listin hevur eisini ein lítlan teig ovarlaga vinstrumegin til leitanarorð. Um tú har skrivar orðið fisk koma fimm tilvísingar og um tú skrivar tunnil, koma ongar tilvísingar. Men skrivar tú orðið list í hendan teigin, fært tú 160 tilvísingar.

(IS)

Sunday, October 24, 2010

Dustfríur Tjekov - eitt viðmæli



Eitt viðmæli

Í gjárkvøldið var leikurin Kirsiberjagarðurin framførdur á fysta sinni á Tjóðpallinum. Við einum veruligum braki av eini framførslu varð prógvað, at formatið á Tjóðpallinum er størri enn gamla meiaríið og tí verður viðmælt ungum sum eldri, verkafólki, akademikarum og politikarum, ikki minst, at vitja Tjóðpallin henda komandi mánaðan, Kirsiberjagarðurin verður leiktur.

Russisku høvundarnir eru jú kendir fyri at vera heldur tungir, men hetta má ikki halda nøkrum frá at síggja leikin. Tí hann er so leikandi lættur, at áskoðarin gloymir seg burtur í hendingunum. Tað hendir okkurt alla tíðina við teimum tólv leikarunum, sum allir uttan undantak spæla framúrskarandi væl. Leikstjórin er Guðmundur Pedersen úr Íslandi, sami leikstjóri, sum í fjør setti Aftaná Undrið upp og hann hevur megnað skapa eina dynamiska, spennandi og stórsligna heild burturúr okkara minimala Tjóðpalli. Tað hendir ein øgilig rúgva á pallinum allatíðina, men gongdin tykist komponerað á ein slíkan hátt, so at yvirlitið allatíðina er varðveitt. Søgan snýr seg um eina fyrrverandi múgvandi familju, sum við skilaleysum forbrúki er komin í ta støðu, at teirra familjugóðs við vakra kirsuberjagarðinum skal á tvang. Leikurin verður sagdur at vera ein komedia og hann er eisini stuttligur av tí, at typurnar í og kring familjuna eru stuttligar, at kalla farsukendar. Samstundis er leikurin tragiskur, typurnar eru ikki so grunnar, at tú ikki gerst góður við tær, meðan tú kennir teg sum staddan umborð á Titanic saman við leikarunum stavnbeint á veg móti undirgangi á eini leið, sum eingin vil, tímir ella megnar at sleppa undan.

Kirsiberjagarðurin er ein klassikari, ei undur í tí, men soleiðis sum hann í løtuni verður spældur á Tjóðpallinum tykist hann ómetaliga óstøvutur í sínum aktualiteti. Samstundis er leikurin hjartanemandi uttan at gerast sentimentalur, skemtiligur uttan at gerast fjasutur, djúpur uttan at gerast tungur og filosofiskur uttan at gerast sjálvhátíðarligur. Kirsiberjagarðurin er av sonnum ein fantastisk byrjan uppá vetrarskránna hjá Tjóðpallinum og tá tað nú eisini skilst, at Eyðun Johannesen seinni í vetur skal seta upp Bíða eftir Godot hjá Samuel Beckett, kunnu vit gleða okkum til fleiri glæsiligar løtur á Tjóðpalli Føroya, ið veruliga torir at satsa upp á listarliga dýpd.

PS
Hóast vit báðar á listablogginum ikki hava leiklistarligar førleikar hava vit, sum tit síggja, loyvt okkum at orða omanfyristandandi viðmæli. Vit hava tó biðið ein við leiklistarligum førleikum um at hugleiða um Kirsiberjagarðin og verða hesar hugleiðingar settar á bloggin í næstum. Hava vit ikki skil fyri sjónleiki, hava vit eitt sindur betur innlit í mentanarpolitikk. Allir politikarar tykjast meir ella minni samdir um, at Tjóðpallurin má hava størri og betri hølisumstøður og nú er høvið har at føra hesar ætlanir út í verki við gamla bakarínum hjá Restorff. Eg spurdi leikarar o.o. á Tjóðpallinum og tey eru øll sum ein spent og positivt sinnað mótvegis hesum ætlanum. Eitt er vist, tey hava uppiborið ein størri pall, sum kann rúma eini so stórari uppliving, sum tey hava veitt okkum við Kirsiberjagarðinum.
(KP)

Saturday, October 23, 2010

Tríggir spurningar til Mentanarnevnd Løgtingsins – Sjúrður Skaale

Flestir politikarar hava onkrastaðni á teirra yrkisleið havt á munni, at mentan er umráðandi. Men annars eru mentanarpolitiskar útsagnir sera sjáldsamar eins og vit vita ógvuliga lítið um, hvat politikarar í grundini meina um mentan og hvat teir vilja við mentanini.

Um politikarar hava rætt, og mentan er umráðandi, má tað eisini vera umráðandi at vita. hvørjar hugsanir politikarar gera sær um mentan, og tí setti Listin limunum í Mentanarnevnd Løgtingsins tríggjar ítøkiligar spurningar um mentan. Her eru svarini frá Sjúrði Skaale.


1. Mentan hevur ikki høga raðfesting á politisku dagsskránni. Hví heldur tú, at tað er soleiðis og hvønn leiklut heldur tú, at Mentanarnevnd Løgtingsins hevur í arbeiðinum at hækka raðfestingina á mentanarøkinum?

Sv: Tað, sum avger dagsskránna, er í stóran mun áhugi. Tað, sum stórur áhugi er fyri - les: nógvar atkvøður eru í - kemur høgt upp á dagsskránna. Og øvut. Eg haldi ikki at tað er ábyrgdin hjá Mentanarnevnd Løgtingsins - sum skipanin í dag er - at hækka raðfestingina á mentanarøkinum. Formliga er uppgávan hjá nevndini við viðgera tey mál, sum løgtingið beinir í nevndina. Atlitini til tær semjur, sum eru gjørdar í samgonguni, ger tað trupult hjá mentanarnevndini at agera heilt sjálvstøðugt. Samgongan hevur valt ein persón - landsstýrismannin/kvinnuna - at stinga út í kortið. Skal nøkur linja og nakar samanhangur vera í politikkinum, má samsvar vera millum landsstýrismannin/kvinnuna og meirilutan í mentanarnevndini.

Hinvegin haldi eg at uppgávan KUNDI og ÁTTI at verið meira progressiv á tann hátt, at limirnir taka mál upp, sum fáa viðgerð í nevndini fyri á tann hátt at økja um vitanarstigi. Eg havi sjálvur tikið onkur mál upp og harvið gjørt, at tey hava fingið eina viðgerð. Ein vinningur av tí er, at nevndin - við innkallingum og hoyringum - fær vitan og innlit. At annar vinningur er, at tað, at málini verða tikin upp av einum løgtingsmanni, kann gera, at "røringur kemur í", og landsstýrismaðurin tekur tað upp seinni. Men tann politiski realiteturin ger altíð, at ein andstøðulimur so at siga aldrin fær eitt mál ígjøgnum í fyrsta umfari.

