Saturday, July 31, 2010

Ummæli av ”Goym moralin til seinni”

Í morgin verður seinasta framførslan av leikinum "Goym moralin til seinni" hjá leikbólkinum Grugg. Listin hevur hugleitt um leikin í tveimum greinum, sum kunnu lesast her á listablogginum. Her er ummælið, sum Bergur Rasmussen skrivaði av leikinum.


Hava svong fólk nakran moral?

Indarar hava eitt orðafelli: Ert tú svangur, so hevur tú eitt problem; ert tú mettur hevur tú 1000 problemir!
– Og hondina á hjartað, nær hevur tú seinast merkt svongd? Veruliga svongd?

Í sjónleikinum ”Goym moralin til seinni”, sum leikbólkurin Grugg framførir í hesum døgum, verður eitt líknandi citat borið fram: Matur kemur áðrenn moralin! Tey orðini eigur høvundurin Berthold Brecht, og eftir at hava sæð frálíku sýningina á Gamla Meiarínum hevur tú hug at halda, maðurin hevur rætt. – Tað er tá ið vit eru mett, at vit fáa verið moralsk. Tað er tá ið grundleggjandi tørvir okkara eru nøktaðir, at vit hava yvirskot til sovorðið fínt sum rangt og rætt. Og júst tí goyma vit moralin til seinni … Vit vilja hava nakrar upplivingar fyrst! Vit vilja hava nakrar søgur, sum vit kunnu frøast um, sum kunnu inspirera, sum kunnu forarga.
Vit jagstra mettuna … ella sum Jim Morrison á sinni sang: We chased our pleasures here/We dug our treasures there …

Og tað er just Jim Morrison, ið saman við the Doors hevur heiðurin fyri, at so mong okkara undir 50 yvirhøvur kennast við navnið Berthold Brecht, takkað verið teirra framførslu av “Alabama Song”: Show me the way to the next whiskey bar … vís mær vegin til næstu uppliving, til næstu stimbran, til næstu gøluna.

Men nú vit eru við gølur, hví er gølan størri at strippað verður úr føroyska búnanum, enn at føroysk genta strippar á vertshúsi í Havn? Man tað vera, tí at pilkað verður við fatan okkara, hvar markið gongur? Vit hava jú øll góðtikið, at tað er loyvt at strippa á føroyskari barr, og tá er bert spurningur um tíð, áðrenn sprundið verður føroyskt. Men eftir harða kjakinum á www.kjak.org at døma, skulu boppurnar bara vága sær at finna út millum mallur úr silvuri fyrst!

Hinvegin loyvi eg mær persónliga at seta spurning við, um tað er rætt at lýsa hetta strippið sum verandi partur av føroyska javnstøðustríðnum, tí onkursvegna haldi eg, man hevur misskilt okkurt, tá man sigur so.
Meini so við, hví østu fólk seg upp, tá ið Gríma gamla fortaldi okkum tað, vit í roynd og veru øll vita, at kvinnur hava eina ginu millum lørini? Var tað ikki júst tí, at her blivu spurningar settir við ta bronglaðu sexualitetsfatan mong ganga runt við? Ella sum sagt verður í aktuella leikinum hjá Grugg:

Ein roynir seg við morali, ein við Bíblini
Ein prædikar um ólevnað og hor
Ein annar blúgvur avhaldsmaður er
Og vísur í at hann kann halda orð
Teir klára tað ein heilan dag at gangin
Um kvøldi krúpa teir í kvinnufangin

”Goym moralin til seinni” er føði av hinum slagnum – tí andaliga – sum fær okkum at føla okkum menniskjanslig eina løtu. Føði av tí slagnum, sum setir spurning við komformitetin, sum vit krógva okkum aftanfyri í gerandisdegnum.

Hava vit problemir, sópa vit tey inn undir tjúkka teppið av sjálvsnøktan. Tað eru hini – ikki vit – ið hava problemir, og vit elska at síggja og hoyra um problemini hjá hinum. Ja, vit beinleiðis dyrka tað! Valla slepst undan hesum, tá ið vit sjálvi liva eina problemfría tilveru, ella hvussu?

Men hví skal tað vera so kompliserað? sum vinmaðurin plagdi siga. Tað er jú hart og strævið at hava kvalifiseraðar meiningar um alt millum himmal og jørð, samstundis sum tú hevur avgjaldsterminir hangandi yvir tær, og rútakonvoluttarnir koma í jøvnum streymi á dyrnar millum øll tey fantastisku tilboðini, ið skulu gera tilveruna lættari, betri og effektivari.

Var ikki alt nógv lættari fyrr, tá ið hvítt var hvítt og svart var svart, sum vestmenningurin kvað? Nær hevur tú til dømis seinast havt mentalt yvirskot til veruliga at sett teg niður og notið eitt listarverk? Nær hevur tú seinast havt tíð at sett av í stressaða gerandisdegnum? Væntar tú veruliga framvegis at fáa tíð at lesa ”Ó”? Nei, ha?
Man tað ikki vera manglandi tíðin, sum ger, at vit ómettilig skræða søgurnar um problemini hjá hinum í okkum – hóast hesar sálarliga tómu kaloriurnar eru skótt gloymdar, tá ið zappað verður víðari gjøgnum tilverunnar stóra sjálvtøkuborð av hugmyndum, ímyndum, brotmyndum … Meini so við, hvør verður næsta stjørnan fyri eitt kvøld? Hvør er næsti landsmaðurin, sum hevur x-factor? Hvør verður næstur uppi á hetjupodium eftir lokið bragd? Hvør er hin næsti, ið, sum ólukkudýrini í vársins tjóðpallarsýning, ”Danny Crowe Show”, fremur fyrigyklað faðirmorð fyri sínar 15 minuttir í felagstilvitskuni?

Fyrr tá ið lívið av sonnum var eitt baks, og veruleikin var ein jammurdalur, fortaldu vit søgur, ið bóru fram móti eydnuni … tað undarliga er í roynd og veru, at vit billa okkum inn, at tað gera vit framvegis, tá ið vit ferð eftir ferð setast at hyggja eftir okkara yndis reality-show … við denti løgdum á liðin ”show” … here we are now, entertain us, I feel stupid and contagious …Mundi tað vera tað, ið modernistarnir ímyndaðu sær, tá ið teir í farnu øld gjørdu upp við teatur-traditiónirnar og settu sær fyri at vísa veruliga veruleikan? Mundi tað fylla tankarnar hjá Berthold Brecht og hansara líkum, tá ið teir settu sær fyri í sínum dramatiseringum at gera sítt ítarsta at endurspegla veruleikan? Bar tað yvirhøvur til at síggja fyri sær eina tilveru, har alt – pløggini á kroppinum, tankarnir í høvdinum og sansbari veruleikin rundan um okkum – kann setast saman sum best ber til?

Neyvan!

Men er strippið hjá føroysku Victoriu (við c!) so list? Nei, tað er tað ikki, sjálvt um hennara starvsfelagar handan Atlantshavið ikki fíra fyri at nevna seg sjálvar artists … strippan í sær sjálvum og sex-ídnaðurin sum so, er ikki list, tí her snýr tað seg ikki um at flyta tilvitskuna hjá fólki, men heldur um at læsa okkum øll føst í stereotýpur og samstundis skora kassan!

Berthold Brecht er hinvegin list!
Brecht er list, tí hansara tekstir geva okkum nakað, vit kunnu brúka í okkara egna lívi. Sangirnir hjá honum eru list, tí tónleikaskøldini – Kurt Veil, Hans Eisler og Paul Dessau – hava evnað til løg, ið skapa stemning og mana fram kenslur hjá lurtarunum, ið teir kunnu taka við sær út í ørkymlandi veruleikan. Pallseting og prýði eru í hesi sýning skorin inn á bein, so nakni – sannleikin, er so sterkt orð – veruleikin – er helst betur – stendur eftir, og frálíku framførslurnar hjá tón- og sjónleikarum ríka listarligu løtuna.

Tó at leikstjórin Sonja Kehler, ið uttan himpr kann kallast Brecht-expertur, lítillátin vil vera við, at sjónleikarar og leikstjórar ”ikki eru skapandi, men einans endurskapandi”, so eigur hon tøkk fyri í samstarvi við leikararnar í Grugg at hava lagt henda kraftmikla bita mitt á mentanarliga sjálvtøkuborðið, har uppskrýdd og pyntað einkisheit av tómum kalorium so mangan verður vald fram um góðsku – stuttligt kortini, at framleiðarar av lættisoppa tilfari so mangan skjóta seg inn undir frasuna, at teir bert ”geva fólki tað, tey vilja hava”, tí halda vit okkum til metaforin hjá Brecht um mat og moral og føra hann yvir á tey sjálvtøkuborð, vit av og á møta í veruliga lívinum, so kunnu vit spyrja, hví tað altíð er turra grindalykkjan og salta spikið, ið blívur uppi fyrst?

Er tað góðskan, ið ger tað? Ella er tað ókeypis atkomiligheitin til vælsmakkandi bitar mitt í allari yvirflóðini? Er tað góðskumeðvit, ella bert grammheit? Man tað vera so einfalt, sum sagt verður í lagi, ið fór í umfar í útvarpinum her fyri: Rúm er fyri tær/um tú rætta ljósið sær … ? Ella mugu vit røkka tindinum fyrst, áðrenn nakar leggur merki til okkara? Tí sum sagt verður í kanska kendasta sanginum hjá Brecht – Mackie Messer – sum kanska er betri kendur við enska heitinum ”Mack the Knife”:

Tey í ljósinum, tey sært tú … hini veitst tú einki um!

Strofan rungar fyri oyrunum, tá eg hetta kvøldið fari út í føroysku summarnáttina. Eg havi verið til enn eina frálíka sýning á Gamla Meiarínum.
– Eg havi fingið mettuna.
– Manga takk!