So eg haldi avgjørt, at limirnir í nevndini eiga at taka mál upp til viðgerar, og á tann hátt fáa sett tey á dagsskrá. Men at mentanarnevndin - sum slík - agerar sjálvstøðugt í størri mun, er hvørki realistiskt ella ynskiligt.

2. Mentanarevnd Løgtingsins hevur avgerandi vald í mentanarlívinum og kann eftir teimum røttu formligu vegunum seta spurningar til landsstýriskvinnuna ella fáa mentanarspurningar inn um tingsins gátt. Hvørji evni heldur tú - um vit samanumtikið hyggja eftir støðuni í mentanarlívinum - hava størstan týdning at seta á dagsskránna næstu árini?

Sv. Í so at siga øllum stórum býum stendur eitt stórt, flott hús - sjónleikarhúsið. Tað er heilt avgerandi í mentarlívinum.

Vit hava ein "tjóðpall", sum heldur til á eini gamlari margarinfabrikk. Vit hava nógv at vera stolt av í Føroyum - men tað eigur at gera okkum lot. Eg haldi tað vera neyðugt at byggja eitt hús, sum ikki bara skal vera karmur um sjónleik, men eisini tónleik og video/filmsframleiðslu.

Nú liggur á borðinum eitt uppskot um at umbyggja gamla bakaríið hjá Frants Restorff til Tjóðleikhús. Sannniliga eitt framstig - men als ikki nøktandi. Eg dugi væl at skilja hví nógv fólk - í frustratión - hava hug at taka við hesi loysnini - men eg haldi tað vera stórt spell.

At byggja eitt veruligt, virðiligt mentanarhús hevur eftir mínum tykki størstan týdning at seta á dagsskránna.

3. Endamálið við norðurlendska mentanarmodellinum hevur verið at tryggja best møguligt listarligt og mentanarligt frælsi, at tryggja borgarunum somu atgongd til mentanarligu ágóðarnar, at tryggja upplýsing, public-service og eitt vælútbygt net av mentanarstovnum, sum fremja fólkaræði sum heild. Armslongdarreglan skal tryggja,at almennu mentanarpengarnir verða býttir eftir sakligum treytum og skal tryggja, at mentanarlívið er óheft av politiskum og peningarligum áhugamálum. Hetta mentanarmodellið hevur seinastu 50 árini verið beinagrindin í norðurlendskum mentanarpolitikki, líka mikið, hvørjir politiskir flokkar hava sitið við valdið. Heldur Mentanarnevnd Løgtingins, at vit framveigs skulu arbeiða eftir hesum mentanarmodellinum? Um ikki, hvat modell heldur tú so, at arbeiðast skal eftir í Føroyum?

Sv. Eg veit ikki hvat "Mentanarnevnd Løgtingins" heldur um hetta, men eg taki undir við hesum tankagóðsinum. Hinvegin er tað ikki so einfalt at implementera í praksis. Hvat er t.d. "sakligar treytir"? Tað veldst altíð um hvønn tú spyrt. Tað verður eitt sindur greiðari um vit seta "fakligar treytir" í staðin. Men framvegis er stórt rúm fyri definitiónum.

At ENDAMÁLIÐ við almennum mentanarpengum er at tryggja, at mentanarlívið skal vera "óheft av peningaligum áhugamálum" haldi eg heldur ikki. At vera óheftur av peningaligum áhugamálum kann vera gott - og tað kann mangan vera ein fortreyt. Men tað er ikki nakað mál í sær sjálvum. Nógv listarfólk eru ikki óheft av peningaligum áhugamálum, og tað merkir ikki, at tey ikki kunna skapa góða list. Peningalig áhugamál - also privat peningalig áhugamál - hava í mongum førum verið fortreytin fyri, at góð list er skapt.

Sjálvandi er vandi fyri, at pengarnir stýra listini, men tað nýtist als ikki at vera so. Tað er eingin náttúrlig andsøgn millum at vera listarmaður og at klára seg á tí fría marknaðinum.

So jú, eg taki undir við høvuðstankanum - men ikki so kategoriskt, sum tað er sett upp.

(IS)

Friday, October 22, 2010

Vencilvika: At ganga gjøgnum heilt


Múrfarin

Hvør hevur ikki hugsað tankan, at gott hevði verið, um vit kundu gingið gjøgnum heilt? Tey flestu hava, ið hvussu so er spælt sær við tankan. Hesin maðurin í søguni “Múrfarin” hevur tann einastandandi eginleikan at ganga ígjøgnum heilt.

Tað er er franski rithøvundurin Marcel Aymé (1902-1967), sum skrivaði stuttsøguna. Hann skrivaði stuttsøgur, skaldsøgur og leikrit. „Múrfarin“ (Le Passe-muraille) er frá 1943, og hevur Hanus Kamban týtt.

Í Vencli royna vit ikki at hava við søgur ella yrkingar, sum eru týddar fyrr. Tó hava vit gjørt eitt undantak. Tað var í Vencli fimta, har vit høvdu tær báðar yrkingarnar eftir Paul Celan: “Asputræ” og “Deyðsfugu”, sum Heðin M. Klein týddi. Hesar yrkingarnar báðar hevur Tóroddur Poulsen týtt fyrr. Týðingarnar standa í Varðanum bind 60 frá 1983. Ikki er tað á hvørjum degi, at vit í Føroyum kunnu samanbera tvær týðingar – hvussu tveir týðarar skilja og flyta ein tekst yvir í føroyskt.

Tummas N. Djurhuus týddi “Múrfarin”, og stóð hon í Glugganum nummar 12 frá 1959.

Her kemur ein brellbiti um, hvussu tað er at ganga ígjøgnum heilt í týðing Hanusar.



Múrfarin

Marcel Aymé

Á Montmartre, í rue d ́Orchampt 75 a, á triðju hædd, búði ein óførur mað- ur, sum æt Dutilleul og sum hevði ta sjáldsomu gávu at kunna fara gjøgn- um múrar uttan at fáa ampa av tí. Hann gekk við lorgnett, hevði eitt lítið svart høkuskegg og starvaðist á triðja tignarstigi í Skrásetingarmálaráðnum. Um veturin fór hann til arbeiðis við bussi, og á sumri gekk hann, undir bovlarahatti, teinin til arbeiðis.

Dutilleul var farin um tey trýogfjøruti, tá ið hansara megi varð honum opinberað. Eitt kvøldið, meðan hann var staddur í ganginum á tí lítlu íbúðini fyri gamlar dreingir, har hann búði, bar so á, at streymslit var eitt bil. Hann trilvaði eina løtu í myrkrinum, og tá streymurin var afturkomin, var hann staddur úti á trappuni á triðju hædd. Av tí at úthurðin hjá honum var læst innanífrá, gav hendingin honum ymiskt at hugsa um, og hóast skilið mótmælti, gjørdi hann av at fara inn aftur á sama hátt, sum hann var farin út, nevniliga við at førka seg ígjøgnum múrin. Hesin merkiligi førleikin, sum ikki á nakran hátt tóktist samsvara hansara trá, ørkymlaði hann ikki sørt, og við tað at hann dagin eftir hevði leygardagsfrí, fór hann til ein lækna í grannalagnum at greiða frá sínum máli. Læknin fekk sannført seg um, at hann segði satt, kannaði hann og kom eftir, at orsøkin til hansara brek var ein skrúvudánað herðing í kyrkingarvegg- inum í skjaldbróskkertlinum. Hann fyriskipaði honum ovurhonds nógva ov- ervan og at taka tvær tablettir árliga av tetravalentum pirettanpulvuri og einum blandingi av rísmjøli og kentaurhormonum.

Dutilleul svølgdi ta fyrstu tablettina, legði heilivágin í eina skuffu og hugsaði ikki meira um hann. Hvat tí ovurhonds nógvu overvingini viðvíkur, so var hansara virksemi sum starvsmaður stýrt av vanum, sum ikki góvu rúm fyri nakrari óhógv, og hansara fríløtur, sum vórðu brúktar til at lesa avísina og til frímerkjasavnið, tvingaðu hann heldur ikki til at brúka órímiliga nógva orku. Tá ið eitt ár var farið, hevði hann kortini varðveitt gávuna at fara ígjøgnum múrar óminkaða, men lítið ævintýrbrellin, sum hann var, og trekur at lata hugflogið taka seg av fótum, brúkti hann hana ongantíð uttan av óvart. Tað var ikki so frægt, at tað stakst upp á hann at fara heim á annan hátt enn ígjøgnum hurðina og eftir, sum rætt og rímiligt var, at hava latið hana upp við at brúka lásið. Kanska var hann gránaður í tí friði, sum vanafestið gav honum, uttan at verða freistaður at royna sínar gávur í verki, um ikki ein óvanlig hending brádliga kom og kollvelti hansara tilveru. Harra Mouron, hansara undirstjóri á skrivstovuni, bleiv kallaður til aðra tænastu, og í hansara stað kom ein ávísur Harra Lécuyer, sum var snubbutur í orðum og hevði stuttklipt yvirskegg. Longu frá fyrsta degi dámdi tí nýggja undirstjóranum ógvuliga illa, at Dutilleul gekk við lorgnett í ketu og hevði svart høkuskegg, og hann fór opinlýst við honum, sum var hann eitt gamalt húsaskorð, eitt sindur til fortreð. Men tað álvarsamasta var, at hann setti sær fyri at seta í verk nýskipanir í tænastuni, sum høvdu miklar avleiðingar og lættliga kundu ørkymla friðin hjá hansara undirmanni. Í tjúgu ár hevði Dutilleul byrjað síni brøv við hesum fasta orðalag: „Við atliti at virðiliga skrivi tygara frá tí og tí degi í hesum mánaði, og í tí eg kurtisliga minni á okkara seinasta brævaskifti, er tað mær ein heiður at boða tygum frá, at ...“ Hetta orðalag ætlaði Harra Lécuyer at skifta um við eitt, ið hevði ein meira amerikanskan dám: „Sum svar upp á tygara bræv tann og tann dag, sigi eg tygum frá ...“ Dutilleul megnaði ikki at venja seg við henda brævstíl. Hóast hann royndi, vendi hann altíð aftur til tann siðbundna mátan við einum ósjálvráddum treiskni, sum hevði við sær vaksandi fíggindaskap frá undirstjóranum. Atmosferan á Skrásetingarmálaráðnum gjørdist honum næst- an tyngjandi. Hann fór til arbeiðis á morni við ótta í hjartanum, og um kvøldið, tá hann var farin í song, hendi tað meira enn so, at hann lá og grundaði eitt heilt korter, áðrenn svøvnurin kom.

Harra Lécuyer vamlaðist við henda afturhaldssama mótviljan, sum hótti hansara nýskipanir, og hann hevði tí víst Dutilleul út í ein hálvmyrkan avkrók við síðuna av síni skrivstovu. Ein slapp inn hagar gjøgnum eina lága og tronga hurð, sum gekk frá ganginum, og har enn sást ein áskrift í stórum stavum: Kurpali. Hesa eyðmýking, sum var uttan fordømi, læt Dutilleul sær mótfallin lynda, men tá hann var heimkomin og í sínum blað las, undir „Ymisk Smátíðindi“, um onkra blóðuga hending, var hann ovfarin, tí hann droymdi um, at Harra Lécuyer var tann álopni.

Ein dagin kom undirstjórin brestandi inn í klivan, hann veipaði við ein- um brævi og brølaði:

– Skrivið mær henda kloddan umaftur! Skrivið mær henda ónevniliga kloddan, sum vanhalgar mítt virki, umaftur!

Dutilleul ætlaði at mótmæla, men Harra Lécuyer skírdi hann, við torurødd, ein tornæman kakerlakk, og áðrenn hann fór, rukkaði hann brævið, hann hevði í hondini, saman og tveitti tað í andlitið á honum. Dutilleul var lítillátin, men stoltur. Einsamallur í sínum kliva hevði hann fepur, og brád- liga fekk hann, sum í andkomu, eitt hugskot. Hann reistist úr stólinum og trongdi inn í veggin, sum skilti hansara skrivstovu frá henni hjá undir- stjóranum, men hann førkaði seg varliga, so at bara høvdið á honum stakk út hinumegin. Harra Lécuyer sat við sítt arbeiðsborð, við penninum flutti hann, framvegis fjálturstungin, eitt komma í tekstinum hjá einum starvsfólki og gav sítt samtykki, tá hann hoyrdi hostan í skrivstovuni. Hann hugdi upp

og sá við ósigiligari ræðslu høvdið á Dutilleul kroyst inn at vegginum sum ein veiðigripur. Og hetta høvdið var livandi.Tvørtur ígjøgnum lorgnettina við ketuni varpaði tað eitt eygnabragd av hatri ímóti honum.Og so sanniliga, høvdið fór at tosa.

– Mín harri, segði tað, tygum eru eitt bakbeist, ein ótangi og ein skálkur.