Bergur Rasmussen

ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGIN 2010

Listin ætlar sær á ólavsøkuframsýning, tá hon letur upp í dag klokkan tvey. Seinni kemur eitt ummæli her á listablogginum. Fyri fyrst kemur tíðindaskrivið, sum Listafelagið hevur almannakunngjørt í sambandi við ólavsøkuframsýningina:


Ólavsøkuframsýningin 2010
Toybil – tiðnar – tánar – ornar – bráðnar

Listafelag Føroya

í Listaskálanum, Listasavn Føroya

Aftur í ár hevur stórur áhugi verið fyri at senda inn til Ólavsøkurframsýningina. Nevndin í Listafelagnum hevur tikið móti langt oman fyri hundrað myndum og verkum undir yvirskriftini Toybil – tiðnar – tánar – ornar – bráðnar. Við á framsýningina eru 103 verk eftir 38 listafólk, 16 menn og 22 kvinnur. Fimm sýna á fyrsta sinni fram á Ólavsøkuframsýningini og tað saman við fleiri av fremstu listafólkum okkara. Framsýningin er á henda hátt framhald av gomlum siði, at leik og lærd, ung og tilkomin sýna fram lið um lið.

Verkini umfata olju- og akrylmálningar, tekningar, seymaðar myndir og standmyndir úr glasi og plasti, stáli, steini og pappíri. Á framsýningini eru tríggjar installatiónir – uppstillingar. Fyri fyrstu ferð eru fleiri sjónbandaverk á Ólavsøkuframsýningini. Ofta hevur verið fregnast eftir, nær føroysk listafólk fóru at nýta sjónbandið. Sjónbandaverk hava verið at sæð nú og tá, men nú kunnu vit kanska siga, at listafólkini hava tikið henda formin til sín.

Evnið Toybil hevur verið gott. Øll verkini nema við tað, summi beinleiðis og summi meira óbeinleiðis. Fleiri verk lýsa tilgongdina, tá ið kavi ella ísur tiðnar ella sipa til hesa og aðrar tilgongdir í náttúruni; nógv viðgera avleiddar tilgongdir eitt nú tað spírandi nýggja lívið eftir kulda; hvussu væntandi broytingar í hitalagnum fáa avleiðingar fyri bústaðirnir; uppstillingarnar lýsa gongd frá føstum til flótandi tilfar, hvussu tað flótandi ávirkar tað fasta og brigdi av tí; onkur verk vísa til vísindaligu og listaligu avbjóð­ingarnar, sum broytingar í náttúruni seta. Hetta eru listaligar viðmerkingar til viðurskifti í samtíð okkara, í náttúruni og í mentanini.


Listafólkini eru:

Amariel Norðoy

Annika Hansen

Arnold Vegghamar

Astrid Mouritsen

Ásla Rannvá Svensson

Bárður Dal Christiansen

Birgit Kirke

Durita Dam

Edward Fuglø

Eigil Lyngsø

Eli Smith

Erla Dal Mørch

Eyðun av Reyni

Harriet Poulsen Vágadal

Harry Knudsen

Hergerð Joensen

Ingi S. Jacobsen

Jákubina H. Hansson

Jákup Lervig

Jóhan Martin Christiansen

Johannes Nilssen

John av Reyni

Jonna Ljósá

Josias Matras

Jón Sonni Jensen

Jóna Birgit Nattestad Olsen

Jóna Rasmussen

Jóna Kristin Thomsen

Jórunn Dánialsdóttir

Lorine Pimenta Martins

Marianna Bjørgheim

Marianna Mørkøre

Marie Ravn Sørensen

Marjun Jóannesardóttir

Ole Wich
Ragnhild Dam

Rosa Birgitha Dal Christiansen

Torfinn Jacobsen

Tað er Listafelag Føroya, sum skipar fyri framsýningini, og framsýningin er í tí partinum av Listasavninum, sum var Listaskálin. Listafelagið bygdi Listaskálan, sum var fyrsta hús, ið var bygt til listaframsýningar burturav. Hann var tikin í nýtslu í februar 1970.

Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 14. Ólavsøkudagarnar báðar letur framsýningin aftur kl. 20. Eftir ólavsøku er framsýningin opin til sunnudagin 8. august: mánadag-fríggjadag kl. 10-17, leygar- og sunnudag kl. 14-17. Atgongumerkini kosta 50 kr., børn koma inn ókeypis. Atgongumerkið er eisini lutaseðil, vinningurin er eitt listaverk fyri 5.000 kr og verður drigin tann 8. august kl. 17.















Listafelagið



www.listafelag.fo

Friday, July 30, 2010

Ein filmur aftrat um Summarframsýningina 2010


Á MESS heimasíðuni ber nú til at síggja film nummar 2 í røðini av fimm stuttfilmum um myndir hjá Rannvá Kunoy, sum í løtuni hanga á Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum. Báðir filmarnir eru tveir minuttir til longdar. Tað er Bárður Eklund, sum í samstarvi við MESS, Klippfisk og Føroya Banka hevur framleitt filmarnar og teir báðir, sum eru komnir eru einfaldir, originalir, hugvekjandi og veruliga áhugaverdir. Hugskotsgrundarlagið er tað einfalda, at ymisk fólk hyggja at eini mynd og siga hvat tey síggja. Vit síggja ikki myndina, men bert andlitini hjá teimum filmaðu fólkunum. Av tí, at myndirnar hjá Rannvá Kunoy eru rættiliga minimalt málaðar og ógvuliga abstraktar, samstundis sum tær geva áskoðaranum eina rúgvu av assosiatiónum, er tað áhugavert at hoyra hvat hesi sera ymisku fólkini síggja í myndunum. Fleiri teirra tykjast greidliga ótrygg við støðuna og tað er ikki løgið, tí ikki er altíð lætt at seta orð uppá myndlist. Myndin, sum um ræður er ein heilt ljós mynd við heitinum Waitress Daisy Chain, sum vit endurgeva her. Vit á listablogginum gleða okkum til tann næsta filmin. http://www.mess.fo/sv/view/326

Thursday, July 29, 2010

Ólavsøkurøðan


Kulturpolitiske udmeldinger er sjældne. Politikere udtaler sig ofte lidt svævende om kunstens betydning for mennesket og for samfundet, men udtalelser der rækker videre end det lommefilosofiske hører vi stort set aldrig. I januar 2009 leverede vores kulturminister Helena Dam á Neystabø dog en udtalelse der er lidt ud over det sædvanlige. Hun sagde at kunstnere ikke kan organisere. Dette sagde hun i forbindelse med, at den nye bestyrelse for Mentanargrunnur Landsins blev sat med en jurist som formand. Siden er spørgsmålet om hvorvidt kunstnere og kunsteksperter skal have indflydelse på kunsten blevet diskuteret livligt. Ikke mindst i dette forår hvor forslaget om et Listaráð bemandet af eksperter blev lagt for tinget. I denne forbindelse lød det fra flere politiske partier at eksperter skal holde sig langt væk fra kunsten fordi eksperter åbenbart er nepotister per definition.

Tro mod holdningen i landstyret og i tinget udtalte borgmester Heðin Mortensen så her i sommer, at musikere ikke kan organisere. Byrådet havde besluttet at overtage Ólavsøkukonsertin, som ellers er et koncept som musikerne har udviklet. Denne sag blev også diskuteret livligt. Kunstnerne mente, at kommunen ikke bare burde skelne mellem dit og mit, men også mellem form og indhold og desuden respektere kunstnernes viden og håndhæve armslængdeprincippet. Politikerne mente lidt eller ingenting og fortsatte som om intet var hændt.

De to kulturelle spørgsmål som er blevet diskuteret i år, altså spørgsmålet om Listaráðið og spørgsmålet om Ólavsøkukonsertin, ligner hinanden til forveksling. Begge drejer de sig om manglende politisk respekt for dem som har viden om kunst, begge drejer de sig om armslængdeprincippet og begge drejer de sig helt banalt om svag eller manglende kulturpolitik. Her på Listin har vi i de seneste dage gennemgået de politiske partiers kultursyn og er nået frem til det kedelige resultat at ingen af partierne har fundet en sammenhængende og gennemskuelig model, som kan føre til store ændringer på det kulturpolitiske område.

Hvis vi starter med Sambandsflokkurin, må vi konstatere at deres enheds- og kontinuitetsopfattelse af verden og kunsten ikke kan bruges til kulturpolitik simpelthen fordi det tilhører en anden tid og handler om en type kunst, som ikke skabes i dag. Javnaðarflokkurins kultursyn er så tilpas abstrakt formuleret, at det godt kunne bruges til kulturpolitik. Problemet er bare, at partiets medlemmer tolker det så komplet forskelligt at det ikke kan bruges alligevel. Fólkaflokkurins kultursyn kan heller ikke bruges fordi der er en indre konflikt mellem partiets udtalte mistro mod kunstnere og kunsteksperter og deres vilje til at udnytte de kunstneriske ressourcer. Uden kunstnere og kunsteksperter er der ikke nogen der kan udnytte kunstens potentiale. Tjóðveldi præsenterer et pluralistisk kultursyn, som kunne have sine fordele, hvis partiet havde skelnet mellem de forskellige tilgange de benytter sig af. Men det gør de tilsyneladende ikke, og derfor vil deres kultursyn heller ikke føre langt kulturpolitisk Miðflokkurin har til gengæld et meget konkret kultursyn, men det synes umuligt at gennemføre en kulturpolitik ud fra deres autoritære holdninger uden samtidig at lave væsentlige ændringer i hele det demokratiske system. Endelig synes det svært at omforme Sjálvstýrisflokkurin nærmest socialistiske kultursyn til konkret politik. Ikke bare fordi partiet er borgerligt, men også fordi det lægger op til kulturel racisme og til at kunsten skal følge det offentliges interesser.

Og så er vi nået til Ólavsøkurøðan og nu skal man selvfølgelig være realistisk. Men man kunne måske forvente sig, at kernen i årets kulturpolitiske debat vil blive berørt, at nogle af de spørgsmål, som har optaget kulturlivet den seneste tid ville blive nævnt eller at der ville blive gjort et forsøg på at tegne en kulturpolitisk linje. Selv realister er skuffede for endnu i år fik vi en gang lommefilosofi om kultur, som ikke fortjener nærmere omtale. Men her er det:

”Harra formaður

Mentanin er grundvøllurin undir okkara samleika. Mentanin ríkar tilveruna, mennir skapanarevnini og skapar virði, ið ikki kunnu gerast upp í krónum og oyrum.

Samstarvið millum listafólk og okkara útbúgvingarskipan skal halda fram. Tað stimbrar tær skapandi lærugreinarnar í skúlaverkinum og mennir listafólkini. Ætlanin er at geva Mentanargrunninum størri mentanarpolitiskan leiklut, og at hann skal umsita fleiri stuðulsjáttanir. Á vári 2011 verður aðalorðaskifti um okkara framtíðar mentanarpolitikk.

Landsstýrið hevur varðveitt játtanina til úrvalsítróttina, sum er 600.000 kr., so at okkara fremstu ítróttarfólk fáa betri karmar at virka undir.

Nýtt málráð verður sett í komandi ári, og fyrireikingar til føroyska upphavsrættarlóg verða nú gjørdar. Public Service sáttmáli verður gjørdur við Kringvarpið, har m.a. dentur verður lagdur á tilfar til børn og ung á føroyskum, og deyvatulkingin verður styrkt.”

(IS)

Ljómandi Basquiat



THE RADIANT CHILD    Í hesum døgum verður ein nýggjur dokumentarfilmur um listamannin Jean-Michel Basquiat sýndur í nøkrum biografum í New York. Filmurin eitur The radiant child og er bygdur á eitt higartil ókent viðtal, sum Tamra Davis, ið ger film, men sum eisini var vinkona við Basquiat, gjørdi við listamannin stutt áðrenn hann doyði bert 27 ára gamal av einum yvirskamti av heroini. Jean-Michel Basquiat byrjaði sum graffittimálari, ella sum orðaskjáttan týðir orðið: veggjakrutlari, ið eftir at hann kom í samband við sentralar persónar innan listaumhvørvið í New York, gjørdist kendur listamaður m.a. av greinini um hann í altjóða listatíðarritinum Artforum, ið bar heitið The radiant child.


Fleiri av teimum ungu listafólkunum eru hugtikin av Basquiat, bæði av hansara lagnu og hansara myndum. Jean-Michel Basquiat er á so mangan hátt ímyndin av amerikanska dreyminum um tann fátæka, óskúlaða grafiffimálaran, sum reisir seg sum stjørna í listaheiminum áðrenn hann brádliga fellur aftur av rúsevnismisnýtsluni. Hansara ráa og samstundis coola, graffittikenda úttrykk rakaði beint í tíðarandan í fýrsunum, men var eisini ávirkað av aðrari list hjá eitt nú Picasso, Cy Twombly, Dubuffet og Rauschenberg. Hann samstarvaðist eisini við Andy Warhol, sum gjørdi felags verk saman við undurbarninum Basquiat. Nýggi dokumentarfilmurin um Jean-Michel Basquiat fer m.a. aftur á slóðina á viðtalinum, sum Paul Tschinkel og Marc Miller høvdu við unga listamannin í 1982, ið varð hildið at vera tað einasta filmaða viðtali við listamannin. Viðtalið er rættiliga kent og verður m.a. endurgivið í filminum hjá Julian Schnabel um Basquiat, har serligur dentur verður lagdur á tær pínligu løturnar, sum seriøsa samrøðan kanska heldur órættvíst er vorðin kend fyri. T.d. tá Miller endurgevur tað, sum ummælarar hava skrivað um Basquiat, at hansara verk eru merkt av eini primalari ekspressionismu. -"Like an ape? A primate?" spyr Basquiat og Miller stamar "Eg veit ikki" meðan Basquiat staðfestir "You said it, you said it.". Hesin parturin av orðaskiftinum tykist margháttligur í dag, men samrøðan er eyðvitað frá 1982, tá listin enn ikki var eins multietnisk og hon er í dag. Her á Listablogginum gleða vit okkum til at síggja nýggja dokumentarfilmin, tá hann kemur út á dvd og verður hann sýndur í biografinum her í Havn, ja so svíma vit av gleða.

Wednesday, July 28, 2010

Ólavsøkukantatuhugleiðing


Tey orðini sum leitaðu eftir nýggjum landi...

Tað var Rói Patursson, ið skrivaði kendu yrkingina um orðini, sum leitaðu eftir nýggjum landi, sum kanska serliga kórsangarar kenna væl frá framúr góða kórverkinum hjá Bjarna Restorff. Yrkingin Orðini í nú klassiska yrkingasavninum Líkasum kom mær til hugs nú ein dagin vit vóru til ólavsøkukórvenjing í Læraraskúlahøllini.


Ólavsøkudag fer tað stóra ólavsøkukórið undir leiðslu av Ólavi Hátún at syngja undir tinghúsinum eins og kórið plagar á hvørjari Ólavsøku. Av tí, at 80 ár eru liðin síðani tann gamla Ólavsøkukantatan hjá J.Waagstein og E.Mitens varð gjørd, verður hon framførd á Ólavsøku í ár, men ikki man hetta vera fyrsta ferðin, hon verður endurtikin síðan frumframførsluna í 1930. Eg havi ikki tal fyri hvussu nógvar ferðir, hon er framførd, men rættiliga ofta, tí nú vit sita og venja úti í Læraraskúlahøllini, havi eg eina løgna deja vu kenslu, meðan eg komi í tankar um gamlar dagar og deyð fólk. Teir flestu av trúgvu kórsangarunum tykjast serstakliga væl foreintir við, at tað nú er "tann veruliga" Ólavsøkukantatan, ið verður framførd í ár, tí hon er so virðilig og ólavsøkuslig, men progressiv tesk hoyrast eisini frá teimum, ið eru um at kvælast av tí museala í hesi okkara ævigu fagnan og endurtøku av tí, sum gamalt er.

Hugtakið kantata kemur av italska (latínska) orðinum cantare (at syngja) og verður í orðabókini lýst sum eitt kórverk við solorøddum og orkesturfylgispæli. Søguliga hevur kantatan sum tónleikaslag verið til síðan 17.øld í Italia, tá kantaturnar vóru bæði verðsligar og kirkjuligar. Um tú googlar orðið á internetinum, er Johann Sebastian Bach ein greiður frontfigurur innan hetta tónleikaslagið við sínum mongu, kendu kirkjukantatum, men seinni eru fleiri dømi um kantatur, ið eru gjørdar til at fagna eitt nú verðsligum bygningum og gleðiligum hendingum sum heild.


Fleiri nýggjar áhugaverdar ólavsøkukantatur fylgdu í kjalarvørrinum á túsundárahaldinum, tá Kórsamband Føroya skipaði fyri kapping um at gera eina nýggja ólavsøkukantatu og fyri 100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommuni gjørdi Sunleif Rasmussen framúrskarandi ólavsøkukantatuna 2009, sum undir miklum ramasjangi varð frumframførd við solistum, kóri, kvøðarum Ólavsøkudag í fjør. Á heimasíðu Tórshavnar Kommunu lýsti Sunleif kantatuna á henda hátt: - Ætlanin er at samnantvinna fortíð og nútíð í eina tónleikaframførslu, ið fevnir um kórsang, kingosang, kvøðing, messingblásarar, solosang, elgittar, percussion og elektrontónleik. Kór, solosangarar, elgittar, percussion og dirigentur standa á vøllinum. Kvæðabólkur dansar í Gamla Kommunuskúlagarði og kingobólkurin úr Tjørnuvík syngur millum Apotekið og Bókahandilin. Tveir trombonleikarar standa á takinum á gamla Apotekinum, tvær trompetir blása úr báðum vindeygunum á Tinghúsloftinum og tvey horn úr vindeygunum á Býráðsloftinum. Samstundis streymar elektroniskur tónleikur úr seks sourroundhátalarum runt alt økið á Vaglinum - Onkrar broytingar vóru helst gjørdar, m.a. stóð elgittarspælarin uppi í tinghúsinum og tað bæði riggaði og ljóðaði stak væl. Tekstirnar høvdu ávíkavist Sólrun Michelsen, Carl Jóhan Jensen og Oddfríður M.Rasmussen skrivað:

Kantatusálmur

sólin rísur roðin litar
fjallalíð og hjartað hitar
sum í kulda ringdi seg
víkið burtur syndadreymar
flótið inn tit gleðisstreymar
harrin sendir á mín veg


fylgjast báðar sorgin gleðin
eingin kennir tíman vegin
hvør og ein má knossa sítt
fekk eg bjálka tungan sendan
harrin bar tó tyngra endan
varnaðist tað hjarta mítt

einki kann eg lata aftur
takki bara hjartans lættur
fyri ljós har myrkrið lá
um tú tørv og trongd mær linnar
signar tann mítt hjarta ynnar
hvat kann meir eg tráa tá


tíðin máar ungdómsstyrki
valdið stórt og vísdómsyrki
sama veg sum blóman fer
men tí fyri synd tín deyði
skuldargoymslu oydna legði
ævinleikin fyri er


Sólrún Michelsen




Føroya Kvæði

Öldirnar liðu um oyðin lond
-alvaldið sat í ráðagerðum-
løgdu grundir í klakabond
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Jörðin skapast dag frá degi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvør minsta ögn í hvørjum vegi
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Kyknaðu oyggjar undan jøklum
-alvaldið sat í ráðagerðum-
lívið kreyp í sálleysum krøklum
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Við hondum so smátt og við eldi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
kom samvit loksins til skil og veldir
-hvat ið so stendst av mannaávum-


stríddist tjóð undir stjörnufjöld
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við haka, við snøri hálvtólvta öld
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Veður sær ráddu og maktin við
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við fátækt og trúgv bant fólkið frið
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Onnur kom tíð við skipum og troli
-alvaldið sat í ráðagerðum-
vælferð, sum samdist illa við tolið
-hvat ið so stendst av mannaávum-


Um høg eru keyp, sama er veldið
-alvaldið sat í ráðagerðum-
maktin røkkur frá toski til teldu
-hvat ið so stendst av mannaávum-


So land, tú alskjarra, randhvíta flagd
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvar er tín framtíð, hvar er tín frægd?
-hvat ið so stendst av mannaávum-


(Carl Jóhan Jensen)


Reystur var andin
sum logan birti.
Kveiktur varð sangur
sum mælið styrkti.