Harra Lécuyer gapaði av ræðslu og fekk ikki eyguni av hesi yvirsjón. At enda skræddi hann seg upp úr stólinum, sprakk út í gangin og rann líka yvir í klivan. Dutilleul sat á sínum vanliga plássi við penni í hondini, friðarligur og arbeiðssamur á at líta. Undirstjórin hugdi leingi at honum, stamaði nøkur orð og fór inn aftur á sína skrivstovu. Nóg illa hevði hann sett seg, so kom høvdið aftur til sjóndar í vegginum.

– Mín harri, tygum eru eitt bakbeist, ein ótangi og ein skálkur.

Bara henda eina dagin kom tað ræðuliga høvdið til sjóndar í vegginum trýogtjúgu ferðir og teir komandi dagarnar við sama títtleika. Dutilleul, sum hevði lært at íðka henda leikin við einum vissum lættleika, var ikki longur nøgdur við bara at kalla sín undirstjóra. Hann kom við duldum hóttanum, og kundi eitt nú rópa við eini gravarrødd, har ein innímillum hoyrdi bart út djevilskan látur:

– Varúlvur! varúlvur! Rist títt skinn! (látur). Her reikar ein ræða, rek børnini inn (látur).

Av at hoyra hetta gjørdist tann neyðar undirstjórin eitt sindur bleikari, hann fekk illað drigið andan av trongd, hárini á hansara høvdi reistust beint upp eftir enda, og kaldasveittin rann honum ræðuligur niður eftir bakinum. Tann fyrsta dagin lætnaði hann eitt pund. Ta komandi vikuna svann hann burtur, so har sást dagamunur, og umframt tað fór hann at eta sína suppu við gafli og at heilsa løgreglumonnum við hernaðarkvøðu. Tá ið onnur vikan tók við, kom ein sjúkrabilur eftir honum, har hann búði, og hann varð fluttur á eitt viðgerðarheim fyri nervasjúk.

Hanus Kamban týddi

Thursday, October 21, 2010

Tíðindaskriv: Eyðun av Reyni í Galerie Focus

  

Fríggjadagin 22. oktober kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Eyðun av Reyni upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Málningarnir hjá Eyðun av Reyni eru sjálvstøðugir og sterkir. Hann er trúgvur mótvegis myndevninum og tí landslagi í tykist at vera ein ótømandi kelda fyri hann. Vanliga ber til at finna eina havsbrúgv aftanfyri litløgini í hansara verkum, og tann havsbrúgvin virkar sum eitt grundarlag í flatanum og gevur myndini eina ávísa dýpd. Havið hevur mong andlit, og tað sæst í myndunum hjá Eyðun av Reyni.

Framsýningin verður opin til 4. november, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.

Tíðindaskriv: Fýra føroyskir úrmælingar framføra Árstíðirnar

Sámal Petersen, Øssur Bæk, Rúni Bæk og Rúni Sørensen allir leikandi á violin framføra í næstum saman við strúkarunum í Føroya Symfoniorkestri, tvær forkunnugar konsertir í ávíkavist Christianskirkjuni og Vesturkirkjuni.

Konsertirnar verða leygardagin 23. oktober í Christianskirkjuni klokan 1600 og í Vesturkirkjuni sama dag klokkan 2000. Á skránni eru árstíðirnar eftir Antonio Vivaldi, Chacony eftir Henry Purcell, Air eftir J. S. Bach, Sæterjentens Søndag eftir Ole Bull og Chanson de Nuit eftir Edward Elgar.

Í árstíðunum av Vivaldi fara vit at møta fýra føroyskar violinsnidlingar, sum fara at spæla soloirnar í verkinum. Sámal Petersen spælir várið, Øssur Bæk summarið, Rúni Bæk heystið og Rúni Sørensen veturin. Teir eru allir violinistar, har tann fyrsti er konsertmeistari fyri FSO, Øssur er leiðari av Vestjysk Ensemble, Rúni er limur í Danmarks Radios Symfoniorkester og Rúni Sørensen er konsertmeistari og leiðari av Sjællands Symfoniorkester. Saman við teimum spælir partur av strúkarunum í Føroya Symfoniorkestri.

Um árstíðirnar og Antonio Vivaldi (1678-1741)

Vivaldi var prestur og violinleikari. Hann var nevndur il preto rosso, reyði presturin, tí hann var reyðhærdur, men var ógvuliga sjúkligur og ringur av astma, so hann kundi ikki messa, so hann gjørdist komponistur og ferðandi violinleikari. Tað er ikki lítið hann hevur lagt úr hondum, einar 400 violinkonsertir, 136 kamarkonsertir, 56 kirkjulig kórverk og 46 operair. Men mest kenda verk hansara eru Tær fýra árstíðirnar, skrivaðar yvir yrkingar, sum hann møguliga sjálvur hevur gjørt, men sum nú ikki finnast. Hetta verkið, Tær fýra árstíðirnar, er tað sum nærmast kemur “programm musikki”; tað merkir, at nakað verður myndað við tónleiki. T.d. er veturin kryddaður við staccato í høgu streingja instrumentunum og minna um ísakaldar regndropar, meðan um summarið hoyrist torusláttur. Vit skulu minnast, at hetta er italskt veðurlag hann avmydar.

Hvør partur verkinum hevur tríggjar satsir við einum seinførum satsi millum teir báðar skjótu.

Umframt Tær fýra árstíðirnar er á skránni nakrir vælkendir gimsteinar innan klassiska tónleikin. Fyrst Chaconny eftir Henry Purcell, (1659-1695) eitt sera tignarligt verk úr barokktíðini lagt til rættis fyri strúkarar og cembalo av Benjamin Britten. Tað er soleiðis við barokktónleiki, at hann er “absoluttur”, ella tónleikur burturav og hevur oftast bert heiti frá ymsum dansirútmum sum Allemande, Gigue, Pavane, Gavotte o. s. fr. Hetta merkir oftast bert, hvør rútmu sundurbýtingin er. um hon er tvey-, trý-, ella fýradeild ella annað.

Annað verkið er vælkenda Air eftir Johan Sebastian Bach. Verkið er í dag mest kent sum Air fyri g-streingin á fiólini, men upprunaliga var tað skrivað til stuðulsmann hansara Leopold av Anholt, prinsi, umleið 1720 og tá sum partur av størri suitu fyri strúkarar.

Triðja verkið er Sæterjentens Søndag eftir Ole Bull (1810-1880). Ole Bull var norðmaður og var kendur violinsnidlingur, sum ferðaðist um stóran part av heiminum og var næstan eins kendur og Paganini. Verkið, sum verður framført, er eitt sera romantiskt verk, gjørt yvir eina yrking av J. Moe, um gentuna, sum er farin niðan á “sæteren”, at ansa neytunum um summarið. Hagar var so langt at ganga, at hon ikki kundi fara omanaftur, men mátti vera har einar tríggjar fýra mánaðir. Nú er sunnudagur, og hon hoyrir kirkjuklokkuna ringja, og so droymir hon um fólkið, sum er á veg í kirkju og serliga um Odd. Har plagdu tey bæði at sita í loynd og eygbera hvønn annan undir gudstænastuni.