Reystur var andin
sum bergið herdi.
Hvassur var pennur
sum málið telgdi.


Reystur var andin
sum streymin beindi.
Læstur varð ringur
sum brýndi landið.


Reystur er andin
sum byggir tjóð.
Hugur sum førkar
og skapar samljóð.


(Ein av trimum yrkingum hjá Oddfríði Marna Rasmussen)

Meðan tónleikurin og heildarupplivingin av kantatuni hjá Sunleifi Rasmussen tóktist rættiliga modernað ella postmodernað í tilvitaðu samanrenningini millum tað gamla og tað nýggja, kendust tekstirnir meira hevdbundnir og hátíðarliga hetjuligir við rimmarføstum stevi, allahanda rími og náttúrumyndum. Men hóast orðini kundu tykjast gamaldags, var talan hóast alt um samtíðarlist við nýggjum tekstum og tónum, sum varð borðreidd fyri tjóðini á Ólavsøku í fjør og sjálvt um vit sjálvandi ikki kunnu vænta okkum nýggjar kantatur á hvørjum ári, hevur tað stóran týdning fyri áhaldandi menningina av okkara listahugsjónum og av mentanini sum heild, at vit tora at satsa uppá samtíðarlistina. Tí er vónin, at ólavsøkukórið næsta ár, umframt føstu skránna við kvøðuni hjá Pól F til Tórshavn umframt tjóðsangin, fer at framføra nýggjar sangir afturvið nýggjari orðum og ongantíð betur um orðini verða spildurnýggj og ikki áður søgd ella sungin, men inntil tá havi eg eitt sindur tilvildarliga á hyllini aftan fyri meg funnið fram nakrar yrkingar, sum kundu roynst góðir ólavsøkusangir:




stóð tú á vaglinum


og bíðaði eftir


eini fløsku kalt leygarkvøld






stóð tú í frosti


og hugdi eftir kavaflykrunum ið


komu niður av


himni eins og fleiri


túsund fallskíggjahermenn






stóð tú og gløddi yvir at standmyndini


av effersøe sum í mong


harrans ár hevur staðið


og gløtt eftir bókahandlinum


sum gamal drongur eftir kvinnulørum






og stóð tú sjálvur


á vaglinum stívfrystur


sum ein gløandi


standmynd



(Tóroddur Poulsen: Botnfall)






Meg droymdi ein dreym
um ein annan dreym.
Onkur drap seg upp úr lívinum.
Sang
at nú var alt av og á.
Enn eitt orð brast inni í mær.
Eg eri altíð á veg heim
tá tú tyggir mínar ballónir Harri.

(Tóroddur Poulsen:Villvísi)





Eg eri ein føroyskur nasjonalistur.


Undir fótunum túsund ára bonska heimlandið,


millum fingrarnar pennurin,


í munnklovanum ein sigarett og ein skón av tugdum orðum,


og eg havi ongar ætlanir um at stinga í sekkin.



Eg eri ein føroyskur nasjonalistur,


og tað sum pínir,


er at føroyingar sjálvir tola ikki gronina á sínum


frælsu landsmonnum.


Vit stórtrívast sum ein landafrøðilig bagatell.


Okkum dámar at halda veitslu í nassaraklæðum.


vit hava ikki brúsandi blóð í øðrunum.


Vit eru ikki tann serstaka tjóð, sum Pól F. yrkti um.


Eitt gosfjall býr í hvørjum føroyingi.


Tað dukar í dreyminum,


men tað brýtur ikki út í sang ella út í máttmikla klagu.


Tað slær bakk.


Okkara undirskrift er vindur og ein skón av lorti.



Eg eri ein føroyskur nasjonalistur,


og mær dámar ikki, at okkara land meir og meir fær


dámin av nipsi.


Eg vil heldur hava samanbrest


enn uttanumtos,


eri altíð á varðhaldi, tá orðini vaksa ov langt burtur


úr hondunum.


Lívið kennir heldur onga ávísa meining,


lívið veit bara um styttri og longri fyribilsloysnir.


Kortini dámar mær ikki, at vit enda sum sýnislutir uppi á


hillini, har kvæðakempurnar, tjóðarhetjurnar og


aðrir amatørgudar halda til.



Í 53 var eg fyrstu ferð noyddur at stinga í sekkin.


Tekjan á mínum lítla kvisti var úr húð


Ein klokka av kjøti sló trygt við høvdið.


Loyniliga trappan gekk oman í trussurnar hjá mammu.


Men tá eg meir og minni heilskapaður fekk skorað meg


út úr mammuhúsinum,


á Harragud,


tá slapp eg framat tí rundasta og sælasta borðinum í verðini.


Hvørt tjóðveldið Føroyar verður eitt líka deiligt borð,


ber til at droyma um




Eg eri ein føroyskur nasjonalistur;


royni at reka úr sálini hjálanda tvílyndið,


hesa sótt, sum í góðum tíðum kann gera eitt heilt fólk til


politiskar ábyrgdarloysingar


og til gremjandi vesalingar í vána tíðum.


Tey deyðu hava sína klógv í okkara nakka.


Vit elta foyruna, tey gróvu við síni tummilfingranegl,


fylgja teirra lógum,


syngja teirra sangir,


elska og hata tað, sum tey elskaðu og hataðu.


Vit eru stýrd eftir eini kumpass, full av forfedranna


stykni og alski.


Vit hálova Magnus Heinasyni,


men fyrst og fremst, tí danir fingu hann hálshøgdan í 1589.


At onki gull skínur í Føroyum, sum er eldri enn 1813,


er tí forfedrarnir skravaðu sínar kistubotnar


og saman við øðrum tegnum rindaðu danska kríggskuld.


Eg havi flestu neurosurnar, sum finnast


í politisku læknabókunum.


Men hetta merkir ikki, at eg beri nakað ynski um at spreingja


brúna um Stóra Belt í luftina


ella hava skalpin hjá hennara Hátign hangandi á einum


nagla í mínum hjalli.



Eg eri ein føroyskur nasjonalistur,


og tað eru hatskar løtur, tá ein ynskir óeydnu yvir tað


fólkaslagið, sum eyðmýkti og rændi okkum í 1992.


Men tað einasta, sum veruliga kastar nakað av sær


og sum eg innast inni havi álit á,


er hitt dagliga vakra stríðið fyri tilveruni.


Haðani stavar dreymurin um tjóðveldið Føroyar,


og haðani stava míni orð.



(Jóanes Nielsen: Pentur)








tað var ein fagran
nei
tað var tað kortini ikki
veitst tú
veturin
nei heystið
var akkurát komið
ferming og fjallgonga
og súkklurnar stóðu í sínum skúrum
hóast tær væl kundu staðið úti í turrveðrinum
og eingir tjóvar vóru har umleiðir
og nú heystið var komið
ella hvussu
og tað var eitt sindur kalt sært tú
kortini vóru ikki so nógvar súkklur
har í bygdini tá í tíðini
men hyggur tú ígjøgnum meg
sært tú eina aðra bygd
ja
kanska ein bý
og tú hoyrir manskórið syngja lovsangir gjøgnum nøsina
um bjarging tjóðarinnar
so grasið rodnar
og fjøllini fara at sveitta av skomm
og rokaligum rósi
nei tú
gott er at eingin súkklar longur ella stjelur
komið heldur í okkara nýggju kirkju
og eygleiðið altartalvuna:
gerið so væl
her hava tit mítt høvd
segði listamaðurin undir avdúkanini
: men fatið fáa tit ikki
tað skal eg sjálvur hava
at spegla mær í
og vit kneppa jakkarnar
ið kenna sín gamla lit aftur
og vit fara niðaná
meðan vatnið ljóðar
sum um onkur hevur drukkið av tí


(Tóroddur Poulsen: Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí)



Mjørki, eg síggi teg koma
mær ímóti -
kínandi mjúkt
holdi mínum.
Eitt sindur syrgin
tú syngur,
men smíl títt ta váta,
er so blítt so blítt!

Hví glógva gyltir steinar
í eygum tínum? 
Hví er hond tín køld? 
Hví er hon grá?
Um hjarta títt er sovnað,
um blóð títt er stirðnað,
sveima tá við mær,
tú rekandi tám.

Tak um meg, tá svalandi.
Kom - saman skulu vit 
fylla náttina - ta svørtu -
til hon aftur tónar
á spentum streingjum
- og rodnar -
tá ið hon tveitir hamin.

(Guðrið Helmsdal: Lýtt lot)


Merkið sveiggjar sexut

í vindinum í morgun
sum ein deilig dulla
oman eftir Varðagøtu.

(Tóroddur Poulsen: Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenezer)

Politiski áhugin í tónleikatiltøkum


Leivur Thomsen, tónleikari og skattaborgari

Ólavsøka er, og býráðið nýtir nú av álvara høvið at profilera seg og vísa, hvussu man rekur kommunalpolitikk - at karmarnir veruliga eru settir, at Ólavsøkan loksins er fólkslig og fyri øll. Ella er hon nú tað....?

Tórshavnar Býráð er farið er undir at gera eitt nýtt "heildarkonsept" fyri Ólavsøkuna, og Ólavsøkukonsertin skal vera partur av hesum konsepti. Býráðið sigur, at konsertin undanfarin ár hevur

Tuesday, July 27, 2010

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna: Sjálvstýrisflokkurin


Seinasti flokkurin er Sjálvstýrisflokkurin.

Í stevnuskrá sjálvstýrisflokksins stendur millum annað, at ”ansurin fyri listini skal mennast” og at ”søvn verða skipað soleiðis, at tey kunnu veita øllum borgarum holla og dygga tænastu”. Her verður sagt týðiliga, at mentanin er til fyri fólkið í landinum. Sjálvt um sjálvstýrisflokkurin er ein borgarligur flokkur, ber væl til at samanbera mentanáskoðan sjálvstýrisflokksins við eina klassiska sosialistiska mentanaráskoðan. Sosialistiska mentanáskoðanin brúkar orð sum mentanarkapital, mentanin er ein vælferðarágóði, sum kann føra til dýpd, upplýsing og vitan. Mentan er tískil lívsgóðska, eitt slag av yvirbygningi í samfelagnum og eitt alternativt slag av ríkidømi.

Men sjálvstýrisflokkurin leggur eisini stóran dent á, at mentanin hevur tjóðarskaparligt virði. Og eisini her ber til at samanbera við sosialistisku mentanaráskoðanina, har eitt annað fyribrigdi er mentanarsamleiki. Mentanin er í hesum sambandi alt tað, sum vit eru felags um. Mentanin gevur okkum tryggleika, samanhang, felagsfatan og í mentanini møta vit “okkara egnu”. Sosialistiski sjónarringurin er tó ikki fullfíggjaður í stevnumiðum sjálvsstýrisflokksins. Umframt ímyndina av mentanarkapitialinum, sum gevur fólkinum førleika at luttaka í fólkaræðinum fyri á tann hátt at røkka javna og brøðralagi og ímyndina um mentanarsamleikan, sum gevur okkum felagsfatan, so inniheldur sosialistiska mentanaráskoðanin eisini ein part um mentanar avbjóðingina, sum gevur mótspæl og andglett ella bart út frælsi. Sjálvandi ber til ikki at finnast at einum borgarligum flokki fyri ikki at hava seinasta part av sosialistisku mentanaráskoðani við í sínum stevnumiðum. Men tað er ikki órættvíst at finnast at flokksins mentanaráskoðan, tí hon hevur nógvar vandar við sær. Hugskotið um mentanarkapital kann merkja, at listin verður tvingað at fylgja almennum áhugamálum og hugskotið um mentanarsamleika kann hava mentanarliga rasismu við sær.

http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={B7C5E605-AE83-4DE7-99F0-5DAECC7412DD}

(IS)

Trívist og mennist í Glasgow School of Art


Silja Strøm
Beint nú er hásesong hjá skipaða letinum í hesum tíðarskeiði, sum vit nevna summarfrítíð. Men meðan eg og tú durva í liggi- og lenistólum, arbeiðir listin støðugt og miðvíst fram móti teimum mongu komandi listaframsýningunum. Yrkislistafólkini lata upp ta sættu Heystframsýningin í september, traditiónsríka Ólavsøkuframsýningin verður at síggja hvørja løtu og 13.august hava tey ungu INNRÁS í Müllers, har m.a. Silja Strøm fer at sýna fram sínar nýggjastu myndir.

Silja Strøm (f.1987) hevur á fleiri framsýningum víst seg sum eina av okkara klárastu ungu listarøddum. Í løtuni er hon á Kypros í summarskúla, ið er knýttur afturat Cypros' Academie of Art. Tey arbeiða frá klokkan 7 - 11 á morgni, síðan er siesta frá 11 til 19 tá tey aftur fara til verka, so væntandi kemur væl burturúr tí nógva arbeiðnum. Fyrr í ár fekk Silja gávugóðsið úr grunni Thorvalds Poulsens av Steinum, sum verður latið einum ungum listafólki, ið hevur víst hegni og hug at útbúgva seg og hetta kunnu vit longu staðfesta, at Silja veruliga livir upp til.


Silja Strøm hevur við evnaríkum tekningum luttikið á Ólavsøkuframsýning, og í 2008 hevði hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har áskoðarin veruliga hómaði umhvarvið av einum komandi listafólki. Í 2007 byrjaði Silja hægri listarliga útbúgving á The Glasgow School of Art, og seinasta heyst var hon so heppin at sleppa at vera gestalesandi á Akademie der bildenden Künste í Wien. Hon hevur eisini luttikið á fleiri framsýningum á

Ólavsøkukonsertin

Nógv hevur verið kjakast um avgerð Tórshavnar Kommunu at yvirtaka Ólavsøkukonsertina og at kommunan við hesi ognartøku ikki heldur armslongdarmeginregluna. Úttalilsið í Dimmalætting hjá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, at tónleikarar skulu halda seg til at spæla tónleik, meðan onnur skulu taka sær av fyriskipan, er keðiligt dømi um vantandi virðing fyri serkunnleikanum og fyri listini og tað er í grundini óskiljandi, at Heðin Mortensen ikki enn hevur tikið hesi orð aftur. Men tað fer hann kanska at gera, tá hann lesur skilagóða lesararbrævið hjá Jóhannesi á Rógvu, tónleikara og fyriskipara og formanni í Futt, sum vit hava fingið loyvi at endurgeva her á listablogginum.





Søgan um eina ognartikna konsert

Fyrst stjelur hon konseptið. Síðani niðurger hon tey, ið hava skapt konseptið.

Vælkomin til Tórshavnar Kommunu og ólavsøkukonsertina 2010 Verður trúttað nóg ofta niður í teg , at tú er óvitandi, ódugnaligur – ja enntá andstyggiligur – er sannlíkt, at tú fyrr ella seinni fer at trúgva hesum. ”Ein lygn, søgd nóg ofta, gerst sannleiki” er kommunisturin Lenin endurgivin fyri at siga, og faðirin at modernaðari sálarfrøði

Monday, July 26, 2010

Gaman og álvara


Heilt nógv fólk høvdu leitað sær til yrkingatiltakið, ið var fyriskipað í Sirkus í Vágsbotni nú leygarkvøldið fyri Ólavsøku við upplestri av Sissal Kampmann, Ludvík Breckmann, og donsku poetry slam meistarunum Lasse Thorning og Thorkil Jacobsen, umframt Carl Jóhan Jensen, ið las yrkingar at enda á hesum tiltaki, sum var á leið ein tíma til longdar. Sissal Kampmann las úr seinasta Vencili, meðan Ludvík las úr sínum

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna: Miðflokkurin



Vit eru nú komin til Miðflokkin.

Í stevnuskrá miðfloksins stendur millum annað, at ”Mentunnarpolitikkurin eigur at verða rikin samsvarandi kristna grundstøðinum”, at ”flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan” og at ”Niðanfyri endurgivnu orð Paulusar í brævinum til tey kristnu í Filippi vilja til allar tíðir vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!"”.

Til ber at kalla miðfloksins mentanaáskoðan fyri autoritera ella dogmatiska. Tað finnst ein endaligur sannleiki, í hesum føri er hann lýstur í bíbliuni, og uttan spurningar ella atfinningar er hetta flokksins sannleiki. Hendan mentanaráskoðan hevur tann fyrimun, at hon viðførir ein púra greiðan mentanarpolitikk, og at tað er lætt at siga, hvat flokkurin fer at halda um ymiskar mentanarliga spurningar. Vansin við hesi áskoðan er, at hon er løst rimmarføst og flytur seg ikki av staðnum. Hetta er ein áskoðan sum hoyrir einum heilt øðrum heimi til – kanska heiminum undan ídnaðarkollveltini, har heimurin í størri mun hevði felags virði og felags normar. Mentan er nakað, sum er til í óbroytiligum líki, og ikki nakað sum mennist, endurskapast og broytist. Men tá vit ikki liva í tíðini undan ídnaðarkollveltinini, har virðini og normarnir vóru felags, so eru tað altíð ein minniluti, sum við fullum huga boyggir seg fyri tí kodeksi, sum Miðflokkurin umboðar. Tí er neyðugt við sensuri um mentanarpolitikkur Miðfloksins skal fremjast í verki.

http://www.midflokkurin.fo/default.asp?menu=152

(IS)

Sunday, July 25, 2010

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna: Tjóðveldi


Í gjøgnumgongdini av mentanarhugsjónum politisku flokkana eru vit nú komin til Tjóðveldi, sum er flokkurin við tí mest kompleksu mentanarhugsjónini við tað, at hon bæði er refleksiv, eliter og populistisk.

Hon er refleksiv, tí hon partvíst gongur út uppá at knýta mentan og samleika saman. Hesir lutir spegla hvønnannan og tað skilst, at vit gjøgnum list kunnu skapa samleika og gjøgnum samleika kunnu skapa list. Listahugsjónin er eisini eliter orsakað av teirri lutfalsligu høgu raðfesting, sum hetta økið hevur fyri

Ruth Smith Savnið


Ruth Smith savnið í Vági veitir tí vitjandi eina poetiska, djúpa og einastandandi fína uppliving. Framsýningarhølið er ikki stórt, men tað er listin og tað tykist mær ógjørligt ikki at gerast bæði ovfarin, hugtikin og ørkymlað á hesum listasavninum. Tí verkini hjá Ruth Smith eru stødd onkrastaðni í millum har, tað er allarmest leikandi lætt og har tað er truplast. Hon nertir tað, sum er allarmest kensluborið og pínufult og tað, sum er allarmest lívsjáttandi. Á ein hátt drálandi og samstundis púra ivaleys førkar listakvinnan seg frameftir á eggini til djúpasta dýpi meðan hon javnvigar við eini neyvleika, sum er ómetaliga sjáldsamur og vakur. Hvørt penslastrok merkir sálina, men hetta eru merki, sum øll mennisku áttu at fingið sær.