Fjórða verkið er eftir enska tónaskaldinum Edward Elgar (1857-1934) og kallast Chanson de Nuit. Heldur løgið, at eitt enskt verk hevur franskt heiti, tí tónasetarin hevði ikki givið verkinum nakað navn, men helt tað kundi kallast vesper, ein katólsk kvøldbøn við sólsetur; men útgevarin Novello helt, at tað fekk størri sølu, um verkið hevði eitt franskt heiti.

Samanumtikið ein sera áhugaverd konsert, sum her verður boðin áhoyrarunum av Føroya Symfoniorkestri.

Vencilvika: Brellin biti frá Vencili 9.

Í seinasta nummari var stuttsøgan “Vrakið” eftir franska stuttsøgumeistaran Guy de Maupassant (1850-1893). Hesaferð eru tvær stuttsøgur eftir yngri franskar stuttsøguhøvundar, sum umboða hvør sítt tíðarskeið og hvør sín stíl í fronskum bókmentum: “Múrfarin” (1943) eftir Marcel Aymé (1902-1967) og “Eitt ljósareytt barn” (2007) eftir Claire Castillon (1975-). Her er eitt brellbrot úr teirri seinnu, sum Vónbjørt Vang hevur týtt til føroyskt:


Sophie svevur væl. Eg eri sera tung í huga, púra einsamøll í tí hvítu seingini, meðan rulluvagnarnir larma úti á gongini, ein larmur av kvinnum, ið skríggja, og av børnum, ið detta. Við døgarðaborðið góvu tey mær eitt sindur av suppu við smáum nudlum, sum flutu runt. Eg hugsaði um Christinu, sum uttan iva fór at fáa eina smáveru í kroppin. Eg hugsaði um Elisabeth, um nær hon fór at koma heim úr skúla, grátin úti á gongubreytini og rópini um, at har vildi hon ikki fara aftur, eg hugsaði um Esther, um hennara fyrstu lygnir, hennara goymda pengapung, hennara horvnu fimleikarklæði og null í atburði, tí hon hevði snýtt. Eg hugsi um Brigitte niðri í garðinum. Brigitte og hennara stein, sum hon tosar við, tað eru pápin og mamman og børnini, og hon er har, hon spælir púra einsamøll og uttan vinfólk. Eg hugsi um Sylviu, sum líðir undir sínum ryggskeivleika, eg má geva henni frí frá skúla, leggja okkurt á hana, massera henni, hon kann ikki klára seg, eg hjálpi henni, leggi eitt bind rundan um fingurin, sum hon tyggir, leggi bind á fótin, hon keikir, og eitt ortopediskt tól at halda veika hálsinum uppi. Eg hugsi um Eglantine, sum altíð er fyrst til alt, eisini í fimleiki, henni dámar ikki tey, sum smikra og sum gifta seg sum sekstan ára gomul, so at Jules skal verða glaður. Eg hugsi um Antigone, sum vil spæla sjónleik, tað halda øll vera púra vanligt, uttan Jules, sum heldur, at man bara skal terpa, heldur enn at fylgja sínum hugi, eg eri samd, og annars so risti eg við høvdinum, og Antigone gerst í øðini, fer út úr stovuni og sigur Eg vamlist. Eg hugsi um Ingrid, sum er undirmett og líðir av bulimi, sum spýr alt upp aftur í vatnfati, sum eg kýti meg at gera til hana, tað einasta henni dámar nú, er heitt vatn, tað ger tað lættari at spýggja, sum hon sigur. Eg hugsi um Doris, sum roynir at finna eina djypri meining við menniskjum og øllum, ger leiðbeiningar, lesur ritroyndir, skrivar notatir, skrivar dømi niður, hvørvur, og endar við at skriva bøkur og ger av við seg sjálva. Eg hugsi um Chloé, sum verður skrødd burtur av krabbameini, um Marianne, sum stingur av og verður funnin druknað, um Valérie, sum sigur við meg, at eg eri ikki mamma hennara longur, um Karine, sum ikki kemur av fetanum, tí hon er bangin fyri at fara frá mær, hon vil ikki hava, at eg líði, eg hugsi um Cécile, sum eisini endar sum gomul genta, orsakað av mær. Eg hugsi um Prune, sum finnur upp á sjúkur, um Annie, sum blívur við at dragsa ymsar sjúkar við heim, um hon heldur fram við at liggja hjá øllum. Eg hugsi um Laetitia, sum luktar av sigarettum, og hvørs albogi er bláur, og hvørs vøkru eygu ein dag eru bólgnað upp, hon svør, at hon hevur gingið í eina hurð.


Høvundurin
Claire Castillon (f. 1975) hevur skrivað fimm skaldsøgur og tvey stuttsøgusøvn. Fyrsta skaldsøga hennara, Le Grenier, kom út í 2000. Onkrir ummælarar hava samanborið hana við Marguerite Duras (tó við skemtilyndi) og Elfriede Jelinek. Sjálv sigur hon: “Mínar bøkur fortelja um tílíkt, sum fólkum ikki dámar at síggja heima hjá sær sjálvum. Eg fortelji ikki bara andstyggiligar søgur. Tekstir mínir innihalda altíð eymleika: onnur hondin slær, meðan hin kínir.” Vónbjørt Vang týddi til føroyskt.

Wednesday, October 20, 2010

Vencilvika - tveir gapandi tannleysir munnar


Skógvar


“Fult av kjøti og blóði um dagin, gapar sum trøll um náttina.” Hvør er hann, sum minnist ikki hesa óhugnaligu gátuna.

Soleiðis byrjar Karsten Hoydal stuttsøgu sína “Skógvar” (Leikapetti, Forlagið Tyril, 1971).

Vit ána ikki, hvussu nógv skógvar hava at siga fyri lívsleið okkara. Vit traðka okkara barnaskógvar í bygdini, har vit vaksa upp. Tað kemur meir enn einaferð fyri, at vit hava verið í trongum skóm. Fólk eru til, ið ikki koma upp á hálvan skógvin hjá øðrum.

Eisini hava fleiri avmyndað skógvar.Vincent Van Gogh hevur avmyndað sínar slitnu skógvar, ið spegla sál hansara.

Eisini hevur Tom Waits ein sang, hann kallar “Old Shoes”.

http://www.youtube.com/watch?v=uCEixg-JT9E&feature=related

Charles Simic (f. 1938) føddur og uppvaksin í Beograd í fyrrverandi Jugoslavia. Rýmdi til USA í 1958, har hann býr.Hann hevur givið út fleiri enn 60 bøkur.