Saturday, July 24, 2010

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna: Fólkaflokkurin

Í okkara gjøgnumgongd av mentanarhugsjónum politisku flokkanna eru vit komin til Fólkaflokkin.

Í stevnuskrá Fólkafloksins stendur, at mentanarskapandi virksemi eigur at fáa best sømulig kor, soleiðis at tey, ið skapa mentanarvirði, hava góðar arbeiðsumstøður. Somuleiðis verður skipað fyri, at fólk eftir áhuga fáa lut í hesum virðum. Hetta má sigast at vera greið tala og góður konservativur politikkur - samfelagið skal síggja til, at einki er til hindurs fyri, at nøkur skapa virði og at nøkur fáa lut í hesum virðum. Hóskandi verður henda mentanarhugsjón kallað konservativ, tí ein konservativ mentanarhugsjón gongur heilt einfalt út uppá ikki at missa virði.

Av hesi orsøk snúgva fleiri av greinunum, sum limir Fólkafloksins hava skrivað um mentan, rætt og slætt um at gagnnýta verandi tilfeingi, eins og fleiri teirra tykjast hava stikni til tilfeingismissin, sum á ein hátt hendir, tá listafólk liva av almennum stuðuli. Ein limur í Fólkaflokkinum, Jógvan á Lakjuni, sum helst er ein av týdningarmiklastu mentanarprofilum floksins er helst mest kendur fyri sítt úttalilsi um, at "alt er list". Men hetta skal neyvan síggjast sum ein avantgardistisk fatan av list sum nakað, ið kann kykna óvæntað og burtur úr øllum møguligum tilfari, men meira sum ein uppgerð móti mentaninar útihýsandi lyndi og sum ein uppgerð við smakkdómarar. Sambært hesi hugsjón skulu ta ikki vera serfrøðingar, ið avgera hvussu listin skal skipast og tí er Jógvan á Lakjuni Fólkafloksins vegna ímóti, at yrkisfólk sita í nevndum, stovnum og stjórnum, har avgerðir verða tiknar um listina. Ein tílík mentanarhugsjón verður onkuntíð nevnd demokratisk, tí hon leggur upp til, at fjøldin skal avgera, men hóskar væl við konservativu mentanarhugsjónina, har miðað verður í móti, at bera seg undan óneyðugum útreiðslunum, sum serfrøðingar kosta. Trupulleikin við hesi mentanarhugsjónini er, at listin í sær sjálvum er ósambærilig við demokrati.

http://folkaflokkurin.fo/xa.asp?fnk=grn&bnr=2&unr=5&gnr=1

(IS)

Tónleikapallurin er ikki pallurin hjá politikarum


Tað er púra burturvið, at politikarar í Tórshavnar kommunu taka ræðið av tónleikafelagnum FUTT, tí teir sjálvir meta, at áðurhildnu konsertirnar ikki eru nóg góðar… fyri síðani at sjálvir skipa fyri konsertini.

Hetta er skeiv mannagongd hjá Tórshavnar Kommunu og vísir hetta enn einaferð, hvussu lítla virðing teir hava

Friday, July 23, 2010

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna: Javnaðarflokkurin


Tað stundar sum kunnugt til Ólavsøku og Løgtingið fer skjótt aftur til arbeiðis. Ásannandi, at politiska skipanin hevur sína stóru ávirkan á hvussu listin trívist, eru vit farnar í gongd við at viðgera mentanarhugsjónirnar hjá politisku flokkunum, sum tær eitt nú eru lýstar í teirra stevnuskráum. Vit byrjaðu við Sambandsflokkinum og halda nú fram við Javnaðarflokkinum.


Í stevnuskrá Javnaðarfloksins stendur, at ein av grundáskoðanum floksins er at hava ”frælsi at menna skapandi evni”. Í eini viðmerking til Ólavsøkurøðuna 2009 greiðir John Johannessen frá hvat hetta merkir. Hann skrivar m.a., at ”vit skulu skapa rúm, sum eru frístøð hjá okkum øllum, rúm sum eru gróðrarbotnurin fyri teimum tankum og hugskotum, meiningum og lívsáskoðanum, sum eru grundarlagið

Skeið í Poetry Slam á Háskúlanum










Poetry Slam á Ólavsøku







Í døgunum 25, 26 og 27 juli fara danmarksmeistararnir í poetry slam, Lasse Thorning og Thorkild Jacobsen at hava skeið á Føroya fólkaháskúla.

Hvat er so poetry slam? Poetry slam er ein yrkingaformur, sum krevur, at yrkingin verður framførd á ein ávísan hátt. Reglurnar eru hesar:

Listahugleiðingar í nýggjum stuttfilmi


Á heimasíðuni hjá MESS sæst í løtuni ein serstakliga áhugaverdur stuttfilmur, ið tekur støði í nýggju myndunum hjá Rannva Kunoy, ið eru á Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum. Filmurin portretterar nógv sera ymisk kend og ókend fólk, sum ein og ein greiða frá teirra upplivingum av eini mynd hjá Rannva Kunoy. Filmurin er soleiðis framleiddur, at áskoðarin ikki sær avvarðandi myndina, men bara fólk, ið hyggja og umrøða myndina. Og tey síggja nógv ymiskt. Ein smádrongur sær eldflugur í myrkri og ein kvinna tosar um mjørka, meðan onkur kennir seg at vera út av fokus. Hetta er ein stuttligur, einfaldur, originalur og hugvekjandi filmur, sum Bárður Eklund hevur framleitt og sum er tann fyrsti av fimm stuttfilmum, sum eru framleiddir í sambandi við framsýningina hjá Ranva Kunoy í samstarvi millum MESS, Klippfisk og Føroya Banka. Síggið filmin á heimasíðuni hjá MESS her: http://www.mess.fo/sv/view/325
(KP)

Thursday, July 22, 2010

Barbara í Berlin






Barbara í Gongini er fyri stuttum heimkomin úr Berlin har hon við sermerktu klæðum sínum hevur luttikið á Berlin Fashion Week við eini sonevndari show case framsýning í Black Box Theatre í Berlin.

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna - Sambandsflokkurin


Tað er ikki romantikkur at halda uppá, at listin er sín egna. List í einum ella øðrum skapi hevur altíð verið her og fer altíða at vera her. Útbreiðslan av listini, hennara menning og trivnaður er treytað av øðrum enn listini sjálvari - ikki minst av politisku skipanini. Tí eru vit farin í holtur við at viðgera mentanarhugsjónirnar hjá politisku flokkunum, sum tær eitt nú eru lýstar í teirra stevnuskráum. Vit byrja við Sambandsflokkinum.

Í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at flokkurin arbeiðir fyri at stuðla og menna føroyska mentan og andslív eins og hann arbeiðir fyri, at føroyingar gerast kunnigir við danska og útlendska mentan og andslív.

Wednesday, July 21, 2010

Listin politiskt stýrd?

Áhugavert at lesa á http://www.dimma.fo/ í dag úr grein hjá Georg L.Samuelsen, ið endurgevur borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen fyri at siga: "Tónleikarar skulu gera tað, sum teir duga best, nevniliga spæla tónleik. So kunnu onnur skapa karmar og skipa fyri konsertum, tí tað duga tey betur". Víðari greiðir Georg soleiðis frá: "Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú kommunan hevur yvirtikið ólavsøkukonsertina frá Futt. Men hann leggur tó eisini dent á, at aðrar grundgevingar eru fyri, at kommunan skal fyriskipa konsertina í ár. Millum annað er av týdningi, at øll ólavsøkan verður samskipað, eisini tónleikatiltøkini, sum í ár vera á fleiri pallum...". Eg skal als ikki siga meg ósamdan í, at ólavsøkukonsertin kann skipast betri enn hon hevur verið skipað onnur ár, tí hetta kann væl vera. Allíkavæl er okkurt, ið skurrar við útsøgn borgarstjórans, sum hevur prinsipiellan áhuga fyri allar listaáhugaðar og demokratiskt áhugaðar Havnarborgarar.

Listafólkatema: Arnold Vegghamar (3)

Arnold Vegghamar á ”Gallarí Oyggin”



Hugskotið hjá modernismuni um listasavnið og framsýningarrúmið sum eina hvíta boks, kann tykjast eitt sindur keðiligt.

Men fyrimunurin er sjálvandi, at tað er lættari at síggja listina og ikki órógvast av ymsum fremmandum í rúminum.

Gallarí Oyggin er ikki keðiligt, men tú mást gera tær ómak fyri ikki at órógvast av øllum møguligum hugfloygdum hugskotum í framsýningarrúminum. Men Arnhold Vegghamar er ein listamaður, sum trokar seg frammum – sjálvt tey truplastu støðini. Hansara verk eru so sterk, at tey ikki lata nakað annað køva seg.

http://heima.olivant.fo/~lyset/

Tuesday, July 20, 2010

Listafólkatema: Arnold Vegghamar (2)


Listin er í Suðuroy og hevur m.a. vitjað framsýningina hjá Arnoldi Vegghamar í Gallarí Oyggin. Í hesum sambandi hava vit hesa vikuna eitt listafólkatema um serstaka listamannin á Viðareiði, Arnold Vegghamar. Meðan vit gleða okkum til eina feska myndafrásøgn frá framsýning Vegghamars í Suðuroy, kemur fyri fyrst áhugaverd grein um listamanninun úr bókini Livandi List:

Tú fært eina sterka uppliving, tá tú stendur framman fyri eini mynd hjá Arnoldi Vegghamar (1937). Í fyrsta umfari kemur henda sinnisliga ávirkanin av teimum stuttu, skjótu penslastrokunum og sterku litunum, tí myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar hava eitt sera sterkt úttrykk og nógva orku. Listamaðurin gevur ta ógvusligu ávirkan, ið náttúran hevur á hann, víðari á ein so beinleiðis hátt, at vit kenna tað ógvusliga á egnum kroppi.