Í Vencli eru seks yrkingar eftir Charles Simic.Vit lata her íkast Vencils til hetta evni við at prenta “Skógvar mínir”.


Skógvar mínir


Skógvar, loyndarfulla andlitið í innara lívi mínum:

Tveir gapandi tannleysir munnar,

Tvey lutvíst upployst djóraskinn

Ið lukta av músareiðrum.



Beiggi og systir mín ið doyðu við føðing

Halda fram at liva í tykkum,

Leiðbeina lívi mínum

Fram móti teirra ófatiliga sakloysi.



Hvat skal eg brúka bøkur til

Tá ið tað í tykkum er gjørligt at lesa

Gleðiboðskapin um lív mítt á jørð

Og eisini handan tað sum koma skal?



Eg ynski at kunngera átrúnaðin

Eg havi ráðlagt til tykkara fullkomnu eyðmýkt

Og hina løgnu kirkju eg byggi

Við tykkum sum altar.



Sjálvsagandi og móðurligir halda tit á:

Skyldskapur er við oksan, við halgimenni, við glataðar menn,

Við tykkara kvirru langmóð, skapandi

Einasta trúliga líkskap við meg sjálvan.



Charles Simic

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Tíðindaskriv: Hanus Kamban í Norðurlandahúsinum

Hósdagin tann 21. oktober kl. 16 verður bókin GULLGENTAN eftir Hanus Kamban løgd fram í Norðurlandahúsinum.

Bókin er eitt savn við tíggju stuttsøgum. Høvundurin hevur hildið til í Freiburg í Týsklandi tað seinasta árið, og tær flestu av søgunum eru skrivaðar har. Tekstirnir umboða eina snaring í Hanusar søgukynstri, soleiðis at skilja, at lesarin í teimum verður leiddur út ígjøgnum veruleikans dyr – og inn í dreym, søgn, ævintýr og framtíð.

Permumyndin er eftir ta ungu listakvinnuna Silju Strøm, sum somuleiðis hevur tríggjar myndir inni í bókini.

Tiltakið er skipað soleiðis, at høvundurin fyrst sigur nøkur orð um bókina og um sítt uppihald í Freiburg. Síðani lesur hann nøkur brot upp. At enda fáa fólk høvi til at seta spurningar. Fólk fáa somuleiðis høvi til at keypa bókina fyri ein lagaligan prís. Um fólk vilja, setir høvundurin sín autograf í bókina.

Øll eru vælkomin. Tiltakið, sum er ókeypis, varar o.u. ein tíma.

Tíðindaskriv: Miðvikukvøldslestur í Sirkus


Í kvøld, mikukvøldið, fer Oddfríður M. Rasmussen at lesa úr nýggjasta yrkingasavni sínum á Sirkus.

Oddfríður er millum fremstu yrkjarar og rithøvundar okkara. Við skaldskapi sínum hevur hann lagt nýggjar træðrir inn í føroyska yrking, eitt nú úr nútíðar amerikanskum bókmentum. Umframt skaldskapin hevur Oddfríður eisini gjørt vart við seg á øðrum økjum, eitt nú sum formaður í LISA og tey seinni árini sum annar av ritstjórunum á tíðarritinum Vencil, ið man vera eitt tað besta framtakið í føroyskum bókmentum í nýggjari tíð.

Møti fjølment til hugnaliga løtu í Sirkus kl. 20 sum vanligt.

Heilsan
nevndin í Rithøvundafelagnum

Tuesday, October 19, 2010

Vencilvika - dryppidrypp-brellbiti


Brot úr stuttsøguni “Bussskýlið” eftir Anniku Skaalum, sum kemur í Vencil Nr. 9/2010.


Skýlið er gamalt og ófantaligt, og tað luktar av landi, tí dámar mær best at standa uttanfyri. Kundi ímyndað mær, at onkur, á veg í ella úr býnum um náttina í vikuskiftunum, brúkar bussskýlið til nátthús. Helst konufólk, tí væl ber til at fjala seg aftan fyri hálvveggirnar. Mannfólkum tørvar ikki at fjala seg so, tá teir skulu míga.

Men nú regnar, so eg noyðist innundir at kroka. At hoyra ljóðið av vatni, sum dryppar og rennur, spruttar og tutlar, kenna vætuna á egnum kroppi, samstundis sum ein hevur andaneyð av romum, súrum landroyki, ger nakað við ein, sum er ringt at greiða frá. Tað má upplivast.

So væl fjala hesir veggir, at um ein stendur ov innarlaga, og tað harafturat er myrkt í veðrinum, sum nú, kann tað henda, at bussurin ikki steðgar, um ein ikki ger vart við seg í góðari tíð. Tí er neyðugt at hava oyruni opin fyri bussljóðinum, tá tað ikki er veður at standa uttan fyri skýlið. Hugsa sær, at bussurin langt um leingi kom og bara fleyg framvið uttan at steðga. Tá hevði eg verið fratør. Eg hevði kanska fingið ein hjartatilburð av illsinni og smollið um í bussskýlinum og ligið, eins og Loki á sinni, við regninum dryppandi í høvdið á mær og ikki fingið boð frá mær fyrrenn einaferð.

Tað dryppar úr einum ófantaligum holi í takinum. Droparnir smella í váta betongið í botninum á skýlinum. Har liggja gomul tyggigummi tilvildarliga spjadd í kring, sum eg stytti mær stundir við at telja. Tey eru trýogtjúgu í tali. Eg havi góðan hug, men nokti mær sjálvari, at telja tyggigummini, sum liggja traðkað niður í gongubreytina uttan fyri skýlið. Eg havi hoyrt um fólk, ið telja alt, tey síggja – tað er ein sjúka, sum eg ikki leggi í at fáa.

Eg gerist meira og meira vís í, at eg standi sum eitt spott. Í húsunum hinumegin vegin býr eitt eldri par. Maðurin situr allan dagin og peilar av – hvør kemur og fer við bussinum. Man sær hann bara viðhvørt, men hann er har, aftan fyri hvítu heklaðu køksgardinurnar. Nú situr hann helst og mutlar fyri seg sjálvan um hatta býtta, sum stendur og bíðar eftir bussinum, sum langt síðan er farin. Hann billar sær nógv inn – freka beist. Sum um onnur ikki hava nógv annað at hugsa um enn bussar og klokkutíðir. Túsund ting. Eg mátti t.d. tøma vaskimaskinuna og heingja klæðini upp, áðrenn eg fór heimanífrá tí eg havi ongan, ið tekur sær av tí dagliga, sum summi hava. Býtta beist. Maskinan mundi heldur ongantíð blivið liðug at sentrifugera. Og so handan forbannaða barnasikringin. Eg skilji ikki hasa barnasikringina. Eg banni uppá, at man skal bíða í fimm minuttir, áðrenn lúkan kann latast upp. Og til hvat? At standa sum eitt spott í einum nátthúsi/bussskýli og bíða eftir einum bussi, sum langt síðan er farin.