Mentanarhugsjónir politisku flokkana



Tað stundar til Ólavsøku og Løgtingið skal skjótt aftur til arbeiðis. Ásannandi, at korini hjá listini eisini eru politiskt treytað, ætla vit her á Listablogginum at hava ymsar viðgerðir av list og politikki. Í fyrsta lagið hava vit kannað hugsjónarliga grundarlagið og fara hósdagin komandi undir greinarøð við styttri viðgerðum av mentanarhugsjónunum hjá politisku flokkunum, sum tær eitt nú eru lýstar í teirra stevnuskráum.

Brot úr greinarøð:
"Sostatt umboðar mentanarhugsjónini hjá Sambandsflokkinum eina kontinuitets- og eindarhugsan, sum treytar fyri tað fyrsta, at listin ber fram okkurt um samfelagið, sum hon er skapað í, fyri tað næsta, at søgan er merkt av náttúrligari menning og kontinuiteti og fyri tað triðja, at vit øll eru saman um nøkur felags virði, sum savna okkum..."

Monday, July 19, 2010

Listafólkaviðtal: Tróndur Bogason

Gott eitt ár er liðið, síðan Aldubáran framførdi debutkonsertina hjá tá nýútbúna tónaskaldinum Tróndi Bogason í Listaskálanum í Havn. Tróndur fekk í ár stóru 3 ára starvslønina frá Mentanargrunni Landsins og hevur síðani debutkonsertina havt úr at gera við m.a. at skriva tónleik. Beint nú er hann í gongd við at gera eitt verk til svenska contemporary-ljómliðið NEO Norbotten og hetta verkið er skrivað fyri septett og elektronikk. Tróndur Bogason skrivar eisini eitt nýtt verk til Aldubáruna, umframt at hann er í gongd við at framleiða og leggja til rættis løg til nýggju Budam fløguna. Í sambandi við debutkonsertina í fjør gjørdi eg eina samrøðu við tónaskaldið, sum enn tykist relevant:



Ein floyta er ein floyta...


Kinna Poulsen

Unga tónaskaldið setti síni týðuligu fingramerki á tónlistaútgávuna “The Singer”, sum hann legði til rættis saman við Teiti Lassen. Blaðungur var hann umráðandi partur av áhugaverda bólkinum MC Hár og hann legði eisini til rættis nøkur av løgunum á nýggju fløguni hjá Guðrið Hansdóttir. Hann gjørdi harumframt útsetingar fyri DR Underholdningsorkestret og nýggja upcoming danska bólkin Choir of Young Believers fyri bert at taka okkurt úr rúgvuni – fleiri dvd-fløgur eru á veg og nú hava føroyingar høvið at uppliva hann frá eini aðrari og ikki minni áhugaverdari síðu mánakvøldið 29.juni kl. 20.00 (2009!), tá Aldubáran á Summartónum fer at framføra debutkonsertina hjá nýútbúna tónaskaldinum Tróndi Bogason.

Listafólkatema: Arnold Vegghamar

Listin er í Suðuroy og ætlar m.a. at vitja framsýningina hjá Arnoldi Vegghamar í: Gallarí Oyggin. Í hesum sambandi hava vit hesa vikuna eitt mini-tema um serstaka listamannin á Viðareiði, Arnold Vegghamar. Vit byrja við broti úr ummæli í Fregnum av framsýning, sum Arnold Vegghamar hevði í Galerie Focus í Grím Kambansgøtu í Havn í februar í 2004. Harumframt kunnu vit gleða okkum til eina nýggjari lýsing av listamanninum úr bókini Livandi List og myndafrásøgn frá framsýningini í Suðuroy.

Fepursjónir




Fyrsta uppliving av myndaheiminum hjá Arnoldi Vegghamar (f.1937) var so sterk, at hon situr fryst føst onkrastaðni í minninum. Tað var tá vit fyri nøkrum árum síðani vóru í gongd við at velja út til Ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum. Verkini hjá Arnoldi vóru júst útpakkað og tó at tey stóðu forslongd hvørt um annað á gólvinum, gjørdi tann óeleganta plaseringin teimum ongan mun. Hesi verkini bar tað barasta ikki til at ignorera. Hóast myndevnini vóru vanlig føroysk myndevni við lýsingum av t.d. haga, bygd og lending, var úttrykkið í hesum glitrandi fepurheitu litunum nakað heilt fyri seg. Tær bestu myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar eru helst tær við einføldum myndevni. Á sama hátt sum Steffan Danielsen í eini mynd av nøkrum hegnspelum, kundi úttrykkja eina heila verð, eru tær einføldu myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar á tremur við innihaldi. Stílurin í myndunum er onkrastaðni í millum ekspressionismu og naivismu, samstundis sum hann er ógviliga egin við somu styrki, sum vit kenna frá Outsider Art. Á sama hátt sum hjá impressionistunum hómast ikki nógv av svørtum í myndunum hjá Arnoldi, sum fyri tað mesta brúkar sera ljóssterkar litir sum t.d. gult, blátt, reytt, grønt og violett. Men listamaðurin á Viðareiði vil annað og meira enn at skráseta ljós og litir og her líkist hann meira Vincent Van Gogh, ið tó at honum dámdi teir sterku litirnar hjá impressionistunum als ikki skilti teirra vísundaligu stevnuskrá.

Sunday, July 18, 2010

YNDISLIST - Oddfríður Marni Rasmussen um Robert Smithson

YNDISLIST - Listin hevur biðið ymisk fólk um at skriva nakrar ella nógvar reglur um eitt listaverk, ið hevur gjørt teimum serligan mun. Komandi tíðina fara hesar forvitnisligu reglur at vera almannakunngjørdar her á listablogginum. Vit byrja í dag við hugleiðing, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur gjørt sær um listamannin Robert Smithson.



Staður/óstaður

Ein hugleiðing um Robert Smithson og egnu yrkingar mínar

Oddfríður Marni Rasmussen


Ein av yndislistamonnum mínum er amerikanski listamaðurin, Robert Smithson. Robert Smithson var føddur í 1938 og doyði í 1973 í Texas, meðan hann var við at taka loftmyndir í sambandi við verkið Amarillo Ramp. Flogfarið, sum Smithson var í, datt niður. Eitt av kendastu listaverkum hansara er Spiral Jetty, ið liggur í Great Salt Lake í Utah. Verkið varð liðugt í 1970.



Saturday, July 17, 2010

Rannva Kunoy - fyrilestrar


Í sambandi við Summarframsýningina 2010 í Norðurlandahúsinum fer listakvinnan Rannva Kunoy at halda fyrilestrar í Norðurlandahúsinum í august. Eftir ætlan verður talan um tveir fyrilestrar, sum fara at snúgva seg um sermerktu og enigmatisku verkini hjá Rannva Kunoy, sum á ein hátt tykjast eins fremmand og eksotisk og kundu tey stavað frá eini heilt aðrari planet enn okkara. Í mun til føroysku myndlistina - ið á so mangan hátt er av hesari verð, gróðursett sum hon er á klettunum av okkara til tíðir ógvusligu náttúru, fólkinum her býr og europeiskari modernismu - bera luftigu, ljóst sveimandi myndirnar hjá Rannva Kunoy brá av eini heilt aðrari verð, sum heldur leitar sær íblástur úr nýggja enn gamla heiminum. Síðan gjøgnumbrotið við serframsýningini í Listasavni Føroya í 1999 hevur Rannva Kunoy eksperimenterað við sera ymsum stílum, men í nýggjaru myndunum hómast ein búgvin tóni frá eini listakvinnu, sum hevur funnið seg sjálva. Hesar nýggju myndirnar eru bygdar upp av nógvum elatunnum litløgum, sum tilsamans mynda gjøgnumskygdar formar, ið eins og óítøkiligur roykur ella skýggj seta ferð á hugmyndir áskoðarans, tó at myndirnar eru grundleggjandi nonfigurativar.

Listavoxpopp - Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð


Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, rithøvundur

1.Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?
Forlagið Torgard, Tjóðpallur Føroya, Klippfisk, Mentanargrunnur Landsins, Listakjakið, Ó- og - í allari eyðmýkt - Vencil.

2.Hvussu metir tú korini eru hjá listini her á landi?
Samanumtikið stendur væl til, tá hugsað verður um hvussu fáment, vit eru. Vit hava nógv góð listafólk og nógvar góðar rithøvundar, og áhugin fyri list og bókmentum er stórur. Júst tí er tað sera umráðandi, at listin fær nógv betri pláss í fjølmiðlunum og verður raðfest uppaftur fremri politiskt.

3. Hvat er tað besta, sum kundi hent fyri at givið tínum listaslagi betri kor?
Bøtt inntøkutrygd fyri skaldsøgu- og leikritarithøvundar, miðvís marknaðarføring av føroyskum skaldskapi uttanlands, og størri áhugi hjá føroysku fjølmiðlunum at umrøða og viðgera bókmentir.