Og tó. Kanska skuldi ongin annar við hendan túrin í morgun. Kanska er bussurin als ikki farin avstað við hinum regluligu ferðafólkunum, tí tey ongantíð høvdu ætlað sær við honum. Tað kemur meira enn so fyri, at eg eri einsamalt ferðafólk. Og kanska átti eg ikki at stillað klokkuna hjá mær á henda hátt longur. Klokkan er í fartelefonini og ikki eitt armbandsur sum fyrr í tíðini. Men framvegis framman fyri sína tíð. Og tað er skítbýtt, tá man veit, at hon er ov skjót, tí so er meiningin líkasum burtur. Ætlanin er jú, at man skal lumpast til at halda, at klokkan er meira, enn hon í veruleikanum er, fyri ikki at koma ov seint til ymiskt, so sum bussar.

***
Annika Skaalum (f. 1958) er uppvaksin í Vági. Útbúgvin urtagarðskvinna í Noregi í 1986, cand. mag. í søgu og siðsøgu við hjánám í stjórnmálafrøði. Hevur áður havt hesar tekstir við í Vencili: 11. september (yrking í Nr. 4/2008), Tað er tann kostur ið mær dámar (stuttsøga í Nr. 5/2008) og Gongubreytin (stuttsøga í Nr. 6/2009).

Monday, October 18, 2010

Vencilvika - So tú vilt vera rithøvundur?


Charles Bukowsky

Henry Charles Bukowsky (Heinrich Karl Bukowski) varð føddur í Týsklandi hin 16.august í 1920 og setti seinasta glasið frá sær 9. mars í 1994. Trý ára gamal flutti hann saman við mammu og pápa sínum til USA.

Charles Bukowski er ein serstakur rithøvundur í amerikanskari bókmentasøgu og bókmentum. Hann hevur altíð verið egin. Alt lívið brúkti hann at skriva, drekka, horast, vedda og av og á hevði hann okkurt fyrifallandi arbeiði fyri at tjena sær nøkur oyru.

Allur skaldskapur hansara er biografiskur og tekur støðið í lívsførsluni og teimum fólkum, hann helt saman við.

Hann hevði greiðar meiningar um aðrar høvundar.http://www.youtube.com/watch?v=r1e5Jeh2Fk0

Eisini var hann ein góður upplesari.http://www.youtube.com/watch?v=zSo9_iVc9Cs


Í Vencli 9.eru fimm yrkingar eftir Charles Bukowski. Tvær teirra hevur Agnar Artúvertin týtt og tríggjar hevur Petur Pólson týtt.

Vit prenta her eina.


so tú vilt vera rithøvundur?
(so you want to be a writer?)


kemur tað ikki brestandi úr tær

hóast alt sum mótvirkar,

so ger tað ikki.

uttan so at tað kemur óboðið úr tínum

hjarta og tínum sinni og tínum munni

og tínum innvølum,

so ger tað ikki.

situr tú fleiri tímar og starir at

telduskíggjanum ella boygdur yvir

skrivimaskinuna og grópar eftir orðum,

ger tað ikki.

gert tú tað fyri pening ella

viðurkenning,

ger tað ikki.

gert tú tað fyri at fáa kvinnur

í tína song,

so ger tað ikki.

noyðist tú at sita har og

endurskriva tað umaftur og

umaftur og aftur,

so ger tað ikki.

er tað ein strævin byrða bert at

hugsa um at gera tað,

ger tað ikki.

roynir tú at skriva sum

onkur annar,

gloym so alt um tað.



mást tú bíða til tað

floymir úr tær,

so bíða tolin.

kemur tað ongantíð

floymandi úr tær,

so ger okkurt annað.



skalt tú fyrst lesa tað fyri

konuni, dámuni ella sjeikinum

ella foreldrunum ella nøkrum

øðrum yvirhøvur,

ert tú ikki til reiðar.



ver ikki sum so mangir høvundar,

ver ikki sum fleiri túsund menniskju

sum rópa seg høvundar.

ver ikki tryggur og keðiligur og

sjálvglaður, ver ikki uppetin

av sjálvalski.

heimsins bókasøvn hava

geispað seg í svøvn

av tínum slagi,

legg ikki afturat tí.

ger tað ikki.

kemur tað ikki úr sál tíni sum missil.

uttan so at vera kúrrur gjørdi teg

svakan ella sjálvmordara ella drápsmann,

so ger tað ikki.

uttan so at sólin innaní tær

brennur tínar innvølir,

so ger tað ikki.



tá tíðin er komin,

og um tú ert kosin,

vil tað henda av sær

sjálvum og halda á

at gera tað til tú doyrt

ella tað doyr

í tær.



tað er ongin annar háttur.



og hevur aldri verið.



Petur Pólson týddi

Sunday, October 17, 2010

Vencilvika - "Dómkirkja" hjá Carver í føroyskari týðing

Dagsins brellbiti úr Vencli komandi er ein stuttsøga eftir Raymond Carver, sum Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur týtt til føroyskt:


Brot úr stuttsøguni “Dómkirkja” eftir Raymond Carver.


Tíðindasendingin endaði. Eg reisti meg og skifti rás. Eg setti meg aftur í sofuna. Eg vildi ynskt, at kona mín ikki var avdottin. Høvd hennara lá tvørtur um sofabakið, munnur hennara var opin. Hon hevði vent sær, so at slábrokkurin var gliðin av beinunum, og eitt bert lær kom til sjóndar. Eg rætti meg fram fyri at hála slábrokkin upp á pláss, og tað var tá, eg kom at kveita at tí blinda. Hvat fanin so! Eg læt slábrokkin glíða av aftur.

„Tú sigur til, tá tú vilt hava jarðberjatertu,“ segði eg.

„Til,“ segði hann.

Eg segði, „Ert tú móður? Vilt tú hava meg at fylgja tær upp í song tína? Ert tú klárur at tørna inn?“

„Ikki enn,“ segði hann. „Nei, eg verði uppi saman við tær, vinurin, um tað er í lagi. Eg verði uppi, til tú ert klárur at tørna inn. Vit hava ongantíð fingið tosað. Skilur tú meg? Eg haldi, at eg og hon tóku okkum einkarætt til kvøldið.“ Hann lyfti upp undir skeggið og slepti tí aftur. Hann fann sær sigarettirnar og tendraran.

„Tað er alt í lagi,“ segði eg. Síðan segði eg, „Mær dámar væl at vera saman við tær.“

Og mær dámdi tað, haldi eg. Hvørt kvøld roykti eg mær eina feita og sat uppi so leingi, eg orkaði, áðrenn eg sovnaði. Kona mín og eg fóru nærum ongantíð í song samstundis. Tá ið eg so fór í song, droymdi eg undarligt. Av og á vaknaði eg mitt í einum marrudreymi, tí hjartað sló heilt frá sær sjálvum.

Í sjónvarpinum var okkurt um kirkjur og miðøldina. Ikki nakað, tú vanliga hyggur at. Eg hevði hug at hyggja at onkrum øðrum. Eg skifti millum rásirnar. Men har var heldur onki á teimum. So eg skifti aftur á fyrstu rásina og umbar meg.

„Tað ger onki, vinurin,“ segði tann blindi. „Eg leggi onki í tað. Alt, sum tú hevur hug at síggja, er í lagi. Eg læri altíð okkurt. Læring endar ongantíð. Tað skaðar ikki meg at læra okkurt í kvøld. Eg havi oyru,“ segði hann.

Í eina góða løtu søgdu vit onki. Hann boygdi seg framav við høvdinum vendum móti mær, høgra oyra vendi tann vegin, sjónvarpið stóð. Sera ørkymlandi. Av og á fullu eygnalokini saman, so brustu tey sundur aftur. Av og á streyk hann sær um skeggið við fingrunum, eins og hugsaði hann um okkurt, hann hoyrdi í sjónvarpinum.

Á skíggjanum vórðu nakrir kappaklæddir menn forfylgdir og plágaðir av monnum í beinagrindarklaeðum og monnum ílatnir sum devlar. Menninir, sum vóru ílatnir sum devlar, vóru í devlaskortum, høvdu horn og langar halar. Framførslan var partur av einari skrúðgongu. Onglendingurin, sum segði frá hesum, segði, tað gekk fyri seg í Spania á hvørjum ári. Eg royndi at greiða tí blinda frá tí, sum hendi.

„Beinagrindir,“ segði hann. „Eg kenni til beinagrindir,“ segði hann, og hann nikkaði.

Sjónvarpið vísti nú eina dómkirkju. Síðan var eitt langt brot um eina aðra. At enda skifti myndin til ta kendu í París við sínum himmalhøgu súlubogum og spírum peikandi upp til skýggja. Myndatólið flutti seg burtur fyri at vísa alla dómkirkjuna daga upp úr býarumhvarvinum.

Í løtum tagdi onglendingurin, sum segði frá øllum hesum, læt bara myndatólið sveima runt uppi yvir dómkirkjunum. Annars reikaði tað yvir landslagnum, fylgdi monnum á markini, sum gingu aftan á oksum. Eg bíðaði so leingi, eg kundi. So helt eg, at eg noyddist at siga okkurt. Eg segði, „Nú vísa tey útsíðuna av dómkirkjuni. Gosgrýlur. Lítlar standmyndir, høgdar so tær líkjast skrímslum. Nú eru tey í Italia, haldi eg. Jú, tey eru í Italia. Tað eru málningar á vegginum í hesari kirkjuni.“

„Eru tað kálkmálningar, vinurin?“ spurdi hann og munnaði sær av sjussi sínum.

Eg rætti meg eftir glasinum. Men tað var tómt. Eg royndi at minnast tað, eg kundi minnast. „Tú spyrt meg, um tað eru kálkmálningar?“ segði eg. „Tað er ein góður spurningur. Tað veit eg ikki.“

Myndatólið flutti yvir í eina dómkirkju uttan fyri Lissabon. Munurin á Portugisiskum dómkirkjum samanborið við franskar og italskar var ikki so stórur. Men hann var har. Mest innan. So kom eg at hugsa um eitt, og eg segði, „Eg kom at hugsa um eitt. Hevur tú nakra hóming av, hvat ein dómkirkja er? Hvussu tær síggja út? Skilur tú meg? Um onkur sigur dómkirkja við teg, hevur tú so nakra hugmynd av, hvat tey tosa um? Kennir tú mun á henni og til dømis einari baptistakirkju?“

Hann blásti spakuliga roykin úr munninum. „Eg veit, at tað tók hundraðtals arbeiðarum fimti ella hundrað ár at byggja eina,“ segði hann. „Tað havi eg júst hoyrt mannin siga, sjálvandi. Eg veit, at fleiri ættarlið í somu familju arbeiddu upp á somu dómkirkju. Tað hoyrdi eg hann eisini siga. Teir menn, sum alt sítt lív arbeiddu við henni, sóu ongantíð verkið fullgjørt í síni egnu lívstíð. Á tann hátt, vinurin, eru teir ikki øðrvísi enn restin av okkum, ha?“ Hann flenti. So gliðu eygnalok hansara saman aftur. Høvdið nikkaði. Hann sá út til at durva. Kanska ímyndaði hann sær seg sjálvan í

Portugal. Sjónvarpið vísti eina aðra dómkirkju nú. Henda var í Týsklandi. Røddin hjá onglendinginum hurraði framhaldandi. „Dómkirkjur,“ segði tann blindi. Hann settist upp undir seg og snaraði høvdinum fram og aftur. „Vilt tú hoyra sannleikan, vinurin, so er tað á leið alt, eg veit. Tað, eg just segði. Tað, eg hoyrdi hann siga. Men kanska tú kundi greitt mær frá einari? Tað hevði glett meg, um tú kundi. Tað hevði mær dámt. Um tú vilt vita tað, so havi eg í roynd og veru ikki nakra góða hugmynd av henni.“

Eg stardi neyvt at myndini av dómkirkjuni í sjónvarpinum. Hvussu skuldi eg so mikið sum byrja at lýsa hana? Men hvat nú, um lív mítt varð treytað av tí. Hvat nú, um lív mítt var hótt av einum sinnissjúkum manni, sum segði, at eg skuldi, annars.


Eitt sindur um rithøvundin:

Raymond Carver var amerikanskur stuttsøguhøvundur og yrkjari, føddur 1938 í Clatskanie, Oregon, USA. Hann arbeiddi sum tangapassari og boðberi at breyðføða familjuna, og seinni undirvísti hann á ymiskum hægri lærustovnum í øllum USA. Raymond Carver blásti við sínum naknu lýsingum av vanligum fólkum og teirra gerandislívi og -trupulleikum lív í aftur amerikansku stuttsøguna, Short Story, í 1980'unum. Raymond Carver doyði av lungnakrabba í 1988, 50 ára gamal. Í 1993 vórðu nakrar av søgum hansara settar saman til filmin Short Cuts, sum Robert Altman leikstjórnaði. Stuttsøgan “Dómkirkja” er úr savninum Cathedral frá 1983. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur týtt søguna til føroyskt.