Listin er nú eisini farin í holtur við eina sonevnda voxpopp kanning, sum allir miðlar við sjálvsvirðing koyra ígjøgnum av og á og sum gongur út uppá at spyrja øll møgulig fólk um alt møguligt. Listin hevur tó valt bert at spyrja nøkur listafólk tríggjar spurningar um list. Voxpopp-kanningar eru altíð tilvildarligar, og tað er hendan eisini. Í fyrstu atløgu hava vit spurt nøkur listafólk innan fýra tær stóru listagreinarnar: bókmentir, myndlist, tónleik og leikllist.
Vit seta eitt og eitt svar inn, men øll svarini síggjast undir evninum: Listavoxpopp.
(IS)

Friday, July 16, 2010

Heim at spæla


Summar er og í staðin fyri at øtast um vánaliga veðrið, kunnu vit gleðast yvir, at hetta er árstíðin, tá okkara lesandi ungdómur vitja heim á klettarnar. Fýra av okkara dugnaligu ungfólkum, sum øll ganga á kongaliga danska konservatoriinum í Keypmannahavn eru í summar komin heim at hava konsertir á Summartónum. Jón Festirstein (violin), Heiðrun Petersen (violin) Jákup Højgaard Lützen (bratsj), Andreas Restorff (cello) eita Doria kvartettin og fara tey á Summartónum at framføra eina krevjandi skrá við nýggjum tónleiki hjá føroyskum samtíðartónaskaldum; Kára Bæk, Kristian Blak og Edvard Nyholm Debess, umframt russiskan romantikk hjá Alexander Borodin. (1833-1887) í Mykinesi, Runavík og í Kvívík og seinasta framførsla teirra verður í Steinprenti í Havn mánakvøldið 26.juli klokkan 20.00. Tað snýr seg um eitt samstarv millum Doria kvartettina og Felagið Føroysk Tónaskøld, sum fer at halda fram við fleiri spennandi verkætlanum. Sí annars skránna fyri summartónar:
Her

Listavoxpopp - Kristina Sundar Hansen




Kristina Sundar Hansen, sjónleikari

1. Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?
At tað koma fleiri og fleiri nýggj dugnalig útbúgvin listafólk, og at tað eru komnir lógarkarmar og pallar, sum fakfólk hava ”møguleikar” at virká á.

2. Hvussu metir tú korini eru hjá listini her á landi?
Útbúgvin listafólk hava tað ikki lætt við at finna seg tilrættis í tí føroyska lista(klandri)kulturinum. Og tí eru tað alt og fá sum venda heim aftur eftir útbúgving.

3. Hvat er tað besta, sum kundi hent fyri at givið tínum listaslagi betri kor?
At sjónleikarar dugdu betri at samskifta á ein objektivan hátt; pláss fyri at hugsa nýtt; umsitan av fakvitan, soleiðis at hon kemur øllum performativun økjum í tí føroyska samfelagnum tilgóðar. Og sjálvandi pengar...



Listin er nú eisini farin í holtur við eina sonevnda voxpopp kanning, sum allir miðlar við sjálvsvirðing koyra ígjøgnum av og á og sum gongur út uppá at spyrja øll møgulig fólk um alt møguligt. Listin hevur tó valt bert at spyrja nøkur listafólk tríggjar spurningar um list.

Voxpopp-kanningar eru altíð tilvildarligar, og tað er hendan eisini. Í fyrstu atløgu hava vit spurt nøkur listafólk innan fýra tær stóru listagreinarnar: bókmentir, myndlist, tónleik og leikllist.

Vit seta eitt og eitt svar inn, men øll svarini síggjast undir evninum: Listavoxpopp.
(IS)

Thursday, July 15, 2010

Goym listina til seinni

Ein hugleiðing

Leygarkvøld og hásummar. Sangleikur á skránni hjá leikbólkinum Grugg á Gamla Meiaríið. „Goym moralin til seinni“. Úrval av tekstum hjá Brecht við tónleiki eftir Weil, Eisler og Dessau. Teir flestu úr Dreigroschenoper.
Ja, Brecht.
Ella ið hvussu er ein partvísur Brecht. Brecht næstan sum í einum spegli. Brecht í brotum í tí óstilla flatanum sum ger skil millum samtíðina og tað mikla dýpið av farnari tíð. Eitt nú ólíkindatíðina í tjúgunum og tretivunum. Millumkrígsárini. Hesa brotrivuna í evropeiskari menningarsögu har nítjanda og tjúgunda öld skúraðust hvør móti aðrari. Fáveldi móti fólkaræði. Trúgv móti vantrúgv. Arvmentaskapur móti nýmentan. Tíðina, tá ið grót og grundir rembdust undir samfelögum og tað stóð um reppið hjá gomlum sum nýggum. Tíðina, tá ið gudgivin stættamisjavni við síni fyrndartungu hevd av myndugleika og framíhjárættindum trúliga hevði vilja og mekt enn at skapa eitt túsundáraríki, boyggja nýtíðina, alt hennara serlæti í politikki, list og mentum og níva tað niður í tann eldkjarnan av gloymsku, sum sögan faldar sína broytiligu skorpu um. Tíðina, tá ið Brecht gjøgnum leiklist sína og skaldskap (og ósjáldan í tvískinningi við seg sjálvan) royndi at greiða fyri eini öðrvísi hugmynd av samfelag og samtíð.
Brecht í sangleikinum hjá Grugg er ikki hesin Brecht.

Aftursvar til Heðin Mortensen

Heðin Mortensen hevur í lesarabrævi í Dimmu 15.juli at mær, tí eg loyvi mær at undrast yvir tær raðfestingar, sum Tórshavnar Býrað ger á listaøkinum. Sum eg nevndi í grein herfyri, so haldi eg tað vera sera positivt, at Tórshavnar Býrað stuðlar list so breitt og t.d. hevur fleiri framsýningarhøli. Takk fyri tað. Men eg haldi tað vera undrunarverdar avgerðir, sum vera tiknar, sum ikki stuðla dygdarlist. Í greinini nevndi eg, at “listarligu raðfestingarnar, ið verða framdar í løtuni bæði hjá landi og býi eru stak undrunarverdar og tað er óansæð um talan er um stórar ella smáar lutir, um nýggjar standmyndir, drottningagávur, glaslist til Elton John; hetta hevur alt ov stóran týdning fyri okkara lítla land til at satsað verður uppá vánalist og ítriv, hvussu vælmeinandi og væl evnað hon enn er.” Hesi undran standi eg við, og ætlandi fer hvørki borgarstjórin ella nakar annar at megna at steðga mær at ummæla, at finnast at og at undrast.

(KP)

lesarabrævið hjá Heðini kann lesast her:
http://www.hedinmortensen.com/news_stor.asp?id=990

Blandað

Blandað
Ummæli: Anna Kathrina Højgaard. "Blandað bomm" í Smiðjuni í Lítluvík.




Mikukvøldið (14.juli-2010) endaði framsýningin hjá Onnu Kathrinu Højgaard í Smiðjuni í Lítluvík og Listin náddi akkurát inn á gólvið, áðrenn liðugt var. Framsýningin gav eina sera blandaða uppliving, bæði viðvíkjandi tøkni og dygd og sigast kann beinanvegin, at tað vóru nakrar av fotomyndunum, ið skaraðu framúr. Meðan málningarnir meira mintu um huga- og evnagott ítriv og fotomyndirnar av kirkjum tóktust lutfalsliga neutralar, fekst tú varhugan av eini listarligari hugsan í summum av fotomyndunum, ið hingu sum smáar perlur í eini óruddiligari heild, sum var merkt av ov nógvum týdningarleysum myndum. Trappumyndirnar og tær báðar myndirnar frá bátahyljunum, ið hingu innast í horninum í framsýningarhølunum vístu hvussu einfalt tað kann gerast, tá listarliga eygað sær vakrar, abstraktar kompositiónir í tí mest gerandisliga og tað dugir Anna Kathrina Højgaard. Hetta hava vit mangan sæð próvað t.d. á myndum hennara á Ólavsøku- og Várframsýningum. Eitt árið var myndevnið seyðarhøvd í grýtu, sum hevja upp ein vanligan døgurða til at snúgva seg um lív og deyð í myndum, ið eru eins vakrar og um somu tíð óhugnaligar sum memento mori myndir úr barokktíðini.

Listavoxpopp - Heiðrik á Heygum



Heiðrik á Heygum, myndlistamaður, tónleikari og filmslistamaður

1. Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?

Klippfisk- enduliga er filmslist byrjað at spíra í Føroyum

2. Hvussu metir tú korini eru hjá listini her á landi?

Ikki góð, tá man hugsar um, hvussu dugnalig listafólk vit hava í Føroyum. Men Føroyar eru sera lítlar so man kann ikki vænta tað heilt stóra.

3. Hvat er tað besta, sum kundi hent fyri at givið tínum listaslagi betri kor?

Betri marknaðarføring av føroyskari list uttanlands. Havt betri listarligt samstarv við onnur lond - eitt nú Ísland og Danmark innanfyri film, tónleik osf.

Fingið eitt ordiligt tónleikarhús. Fingið PRIX Føroyar aftur, tí føroyskur tónleikur hevur aldrin blómað so nógv sum tá.




Listin er nú eisini farin í holtur við eina sonevnda voxpopp kanning, sum allir miðlar við sjálvsvirðing koyra ígjøgnum av og á og sum gongur út uppá at spyrja øll møgulig fólk um alt møguligt. Listin hevur tó valt bert at spyrja nøkur listafólk tríggjar spurningar um list.

Voxpopp-kanningar eru altíð tilvildarligar, og tað er hendan eisini. Í fyrstu atløgu hava vit spurt nøkur listafólk innan fýra tær stóru listagreinarnar: bókmentir, myndlist, tónleik og leikllist.

Vit seta eitt og eitt svar inn, men øll svarini síggjast undir evninum: Listavoxpopp.

(IS)